mánadagur 31. august 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 164 - 31. august 2009
Tað eydnaðist ikki
Føroya Banka at
keypa danska Fionia
Bank. Hetta steðgar tó
ikki ætlanunum hjá
Føroya Banka um at
vaksa uttanlands
Fíggjarvinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað eydnaðist ikki Føroya
Banka at koma inn á danska
marknaðin á hesum sinni.
Bankin bjóðaði hósdagin,
saman við Lån&Spar Bank,
upp á at keypa Fionia Bank
á Fjón. Tó var tað danski
stórbankin Nordea, ið átti
besta boðið, og slapp at
keypa Fionia Bank, varð
kunngjørt í morgun.
Hetta steðgar tó ikki
ætlanunum
hjá
Føroya
Banka um at sleppa inn á
danska marknaðin.
- Vit hava havt eina sunna
inntøku í nógv ár, og hava tí
fíggjarligu styrkina til at
útnytta verandi møguleikar
í
donsku
bankavinnuni.
Men vit hava tol til at bíða
eftir rætta møguleikanum,
sigur Janus Petersen, for-
stjóri í Føroya Banka, í
viðmerking
til
danska
blaðið RB Børsen, um at
Nordea
hevur
trumfað
boðið, sum Føroya Banki
og Lån&Spar í felag góvu
upp á Fionia Bank.
- Vit vilja framvegis leggja
dent á at avgreiða privatar og
smærri
vinnukundar
og
leggja dent á ein lágan kreditt-
vága, eins og í okkara heima-
marknaði, sigur Janus Peter-
sen um keypsdreymarnar hjá
bankanum.
Skattaundirskot
gjørdi munin
Janus Petersen sigur við
RB Børsen, at tað eftir hans-
ara meting var eitt skatta-
undirskot upp á tvær milli-
ardir, ið gjørdi útslagið fyri
at tað er Nordea, ið sleppur
at keypa Fionia Bank.
- Undirskotið svarar til
eitt virði á 500 milliónir
krónur. Sum ein minni
banki við minni inntøku
hevur tú ikki møguleika
fyri at útnytta eitt so stórt
undirskot, og tí høvdu vit
ikki møguleika fyri at bjóða
upp á tann partin, sigur
Janus Petersen.
Nøgd hóast alt
Spar Nord hevði eisini
bjóðað upp á deildarnetið,
meðan Nordea hevði bjóðað
upp á alt samtakið og harvið
eisini møguleikan fyri at
útnytta skattliga undirskotið.
Finansiel Stabilitet, ið er
avhendingarfyritøkan
hjá
danska statinum, og sum
stóð fyri søluni, vísir nevni-
liga á, at boði frá Nordea
var upp á størsta partin av
bankanum.
- Men tað er einki at gera
við. Tú kann ikki bjóða upp
á nakað, sum tú ikki kann
brúka. Men vit eru nøgd
við okkara boð, og vit eru
sannførd um, at vit kunnu
vera
kappingarfør,
um
nakað annað verður sett til
sølu, greiðir forstjórin í
Føroya Banka frá, sum altso
framvegis leitar við lykt
eftir onkrum banka at keypa
í Danmark.
Boðið upp á Fionia Bank
varð givið í samstarvi við
Lån&Spar Bank, og Janus
Petersen avdúkar fyri RB
Børsen, at eitt tílíkt sam-
starv als ikki er óhugsandi
til framtíðar keypsætlanir.
Føroya Banki leitar víðari
Forseti fingið H1N1
Forsetin í Kolombia, Alvaro Uribe, hevur fingið ta nógv
umrøddu krímsjúkuna Influensa A ella H1N1. Uribe
hevur júst verið á einum suðuramerikonskum toppfundi í
Argentina, og sambært einum talsmanni kendi hann seg
illa, tá hann kom heimaftur. Seinni staðfesti læknin, at
talan var um H1N1, men sjúkan forðar ikki forsetanum at
røkja sítt arbeiði, skrivar AP. Talsmaðurin hjá stjórnini
sigur, at stjórnin hevur kunnað hinar luttakararnar á
toppfundinum um støðuna, men enn er einki frætt um, at
nakar av hinum ríkisleiðarunum er vorðin sjúkur.
Skógareldur í Kalifornia
Í Kalifornia viðganga myndugleikarnir, at teir hava mist
tamarhaldið á einum stórum skógareldi, sum herjar við
Mount Wilson nærhendis stórbýnum Los Angeles. Eldur-
in hóttir nú umleið 12.000 hús og 2.500 aðrar bygningar,
og 10.000 fólk eru flutt burtur. Arnold Schwarzenegger,
guvernørur, segði í gjár, at støðan er sera álvarssom, og at
hann tí hevur lýst fleiri øki í undantaksstøðu. Hann bað
fólk gera eftir boðunum, sum tey fáa frá myndugleikun-
um. Fleiri skógareldar hava verið nærhendis Los Angeles
í seinastuni, men tann, sum nú herjar har, er tann ringasti,
skrivar Reuters.
Janus Petersen, forstjóri í
Føroya Banka, er nøgdur við
boðið, hóast tað ikki var nokk
til at keypa Fionia Bank. Nú
verður leitað víðari eftir øðrum
keypsmøguleikum í Danmark
Mynd: Jens Kristian Vang