Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 16. november 2001 25 24 Nr. 222 - 16. november 2001 Hósdagur 22. november Flere øjne i natten - amerikanskur filmur frá 1993 Richard Dreyfuss og Emilio Estevez halda áfram har teir sluppu í fyrra filminum. Teir báðir politmenninir Bill og Chris verða sendir á eina nýggja uppgáva, har teir skulu avgera, um eitt sera týdningarmikið vitni goymir seg hjá O’Hara hjún- unum. Vitni Lu Delano er í stórum vanda, eftir at hann hevur játtað at vitna ímóti einum mafiabossi. Uppgáv- an verður meira torgreidd, tá ið nakrar merkiligar hendingar koma fyri. Chris hevur eisini trupulleikar við gentu sínari, Mariu, sum vil hava meira burturúr teirra forholdið. 10:10 Horton-sagaen(G) 11:00 Horton-sagaen 11:50 Panter-tanter 12:20 Vild med dig 12:50 Pæn pige - sej sild 13:20 Baywatch Hawaii(G) 14:15 Charlie`s Angels 15:10 Min kære familie 15:40 Baywatch Hawaii 16:35 Ricki Lake 17:30 Med på moden 18:00 Sabrina - skolens heks 18:30 Alle tiders barnepige 19:00 Robinson - Talkshow 20:00 Flere øjne i natten 22:05 Tve-kampen(G) 23:10 Vore værste år 23:40 Simpsons 00:10 Ricki Lake(G) 01:05 Drøm videre 01:35 Vore værste år (G) 02:00 Simpsons(G) 02:25 Sunset Beach 03:10 Godnat 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur - Bergur Jacobsen, prestur, lesur 07.15 Barnaløtan - Jonna Olsen og Kári Sólstein leggja til rættis 07.30 Tíðindi 07.35 Morgunrásin 08.00 Tíðindi 08.03 Morgunrásin - Hilmar Jan Hansen og Bjarni Mohr leggja til rættis. 09.00 Tíðindi 09.03 Sjónarringurin (e) - Árni Joensen leggur til rættis 09.35 Dagsins tónar 09.50 Morgunlestur (e) - Bergur Jacobsen, prestur, lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fimleikaløtan 1 10.10 Tit skriva, vit spæla - Øssur Egholm skipar fyri 11.00 Tíðindi 11.03 Á sanganna veingjum (e) - Gunnvør Poulsen leggur til rættis 11.35 Undir døgurða 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.15 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindini 12.40 Døgurðatónar 13.00 Tónatímin 14.00 Fimmarin (e) 15.00 Tíðindi 15.03 Nýtt og gott gamalt - Tróndur Vatnhamar velur løgini 16.00 Tíðindi 16.03 Bitar úr Billboard - Rúni Jákupsson stílar fyri 17.00 Tíðindi 17.05 Í víngarðinum - Símun Jóannesarson Hansen stílar fyri 18.00 Barnaløtan (e) - Jonna Olsen og Kári Sólstein leggja til rættis 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Skiftissiðir á lívsleiðini : Polterabend - Armgarð Arge leggur til rættis 19.30 Crescendo - Kári Olsen stílar fyri 20.30 Framhaldssøga 21.00 Tíðindi 21.05 Dagsetur - Øssur Egholm leggur til rættis 22.00 Ljóðmúrurin - Regin Egholm skipar fyri 23.00 Tíðindi 09:45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 10:00 Leysaløtan (e) - Endursending frá í gjár - Innsløg, prát og tónleikur - Sonne Smith og Sunneva Petersen leggja til rættis 11:00 Tónleikur 12:00 Tíðindi og kunngerðir 12:15 Tónleikur 13:00 Ynskiløtan - Heilsanir frá lurtarum - Sunneva Petersen er vertur - Send heilsur um (www.ras2.fo) ella á fax. 359990. 14:00 Lýsingar 14:05 Ynskiløtan (framhald) 15:00 Tíðindi og kunngerðir 15:15 Leysaløtan - Innsløg, prát og tónleikur - Sonne Smith og Sunneva Petersen leggja til rættis 16:00 Tónleikur 17:00 Norðlýsið - Aktuell sending úr Studio 7 í Klaksvík - John William og Oliver Joensen leggja til rættis 18:00 Tíðindi og kunngerðir 18:15 Tónleikur 19:00 Orð á leiðini (EvR) - Endatíðin: "Jesus ræður" - Jógvan Zachariassen leggur til rættis 19:40 Tónleikur 21:00 Tíðindi og kunngerðir 21:15 Orðið (e) - Endursending frá í morgun - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 21:30 Tónleikur 22:00 Girlzone - Undirhaldssending fyri ung, Súsanna Clementsen og Ruth Reinert skipa fyri. - Telefon: 35 99 93 Fax: 35 99 90 E-mail: girlzone@ras2.fo 00:00 Liðugt 13.00 Byrjan — Dagsskráin verður lisin 13.15 Okkara dagliga breyð 13.30 Sjómanssendingin Vitin v/ Símun Hansen (e) 14.30 Tónleikur fyri børn 15.00 Horizon Star v/ Stellu Zachariassen (e) 18.00 Dagsins Orð eftir Svenning av lofti 19.00 Brot og bitar ein ørvísi tíðindasending. 20.30 Okkara dagliga breyð 20.40 Lýsingar fyri møtir ið verða í vikuskiftinum. 20.55 Dagsins Orð eftir Svenning av lofti (e) 21.00 Bønarlinjan við gesti, vertur er Jenis av Rana - Bønarevni kunnu ringjast inn frá kl. 20.00. Tlf. 321377 og til ber at senda fax á nr. 321379 Vit gevast uml. middnátt 18.25 DV í kvøld 18.30 Smásøgur 18.35 Jumanji 31 19.00 Tað fyrsta ári av lívinum – norsk sending 20.00 Dagur og Vika við Kjak 20.50 Rangt og rætt 5:8 21.30 Horvin 8:8 – donsk dokumentarrøð 22.00 Ally McBeal 13 – amerikonsk røð 22.45 Krimitímin: Dalziel og Pascoe 2:2 23.35 Liðugt 07:30 Golf 08:30 Sailing 09:00 Truck Sports 09:30 Car Racing 10:00 Football 10:30 Football 11:00 Golf 12:00 Football 13:30 Ski Jumping 16:00 Bobsleigh (Live) 17:00 Alpine Skiing (Live) 18:00 Bobsleigh (Live) 19:00 Football 19:30 Alpine Skiing 20:00 Alpine Skiing (Live) 21:00 Football 21:30 Rally 22:00 News 22:15 Football 00:15 News 00:30 Close 0.00 TLZ: »Prohibition – 13 Years that Changed – The Road to Repeal« 1.00 TLZ: »Century of Flight – Strike From the Air« 2.00 TLZ: »Playing Safe« 2.30 TLZ: »The Museum of Modern Art« 2.55 TLZ: »Heroes and Monsters« 3.00 TLZ: »Cinema for the Ears« 3.25 TLZ: »Cyberart« 3.30 TLZ: »A Thread of Quicksilver« 4.00 TLZ: »Troubleshooter – In the Nutcrackers« 4.40 TLZ: »Zig Zag – France – Paris - A City« 5.00 TLZ: »Greek Language & People – Getting Around« 5.30 Muzzy In Gondoland 6.00 Bodger and Badger 6.15 Playdays: »The Whybird Stop« 6.35 Steps to the Stars 7.00 Ready Steady Cook 7.30 Garden Magic: »Telford« 8.00 House Invaders: »Rugby« 8.30 Bargain Hunt: »Newark« 9.00 Battersea Dogs Home 9.30 Vets in Practice: »Langford Revisited« 10.00 Radical Highs 10.15 The Weakest Link 11.00 Dr. Who: »Vengeance on Varos« 11.30 Doctors 12.00 Eastenders 12.30 Hetty Wainthropp Investigates: »Woman of the Year« 13.30 Radical Highs 13.45 Ready Steady Cook 14.15 Bodger and Badger 14.30 Playdays: »The Whybird Stop« 14.50 Steps to the Stars 15.15 TOTP Eurochart 15.45 Ainsley's Gourmet Express: »Fusion« 16.15 Ground Force: »Edinburgh« 16.45 Miss Marple: »Murder at the Vicarage« 17.45 The Weakest Link 18.30 Doctors 19.00 Eastenders 19.30 Murder Most Horrid: »Mrs Hat and Mrs Red« 20.00 Dalziel and Pascoe: »Under World« 21.00 A Bit of Fry and Laurie 21.30 A History of Britain: »Burning Convictions« 22.30 Living with the Enemy: »London Church of Christ« 23.00 Maisie Raine: »Getting to be a Habit« 0:00 BBC News 0:30 HARDtalk (r) 1:00 BBC News 1:30 World News Tonight 2:00 BBC News 2:30 Talking Movies (r) 3:00 BBC News 3:30 Asia Today (r) 3:45 World Business Report (r) 4:00 BBC News 4:30 HARDtalk 5:00 BBC News 5:30 World Business Report 6:00 BBC News 6:30 World Business Report 7:00 BBC News 7:30 World Business Report 7:45 Sport Today 8:00 BBC News 8:30 HARDtalk (r) 9:00 BBC News 9:30 Talking Movies (r) 10:00 BBC News 10:30 USA Direct (r) 11:00 BBC News 11:30 HARDtalk (r) 12:00 BBC News 12:30 World Business Report 12:45 Sport Today 13:00 BBC News 14:00 BBC News 14:30 USA Direct (r) 15:00 BBC News 15:30 Asia Today 16:00 BBC News 16:30 HARDtalk (r) 17:00 BBC News 17:30 World Business Report 17:45 BBC News 18:30 World Business Report 18:45 Sport Today 19:00 BBC News 19:30 HARDtalk (r) 20:00 BBC News 20:30 USA Direct (r) 21:00 BBC News 21:30 World Business Report 22:00 BBC News 22:30 Click Online 23:00 BBC News 23:30 World Business Report (r) 23:45 Asia Today 05:00 Børne-hjørnet med Disney 07:10 TV-shop 08:00 Panter-tanter(G) 08:25 Ricki Lake (G) 09:15 Ricki Lake Hóskvøldið kl. 20.00 Skiftissiðir á lívsleiðini: Polterabend Polterabend er gamal siður í útlondum, men ikki í Før- oyum. Seinastu árini hevur hann eisini verið tikin upp her hjá okkum. Nakrar dagar fyri brúdleypið fara vinfólk eftir kom- andi brúður ella brúðgómi og fáa tey so at gera ymiskt, sum fer út um alt og øll mørk. Gestir í sendingini eru Dia Midjord og Birgir Sond- um. Armgarð Arge leggur til rættis. Rangt og rætt 5:8 Orsakað av Fólkatingsvalinum er Rangt og Rætt hesa- ferð flutt til hóskvøld. Men hóast onkur politikkari er í sendingini, so hoyra vit ikki eitt orð um politikk. Í sendingini verður kappast um at velja og vraka millum margháttligar orðafrágreiðingar og at royna sín kunn- leika innan tónleik. Og so skulu luttakararnir á liðun- um hjá Kára Mouritsen og Jógvani E. Ósá eisini royna at nema seg fram til navnið á dulda lutinum. Tað eru Hansen og Hansen og Hansen, sum leiða okkum ígjøgnum sendingarnar. Leivur er vertur, meðan Jens Marni og Kim manna húsorkestrið. Sendingin verður endursend leygardagin kl. 16.00. Hóskvøldið kl. 19.00 Hóskvøldið kl. 20.40 FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Andreas Petersen valevni fyri javnaðarflokkin Líkamikið hvør vinnur fólkatingsvalið í Danmark, so er tað umráðandi at javnaðarlfokkurin fær umboðan á fólkatingi, har hann kann bera fram síni sjónarmið viðvíkjandi før- oyska samfelagnum útfrá eini sosialdemokratiskari samhaldsfastari hugsjón. Seinastu 4 árini hava verið merkt av politiskum stríði ímillum Føroyar og Danmark viðvíkjandi støðu okkara í ríkisfelagsskap- inum. Sitandi samgonga legði sterkt út við nógvum ógvusligum ætlanum um sjálvstýri, hóast vit ikki høvdu fíggjarligan ella fakligan førleika fyri hesum. Tá alt skuldi standa sína roynd við fólka-at- kvøðu um hendan spurning 26. mai í ár, tordi sam- gongan ikki, tí hon visti sjálvandi at undirtøka ikki var hjá føroya fólki at fara burturúr ríkisfelagsskap- inum. Samstundis hava veljara- kanningar víst, at ein meiri- luti av føroya fólki ynskir broytingar í viðurskiftinum ímillum Føroyar og Dan- mark. Hetta ynski um broytingar samsvarar væl við uppskot javnaðarflok- sins um eina sjálvstýrislóg innanfyri ríkisfelagsskapin, har møguleiki verður at yvirtaka nærum øll sam- felagsmál eftir fíggjarligum og fakligum førleika og í sama viðfangi syrgja fyri at lívskorini hjá vanliga før- oyinginum eru á sama støði sum í londunum rundanum okkum. Hetta er ein treyt fyri at unga fólkið ikki støðast í hesum landi og fær hug at seta búgv og virka her, so er meinings- leyst at tosa um sjálvstýri. Tann ekstrema og radi- kala leiðin er orynd og hevur spælt fallit í hesum valskeiði. Tí gevur tað onga meining at senda ein tjóð- veldismann á fólkating at ópa um tað sama. Tað gevur heldur onga meining at senda ein sambandsmann á fólkating at bera fram sjónarmið um, at einki skal henda ella at tað bert skulu gerast kosmetiskar broyt- ingar í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Dan- mark. Tað er staðfestur ein politiskur ivlji í Føroyum til broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum innanfyri ríkisfelagsskapin. Sam- stundis er staðfestur ein breiður politiskur meiriluti í danska Fólkatinginum til nøkurlunda somu broyt- ingar innanfyri ríkisfelags- skapin. Tí vildi tað verið politiskt skilagott at framt henda møguleika í komandi valskeiði. Hetta gerst best við at velja javnaðarflokkin á fólkatingsvalinum nú 20. november og sterkan á komandi løgtingsvali so- leiðis at miðjan í tjóð- skaparpolitikkinum verður loysnin í framtíðini eins og hon var tað tá heimastýris- lógin varð gjørd í 1948. Gott val! Elisabeth Joensen (Betta) valevni Sambandsfloksins Í grein 7 í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at flokkurin vil arbeiða fyri, at sosiala lóggávan verður soleiðis skipað, at tey gomlu, tey sjúku, tey brek- aðu og onnur, sum hava hjálp fyri neyðini fáa stuðul og viðgerð, ið ikki stendur aftanfyri tað, sum fæst í hinum Norðanlondum. Eitt øki, sum hevur verið nógv umrøtt hesi seinastu árini, er pensjónsøkið. Til tess at veita okkara pen- sjonistum ein bata, legði Sambandsflokkurin í august mánað uppskot fyri løgtingið hesum viðvíkj- andi. 400 mió. krónur í ár, og aftur 400 mió. krónur næsta ár skuldu leggjast í ein grunn, og avkastið av hesi upphædd skuldi síðani gjaldast øllum pensjónist- um afturat grundupphædd- ini í fólkapensjónini. Skot- ið varð upp, at fyrsta út- gjaldið skuldi verða 1. januar komandi ár. Sambandsflokkurin vildi á henda hátt tryggja pen- sjonistum eitt hægri gjald. Av tí at bert avkastið av hesum peningi skuldi gjaldast út, meðan stovns- fæið bleiv liggjandi, hevði hetta ikki økt skattatrýstið hjá fólki. Tey eldru gerast fleiri í tali Sambært hagtølum eru stívliga 6.000 pensjonistar í Føroyum nú, men roknað verður við, at talið fer upp um 9.000 áðrenn 20 ár eru liðin. Tí metir Sambands- flokkurin tað vera alneyð- ugt at gera nakað munagott nú, tí tað er ikki vist, at peningur verður tøkur, um vit útseta málið til seinni. Sum kunnugt varð upp- skotið felt av samgonguni. Um so var, at uppskot Sambandsfloksins varð samtykt, hevði hetta økt um útgjaldið til pensjónistar við umleið 1.000 krónum um mánaðin. Hetta vísir, hvussu nógvur peningur skal til fyri at nøkta tørvin á pensjónsøkinum. Vit, í Sambandsflokk- inum, eru av tí áskoðan, at tað er av størsta týdningi, at stórur partur av lands- kassavlopinum verður nýtt til at tryggja okkara eldru ein virðiligan aldurdóm. Tað eru tey, sum hava bygt upp hetta samfelagið, sum vit nú nýta gott av. Nú kann onkur siga, at hetta við pensjónum hevur einki við eitt fólkatings- valið at gera. Tað er møgu- ligt, men tað hevur nógv at gera við okkara støðu til ríkisfelagsskapin, tí full- veldispolitikkurin kostar hópin av peningi, sum annars kundi verið nýttur skilagott m.a. til frama fyri tey eldru í samfelagnum. Veljarin kann stuðla okkara politikki við at atkvøða fyri Sambands- flokkinum 20. november. Hans Jørgensen Valevni Javnaðarfloksins til Fólkatingsvalið Latið ongan iva ráða um støðu Javnaðarfloksins, vit vilja gera tað, sum stendur í okkara valdi at gera eina virðiliga skipan millum tveir javnsettar partar í ríkinum. Hetta er aðaltátt- urin í Sjálvstýrilóg Javn- aðarfloksins. Javnaðarflokkurin byggir alt sítt virksemi á fult fólkaræði. Vit leita altíð eftir semjum til tess at vinna fólki okkara bestu kor. Vit ivast onga løtu í, at bert føroyingar sjálvir duga at taka avgerð um, hvat er best fyri Føroya fólk, og tí eru tað føroyingar einsa- mallir og eingir aðrir, ið skulu avgera framtíðina hjá føroyingum. Allur politikkur Javnað- arfloksins er bygdur á hetta. Eisini strembanin eftir politiskum sjálvræði og búskaparligum sjálv- bjargni, ið er fortreytin fyri veruligum sjálvstýri í Før- oyum. Álvaratos, vil landsstýrið fullveldi, so takið fullveldi. Haldið ikki fram at grenja inn á Nyrup og hansara menn í Keypmannahavn. Trupulleikin er í Føroyum. Tað er ikki meiriluti fyri loysing, tað er trupulleikin hjá landstýrinum. Um meiriluti var fyri loysing so fingu teir loysing. Fulla virðing veruligum loysingarfólki Eg havi fulla virðing fyri føroyskum loysingarfólki, teimum, sum veruliga vilja taka loysing og samstundis taka við teim avleiðingum og skyldum, tað hevur við sær, men eg havi lítla virðing fyri teimum nýggju tjóðveldisfólkunum, sum billa føroyingum inn, at tað ber til at loysa nú og fáa danir at gjalda fyri loysing- ina. Hetta er at kasta mold í eyguni á fólki. Hetta er at venda byttuni á høvdið, tí vóru hesir tjóðveldismenn eins og teir gomlu, so høvdu teir sagt, at í morgin loysa vit og liva av tí ríkidømi, skaparin gav okkum føroyingum. Søgdu teir hetta, so kendu vit Tjóðveldið gamla aftur. Men teir nýggju vilja, sum ein tjóðveldismaður plagdi at siga: lumpa og lirka, so fólk uttan at kenna av- leiðingarnar taka undir við teimum. Ja, tað er so galið, at summir teirra kalla okk- um, sum ikki eru samdir í fullveldisætlan landsstýri- sins fyri landasvíkjarar og danskar lakajar. Loyva vit okkum at greiða frá, at alt verður ikki, sum tað var. At lívs- frælsið fær álvarsligt afturstig, so kalla teir tað ræðumyndir og ræðsluher- ferðir. Sakligheitin og opinleik- in, sum skuldi eyðkenna fullveldisprosessina gjørd- ist so innilokað og spent, at tað sambært talsmonnum samgongunar mest er at kalla halgibrot. Og Gud náði tann, sum váðar sær at finnast at fullveldisætl- anini. Men tað gera vit kortini. Vit vísa á eina góða og gagnliga skipan millum javnsett lond í ríkisfelags- skapi, og tað gerst við Sjálvstýrislóg Javnaðar- floksins. Meiningsleyst at senda tjóðveldismann ella sambandsmann á fólkating Eitt samfelag fyri øll Sjálvstýri men ikki loysing C M Y K 25 24