fríggjadagur 16. november 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 222 - 16. november 2001
Nr. 222 - 16. november 2001
27
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Jóannes Eidesgaard
fólkatingsmaður
Líkt er til, at nógvir trúgvir
javnaðarveljarar og nógvir
aðrir eisini halda, at Sam-
bandsflokkurin er besti
garantur fyri, at loysingin
ikki hendir her og nú. Tað
er eins og hesi mongu
halda, at skulu tey forða
loysingini, so er best at
velja
Sambandsflokkin.
Orsaka eg sigi tað, men
hetta er ein falskur trygg-
leiki, tí í roynd og veru, er
sami
Sambandsflokkur
bestir garantur fyri, at full-
veldisbylgjan heldur fram.
Eingin einstakur poli-
tikkari hevur so nógv sum
Edmund
Joensen,
sum
løgmaður frá 1994 til 98,
stuðlað uppundir loysing-
arveingin, og eingin po-
litiskur flokkur hevur givið
loysingarrørsluni so nógv-
an vind í seglini sum júst
Sambandsflokkurin. Teirra
fastlæsta støða, um at einki
skal broytast í ríkisrættar-
ligu støðuni, hevur lagt
ótrúliga nógv brenni til
loysingareldin, og tað er
heilt víst, at hevði Sam-
bandsflokkurin verið meira
moderatur og dynamiskur,
tá tað snúði seg um
viðurskiftini við Danmark,
so hevði støðan í dag verið
heilt ein onnur.
Tískil er tað ørkymlandi
at síggja, at júst hesin
flokkur verður valdur sum
mótpolur til loysingina, tí
eitt er vist, at fær hann
makt, sum hann hevur akt,
so kunnu vit vera rímiliga
vís í, at als einki hendir, og
vit fáa somu faslæstu støðu
komandi árini, sum vit hava
havt seinastu árini.
Ein sterkur Sambands-
flokkur gevur ein sterkan
Tjóðveldisflokk, men onga
loysn
á
ríkisrættarliga
spurninginum. Ein sterkur
Tjóðveldisflokkur
gevur
ein sterkan Sambandsflokk,
men ogna loysn á ríkis-
rættarliga spurninginum.
Hetta ljóðar kanska løgið,
men er tó søguliga próv-
fast. Teir halda í veruleik-
anum lív í hvørjum øðrum.
Loysnin liggur millum
hesar báðar flokkar, og
hesa loysn umboðar Javn-
aðarflokkurin.
Tí er tað umráðandi, at
veljararnir
nú
veruliga
hugsa seg um og spyrja,
hvør flokkur hevur sum
eingin annar forðað full-
veldisgongdini?
Hvør
flokkur
hevur
veruliga
verið tað bullverkið, sum
steðgaði loysingarfólk-
unum? Jú, tað hevur Javn-
aðarflokkurin verið. Við
sínum treiskna og áhald-
andi stríði bæði á Løgtingi
og á Fólkatingi hevur
Javnaðarflokkurin
talað
ímóti hesum ørskapi.
Og tað vilja vit fram-
haldandi gera, men vit fáa
bert gjørt tað, um tit sum
veljarar vísa okkum álit.
Men umframt at halda
fullveldisgongdini skák í
mát, so kunnu vit eisini
vísa á ta leiðina, sum ein
meiriluti av okkara fólki
ynskir, nevniliga sjálvstýri
innan ríkisfelagsskapin. Og
fáa vit saman við øðrum
framt hesa loysn, so verður
eisini friður um hetta mál,
og vit kunnu fara í holt við
veruligan politikk.
Sjálvandi kann tað vera
trupult at heilgardera seg í
politikki, men tó ber tað til
við hetta valið. Ein heil-
gardering ímóti loysingini
er at finna hjá tí flokki, sum
vil inn og loysa hetta málið.
Heilgarderingin er ikki at
finna hjá einum flokki, sum
vil seta seg hendur í favn.
Vel ein flokk, sum vil út á
barrikadurnar og sláast fyri
sínari søk: sjálvstýri innan
fyri ríkisfelagsskapin.
Tí skalt tú týsdagin ikki
velja tær ein falskan trygg-
leika, men Javnaðarflokkin.
Hans Jørgensen
Valevni Javnaðarfloksins
til Fólkatingsvalið
Nú fara tað skjótt at vera 20
ár síðan, at Javnaðarflokk-
urin kom fram við uppskoti
um at seta eina sjálv-
stýrislóg í staðin fyri
heimastýrislógina,
sum
longu í sjeyti árunum var
um at vera fulltroytt, men
tíverri fingu vit ikki ljóð
fyri uppskoti okkara.
Javnaðarflokkurin vil, at
heimastýrisskipanin verður
tikin av, og at ein sjálvstýr-
islóg verður sett í staðin:
• Sjálvstýrislógin
skal
staðfesta ein samstarvs-
sáttmála - ein samveld-
issáttmála - millum Før-
oyar og Danmark, sum
tvey sjálvstøðug og javn-
sett lond í ríkisfelags-
skapi hvørt við annað.
• Samveldissáttmálin skal
áseta, at Føroya løgting,
sum umboð fyri Føroya
fólk, er hægsti myndug-
leiki í Føroyum.
• Sáttmálin tekur av allar
formligar avmarkingar
fyri, hvørji mál og máls-
øki kunnu verða yvirtikin
- tað merkir, at øll mál
koma
undir
føroyskt
ræði, tá Føroya løgting
ger tað av.
• Greiðar reglur skulu ger-
ast um føroyskan heima-
rætt. Ríkisfelagsskapurin
gevur øllum í felagsskap-
inum somu ríkisborgara-
rættindi
• Tá ið alt lóggávuarbeiði
Føroyum
viðvíkjandi
verður gjørt á Føroya
løgtingi, verður fólka-
tingsumboðanin tikin av.
• Sum eitt hitt fyrsta stigið
fram ímóti føroyskum
sjálvræði, verður sett ein
rættarkommisjón at fyri-
reika yvirtøku av rættar-
skipanini.
• Verandi stýrisskipanarlóg
verður støðugt bygd út at
rúma broytingunum í
nýggju
stjórnarskipan
Føroya.
• Sjálvstýrislógin
skal
innihalda ásetingar um,
hvussu
samveldissátt-
málin skal sigast upp, um
so er, at føroyingar
ynskja at fara úr ríkis-
felagsskapinum.
Fólkaatkvøða í Føroyum
staðfestir endaliga sjálv-
stýrislóg og samveldis-
sáttmála.
Minnist til, at fremst í
skyldri
Javnaðarfloksins
stendur frælsi, samhalds-
festi (solidaritetur) og væl-
ferð fólksins. Tí er ikki vist,
at føroyingar fara at taka
stig til at fara úr ríkis-
felagsskapinum, sjálvt um
búskaparligir og fyrisiting-
arligir møguleikar vera fyri
tí.
Fyri meg persónliga,
kennist felagsskapur í eini
størri eind skilagóð, um
skipanin altso er bygd á
veruliga
umsorgan
og
ábyrgd yvir fyri hvørjum
øðrum -solidariteti. Eg
síggi tað sum eina góða
skipan, at tvey lond, sum
eitt nú Danmark og Føroyar
gera ein sáttmála sum tvey
javnsett lond í ríkisfelags-
skapi, at tey til eina og
hvørja tíð vara av hvørjum
øðrum og skapa javnað
partanna millum.
Sambandsflokkurin ein falskur tryggleiki
Trý javnsett í einum ríki
Jákup Lamhauge
Seinasta mánadag skipaði
I.R.F. fyri hátíðarløtu í
sambandi við at endur-
nýtsluvirkið við brenni-
støðina í Lorvík alment
varð tikið í nýtslu.
Nógv fólk var komið
saman, umboð fyri lima-
kommunurnar, umboð fyri
ymisku feløgini sum staðið
hava fyri byggingini, lands-
stýrismaðurin í umhvørv-
ismálum, løgmaður, sum
umsitur kommunumál og
onnur, sum áhuga hava fyri
nýggja tiltakinum hjá I.R.F.
Millum gestirnar var undir-
ritaði eisini saman við
øðrum fyrrverandi nevnd-
arlimum hjá I.R.F.
Fyri øll tey, sum áhuga
hava fyri umhvørvismálum,
var hátíðarløtan í nýggju
høllini sera áhugaverd – her
sá ein skjótt at talan var um
at leggja nýggjar leiðir á
umhvørvisøkinum – alt
angaði av nýhugsan og
reinleika.
Nevndarformaðurin hjá
I.R.F. Hilmar Danielsen
beyð gestunum vælkomin
og hevði síðan sera áhuga-
verdar hugleiðingar um
felagið
og
umhvørvis-
spurningar fyrr og nú og
hvussu vit í framtíðini áttu
at virka fyri til tess at halda
landið reint.
Hilmar metti at felags-
skapurin hevði takið á rætta
endanum og vónaði hann,
at stavnhaldið sum valt
varð, kann verða hildið.
Síðan hugleiddi stjórin
Poul Andreas Joensen um
gongdina hjá I.R.F. frá
byrjan og til dagin í dag –
bæði viðvíkjandi útbygg-
ingunum á ymisku økjun-
um sum felagið hevur stað-
ið fyri – fíggjarspurning-
arnar – samanborið við
alsamt vaksandi nøgdunum
av burturkasti og møgulig-
um útbyggingum í fram-
tíðini.
Stjórin nevndi m.a. at
valdið hevði staðið ímillum
at byggja nýggjan brenni-
ovn fyri 100 mill. kr. ella at
royna nýggjar leiðir við
byggjan
av
endur-
nýtsluskipan fyri 16 mill.
kr. og við hesum at fáa ein
skáa millum 5-10 ár til
royndir at síggja hvussu
gongdin í samfelagnum vil
verða.
Landsstýrismaðurin
í
umhvørvismálum Eyðun
Elttør fekk heiðurin formi-
liga at seta í gongd nýggju
endurnýtsluskipanina
og
við vælvaldum orðum hug-
leiddi hann um umhvørv-
isspurningar fyrr og nú. Í
hesum sambandi kom Eyð-
un eisini inn á hvussu før-
oyingar fyrr royndu at
endurnýta tað sum møgu-
ligt var, t.d. klæði og annað,
og skemtiliga nevndi hann
orðatakið »Koyr á vest-
fallið«, sum hann hevði
hoyrt sagt av lorvíkingi tá
talan var um lutir, sum ikki
kundu endurnýtast meira.
Aftaná hátíðarhaldið í
endurnýtsluhøllini var døg-
urðaborðhald í nýumbygda
bygdahúsinum í Lorvík –
ein sera prýðiligur karmur
um eitt hvørt veitsluhald –
tillukku til Lorvíkar bygd
fyri hetta megnar hús.
Og tøkkin til kokkar og
tænastufólkið annars skal
eisini ljóða fyri sera góða
matin og vinarliga umsorg-
an.
Við slík høvi, sum gevast
við eitt slíkt døgurðaborð-
hald, verða mangan heils-
anir bornar fram til vertin,
og nýtti løgmaður eisini
møguleikan.
Løgmaður byrjaði við at
takka I.R.F. fyri leiklut tess
í strembanini eftir einum
reinum umhvørvi í Føroy-
um, og nevndi hann sam-
stundis at I.R.F. við sínum
tiltøkum hevði prógvað, at
kommunur í størri eindum
kundu
loysa
uppgávur
betur enn landið kundi
gera. Og til seinast í røðu
síni segði løgmaður, sum
umsitur kommunumál, at
eitt skuldu vit vita, at so
leingi hann var kommunu-
málaráðharri, so vildi hann
lova I.R.F. allan møguligan
stuðul.
Sum eg framman undan
nevndi,
so
eri
eg
fyrrverandi nevndarlimur í
I.R.F. – frá 1993-2000 og
havi eg tí kunnleika til
hvussu gingist hevur hesi
árini.
I.R.F. hevði eina sera
trupla byrjan, og hevði
hetta við sær, at felags-
skapurin kom at hanga við
ovurstórari lániskuld, sum
fram til dagin í dag hevur
verið haft um beinið, tá
talan hevur verið um neyð-
ugar útbyggingar og rakst-
urin annars.
Við atliti til, at I.R.F.
fevnir um allar kommunur í
landinum – undantikið tó
Tórshavnar Kommuna –
og við hesum hevur átikið
sær sera stórar skyldur – so
hevur nevndin seinastu
árini við jøvnum millum-
bili vent sær til landsstýrið
við áheitan um hjálp til
loysnir av fíggjartrupul-
leikum felagsins.
Men higartil hevur hetta
verið uttan úrslit.
Við støði í røðu løgmans,
so seti eg vón mína til,a t
góði viljin verður umsettur
til verk, og at felagsskap-
inum I.R.F. verða funnar
loysnir, so vælaliðið av
starvsfólkum frá leiðslu,
umsiting og starvsfólkum
annars kunnu líta framá í
vónini um eina munadygga
framtíð í strembanini eftir
einum reinum umhvørvi í
Føroyum.
Interkommunali felagsskapurin I.R.F. slóðar fyri
í umhvørvisvernd Føroya
verður í Ítrtróttarhøllini
í Vá
29. nov. - 2. des. 2001
Enn eru nakrir heilt
fáir básar eftir,
nærri fæst at vita
á tlf. 227290
GOYMSLUSØLA
Sosialurin - Tel. 311820
-bert leygardagin
Kelimteppir
ca. 200x300
Koboltblá GUBI
3 pers. sofa+stól
Kirkjuljósakrúnur
Tunnubrenniovn
Chatol
KJALLARIN
T ó r f i n s g ø t a 4 3 - T l f . 3 1 3 7 2 0
Nú 4000,-
Nú 4000,-
Mahogni klædnaskáp
v/ spegl í hurð, fyrr 6000,-
3 pers. koboltblá sofa
fyrr 7.000,-
Runt mahogni borð
Nú 2000,-
Nú 5400,-
Vegnergyngustólir
fyrr 7.400,-
Nú 5400,-
Vitrinuskáp
list og húsgøgn
C
M
Y
K
27
26