Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 222 - 16. november 2001 Nr. 222 - 16. november 2001 29 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Telefon nr: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin, fyri einans 400,- kr. ársfjóðringin og sparið 380,- í mun til leysasøluprísin. Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn VIÐMERKING Høgni Mohr Í Fólkaflokkinum eru fólki, sum vilja nakað politiskt. Sum vilja hava felags loysnir heldur enn slítandi klandur. Men Óli Breck- mann letst ikki um vón, og roynir enn sum áður at leggja í oyði góðar felags ætlanir Tað er nógv, sum bendir á, at Óli Breckmann ikki hevur hug at viðganga, at hann er avdúkaður. Tí haldi eg tað vera ein skitin skylda at varpa ljós á hendan politikaran, nú hann er farin at endurtaka sítt valstríð, ið mangan áður hevur verið honum so sera lønandi. Lat tað verða sagt bein- anvegin, at eg unni Óla Breckmann øll tey mongu, mongu árini, hann hevur sitið á Fólkatingi. Tað er í lagi, Óli. Hav tú hasi seytj- an árini í friði og náðum. Men nú er tín tíð á danatingi farin at troytta fólk. Tí tú hevur líkasum so lítið at bjóða okkum longur. Tað er bara tað sama slitna orðabraskið um sosialismu, sum vit hava hoyrt tugt og tanlað. Men her er einki bit í hjá tær longur, Óli. Tú hevur onga gularót til tínar veljarar, men stendur enn sum áður og keðir fólk við at sveiggja við tínum hvíta skølti til tess at ræða tey í tína gomlu rætt. Óli Breckmann roynir í hesum døgum av øllum alvi at seta kílar í tjóðskapar- samstarvið. Vil hava mislag millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Og í hesum heldur ófantaligu royndum roynir hann at draga allan Fólkaflokkin við sær. Hvør skal siga; tað sum eg sigi, tað meinar Fólkaflokkurin. Men tað er helst ógviliga umráðandi, at tjóðskapar- liga sinnaði veljarin ikki letur seg taka av fótum av hesum atburði hjá Óla. Tjóðskaparligi spurning- urin eigur nevniliga at verða loystur í felag millum høgra og vinstra í føroysk- um politikki. Einans á hendan hátt fæst ein breidd í loysnina. Men alt hetta leggur Óli Breckmann einki í. Óli Breckmann vil nevniliga ikki hava nakrar semjur nakrastaðni, har hann ger burtur úr sær politiskt. Hann vil bara hava stríð og klandur. Hann trívist best í umhvørvi, ið er sum skraddaraseymað til hansara gomlu buldrandi goturstykki; nevniliga har fólk skjóta hvørjum øðrum ymiskt eitrandi í skógvar- nar. Tí á hendan hátt er Óli sterkur orsakað av sínum røðusnilli. Og álvaratos, oratorisku gávur hansara eru heilt framúr góðar. Einhvør, sum hevur lurtað eftir ella tosað við Óla Breckmann, verður hugtikin av hansara røðara- gávum. Tær eru fragd fyri oyrað; ja, sum at hoyra mann lesa burtur úr einum yrkingarsavni. Trupulleikin hjá Óla (ella hjá okkum) er bara, at Óli ikki brúkar hesar gávur at skapa við. Jú, fyri seg sjálvan hevur hann skapað sær eitt líkinda livibreyð, og jú tað er ein erlig orsøk. Men tá ið tað er sagt, so noyðast vit at staðfesta, at Óli skapar einki politiskt. Hvat hevur hann gjørt annað enn øst fólk upp í skúm síðani hann fór á ting fyrstu ferð í 1974? Nær hevur hann offrað seg politiskt fyri at skapa nakað? Hví hevur ein mað- ur við so góðum evnum ikki fastan sess at kalla í Tinganesi? Hvussu nógvar nevndarformanssessir hevur hann slitið upp í sínum politiska æviskeiði, sum nú táttar í ein mans- aldur? Hví er hann ikki fastur fúsur, tá ið eitt brúkiligt uppskot skal leggjast fyri ting og pussast til? Jú, spurningarnir eru mangir í langa kjalarvørr- inum á Óla Breckmann. Men svarið er eittans og einfalt. Óli Breckmann hevur prógvað, at hann bart út sagt er politiskt lívsørur. Túsundtals lógaruppskot eru farin um tingborðið síðani Óli kom á ting, men hvussu nógv teirra er Óli veruligi pápi at? Ongum! Óli Breckmann hevur annars eisini aðrar polit- iskar gávur. Hann dugir at fara til markið. At tangera eksplosiónina. Hann øsir alt upp í varg, og beint áðrenn fólk bresta saman á politiska vígvøllinum, so tekur hann seg aftur. Ein politiskur geriljaherðmaður kundi tú sagt uttan at skotið ov langt við síðuna av. Eftir at hann hevur loypt øði í fylgið, so hoyrist ikki eitt kis til mannin. Ikki fyrr enn hann veit, at nú er friður aftur fallin á fólk. Síðani kemur hann aftur sum eitt óvænta ódnarveð- ur. Aftur og fram, aftur og fram alla tíð. Og halda tit, at tað er fyri at skapa nakað, at hann dagar undan aftur í heilum? Fyri at fáa politiskar loysnir á borðið? Fyri at tala fyri einari politiskari hugsjón? Ella kanska til tess at sýna nýtiligar politiskar dygdir og handalag? Nei, tað er bara fyri at spæla fana. Fyri at kleima skeiv og ljót hug- tøk upp á sínar sokallaðu mótstøðumenn. Á henda hátt ætlar hann at ræða fólk til stuðla sær. Hann skapar eina ímynd av sær, sum manninum, ið kann bjarga teimum høgra- sinnaðu undan teimum »hinumegin«, sum hann sjálvur hevur skilgreinað sum »rabiatar buldrarar«. Men í roynd og veru er tað Óli Breckmann, sum er hin størsti buldribassin. Tað sæst aftur nú, hann er farin at ræðast fyri at hann kanska ikki verður valdur aftur (tað verður hann helst kortini). Í royndunum at brúka gomul vápn, sum t.d. spjað- ing, illgitingar og ósann- indi um sínar samstarvs- felagar hevur Óli vónandi fingið ein stóran trupul- leika. Tann trupulleikin er, at tjóðveldisfólk og fólka- floksfólk fegin vilja sam- starva. Og hetta samstarv eitur fullveldi. Óli, hoyrdi tú: Fullveldi. Og eg kann gott siga tað einferð afturat, Óli: Fullveldi. Vit sam- starva um at fáa tað, sum flestu onnur lond tora at hava, Óli: Fullveldi. Nú roynir Óli Breckmann í fullum álvara at draga sínar gomlu rustaðu ka- nónir fram aftur. Men tað er látuligt, tí tíðirnar eru tí- betur broyttar. Tey meira vinstrasinnaðu ræðast nevniliga ikki Fólkaflokk- in, eins og í áttatiárunum, tá ið politiski leikpallurin í Føroyum hvørt kvøld sýndi spennandi krígg millum Stavnamannin og sosial- ismuna. Tað var tann tíðin, tá ið Óli slapp at seta dags- skránna. Men tíverri, Óli. Fólk eru vorðin meira pragmatisk. Tey vilja hava loysnir. Loysnir, sum eru bygdar á samstarv í hesum lítla landi. Men tú? Tú vilt ikki hava samstarv í hesum lítla landi. Tú vilt enn sum áður bara hava stórt klandur og ræðslu. So løgið tað kann tykjast, so vilt tú ræða fólk til at velja teg(!). Tað er so hinvegin ótrúligt, at fólk ikki langt síðani hava av- dúkað tín politiska persón: Tú hevur jú ikki skapað nakað, Óli, og tí ert tú ikki til politiskt. Tín politiski eksistensur er sjálvmótsig- andi, tí hann er grundaður á undirgang. Annars skal eg avdúka fyri tær, Óli, at eg persón- liga væntaði mær annað. Tá ið sitandi samgonga varð skipað, vórðu fólk illgruna- som. Sera illgrunasom. Or- søkin var, at tey væntaðu, at søgan sum Stavnamannin fór at endurtaka seg. At Óli Breckmann fór at oyði- leggja vóngevandi sam- starvið. Men eg segði, nei. Eg væntaði, at Óli Breckmann var vorðin troyttur av at spæla fana. At nú, hann var komin upp í árini, politiskt, so fór hann at nýta sína tíð at reisa sær ein virðiligan varða. At stremba eftir at fáa seg stoyptan í bronsu, at kalla. Soleiðis at komandi ung ættarlið kundu spáka framvið standmynd hansara og peika meðan tey søgdu: Hatta er hann sjálvur sum gjørdi tað ella tað fyri Føroyar og føroyingar! Men Óli Breckmann er langt frá bronsuni í hesum døgum. Hann hevur eftir øllum at døma spælt seg fastan í leiklutin sum hin niðurbrótandi øsarin. Hann dugur ikki annað. Sjálvt menn sum Yassir Arafat og Yitzak Rabin, ið høvdu eina veruliga orsøk til at berjast, tóku annað skinn um bak, tá ið politiska kvøldið fall á teir. Teir funnu út av, at tað loysir seg best at samstarva, tá ið trupulleikar skulu verða loystir. Men Óli Breck- mann stendur framvegis og fiktar við ørmunum út í tóman heim. Hóast bæði tíðin og hansara hentu mót- støðufólk eru farin undan honum, heldur hann fram at birta upp undir gomul stríðsmál. Tað, sum er mest hug- tyngjandi, er, at Óli Breck- mann í hesum royndum tekur ein heilan vælmein- andi flokk til gísla. Fólka- flokkin. Tað er størsti missurin fyri náttúrligu fullveldisætlanina. Og nú ætlar Óli Breckmann, at tjóðveldisveljarar skulu øsa seg upp móti Fólkaflokk- inum. Men, skal eg siga tykk- um, tjóðveldisveljarum: Tað skulu tit bara als ikki gera. Ikki lata Ólasa av- oldaðu ætlan rigga. Fallið ikki í hasa skotgrøvina. Latið Óla liggja einsa- mallan í sínum eftirgjørda fólkafloksbúna og skjóta síni klandursskot til fánýtis. Hann vil hava tykkum at halda, at hann umboðar allan Fólkaflokkin, og síð- ani vil hann hava tykkum at ræðast allan Fólkaflokkin. Og tá ið tit eru farin at ræðast allan Fólkaflokkin, so skulu tit skjóta aftur. Og sostatt hevur Óli fingið sín vilja, tí tá fer allur Fólka- flokkurin at ræðast tykkum. Men hetta er bara tann reina ruin fyri hugsandi fólk. Minnist tí til, at fram- ferðin hjá Óla Breckmann er bara lótir, sum hava til endamáls at endurbjarga einum manni ein politiskan sess. Einum manni, sum einki skapar, men bara birtir upp undir politiskan samanbrest og brýtur niður góðar felags politiskar ætlanir. Og tað er beinleiðis grátiligt at síggja og hoyra mannin í hesum døgum. Í sínum ovirsinni roynir hann at draga Ísrael og PLO upp í fólkatingsvalið í Føroy- um. Millum annað á hend- an hátt dyrgir Óli Breck- mann sum svakur eftir átrúnaðarligum valkrossum í føroyskum samkomum. Hetta er ein ósmakklig krossferð, Óli, og ein van- virðing av trúgvandi fólk- um. Tí tú átti at vita, at fólk kunnu stuðla Ísrael og/ella trúgva á hin Alvalda uttan at tey neyðturviliga noyðast at atkvøða fyri Óla Breck- mann. Annars er tað týdningar- mikla at siga, at Fólka- flokkurin annars er á tremur við fólki, sum vilja nakað politiskt. Sum vilja hava felags loysnir heldur enn slítandi klandur. Bert spell, at størsti atkvøðu- slúkurin hjá flokkinum, Óli Breckmann, als ikki telist teirra millum. At enda fari eg at geva oddagreinaskrivaranum í Sosialinum leygardagin so púra rætt, tá ið hann tekur saman um við hesum orð- um: »Her síggja vit, hvussu skitin politikkur er«. Og eg fari at skoyta upp í, at ein av orsøkunum til hetta skitførið er, at úttæntir politikarar sum Óli Breck- mann ferð eftir ferð koma tvassandi inn á politiska pallin í sínum moldutu stilvum, jonglera eina løtu við framtíð Føroya, og at enda bara vanvirða arbeiði hjá teimum, sum royna at halda ein ávísan standard. Samstarv við Fólkaflokkin - ikki við Óla Breckmann C M Y K 29 28 FÓLKATINGSVALIÐ - LESIÐ VALGREINAR ÓKEYPIS Á INTERNET-SOSIALINUM