mikudagur 9. september 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 09. september 2009
15
Førdi almannapolitikk
urin tykist í løtuni ganga
beint ímóti øllum teim
um málum, løgtingið
setti sær, tá tað 13. mai í
ár einmælt samtykti at
seta STsáttmálan um
rættindi hjá einstakling
um, ið bera brek, í gildi í
Føroyum. Sosialu skip
aninar, sum við tógvið
stríð eru bygdar upp,
verða nú stig fyri stig
brotnar niður
Viðmerking
Um somu tíð sum frálíki ST-
sáttmálin um rættindi hjá ein-
staklingum, íð bera brek, fær
gildi í Føroyum, arbeiða før-
oyskir myndugleikar við broyt-
ingum og átøkum, ið ganga
beint ímóti sama sáttmála. Hin
13. mai í ár samtykti Føroya
Løgting einmælt, at hesin
sáttmáli skuldi setast í gildi í
Føroyum, og hin 28. mai tók
Fólkatingið einmælt somu
avgerð vegna Danmark. Hin 24.
juli varð henda avgerð fráboðað
til ST, og sambært grein 45 í
sáttmálanum fær hann 30.
dagin eftir gildi fyri viðkom-
andi lond. Sostatt eru Danmark
– og Føroyar – frá 23. august í
ár at rokna bundin at halda
ásetingarnar í ST-sáttmálanum.
Tí undrar tað so mikið meira,
tá vit mestsum dagliga frætta
um broytingar og sparingar,
sum so at siga uttan undantak
skerja møguleikarnar hjá fólki
við breki at mennast og virka í
samfelagnum, og taka vunnin
rættindi frá teimum.
Vit skulu niðanfyri viðgera
nakrar av hesum broytingum:
Eyka stuðul einstakar dagar:
Vaksin, ið búgva heima, hava
fyrr havt møguleika at fáa eyka
stuðul einstakar dagar, eitt nú
um tey skuldu á leguna fyri
fólk við breki í Zarepta, til
Okkara legu í Nesvík ella
okkurt annað dags- ella viku-
skiftistiltak. Hesin stuðul er nú
so skerdur, at fyri mong
merkir tað, at henda uppliv-
ingin er tikin frá teimum.
Summi teirra eiga avvarðandi,
ið vónandi kunnu fara við
teimum. Men vælferðar-
skipanin hevur kastað frá sær!
Stuðul við í ferðalag:
Vaksin menningartarnað –
bæði heimabúgvandi og á
sambýli – hava fyrr kunnað
farið uttanlandsferðir og havt
stuðlar ella starvsfólk síni við
sær. Til dømis hevur orkestrið
Ælabogin verið konsertferð í
Noregi tríggjar ferðir í 10 ára
søgu síni. Hesar konsertferðir
hava stóran týdning, tí tær eru
týðandi motivatión í regluligu
venjingini gjøgnum árið. Og
venjingin gjøgnum árið gevur
hesum fólkum lívsgleði og ein
innihaldsríkan gerandisdag.
Men í tí Harrans árinum 2009,
meðan løgtingið viðger og
samtykkir ST-sáttmálan, broytir
almannaverkið mannagongdir
(sic!), so hetta nú er munandi
torførari og dýrari fyri brúkaran
– sum umframt egnan ferða-
seðil og ferðaseðil til starvs-
fólkið, nú eisini skal rinda
lønina til starvsfólkið á ferðini!
Koyrisamsýning til stuðlar:
Stuðlar hava higartil kunna
koyrt fólk við breki til ymisk
tiltøk við egnum bili – og fing-
ið koyrisamsýning eftir gald-
andi reglum. Við skrivi dagfest
20. august 2009 boðar nær-
verkið frá, at henda heimild fer
úr gildi 1. september – meðan
skipanin verður endurskoðað.
Tað merkir í veruleikanum, at
ein kann eiga játtan til t.d.
fysioterapi, men venjingin
dettur niður fyri, tí stuðulin ikki
longur skal koyra viðkomandi.
Hetta hevur alstóran týdning
fyri tann einstaka, men í
landskassaheildini sæst hetta
ikki aftur. Hví skal verandi
skipan setast úr gildi, áðrenn
ein onnur er klár at koma í
staðin? Hvussu hugsar man sær,
at tað skal ganga fyri seg í
meðan? Hevði tað verið nøkt-
andi, um t.d. Bygdaleiðir
steðgaðu allari koyring 1.
september, meðan tey arbeiða
við eini nýggjari ferðaætlan –
sum kanska verður klár eftir
ársskiftið – ongin veit, tí ongin
tíðarfreist er nevnd?
Setanarsteðgur – einaferð
enn: Nú frættist enn einaferð,
at um ein stuðul verður sjúkur
ella sigur upp, verður ikki nýtt
fólk sett í staðin vegna spar-
ingar. Hetta er órímilig og
óvirðilig sparing, ið rakar púra
tilvildarliga.
Supervisjón til stuðlar: Tey,
íð arbeiða sum stuðlar, hava
fyrr kunnað fingið supervisjón
eina ferð um mánaðin. Hetta
hevur verið sera týðandi fyri
stuðlarnar – bæði fyri teirra
trivnað og fyri fakligu dygdina
í teirra arbeiði, tí flestu teirra
arbeiða einsamøll. Nú skal
eisini hetta eftir øllum at døma
sparast burtur. Hvar eru
visjónirnar?
Stuðul til heilivág: Skerdi
stuðulin til heilivág rakar fólk
við breki meint, tí summi teirra
hava tørv á nógvum heilivági.
Hetta er ein sosialt sera skeiv
sparing, tí hon rakar tey, íð eru
ringast fyri frammanundan.
Inntøka mótroknast í pen-
sjónini: Millum onnur átøk í
ólavsøkupakkanum hevur verið
nevnt, at inntøka hjá fyritíðar-
pensjónistum skal mótroknast í
pensjónini - frá fyrstu vunnu
krónu. Um ein t.d. er 2/3
óarbeiðsførur og fær avlamis-
pensjón fyri hetta, so verður
hann sostatt mettur at vera 1/3
arbeiðsførur. Nú hevur mín
sann verið upp á tal at mót-
rokna tann triðingin, hann
sambært pensjónsskipanini skal
vinna sjálvur, í teimum 2/3,
hann fær í pensjón. Sostatt
hevur hesin ongan sum helst
møguleika at koma upp á 3/3 í
inntøku, sum lógin annars
ætlar. Hetta man vera logikkur
fyri víðarikomin. Hetta rakar
eisini tey á vardu verkstøðun-
um, sum fáa einar 6 til 8 krónur
um tíman fyri sítt arbeiði (ja –
tú las rætt: 6 til 8 krónur um
tíman). Og hesar er so ætlanin
at mótrokna í pensjónini oman
á alt. Líkt er kortini til, at
politikarar nú hava varrnast,
hvussu høpisleys henda
hugsanin var.
Inntøkumissur: Fólk, ið av
serligum umstøðum noyðast at
vera heima hjá brekaðum barni,
hava áður fingið lønina endur-
goldna frá Almannastovuni. Nú
er loft sett á hesa upphædd, og
tað rakar hart hjá summum –
umframt teir trupulleikar, sum
annars eru at dragast við.
Noktandi játtan: Ein nýggjur
trupulleiki, vit hava frætt um
seinastu tíðina, er at fólk, ið
hava søkt almannaverkið um
eitt hvørt, kunnu fáa játtandi
svar - við viðmerkingini, at
vegna vantandi fígging kann
játtaða tiltakið ikki setast í
verk!! Gud viti, hvat játtanin so
kann nýtast til! Eyðvitað er tað
ikki lætt hjá starvsfólki at
umsita eina fíggjarætlan, ið ikki
røkkur til tað, ið lógin heimilar.
Men fyri einstaka borgaran
kennist tað sum ein nýggjur
háttur at halda fólk fyri
gjøldur?
Børn við serligum tørvi, ið
áður eru send niður, tí onki
nøktandi tilboð er í Føroyum,
verða nú eftir øllum at døma
kravd heimaftur – uttan at nak-
að nøktandi tilboð enn er klárt.
Heilivág heldur enn
námsfrøði: Ein trupulleiki, sum
Javni nú verður gjørdur varugur
við frá foreldrum og avvarð-
andi, er, at búfólk á sambýli, ið
ikki áður hava havt stórvegis
tørv á sissandi heilivági, nú fáa
meira heilivág. Um hetta er
orsakað av vánaligari leiðslu,
pedagogiskum leti ella tekin
um, at starvsfólk eru so undir-
mannað og sperd, at tey ikki
hava annan møguleika, er ilt at
vita. Men skelkandi er tað!
Flytingar: Afturat hesum
kann nevnast, at seinasta vár
frættist, at ætlanir vóru um at
niðurleggja okkurt sambýli, og
hesi fólkini skuldu so bara
flytast í onnur sambýli, har
pláss varð tøkt – og onkur
skuldi flytast fyri at gera pláss.
Eftir at avvarðandi og Javni
høvdu mótmælt, varð henda
ætlanin tíbetur slept. Javni er
rættiliga stúrin fyri, at søgan
kann endurtaka seg!
Skúladagurin verður styttur
hjá børnum við serligum tørvi:
Summi eru heilt einfalt færri
tímar í skúla í ár enn í fjør,
hóast tey eru eitt ár eldri. Og
skúladagurin hjá fleiri teirra er
frammanundan nógv styttri enn
hjá javnaldrunum. Eitt dømi er,
at 15 ára gamalt barn, sum
hevði 25 tímar um vikuna í fjør,
fær bert 24 tímar í ár. Tað skal
samanberast við 8. flokk, har
tímatalið er 33 tímar um vik-
una. Her er tað Mentamála-
ráðið, ið skákar sær undan síni
ábyrgd. Fyri landskassan er
neyvan talan um stórvegis
sparing, tí ta tíðina, barnið er
styttri í skúla, má almanna-
verkið veita stuðul í staðin, um
foreldrini skulu kunna røkja sítt
arbeiði. Hetta er órættur, tí
sama skúlalógin er galdandi
fyri øll!
Rætt skal vera rætt: onkur
glotti er at hóma. Nú frættist, at
gongd fer at koma á at innrætta
sambýli og umlættingarheim til
børn við autismu í Klaksvík. Tað
verður eitt framstig. Vónandi er
hetta tó síðstu ferð, myndugleik-
arnir keypa sethús at umbyggja
til sambýli, tí úrslitið av tí
verður ongantíð betri enn næst-
best. Betri er at byggja til
endamálið. Nýggja bústaða-
lóggávan gevur vónandi nýggjar
møguleikar á hesum øki.
Fyri sløkum ári síðani gjørdi
ABC samgongan eitt sam-
gonguskjal, har millum annað
varð sagt, at verjumálslógin
skal dagførast eins og ST-
sáttmálin fyri brekað skal setast
í gildi fyri Føroyar. Vit fegnast
um, at hesar ætlanir eru framd-
ar. So er eftir at liva upp til tey
mál, ein harvið hevur sett sær.
Sama samgonguskjal sigur
eisini, at “Vælferð og trivnaður
hjá øllum samfelagsbólkum er
ein avgerandi fyritreyt fyri
einum góðum samfelag í
framhaldandi menning “ og
“Almannaskipanirnar skulu
háttast so, at fólk í mest møgu-
ligan mun kunnu hava ein
virknan leiklut í samfelagnum”.
Ikki duga vit í Javna við okkara
besta vilja at síggja, at førdi
politikkurin samsvarar við hesa
orðing í samgonguskjalinum –
ella ST-sáttmálan.
Tað, sum nú gongur fyri seg
er stig fyri stig at bróta niður
sosialar skipanir, sum við
tógvið stríð eru bygdar upp
seinastu mongu árini; og so at
siga dagliga venda troytt og
vónbrotin avvarðandi sær til
Javna við neyðarrópum. Javni
má tí harðliga mótmæla hesi
gongd og seta hesar almennu
spurningar:
Til Almannaráðharran: Tykir
tær, at førdi almannapolitikkur-
in, sum dømi eru um omanfyri,
er nøktandi og virðiligur og í
samsvari við samgonguskjal og
ST-sáttmála?
Til Mentamálaráðharran:
Tykir tær, at førdi skúlapolitikk-
urin, sum dømi er um omanfyri,
er nøktandi og virðiligur og í
samsvari við skúlalóg og ST-
sáttmálan?
Til allar (samgongu)tinglimir:
Tykir tykkum, at førdi politikk-
urin, sum dømi eru um oman-
fyri, er nøktandi og virðiligur?
Er hetta í samsvari við tað, tit
hugsaðu tykkum við ST-sátt-
málanum um rættindi hjá
einstaklingum, ið bera brek?
Meta tit tykkum við fíggjar-
lógini at hava givið Almanna-
málaráðnum fíggjarligar um-
støður til at kunna liva upp til
sínar skyldur?
Javni vónar, at bæði ráðharrar
og tinglimir og flokkar lata
frætta frá sær – og gera nakað
við henda sorgarleik.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Knúska fólk við breki og
vanvirða sína egnu samtykt
Tíðargreinin
tíðargreinin
Óli Wolles, formaður
Vegna Javna