mikudagur 23. september 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 23. september 2009
19
Fríggjadagin 25. september frá kl.
16 til 18 letur ein framsýning við
verkum hjá Arnold Vegghamar upp
í
Galerie
Focus
í
Gríms
Kambansgøtu 20 í Havn.
Arnold Vegghamar er føddur í
1937. Hann er útbúgvin silvur- og
gullsmiður og býr á Viðareiði.
Í Føroyum hevur Arnold Vegg-
hamar m.a. havt stakframsýningar
við málningum í Listaskálanum og
verið við á Várframsýningum. Í
Danmark hevur hann m.a. sýnt fram
í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri
Sct. Gertrud í Keypmannahavn.
Arnold Vegghamar málar náttúr-
una
har
norðuri
á Viðoynni,
lendingin, bygdin, hamrar og urðar
– tað eru ikki vanligar náttúru-
lýsingar, men heldur persónligar
surrealistiskar
tulkingar
av
landslagnum.
Framsýningin verður opin til 8.
oktober, týsdag til fríggjadag kl. 15
til 18 og leygardag kl. 16 til 18.
Vegghamar í Focus
Hósdagin 3. september var
ein framsýning við nýggj-
astu og mest framkomnu
lásaskipanum
á
Hotel
Hafnia. Tað var føroyska
fyritøkan Bygningssnikkara-
virkið BSV í samstarvi við
Carl F international sum
skipaði fyri framsýningini.
Ymisk sløg av lásaskip-
anum vórðu sýnd fram sum
t.d. “EVVA EPS”, sum er
ein framkomin mekanisk
lásaskipan, har BSV lætt
kann umleggja sylindarar,
um lykilin blívur burtur.
“Salto Wireless” er ein
nýggjheit til elektronisk
atkomueftirlitskipan, og tí
kann BSV nú eisini bjóða
fram eina tráðleysa loysn.
d-line “Fit in seven seconds”
er ein heimsnýggjheit. Tal-
an er um fyrsta hurðagreb í
heiminum, sum kann mont-
erast heilt uttan amboð upp
á bert 7 sekund.
Bygningssnikkaravirkið
BSV er ein fyritøka, sum
varð stovnað í 1973 undir
navninum Snikkaravirkið í
Stoffalág. Í 1980 varð flutti
virkið í nýggjan bygning á
Smyrilsvegi 4 og broytti navn
til P/F Bygningssnikkara-
virkið BSV. Vilhelm M.
Johannesen var stjóri øll árini
til 2007, tá Helgi Johannesen
tók yvir sum stjóri.
Framkomnar lásaskipanir
Framkomnar lásaskipanir verða sýndar frá á Hotel Hafnia. Bygningssnikkaravirkið BSV og
Carl F international skipaðu fyri framsýningini. Her er tað Thomas Overgaard frá Carl F
international, sum hevur eina framløgu
Mynd: Jens Kristian Vang
Fimm bygningssnikkarar hava staðið sveinaroyndina á Tekniska Skúlanum í Tórshavn
í september 2009, teir eru f.v.: Jóhan Hansen, Kollafjørður, lært hjá Træsmiðjan GLT
p/f, Jógvan Juul Poulsen, Strendur, lært hjá Snikkaravirkið v/J. Joensen, Anna Margreta
Petersen, Vestmanna, lært hjá BSV p/f og Hartmann Hansen, Vágur, lært hjá Thor-
mann Vang. Jegvan Daniel Feirup, Tórshavn, sum hevur lært hjá BSV p/f, vantar á
myndini.
Mynd: Atli Poulsen
Bygningssnikkarar
Lesið
-so eru tit við!
nøvn