Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 181 - 23. september 2009 tíðindi Bjargingarvenjing Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Eitt buldur. »Fái øll út!« Røddin á flogskiparanum sker gjøgnum tøgnina. Myrki drongurin høgru meg­ in meg flennir ikki longur. Hann bløðir í andlitinum. Eg havi ilt í høvdinum. Eina øgiliga pínu. At reisa seg sýnist ógjørligt og sjálvt at anda er ein trupulleiki. So eri eg eisini í ørviti. Bæði drongurin og flog­ ternan innan fyri hann bløða. Tey reisa seg og rýma. Eg royni eisini, men tað gongur onki serligt. Hví rýmir flogternan? Skuldi hon ikki hjálpa? Tað gongur skjótt fyri seg. Nú eru nógv farin upp úr bláu stólinum. Tey klúgva upp um teir koppaðu stólar­ nar frammanfyri. Blóð renn­ ur á vegginum í kabinuni, og fólkini, sum vóru aftan­ fyri meg, eru ikki at hoyra. Men eg eri ikki einsa­ mallur. Innanfyri meg vinstrumegin situr ein ljóshærd eldri dama. Onki sær út til at vera galið við henni. Hon kemur bara ong­ an veg. Hon bløðir ikki eingong. Hví flytur hon seg ikki? Ein alarmur er farin í gongd. Hoyri røddina á flog­ skiparanum uttanfyri. – Fimm liggja eftir í hes­ um partinum. Ljóðið av sirenum kemur nærri og nærri. Kanska onkur er á veg eftir okkum. – Eg føli ikki beinini, eymkar ein ung mannfólka­ rødd seg longur frammi. Eg síggi hann ikki, tí stólabakið framman fyri blokerar útsýnið. »Eftir 90 sekund skal flogfarið vera tómt, um yvir­ livandi framvegis skulu hava góðan møguleika«, minnist eg frá sending í sjónvarpinum. Hálvfems sekund eru í hvussu so er gingin. Hví rýmdu tey bara í áðni? Dropar Sirenurnar koma nú nærri. Tær hoyrast beint við, men ongin kemur inn í flog­ farið. Vatn er at hoyra. Smáir dropar niður á takið. Tað regnar. Meira vatn. Hatta er ikki regn. Tey spula uttanfyri, tað er nokk eldur í flogfar­ inum. Bara hann ikki rakar okkum. Á setrinum frammanfyri meg situr ein onnur ljóshærd kvinna. Hon flytur seg held­ ur ikki og snakkar um, at ongin kemur eftir okkum. Byrji at hugsa tað sama. Bjargingarliðini vita kanska ikki, at vit liggja eftir. Men teir søgdu í áðni, at fimm lógu eftir. Eg komi bara upp í fýra umborð. Kanska er onkur longu deyður. – Nú hava vit verið her øgiliga leingi, heldur kvinn­ an frammanfyri. Slavin teppir – Er nakar her, kunnu vit hjálpa nøkrum?, rópar ein maður. Havi hug at svara, men fái ikki. Nú síggi eg onkran mill­ um stólabakini úti í ljósin­ um við hurðina. Teir eru tveir – báðir í gulum jakkum – blaka tveir posar inn í kabinuna. Teir tosa. Ivast hvussu nógv eru inni, men kempa seg aftureftir við teppum. Hava teir bara teppir?, hugsi eg. Jú, rætt er. Teir hava bara teppir. Slavin teppir, sum lukta av húsunum hjá goml­ um fólki. Nú balla teir okkum. Finna útav, at teir hava ov fá teppir við, og fara útaftur. So eru vit aftur einsamøll. Storknaða blóðið Nú kennist tað, sum høvdið vil bresta. Eg royni at hyggja meg um, og tað ein­ asta nýggja eg síggi, er at blóðið á vegginum hevur skift lit. Tað er vorðið myrk­ ari og rennir ikki longur. Vit bíða framvegis. Men nú rópar aftur onkur uttan­ fyri, at fimm liggja eftir. Veit ikki um fleiri enn fýra sjálvur, men tá teir siga tað, so má tað passa. Teir koma inn. Hvítir hjálmar omaná svørtum klæðum. Brandmenn. – Tað liggur ein beint innanfyri. Hann er uttan vit, andar eitt sindur og bløðir gjøgnum oyruni. So hatta var tann fimti. Teir tosa eisini um, at ein tannáringur liggur við brotn­ um ryggi. – Vit mugu hava eina strekkbøru, rópar ein í hálv­ myrkrinum. Nú stendur ein uppi yvir mær og hyggur at mær. Hann roynir at spyrja ymiskt, men eg fái illa svar­ að honum. Hann flytur meg yvir á stólin høgrumegin. Ljóshærdu kvinnurnar verða kannaðar. Teir tosa um, at tær kunnu flytast út, og so verða tær leiddar. – Hesar eru nokk í sjokk, sigur ein av hvítu hjálmun­ um. Lagdur á børu – Vit koma við eini børu til tín, men vit fáa teg ikki út, fyrr enn strekkbøran er komin til drongin framman­ fyri teg. Hann liggur fyri, fortelur ein í hvítum hjálmi. Har kemur ein børa inn­ eftir. Hon er sum tær til fót­ bóltsdystir. Pínan gerst nú verri og vitið sýnist ikki vera heilt. Spakuliga taka teir í meg og leggja meg á fótbólts­ børuna aftanfyri setrini. Nú tendrar hann lyktina á hjálminum. Verði blendaður av ljósinum og velji at blunda. Tá eg hyggi aftur, síggi loftið á kabinuni. Tí havi ikki hugt at fyrr. Nú gongur long tíð. – Oddmar, Tróndur. Vit mugu hava ilt til ein við bløðing í høvdinum, sigur hvíti hjálmurin í eitt walkie­ talkie. Hoyri onki svar, men hjálmurin ilskast. Sigur, at ongin iltfløska er nær við. Og so binda teir meg fastan á børuna. Seinastur út Niðurbundin kenni eg meg ótryggan, hóast eg ikki sjálvur fái flutt meg. – Vit hava fingið strekk­ børuna til drongin, sigur onkur. Kanska sleppi eg út skjótt! Rætt er. Nú taka fýra mans í børuna, og lyfta bul­ in upp um stólabakini frammanfyri. Her hendur okkurt. Eg komi út móti ljósinum. Kenni kuldan uttanfyri, men Út! Út!, rópar flogskiparin. Tey flestu fara avstað. Ein flogterna situr innanfyri. Hon sær frísk út, men vil bara ikki flyta seg. Longur frammi liggur ein smádrongur og eymkar seg, at hann ikki fær flutt beinini. Soleiðis liggja vit leingi. Spurningurin er, um nakar kemur eftir okkum Blaðmaður í bjargingarvenjing Frásøgnin á hesi opnu er, hvussu undirritaði upplivdi hendingarnar í bjargingarvenjingini í gjár, har hann sjálvur var við sum sjúklingur. Øll sitatir og allar eygberingar eru veruligar, men innlitið í skaðar er ikki stórt, og tí er stórur møguleiki fyri, at útsagnir í samband við ímyndaðu skaðarnar ikki eru rættar læknaliga. Men at stórur møguleiki er fyri, at blaðmaðurin ikki hevði yvirlivað, er staðfest eftir venjingina av Marjusi Dam, kommunulækna. Mynd: Jens Kristian Vang Seinastur úr vrakinum