mikudagur 23. september 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 23. september 2009
21
tíðindi
Vanlukkan
minutt fyri minutt
Vanlukka:
Klokkan 16:44 í gjár hendi
flogvanlukkan.
+1 minutt:
Ferðafólkini, sum kunnu flyta seg eru
komin út úr fremsta partinum av
vrakinum.
+26 minuttir:
Tveir hjálparar av flogvøllinum koma
inn við teppum.
+34 minuttir:
Brandlið kemur inn í fremsta partin
av flogfarinum, og tríggir sjúklingar
verða fluttir út. Rópt verður eftir
strekkbøru til ungling við ryggskaða.
+71 minuttir:
Unglingi og blaðmaður verða fluttir
úr vrakinum.
+74 minuttir:
Blaðmaður verður lagdur í bil.
+78 minuttir:
Blaðmaður verður lagdur á gólvið í
hangarinum.
+82 minuttir:
Blaðmaður verður fluttur í tyrlu.
+86 minuttir:
Tyrla lendur á Triton við blaðmanni.
+125 minuttir: Umleið tíð, at venjing verður endað.
vil ikki lata eyguni upp.
– Hetta er tann seinasti.
Koyr hann í bilin, gevur ein
boð um.
Fast undir ryggi
Føli eitt bump. Hyggi og
síggi á eina kvinnu í gulum
klæðum. Blundi bara aftur,
tí nú veit eg, at okkurt hend
ir. Pínan verður verri og eri
enn meira í ørviti.
Kenni á mær, at okkurt
brot manglar. Havi nokk
verið burtur við hvørt.
Bilurin steðgar. Hurðin
fer upp og eyguni á mær eis
ini. Síggi fleiri hvítar hjálm
ar standa uttanfyri.
Teir leggja børuna hjá
mær niður á sement.
– Hvat skulu vit gera við
hendan?, sigur ein kvinna.
Síggi Marjus Dam. Eg
veit, hann er lækni. Endi
liga.
1 ella 4
– Hann hevur álvarsligan
skaða í høvdinum. Hatta er
antin ein eittari, sum skal
upp í tyrluna beinanvegin,
ella er tað ein fýrari, sum
vit leggja í hornið og ikki
gera nakað við, sigur lækn
in.
Hoyri tyrluna. Hyggi eftir
gólvinum. Síggi eina rúgvu
á fólki. Summi rópa fram
vegis.
Var tað ein deyðadóm
Marjus las fyri mær?
Nú lendur tyrlan.
– Marjus. Skal hesin
við?, spyr kvinnan.
– Ja, gev honum ein kjans
og koyr í tyrluna.
Verði tikin upp og borin.
Føli sterkan vind og hoyri
larmin av rotorunum á hvítu
tyrluni.
Verði settur í tyrluna.
Síggi rotorarnar. Vit eru
tveir á børu. Hin er pakk
aður í staniol og tosar.
Helst deyður
So lenda vit. Eg veit ikki
hvar, men tá eg hyggi meg
um, síggi eg, at tað er eitt
verjuskip.
Hoyri onkran tosa og
síggi eitt danskt flagg á erm
uni á ljósabrúnu skjúrtuni.
– Kan du høre mig?
Eg trýsti eitt ljóð úr mær.
Nú kemur ein annar yvir.
Hevur stetoskop um hálsin.
Helst ein lækni.
– Ham her skal have ilt.
Han har stor skade i hov
edet, så der er ikke meget,
vi kan gøre. Det er en treer,
sigur læknin, og skrivar
okkurt á pannuna á mær.
Hyggi yvir á síðumannin
úr tyrluni. »T3«, stendur á
pannuni hjá honum.
So kemur ein yvir, og gev
ur mær ilt.
Men hann segði, at teir
onki kundu gera, so helst
eri eg deyður, áðrenn venj
ingin er av.
Hví flugu teir meg á verju
skip og ikki á sjúkrahús?
Tá tyrlan lendi við undirritaða á Triton, varð prioriteturin dempaður heilt niður. – Der er ikke meget, vi kan gøre,
segði danski læknin
Mynd: Eirikur í Jákupsstovu
Tað tók 78 minuttir, áðrenn seinasti
sjúklingurin varð tikin úr »vraklutunum« í
bjargingarvenjingini í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta er antin ein eittari, sum
skal í tyrluna beinanvegin, ella ein
fýrari, sum vit leggja í eitt horn og
ikki gera nakað við
Marjus Dam, kommunulækni