Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 181 - 23. september 2009 tíðindi VENJING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað, sum fall mest í eyguni, var tað, ið ikki var har. Stórstílaða venjingin vesturi á flogvøllinum, sum fleiri ymiskir instansir stóðu fyri í felag, fall mun­ andi í virði, tá Lands­ sjúkrahúsið valdi at taka seg burtur úr venjingini í seinastu løtu. Tey høvdu annars verið við í fyrireikingini til bjarg­ ingarvenjingina, ein fyri­ reiking, ið byrjaði einaferð tíðliga í summar. Fyri Vága Floghavn og fyri Altantic Airways hevði tað kortini ikki so nógv at siga, at Landssjúkrahúsið kortini ikki var við, men fyri løgregluna, sum stóð fyri tí yvirorðnaða sam­ skiftinum, og fyri venjingina sum heild, var tað ein stórur smeitur, at ein so týdning­ armikil liður ikki var við. Tað teknaði heldur ikki gott fyri bjargingarvenj­ ingina, at hon ikki kom í gongd fyrr enn hálvan tíma eftir, at hon eftir ætlan skuldi byrjað. Tað gjørdist ongantíð heilt greitt, hvør bíðaði eftir hvørjum, men venjingin, sum skuldi byrja klokkan 16.10 byrjaði ikki fyrr enn 16.40. Stórir partar av venjingini gingu eftir ætlan, og burtur­ sæð frá at hol kom á mann­ bornu skúmsproytuna gekst rímiliga væl hjá sløkkiliðn­ um at basa eldinum. Skavankir Fyrireikararnir kundu eyð­ vitað ikki brúka eitt veruligt flogfar til venjingina, og tí vóru »make­shift« kulissur nýttar í staðin. Til nasa­ partíið var ein vognur av einumhvørjum slagi nýttur, og halapartíið var ein gamal bussur. Miðan av flogfarinum var formað sum veingjaparturin og skuldi sum so bara nýtast sum bál og sløkkiroynd hjá sløkkiliðnum. Og tað var eisini í lagi. Tað var eitt rættiliga fitt lot, meðan bálið brendi, og tjúkki roykurin frá hópinum av bildekkum lá fram við jørðini – beint móti, har ein partur av statistunum, sum ímyndaðu flogferðafólk, lógu. At tey tóku seg nakað undan nógva roykinum er skiljandi, um enn ikki serliga veruleikakent. Somuleiðis blivu tvey av «ferðafólkunum« undirdýkt í skúmi, tá hin eini sløkki­ bilurin ikki slapp eldinum nóg nær og í staðin altso sprændi hesi bæði undir í skúmi. Tað mest óhepna við venj­ ingini var tó, at bjargingar­ fólkið mátti bera fólk á bør­ um til vøruvognar og onnur fyrifallandi akfør heldur enn til veruligar sjúkrabilar. Tað tók ein stóran part av veruleikakensluni og harvið partvís venjingini burtur. Tvinnir eru kostirnir... Eingin av fyrireikarunum søgdu tað beinleiðis, men kenslan av, at Landssjúkra­ húsið hevði tikið venjingina við nøsini var eyðsýnd. Tað er eisini óskiljandi, at ein so týdningarmikil partur av venjingini ikki tek­ ur lut. Tað er gamaní eingin loyna, at sjúkrahúsverkið í síni heild er sett undir sparingar, men tað er líka so greitt, at hendir ein van­ lukka, sum simulerað varð í gjár, verður Landssjúkra­ húsið ein stórur og týdning­ armikil liður í bjargingini. Og tí er eisini upp á sítt pláss at spyrja, um LSH hevur ráð ikki at vera við. Restin av fyrireikarunum hava tí havt tvinnar kostir í at velja, tá LSH gav avboð, antin at gjøgnumføra eina amputeraða bjargingar­ venjing og so fáa tær royndir burtur úr sum fáast kundu, ella at sleppa øllum, og so bara irða seg um spilt fyrireikingararbeiði. Tað er klárt, at tá ein slík bjargingarvenjing ikki hevur so stóran viðspælara við, so missur venjingin samlað virði. Hinvegin er eingin ivi um, at partar av venjingini hava givið fyri­ reikarunum hópin av roynd­ um. Sløkiliðini hava fingið royndir, Vága Floghavn hevur somuleiðis fingið royndir og tað hevur Atlantsflog eisini. Hesir partar av venjingini vóru ikki ávirkaðir av, um Lands­ sjúkrahúsið og ambulansa­ tænastan vóru við ella ikki. Nøgdir hóast alt Venjingin gjørdist ongantíð optimal. Nú er ilt at meta um, hvussu stóran leiklut avboðið hjá Landssjúkra­ húsinum hevur havt í saml­ aðu fyrireikingini, serliga tá havt verður í huga, at LSH var við í fyrireikingunum. Men hóast ikki fullkomin, vóru bæði Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vága Floghavn, og Pætur Ras­ mussen, tilbúgvingarleiðari hjá Altaltic Airways, væl nøgdir við teirra part av bjargingarvenjingini. ­ Vit fingu royndarkoyrt tær skipanir, sum vit hava í tilbúgvingini, og fyri okk­ um hevði tað ongan týdning, at Landssjúkrahúsið ikki var við, sigur Pætur Rasmussen. Og eisini fyri Vága Flog­ havn var venjingin nøktandi, tí tá sløkkingararbeiðið var av, var teirra lutur sum so liðugur í venjingini. ­ Tað hevði sjálvandi verið ynskiligt, at Lands­ sjúkrahúsið og ambulansa­ tænastan vóru við, men fyri okkara leiklut hevði tað ongan týdning, sigur Dávur Reinert Hansen. Stórt spell við LSH Jón Klein Olsen, politi­ inspektørur, var tó heldur meiri avgjørdur um avboðið frá Landssjúkrahúsinum. ­ Tað er spell og synd fyri tey fólkini, sum skuldu verið við til venjingina. Men hinvegin skulu vit minnast til, at teirra lutur ikki lá eftir, tá fyrireik­ ingarnar vórðu gjørdar, sigur Jón Klein Olsen. Hann var sjálvur staddur á alarmcentralinum, og hann hevði eina greiða LSH brillieraði við Fyri fleiri partar í bjargingarvenjingini á flogvøllinum datt meiningin niðurfyri, tí Landssjúkrahúsið tók seg úr venjingini í síðstu løtu. Peningatrot segðist vera orsøkin, men spurningurin er meira, um LSH hevur ráð ikki at vera við