Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 23. september 2009 23 tíðindi ð sínari fráveru kenslu av, at samskiftið fór nøktandi fram. - Eg havi tosað við nakrar av politistunum, sum hava verið við í venjingini, og sum eg skilji á teimum, eru teir væl nøgdir við tað, sum er farið fram í dag, sigur Jón Klein Olsen. Hann sigur eisini, at hóast tað var stórt spell, at Landssjúkrahúsið ikki fekk verið við, tí teir eru ein náttúrligur partur av einari slíkari venjing. - Men hetta gevur okkum samstundis møguleika at læra nakað. Vit hava verið noyddir at hugsa alternativt, tí hvat hevði hent, um ein slík vanlukka hendi og Landssjúkrahúsið var fult upptikið við øðrum van- lukkum. Nú bar so væl á, at Triton var tøkur og gjørdist hann tí ein partur av venj- ingini og fungeraði sum hospitalsskip, sigur Jón Klein Olsen. Enn hevur eingin evaluer- ingsfundur verið annað enn ein, sum var í morgun. Og ikki fyrr enn nakrir dagar eru gingnir ber fyrireik- arunum til at siga, hvat endaliga úrslitið av bjarg- ingarvenjingini gjørdist. Sambært fyrireikarunum gekk bjargingarvenjingin væl, men tað skerst ikki burtur, at fráveran av Landssjúkrahúsinum og ambulansu­ tænastuni setti síni spor á venjingina Mynd: Jens Kristian Vang