Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 181 - 23. september 2009 bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.05 Í sendingini er samrøða við Hugo Skorastein, ið var ein av føroyingunum, sum vitjaðu størsta truckerfestivalin í Skandinavia. Eisini eru samrøður við limir í Dansk Veteranbil Klub, sum vitja í Føroyum við sínum ellisakførum. Fjúrtan føroyingar vóru við til størsta truckerfestivalin í Skandinavia, har nógvir av flottastu last bilu num í Evropa vórðu sýndir fram Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Øssur Hentze At flott lakkeraðir og væl­ út gjørdir lastbilar er nakað sum hevur stóran áhuga mill um fólk ­ kanska serliga mann fólk, hevur føroyski Trucker festivalurin seinastu ár ini víst. Kring um í heiminum eru nógv tílík tiltøk. Eitt av teim um stóru tiltøkunum í Evropa, og tann størsti trucker festivalurin í Skandi­ navia, er Trailer Trucking Festival & Nordic Trophy í Svøríki, sum hesaferð var í Linkjøping í døgunum 28.­ 29. august 2009. Eitt ferðalið við 14 før oy­ ingum var við til festivalin, har umleið 300 framsýnarar sýndu fram sínar flottu bilar og aðra útgerð til lastbilar. Um framt bilar og útgerð varð eisini skipað fyri ymisk um kappingum. Í samrøðu í Bilradio á Rás2 sigur Hugo Skorastein úr Leirvík, sum er ein av fyri skipar unum av føroyska Trucker festivalinum, frá um túrin, og alt sum var at síggja á festivalinum í Sv øríki. Størsti truckerfestivalur í Skandinavia Føroyingar á Nordic Trophy f.v.: Ovi Magnussen, Fróði Poulsen, Øssur Hentze og Eyðun Magnussen. Bilurin er ein Scania R 999 er, sum er ein umbygdur Scania T 500 við túsund hestakreftum Motivsproyting er ein partur av truckerframsýningum Carsten Nielsen við Scania bilinum sum eisini varð sýndur fram á Truckerfestivalinum í Klaksvík fyrr í ár