hósdagur 8. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2009
19
tíðindi
Djór
Inna Tørnroos
inna@sosialurin,fo
myndir: Jens Kristian Vang
Søgan um Símun Jákup og
Martu byrjaði fyri fýra mán
aðum síðani, tá Símun Ják
up kom umborð á skipið
har Marta arbeiddi sum
skipshundur. Símun Jákup
arbeiður sum dykkari í
Kina saman við fleiri øðrum
føroyingum.
Hon er so sera fitt og
góð at hava við at gera, so
vit blivu vinir beinavegin,
sigur hann.
Símun
Jákup
doypti
nýggja vinin til Martu eftir
filminum SS Marta við
millum annað Ove Sprogø.
Arbeiði hjá Martu var at
halda skipið frítt frá skaða
djórum
og
smákyktum.
Hon át við øðrum orðum
kakkelakkar, flogmýs og
annað slíkt.
Gerast
døgverðamatur
Frambeinini hjá Martu eru
bæði brotin. Hví veit Símun
Jákup ikki, men er tað van
ligt at gera við hundar, ið
koma umborð á skip í Kina.
Í byrjanini hugsaði Símun
Jákup ikki um at taka hana
við til Føroya, men sum tíð
in
leið
og
vinarbandi
styrkist, birtist tankin um at
taka hana við tá hann fór
heim. Vanliga er annars at
tvey ára gamlir hundar í
Kina verða dripnir og enda
á døgurðaborðinum.
Eg setti meg í samband
við Heilsufrøðiligu starv
stovuna, og bað síðani tulk
in á bátinum umseta teirra
krøv til kinesiskt. Tað vísti
seg ikki at vera so torført,
sum eg áður hevði hildið, at
fáa hana við til Føroyar,
greiðir hann frá.
Símun Jákup og tulkurin
fóru einar tveir túrar til
lands, at koppseta Martu og
ordna pass og onnur pappír,
sum vóru neyðug.
Drúgv ferð
Ferðin heim til Føroyar
gjørdist tó drúgvari enn
væntað. Símun Jákup skilti
tað, sum at 21 dagar skuldu
verða gingnir frá tí at Marta
var koppsett, til hon kundi
koma til Føroyar. Soleiðis
var tíanverri ikki tað vóru
28 dagar, og tískil varð
Marta steðga á flogvøllinum
í Vágum og tollarirnir hóttu
við at avlíva hana ella senda
hana av aftur landinum.
Eg gjørdist illur tá eg
kom í Vágarnar. Eg hevði
flogi einar 30 tímar og ferð
ast í fleiri dagar, sigur Sím
un Jákup.
Men har var einki at gera,
Marta var noydd av landin
um aftur og niður til Dan
markar at sita í karatenu í
seks dagar.
Hetta kostaði Símun Ják
upi yvir 7.000 krónur, men
var hann komin so langt við
Martu, ætlaði hann ikki at
geva upp í Vágum.
Etur skerpikjøt
Fyrradagin lendi so Marta
at enda í Føroyum. Einasta
Símun Jákup hevur fingið
hana at eti higartil er skerpi
kjøt. Vanligan hundamat er
hon ikki von við, og tá tey
bæði vitjaðu djórahandilin
fór hon beinleiðis eftir mar
svínunum ístaðin fyri hunda
keksunum.
Konan varð eitt sindur
bilsin, at eg kom heim við
einum hundi úr Kina, men
tað vardi eini 30 sekundir
so var hon púra vekk í henni
eisini, sigur hann.
Símun Jákup fer aftur til
Kina síðst í oktober, men tá
verður Marta verandi í Før
oyum.
Nú er hon føroyingur og
her skal hon verða, stað
festur hann.
Símun Jákup Højstedt hevði
ikki samvitsku at lata Martu
gerast til døgverðamat, og tók
hana við til Føroyar úr Kina
Marta kom til Føroyar
og slapp undan grýtuni
Marta hevur brotin frammbein, men gongilagi er einki í
vegin við
Tá lítla Marta kom tritlandi inn í Miðlahúsið varnaðist ongin, at hon er ein hundur við einari
serligari søgu. Marta, sum er av slagnum Bejing Shepard, er nevnliga júst lend eftir eina sera
drúgva ferð lika úr Kina. - Eg bleiv so øguliga góður við hana og vildi ikki at hon skuldi enda
sum døgurðamatur, sigur eigarin Símun Jákup Højstedt
Aldur:
2 ár
Fødd:
Kina
Litur:
hvít
Hundaslag:
Bejing Shepard
Kostaði at keypa:
um 80 krónur
Kostaði at innflyta: um 10.000 krónur
FAKTA um Martu