Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 199 - 19. oktober 2009 Leygardagin var mentanardagur fyri børn í Havn. Børnini á Margarinfabrikkini skipaðu fyri saman við Tórshavnar kommunu. Bæði skattaveiða og tónleik­ ur vóru á skránni Barnadagur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Myndir: Inna Törnroos og Jákup Mørk Børnini á Margarinfabrikk­ ini skipaðu leygardagin fyri mentanardegi fyri børn. Stór undirtøka var, og børn í øllum aldrum luttóku. Barnakonsert var í nýggju Perluni við Jensinu Olsen, har børnini tóku sínar bamsu við, umframt, at Sanne Storm, musikterpeutur, und­ irvísti børnum í dansi og tónleiki. Eisini varð skipað fyri skatta veiðu á Skansanum, har sjórænarar leiddu veið­ una eftir einum fjaldum skatti. Í Margarinfabrikkini var eisini lív í. Børnini vístu síni verk fram, og tónleikur var eisini á fabrikkini. Umframt alt hetta greiddi Siri Davidsen frá søgum, sum hon í hugnaligum umstøðum á Margarinfabr­ ikkini greiddi frá. Børn skipaðu fyri mentanardegi Nógvir lítlir sjórænarir vóru at síggja á gøtunum Børn, vaksin og bamsur vóru til dramakonsertina hjá Jensinu Olsen Bamsurnar dansaðu til tónleikin hjá Jensinu Olsen Á Býarbókasavninum varð gitt hvør sum átti hattin Jensina Olsen fekk børnini at syngja við uppi á pallinum Sera nógvir sjórænarar vóru at síggja á Skansanum leygardagin Sjórænarirnir Skalla og Skøltur leitaðu eftir skattum á Skansanum Sakna Kuupik Kleist Andstøðan í grønlendska Landstinginum heldur, at Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, er ov sjáldan á tingfundi. Malik Berthelsen og Finn Karlsen, sum eru formenn í tingbólkunum hjá ávikavist Siumut og Atassut, siga, at landsstýrisformaðurin er ikki nóg virkin, tá týðandi samfelagsmál verða viðgjørd. Sambært teimum báðum hevur landsstýrisformaðurin bara tikið lut í einum orðaskifti, síðani hendan tingsetan byrjaði tann 25. september. Kuupik Kleist sigur, at hann fylgir við øllum orðasskifti í tinginum, og at hann er í tingsalinum hvønn dag. Verja fiskivinnuna Í dag byrjar ráðstevnan „International Arctic Fishery Symposium“ í býnum Anchorage í amerikanska statinum Alaska, har fólk fara at tosa um, hvat skal gerast fyri at verja fiskastovnarnar í tí arktiska økinum ímóti dálking fyri ferðamannaskipum og einari komandi oljuvinnu. Ein av luttakarunum, Lene Kielsen Holm, sigur við grøn­ lendska kringvarpið, at ráðstevnan fer millum annað at kanna, hvørjar avtalur eru galdandi fyri fiskiskap í økinum, og síðani skal ráðstevnan orða eitt uppskot um, hvussu fiskurin og annað tilfeingið kunnu verjast ímóti møguligari dálking.