Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 199 19. oktober 2009 Hetta er ein breið semja, bæði fólksliga og politiskt. Vit kun­ nu siga, at hetta er ein tjóðarsemja, har eingin er ímóti upp­ skoti num um skerjing av okkara útláti við 20% fram til 2020 – frá 2005 at rokna, sig ur Annika Olsen, lands stýris kvinna í inn lendis málum Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum fríggjadagin, segði Jørgen Niclasen, lands stýrismaður í uttan­ ríkis málum, at ein breið politisk semja er undir landi um skerjing av útláti av veður lags gassum. Landsstýriskvinnan í inn­ lendis málum, Annika Ol sen, kallaði til tíðinda­ fund ar klokkan 11 í morg­ un, og tá hesar reglur vórður skriv aðar fyrr í morgun, bendi alt á, at hon á tíð inda­ fundinum fór at kunngera eina breiða politiska semju í Føroyum. Sum skilst, snýr semjan seg um, at Føroyar vilja binda seg til at minka um sítt útlát av veðurlags­ gassum við 20% fram til 2020 – frá 2005 at rokna. Føroyar sjónligar Nú veðurlagsráðstevna verð ur í Keypmannahavn sein ni í ár, og ætlanin er at finna semju um eina altjóða veðurlagsavtalu, hava Før­ oyar fleiri ferðir sett fram ynski yvirfyri donsku stjórn ini um, at Føroyar ynskja eina sjálvstøðuga bind ing á hesum øki. Jørgen Niclasen segði fríggja dagin, at arbeitt hevur verið bæði á em bætis­ mannastigi – og á politiskum stigi fyri at náa undir land við eini avtalu við danskar myndugleikar. Vit ynskja, at Føroyar gerast partur av komandi al tjóða veðurlagsavtaluni við eini binding, sum tekur atlit til føroysk viðurskifti og er beinleiðis galdandi fyri Føroyar, segði uttan­ ríkis ráðharrin. Tað er uttanríkisráðið við Jørgeni Niclasen á odda, sum stendur fyri sjálvum sam ráðingunum um bind­ inga r, meðan sjálvt um hvørvis málið, sum ein slík avtala eisini er, liggur undir innlendis mála rá ð­ num, har Annika Olsen er lands stýriskvinna. Tjóðarsemja Tað var ein fegin Annika Ol sen, landsstýriskvinna, sum vit hittu í telefonini í morg un fyri tíðindafundin klokkan 11. Hon vildi ikki siga ítøki­ liga, hvat landsstýrið fór at leggja fram í morgun, men vit skiltu á henni, at breiða politiska semjan, sum starvs bróðir og floksfelagi hennara í landsstýrinum, Jørgen Niclasen, sipaði til í blað num fríggjadagin, nú er veruleiki. Hetta er ein breið semja, bæði fólksliga og politiskt. Vit kunnu siga, at hetta er ein tjóðarsemja, har eingin er ímóti uppskotinum um skerjing av okkara útláti við 20% fram til 2020 – frá 2005 at rokna, sigur Annika Olsen. Hon vísir á, at eingin, sum hevur havt uppskotið til hoyringar, hvørki fakliga ella politiskt, hevur sett seg upp ímóti tí. Ymiskar viðmerkingar hava verið til uppskotið, og ymisk ynski eru sett fram, men eingin er ímóti. Hetta eri eg sera fegin um, og nú fara vit at samráðast við dan ir við einari tjóðarsemju aftanfyri fyri okkum. Annika Olsen avdúkaði tó so mikið í morgun, at allir flokkar taka undir við upp skotinum um 20% skerj ing av útlátinum av veður lags gassum. Tíðin gongur Tíðin gongur, og nú mugu vit handla skjótt. Vit hava tosað nógv við danir um hetta mál, men eru ikki kom in undir land. Nú hava vit so hesa breiðu semju aftan fyri okkum, og við henni fara vit at leggja trýst á danir um, at Føroyar gerast sjónligar í veður lags­ avtaluni. Annika heldur, at Føroyar við hesi semju rættiliga hava sett sær mál og hava kýtt seg. Nú verður tað okkara upp gáva at leggja trýst á dan ir um, at Føroyar vilja verða sjónligar í hesi avtalu. Hvussu vit sum tjóð skulu gerast sjónlig, veit eg ikki rætti liga at siga í løtuni, men tað er hetta mál, vit nú fara at loysa í samráðingum við danir. Annika Olsen kundi hugs að sær, at Føroyar sum tjóð stóðu undir skjalinum Føroyar hava víst ein ótrúligan vilja til at skerja útlát Øll hava verið ógvuliga seriøs og tey, sum hava gjørt viðmerkingar, hava verið ógvuliga positiv um saman at finna eitt føroyskt stev, sum ber á mál, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum Nógvir politiskir fangar Ein suðurkoreanskur politikari vil vera við, at minst 154.000 politiskir fangar eru í fongsli ella arbeiðslegum í grannalandinum Norðurkorea. Yoon SangHyun, sum er tjóðartingslimur hjá stjórnarflokkinum GNP, sigur, at sambært einari frágreiðing, sum stjórnin í Suðurkorea hevur latið gera, hava teir norðurkoreonsku myndugleikarnir stongt fleiri arbeiðslegur tey seinastu árini. Hann sigur, at fyri 20 árum síðani vóru tíggju arbeiðslegur við 200.000 politiskum fangum í Norðurkorea. Nú eru seks legur við 154.000 fangum eftir, sigur Yoon SangHyun. Iran hartar umheimin Myndugleikarnir í Iran siga, at onnur lond hava ábyrgdina av yvirgangsálopinum har suðuri í landinum í gjár. 42 fólk doyðu í álopinum, teirra millum fleiri av leiðarunum í teirri máttmiklu Kollveltingarhirðini. Iransku fjølmiðlarnir siga, at talan var um eina sjálvmorðsatsókn, og at sunnimuslimski felagsskapurin Jundollah hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknini. Iranska stjórnin sigur, at USA og Bretland styðja felagsskapin og hava tí samábyrgd av tí, sum hendi. Atsóknin var tætt við pakistanska markið, og tí hevur stjórnin har eisini fingið eina heilsan úr Teheran.