Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 27. oktober 2009 13 Tá foreldur fara hvør til sítt, skal tann sum barnið ikki býr hjá rinda eina grundupphædd á leið 1000 kr mánaðarliga fyri hvørt barni. Um so er, at tann sum rindar grundupphædd­ ina hevur eina góða inn­ tøku, skal viðkomandi rinda eina eyka upphædd – eyka barnagjald. Alt eftir hvør inntøkan er umframt talið á børnum hækkar gjaldið við 25, 50 upp í fleiri 100%. Taks innkrevur hesa upphædd og rindar hana til mammuna ella pápan, sum barnið býr hjá. Barnið við sviðusoð? Tann sum barnið býr hjá fær peningin. Um so er, at gjaldið er meir enn vanligu barnapengarnir, verða hesir skrásettir sum a­inntøka hjá barninum. Fylgjan er, at um barnið fer at arbeiða, er botnfrádrátturin hjá barninum brúktur, langt áðrenn botnfrádrátturin hjá børnum, hvørs foreldur eru saman. Nettolønin hjá hesum børnum verður tí ógvuliga ólík. Hetta, hóast barnið hvørs foreldur ikki eru saman ongantíð hevur fingið eykabarnagjaldið í egnan lumma. Vit kunnu ímynda okkum tveir ungar dreingir, sum bera bløð út gerandisdagar. Foreldrini hjá øðrum dronginum eru saman, meðan foreldrini hjá hinum eru skild og pápin rindar dupult barna­ gjald. Tað merkir, at drong­ urin hvørs foreldur eru skild fær eina eykaskatta­ rokning. Skilji, at tað sama ger seg galdandi hjá børn­ um, sum eru móður ­ella faðirleys og fáa pensjón eftir mammuna ella pápan. Barnið er kjarnin Viðhvørt verður kjakast um korini hjá støkum uppi­ haldarum í Føroyum. Aloftast tosa nøkur vegna støku uppihaldaranar, sum oftast eru mammur og onnur vegna pápan, sum tað er synd í, tí hann so sjáldan sær børn síni og bara skal rinda. Men kjakið um barnið ella børnini fær lítla rúmd. Kjakið ber ofta brá av hvørjum­heldur­tú­ við­hugburðinum, heldur enn at lýsa støðuna úr øllum sjónarhornum. Ikki minst sjónarhorninum hjá barninum. Ikki minst hetta álvarsmálið, sum veruliga ger at børnini ikki hava somu rættindi og møgu­ leikar. Júst nú er uppskot í trivnaðarnevndini um at lækka stuðulin til uppi­ haldspening. Tykist løgi at pápin skal hava stuðul, meðan barnið í summum førum skal rinda! Veruleikin hjá fleiri støkum uppihaldarum Familjur har bæði mamma, pápi og barn eru, fáa 3x botnfrádrátt. Um talan er um familju við støkum uppihaldara, missa hesar 1x botnfrádrátt. Korini hjá familjum, har talan er um stakar uppi­ haldarar er fyri vanbýti á nógvar hættir. Fíggjarligu karmarnir eru í mongum førum trongari enn hjá traditionellu kjarnufamilj­ uni. Hesin bólkur hevur fingið lítla raðfesting og viðurkenning øll árini. Óskilligt er, um hesi børn, tá tey fáa møguleikan at vinna sær pening, skulu rinda skatt fyrr enn tey børn, hvørs foreldur eru saman. Fyri at fáa greiðu á hesum, eru nakrir spurn­ ingar sendir fíggjarmála­ ráðharranum. Er tað so, tá foreldur ikki eru saman, og rinda verður eykabarnagjald, at hetta verður skrásett og skattað sum a­inntøka hjá barninum? Um so er, verður mis­ munur tá ikki gjørdur á børnum? Kann fíggjarmálaráðharr­ in greiða frá, hvør politiska hugsjónin er, aftanfyri hesa skipan ella mannagongd? Tekur fíggjarmálaráðharr­ in undir við hesi skipan? Hevur fíggjarmálaráð­ harrin nakrar ætlanir um at broyta verandi skipan? Hvat hevði tað kostað landinum árliga, um eyka­ barnagjaldið ikki bleiv skrásett og skatta sum A­ inntøka hjá barninum? Innkrevur Taks eyka­ barnagjaldið tað sama um ríkisumboðið, rætturin ella foreldrini sum áseta eyka­ barnagjaldið? Fíggjarmálaráðharrin hevur tvær vikur at svara fyrispurninginum. Tá vit hava fingið svarið ætla vit sjálvsagt at arbeiða víðari við málinum í Tjóðveldi, Skal fólkaskúlin gerast betri er fyritreytin er almenn virðing fyri skúlaskapi og at skúlar og lærarar fáa greið mál, sum teir saman við næmingunum arbeiða miðvíst eftir. Lærarar liva sítt sanna virði, óivað er bara eftir, at hetta verður viðurkent Almenna kjakið hevur fingið ferð og fjølmiðlarnir hava ongantíð givið fólka­ skúlanum so stóran ans sum í dag. Eftir teir fyrstu ørkymlandi PISA skálvtarnar, gerast glottarnir nú fleiri og fleiri og seinasta niðurstøða, eftir seinastu lands­ roynd var, at næmingarnir klára seg væl. Greitt mál Vit síggja í verki, at lærarar liva sítt sanna virði. Lærarar hava seinastu árini fingið greiðari mál at arbeiða eftir og næmingarnir klára seg væl. Eftir mínum tykki er ein góður læruríkur skúladagur fyri næmingarnar nóg góð prógv fyri, at skúlin ger eitt gott arbeiði og er neyðugu virðingina verdur. Tá hetta er sagt, havi eg hug at sóknast eftir røttu virðingini fyri hesum týdning­ armikla kraftsentri, og spyrja, hvør í veru­ leikanum hevur ábyrgdina av, at vit fáa røttu virðingina fyri skúlanum? Tí virðing fyri skúlaskapi er treyt fyri einum livandi, mennandi og visjónerum skúla. Hongur ikki saman Hóast fólkaskúlin í mong ár hevur tørvað eitt livandi kjak um, hvussu føroyska skúlaskipanin skal síggja út og greið faklig mál, sum eru felags fyri alt landið, himpraðist visjónsnevndin ikki at siga, at í 2015 skal føroyski fólkaskúlin verða ein av teimum bestu í heiminum. Hví ikki, havi eg hug at spyrja, hóast fleiri grund­ leggjandi grundir er fyri, at hetta er høpisleyst. Hetta hongur heilt einfalt ikki saman. Avvarandi myndugleikar gloyma, at tað má skipast soleiðis fyri, at tað er møgu­ leiki at fremja visjónina. Fyritreytin er, at víst verður virðing fyri fakfólki, sum eiga fáa neyðugu amboðini og greið mál at arbeiða eftir. Best í 2015 Fólkaskúlin er partur av politisku skipanin, og tí eru politisku signalini og almenna virðingin fyri skúlaskapi so ótrúliga neyðug. Tað, sum í stóran stíl er ørkymlandi fyri skúlaverkið er, at ætlanir frá byrjan ikki eru nóg væl gjøgnumhugsaðar. Eitt sindur ironiskt kunnu vit væl siga, at vit vita, at vit skulu vera best í 2015, men hvussu vit koma so langt, hesin spurn­ ingur hongur í leysum lofti. Sjálvsagt má skúlin kenna eina langtíðar ætlanina fyri, hvussu vit koma víðari. Landsroyndirnar Tey seinastu árini hava næmingar í 4. og 6. flokki verið til landsroyndir í føroysk­ um, støddfrøði og Náttúru og tøkni. Landsroyndirnar eru avgjørt ein gongd leið. Skúlarnir og lærarar kenna málið og næmingarnir fáa nú eisini tíð at venja seg við royndirnar. Úrslitið kann nýtast til at síggja, hvar setast skal inn, og hvat gongur væl. Vónandi fara myndugleik­ arnir nú ikki at broyta mannagongdina ov nógv, so aftur skal byrjast frá botni. Miðvís støðug menning er tað, fólka­ skúlanum tørvar. Tá hetta er sagt, veit eg, at vit kunnu seta spurnartekin við, hvat ein roynd í veruleikanum gevur næminginum, og hvat lærarin kann brúka útslitið til. Vit hava sum so ongantíð kjakast um, hvørja skúlaskipan vit skulu hava í Føroyum. Tó mugu vit ásanna, at um føroyski fólka­ skúlin skal vera mennandi fyri næm­ ingarnar og hava gott fakligt støði í øllum lærugreinum, eiga vit at seta út í kortið, hvat vit krevja av næmingunum, so teir saman við lærarum hava møgu­ leika at fáa eitt gott úrslit. Treytin er virðing Skal fólkaskúlin gerast betri, er fyri­ treytin almenn virðing fyri skúlaskapi og at skúlar og lærarar fáa greið mál, sum teir saman við næmingunum arbeiða miðvíst eftir. Havi hug at halda, at lærarar liva sítt sanna virði, óivað er bara eftir, at hetta verður viðurkent. Foreldrini skild og børnini rinda Bergtóra Høgnadóttir Joensen Lærarar liva sítt sanna virði hjarta@kallnet.fo tóra við Keldu Eg leggi kongin, segði eg í tíðindaskrivi fyri tíð síðani eftir eitt tíðarskeið, har eg hevði verið fyri ógvuliga stórum ágangi sum borgarstjóri í Sands Kommunu. Frontala politiska álopið frá einum listafelaga hjá okkum við óvanliga hørð­ um politiskum ákærum móti mínum persóni breyt frá tí, sum næstan kann kallast »business as usual« hesi seinnu árini. Tí álopini hava verið mong, men munurin hesuferð hevur fyrst og fremst verið, at kona mín varð drigin við niður í lokalpolitisku kvørnina. Ein eftir mínum tykki ógvuliga óheppin samanrenning. Serliga tí at vit vita, hvussu trupult tað kann vera at liva eitt vanligt lív sum avvarðandi hjá framstandandi politik­ arum. Og júst tí hevur tað verið ein óskrivað megingregla, at hjúnarfelagar, børn og næstringar ikki vera drigin við inn í politiska umhvørvið. Spell tá fólk ikki kenna sær hógv. Eftir fakligu og sakligu gjøgnum­ gongdina hjá grannskoðara og løgfrøð­ ingi, eru ákærurnar afturvístar, men eg ivist ikki í, at tað eru kommunustýris­ limir, sum framvegis fara at royna at sáa iva og misálit. Skal tó siga frá, at enn restar í at fáa kannað seinasta táttin í ákærunum, setanartilgongdina í sam­ band við setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu. Hettar kanning­ ararbeiði er sett í verk av nevndarfor­ manninum fyri Sandoyar Barnaverndar­ tænastu, og hevur Almannamálaráðið málið um hendi. Ein niðurstøða kann vantast um einar tvær vikur. Eg kenni meg í einari tvístøðu. Gyrdur millum øðrumegin fólksins greiðu talu, og hinumegin fýra atkvøður, sum eftir øllum at døma ynskja at gera alt í teirra valdi, fyri at fólksins týðuliga rødd ikki skal útinnast við hettar borðið. Og hóast stuðulin bert tykist vaksa á okkara liði, so er veruleikin nú einferð soleiðis, at tað eru tey við kommunustýrisborðið, sum gera av, hvør leiðin skal vera. Uttan mun til hvussu tann meirilutin er funnin saman. Saman við okkara liði hava vit vunnið trý tey seinastu valini til Sands Komm­ unu. Eingin sigur so greiður, sum tann seinasti, fyri einum lítlum ári síðani. Fólkaræðisliga mandatið er tí væl kjølfest, og nógv bendir á, at veljarin eisini peikaði á, hvør borgarstjórin framhaldandi skuldi vera. Eg eri sannførdur um at tað er ikki rætt at bakka fyri ágangi, men tað ber ikki til at arbeiða uttan politiskt grundar­ lag og politiskan meiriluta. So hóast stuðulin frá stillarum, listafeløgum, veljarum, vinum og næstringum hevur verið ómetaliga góður og eggjandi, so havi eg gjørt av at leggja frá mær sum borgarstjóri á Sandi. Ikki tí eg meti tað vera rætt ella rímiligt, men tí at politiski veruleikin nú gjørdist sum hann gjørdist. Í skrivinum til miðlarnar fyri tíð síðani segði eg, at eg kendi meg ikki sekan í ákærunum settum fram ímóti mær, og higartil er einki komið fram, sum prógvar tað øvugta. Hinvegin meti eg ákærunar bert hava eittans endamál, at skaða meg sum persón og politikara og familjuna við. Íkomna støðan harmar meg almikið, og serliga harmar tað meg, at fólksins vilji ikki veruliga fær útint sítt vald í verki. Avbjóðingarnar fyri framman eru stórar. Somikið stórar at ivaleyst átti at verið, at stríðst fyri framburði fyri fólkinum, sum her býr, og ikki ímóti teimum sum evstu ábyrgdina hava. Politikkur snýr seg um dreymar og viljan til at náa teimum. Eg eri til reiðar um høvið aftur býðst í politikki, og dreymarnar fyri bygd, oyggj og landi beri eg framvegis í barmi. Fari til endans at takka øllum góðum stuðlum fyri teirra ótroyttiliga arbeiði, listanum og bygdini at frama. Ógrundað avrætting, fyri egnan vinning fyrrverandi borgarstjóri á Sandi Páll á reynatúgvu viðmerkingar