týsdagur 27. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 205 - 27. oktober 2009
Øll, sum vóru til tiltakið
hjá Javnstøðunevndini og
Demokratiu altjóða ST-
dagin – leygardagin -
mundu sita sum negld, tá
Herdis Tórgeirsdóttir úr
Íslandi vísti skelkandi tøl
um korini hjá kvinnum og
gentum í stóru verð. Siti
enn við einum beiskum
smakki í munninum. Nýtist
okkum at vita alt hetta?
Sjálvsagt! Um vit vilja
broyta nakað, mugu vit
kenna veruleikan. Og sann-
royndirnar eg her nevni
eru veruleikin hjá fleiri
milliónatals gentum og
kvinnum ymsastaðni í
heiminum.
Sannroyndirnar eru
millum aðrar hesar:
· Av teimum sum eru
svong, eru 7 av 10 kvinnur
og gentur
· Kvinnur eiga 1 % av
heimsins virðum – hóast
tær gera 66% av
arbeiðinum
· Nútimans trælahald er
kvinnuhandil. Eisini í
Íslandi og Danmark –
hvussu er her?
· Vandamiklasta stað hjá
nógvum kvinnum er í
egnum heimi: neyðtøka,
harðskapur, siðamisbrot
· Um konurnar eru neyð-
tiknar, ein so stór skomm í
ávísum londum fyri mann-
in, at hann sleppur úr
hjúnarbandinum
· Menn vilja sleppa
undan HIV, tí skal gentan
teir eru saman við vera
jomfrú. Tískil gerast gent-
urnar yngri og yngri sum
verða neyðtiknar
Hvussu hjálpa vit?
Hvat gera vit í Føroyum
við alt hetta? Gott, at vit
stuðla barnaheimum í stóru
verð og verkætlan um
bróstageving í menningar-
landi. Men gera vit nóg
mikið? Áttu vit ikki at veitt
menningarhjálp í nógv
størri mun enn vit gera í
dag? Vit rinda eina nógv
minni upphædd enn nógv
onnur lond av bruttotjóðar-
úrtøkuni – harumframt
hava vit eingi flóttarfólk í
Føroyum.
Revsilógin
Hvussu er við rættartrygd-
ini hjá útlendskum kvinn-
um, sum koma higar? Hvør
hjálpir teimum? Kenna tær
sínar skyldur og rættindi?
Hava vit nóg góð tilboð til
teirra, so tær læra málið?
Vit samtykkja broytingar
í donsku revsilógini uttan
himpr. Nakað av kjakið um
§266 b – tað er jú obligator-
iskt! Men veruligt kjak, at
fyrihalda seg til serføroysk
viðurskifti – hvussu fyri-
byrgja kvinnuhandli her?
Hvussu fyribyrgja vit
harðskapi her? Er danska
loysnin altíð tann rættasta
her hjá okkum?
Um vit ikki bert samtyktu
broytingar, í eitt nú donsku
revsilógini, men høvdu
okkara egnu revsilóg, tá
høvdu vit kjakast, sett
spurnaðartekin og ment
tann lógarkarmin, sum er
hin hóskiligasti og skila-
besti her hjá okkum, heldur
enn bert at at samtykkja
allar tær donsku broytingar-
nar og halda væl standa til.
Integratión
Útlendingaøkið skal sam-
bært samgonguskjalinum
takast heim um gott eitt ár.
Øðiliga lítið – um nakað -
hevur verið at hoyrt um
hetta mál, nú heimtøkan
nærkast av álvara. Alt ov
ofta halda vit, at bara vit
samtykkja donsku lógirnar,
so er væl vorðið. So er ikki
– og danski integratións-
politikkurin er als einki at
spegla sær í! Har hava út-
lendingar verið í ártíggju,
sum framvegis hvørki duga
málið ella megna at fara til
handils sjálvi. Arbeiðssam-
leikin og sjálvsvirðingin
eru knúskað, tí eingin
hevur sett krøv ella víst
teimum álit. Hvussu ætla
VIT at fáa útlendingar,
sum koma higar at trívast
og mennast í føroyska
samfelagnum? Hvussu
ætla vit at taka ímóti teim-
um? Hvørji krøv ætla vit at
seta? Hvussu skapa vit
teimum virðilig kor?
Hvørji krøv og skyldur
skulu vera? Hvørji tilboð
og krøv í mun til mál,
mentan og kunning um
føroyska samfelagið?
Vælvitandi at hópurin av
útlendskum kvinnum trív-
ast, liva og hava tað gott í
føroyska samfelagnum, eru
eisini fleiri útlendskar
kvinnur, sum á hvøjrum ári
fáa hjálp í Kvinnuhúsinum.
Tað er ein veruleiki, at
allar útlendskar kvinnur
ikki liva væl her. Tað mugu
vit taka í størsta álvara.
Seta orð á og skapa røttu
karmarnar. Trupulleikarnir
hvørva ikki, um vit lata
eyguni aftur fyri teimum.
Tvørturímóti.
Skelkandi vitan um kvinnukor á altjóða ST-degnum
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
Áðrenn lokað verður fyri
ES-arbeiðsmegi eigur
landsstýrið at siga okkum
hvussu tað kemur at raka
vinnufyritøkur og um
hetta yvirhøvur loysir
trupulleikarnar hjá
føroysku arbeiðsmegini
Føroyar vilja hava tættari
samstarv við ES-londini.
Føroyar vilja hava lut í
teimum fýra frælsunum.
Men nú verða stórar forð-
ingar lagdar fyri ES-borg-
arum at koma higar at
arbeiða. Henda protektion-
istiska framferð skapar
óstøðugar vinnukarmar, er
kappingaravlagandi og
kann í seinasta enda forða
fyri búskaparvøksti.
Arbeiðsloysið í Føroyum
er framvegis er lágt, sam-
mett við flestu onnur lond.
Í miðal góð 4 %. Í størsta
partinum av landinum
liggur tað niðanfyri, meðan
tað í Norðuroyggjum í løt-
uni er á leið 7,5 %, eitt tal
sum vónandi minkar nú
virksemi aftur verður á
Kósini.
Politiska leiðsla landsins
eigur sjálvandi at gera alt
sum stendur í hennara
makt at fyribyrgja vaksandi
arbeiðsloysi. Millum annað
við at tryggja, at hvør
einasta almenn íløgukróna
skapar arbeiði til so nógvar
hendur sum til ber.
Men skal steingjast fyri
arbeiðsmegi frá ES londun-
um, má trygd vera fyri, at
tað ikki skapar fleiri trupul-
leikar, enn tað tekur burtur.
Teir útlendingar, sum hava
arbeiðsloyvi, verða ikki
sendir til hús. Og tað er
lítið sannlíkt, at føroyskir
arbeiðsgevarar í stóran
mun fara eftir útlendskari
arbeiðsmegi, um væl skikk-
að føroysk arbeiðsmegi er
tøk beint uttanfyri dyrnar.
Harumframt veður ikki
stongt fyri útlendskari
arbeiðsmegi. Men tað
verður vent aftur til eina
sera stirvna og tunga
mannagongd.
Neyðug lóg
Lógin, sum ger tað smid-
ligt at fáa arbeiðstakarar úr
ES-londunum hendan veg-
in at arbeiða, hevur einans
verið í gildi í eitt gott ár.
Báði táverandi vinnu- og
fiskivinnumálaráðarharrar
hjá Tjóðveldi mæltu staði-
liga frá at seta eitt lágt
mark fyri, nær lógin fór úr
aftur gildi, tí hetta útholaði
lógina. Aðrastaðni verður
3,5 prosent arbeiðsloysi,
ikki mett at vera veruligt
arbeiðsloysi, hóast tað
sjálvandi kennist meint fyri
tann, sum er raktur.
Tað var tó bráðneyðugt
at fáa lógina setta í gildi tí
tørvurin á arbeiðsmegi
hevði tá leingi verið sera
átrokandi og bremsaði
beinleiðis fyri vinnuligum
vøkstri. Lógin varð mett at
vera ein fyritreyt fyri bú-
skaparvøkstri í Føroyum.
Men avtalan í sambandi
við ríkislógartilmælið um
at seta lógina um ES-
arbeiðsmeg í gildi, var
eisini púra greið: At út-
lendingalóggávan skuldi
yvirtakast, so vit sjálvi
kunnu umsita hetta fyri
okkara arbeiðsmarknað
sum týdningarmikla máls-
øki. Hetta er bakgrundin
fyri útlendingastovuni, sum
varð sett á stovn og í lógini
stendur:
“Arbeitt verður fyri at
yvirtaka málsøkið so skjótt
sum til ber, og í seinasta
lagi í 2009, soleiðis at tað
vera føroyskir myndugleik-
ar, ið fáa fulla ábyrgd eins
og føroysk lóggáva, ið
kemur at vera galdandi á
økinum.”
Men hetta er ikki hent.
Og einki bendir á, at útlend-
ingalóggávan verður yvir-
tikin í hesum valskeiðinum.
Vinnu- og uttanríkis-
politikkur ad hoc
At stongt verður fyri út-
lendskari arbeiðsmegi
merkir ikki, at tað sam-
stundis verður arbeiði til
tær tøku hendurnar sum
eru. Og skilabetri gerst tað
ikki, um tað rakar føroysk-
ar fyritøkur, sum hava tørv
á spesifikkari arbeiðsmegi,
tær ikki fáa hendur á her
heima.
Tí eigur landsstýrið sum
eitt minstamark at gera
eina kanning av, hvussu
hetta kemur at raka før-
oysku vinnuna, og harvið
eisini í seinasta enda før-
oyska arbeiðstakaran.
Og hvat ætlar landsstýrið
í einum langtíðarhøpi? At
fáa part í teimum fýra
frælsunum – sum merkir
fríðan flutning av arbeiðs-
megi, vørum, tænastum og
kapitali. Trýr ABC-lands-
stýrið veruliga, at til ber at
siga: Jú takk, vit vilja fegin
at okkara borgarar fáa fría
atgongd til at arbeiða í
Evropasamveldinunum,
men við samstarv meina
vit bara við hvørt, altso tá
tað einvegis gagnar
okkum?
Í løtuni livi eg við eini
ófrættakenslu av, at okkara
búskapur kann fara í spønir
av tilvildarligum vinnu-,
arbeiðsmarknaðar- og uttan-
ríkispolitikki, har fá saman-
hangandi framtíðar-
perspektiv hómast.
Skapar tað vøkstur at loka fyri útlendskari arbeiðsmegi?
løgtingskvinna
BJørt
samuelsen
Hósdagin kl. 10 hevur
forlagið Stiðin bókafram-
løgu í H. N. Jacobsens
Bókahandli
Tíðindaskriv
Forlagið Stiðin
Har verður løgd fram bókin
“Samskifti við stjórnmála-
menn 1964”, sum Zakarias
Wang hevur skrivað. Her
verður greitt frá, at tá hann
skuldi skriva sína serritgerð
í stjórnmálafrøði við Uni-
versitetið í Århus um viður-
skiftini millum løgting og
landsstýri undir heimastýri-
num, helt professari hans-
ara, Erik Rasmussen, at tað
var ov lítið bert at hava
rúgvismikið tilfar úr bløð-
unum um føroyskan politikk
at halda seg til, men at Zak-
arias eisini mátti fáa sam-
skifti í lag við teir menn,
sum høvdu verið frammi í
føroyska samfelagnum hesi
ár. Summar fekst bert fatur
í við brævasamskifti, men
tað eydnaðist at fáa djúp-
tøknar samrøður við fyrr-
verandi løgmenninar Krist-
ian Djurhuus og Petur Mohr
Dam, sum høvdu nógv
áhugavert at siga. Harum-
framt var bæði samrøða og
brævaskifti
við
Rikard
Long, fyrrverandi løgtings-
og landsstýrismann, sam-
røða við Jóhan Petur David-
sen, løgtingsmann og fyrr-
verandi
landsstýrismann,
eins og við Erlend Paturs-
son, løgtings- og landsstýris-
mann. Samrøða var við
Trygva Samuelsen og Kjart-
an Mohr, løgtingsmenn, við
J. H. Danbjørg og Jákup í
Jákupsstovu,
fyrrverandi
løgtingsmenn. Harumframt
var samrøða við blaðstjóran
á
Føroyatíðindum,
Jens
Dam, og nógv brævasam-
skifti var við teir, sum
høvdu við hini bløðini at
gera. Edw. Mitens, fyrrver-
andi landsstýrismaður, gav
nógvar skrivligar upplýs-
ingar. Hann var fyrsti skriv-
stovustjóri hjá landsstýri-
num, og long samrøða er eis-
ini við táverandi skrivstovu-
stjóran Johan Djurhuus.
Allar samrøðurnar vórðu
skrivaðar og sendar til góð-
kenningar, so høvi var til at
gera broytingar, um nakað
var komið skeivt fyri.
Zakarias sigur, at mesta
av hesum tilfari hevur ligið í
einari mappu, og helt hann
at tað var synd um tað for-
fórst, tí tað er møguligt at
onkur kann halda tað í ein
ávísan mun kann nýtast sum
keldurtilfar til føroysk sam-
felagsviðurskifti um hetta
mundið. Tí hevur hann skriv-
að bókina og gjørt hana nýti-
liga við at hava ein full-
fíggjaðan stíl, har tað stendur
nær tey fólk, sum nevnd eru
í bókini, hava livað.
Teir, samrøðurnar eru
við, hava livað tá fólkaat-
kvøðan var í 1946, og hava
nógv at siga um hesa hend-
ing. Harumframt er nógv
um hvussu samráðingar
vóru millum flokkarnar um
at skipa landsstýri, og tað
var minst líka so spennandi,
sum tað kann vera í dag.
Fyri nøkrum árum síðani
prentaði Sosialurin tvær av
hesum samrøðu, ta við P. M.
Dam og ta við Jóhan Petur
Davidsen. Henda seinna
vakti mikla øsing, men nú
ber til hjá øllum at gera sínar
metingar um hvørt nøkur
orsøk var til hana.
Harumframt verður nýggj
útgáva av tí kendu bókini
eftir Petter Dass, Norðlands-
lúðurin, løgd fram. Tað er
Axel Tórgarð, sum hevur
týtt hana til føroyskt, og er
hon sera løtt og áhugaverd
at lesa, og er alt í henni so
heimligt
fyri
okkum
føroyingar.
Forlagið
hevur
eisini
givið út eina byrjunarbók
fyri tey, sum hava hug at
læra seg latín. Hon eitur
Fabula og er týdd úr donsk-
um. Høvundurin er av
føroyskari ætt bæði í kall-
og kvennlegg. Hon eitur
Tove Niclasen, og okkara
kendi týðari úr Kunoy,
Bjarni Niclasen, var abba-
beiggi hennara. Bókin hev-
ur staðið sína roynd bæði í
tí føroyska og danska skúla-
verkinum, og verður nú at
fáa í bókabúðunum.
Bókaframløga hjá Stiðjanum hósdagin