Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 27. oktober 2009 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jarðarferðin hjá Per Hansen verður úr Elim í Søldarfirði mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Per, kunnu lata Elim í Søldarfirði eina peningagávu. Konto í Føroya Banka. Johannes Hansen, Tórshavn, vanliga nevndur Hannes hjá Gásadal, ættaður úr Sumba, andaðist sunnudagin, 78 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Hannus, kunnu lata Nýrafelagnum eina peningagávu. Konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 27. oktober. Sem. Hann var elsti sonur Nóa og var ættfaðir at semitisku fólkasløgunum. Navnið er hebráiskt og merkir sonur ella arvingi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður mín, okkara góði pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Frederik Huusgaard ættaður úr Syðrugøtu, fyrrverandi lærari, Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til Hera Joensen, prest. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og hjálp til jarðarferðina. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Hjørdis Hansina, Eyðun, Marjun, Heri og Rannvá Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra dóttir, mamma, omma og langomma Ása Udbø úr Havn búsitandi í Hirtshals andaðist á Hospice Vendsyssel í Frederikshavn sunnudagin 25. okt., 60 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Julianna, Poula og Karstin við familju Takk Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum gjørdu okkum diamantbrúdleypsdagin so hugnaligan. Tøkk til Eysturoyar Dansifelag og so eina stóra tøkk til alla familjuna fyri teirra stóra hjálpsemi. Heilsan Sonja og Hans Jacob á Reynatrøð, Leirvík Fríggjadagin 23. oktober 2009 skipaði býráðsleiðslan í Klaks­ víkar Kommunu fyri hátíðar­ haldi í býráðshøllini fyri Noomi Thomsen, fulltrúa á Roknskapardeildini, í sam­ bandi við hennara 35­ára starvsdag hjá kommununi. Í dag er ikki so ofta, at starvs­ fólk hava sín 35­ára starvsdag hjá sama arbeiðsgevara, men júst hetta kundi býráðsleiðslan hátíðarhalda fyri Noomi Thom­ sen, sum hevði sín fyrsta starvs­ dag á býráðsskrivstovuni 15. oktober 1974, har hon hevur starvast øll árini, burtursæð frá 1989 til 1992, tá ið hon starv­ aðist sum bókhaldari og umsit­ ing á Klaksvíkar Havn. Noomi Thomsen starvast í dag sum fulltrúi á Roknskap­ ardeild kommununnar, har hon hevur ábyrgd av stórum parti av bókhaldinum og dag­ liga samskiftinum við deildir og stovnar kommununnar. Millum gestirnar við hetta hátíðarhald vóru starvsfelag­ ar og býráðslimir, umframt hennara næstu. Noomi hevur hesi 35 árini upplivað eina kollvelting inn­ an bókhaldsførslu og skipanir, heilt frá so at siga manuellum bókingum til edv­skipanir, sum í dag enntá verða knýttar saman í eina og somu fíggjar­ stýringsskipan landsins. Sjálv greiddi hon frá, at hon nú hev­ ur arbeitt við ikki færri enn fimm ymiskum kontu skipan­ um. Í heiðursrøðu sínari fyri Noomi segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, at tað munnu vera fá starvsfólk hjá kommununi, sum hava sam­ band við so nógv ymisk starvsfólk hjá kommununi, tí allar deildir og stovnar komm­ ununnar hava hesa einu og somu roknskapardeild, har hvørt einasta skjal verður skrásett. ­ So at siga hvør einasta rokning og flyting hjá komm­ ununi fer um hendurnar hjá Noomi, og tað er ikki smá­ vegis, tí árliga talið av skjøl­ um í bókhaldinum er umleið 16000, sum fylla einar 100 brævordnarar. ­ Tað sigur seg sjálvt, at eitt slíkt starvsfólk hevur ein sentr­ alan leiklut í býráðsumsitingini, og hetta kemur sanniliga ikki av ongum og heldur ikki eftir einum degi. ­ Tað avrik, sum Noomi í øll hesi ár hevur framt, ber boð um eina kvinnu, sum leggur lív og sál í sítt arbeiðs­ avrik og starv og hon hevur eisini stórt álit millum øll tey fólk, sum hava við hana at gera, nevndi borgarstjórin í røðu sínari. Vegna býráðið handaði borgarstjórin Noomi eitt blómutyssi og eina gávu sum tøkk fyri góða tænastu og fyrimyndarligt samstarv í hesi 35 árini. Noomi bar síðan fram eina hjartans tøkk til sín arbeiðs­ gevara og starvsfelagar, har hon eisini greiddi frá gongd­ ini og broytingunum arbeiðs­ plássinum. Eisini fyrrverandi borgar­ stjórin, Steinbjørn O. Jac­ob­ sen, nýtti høvið at bera fram eina heilsan. ­ Vit ynskja Noomi hjarta­ liga tillukku og ynskja henni alt tað besta framyvir við vón um framhaldandi gott sam­ starv í mong ár framyvir, heilsa tey av býráðsskrivstov­ uni í Klaksvík. Noomi Thomsen 35 ára starvsdag 70 ára føðingardagur Sunnudagin 1. nov. verður Elsa Egilsnes, Vestmanna, 70 ár. Dagurin verður hildin á Fjørukrønni frá kl. 16. Øll eru vælkomin. 80 ára føðingardagur Týsdagin 27. okt. verður Rósing Rasmussen, Runavík, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur Hósdagin 5. nov. verður Sámal Christiansen, vanliga nevndur Sámal hjá Barbu, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum leygardagin 7. nov. Opið hús er frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Hósdagin 29. okt. fyllir Jensia Svabo Thomasen, Sandavágur, 90 ár. Dagurin verður hildin heima, Giljavegur 62, frá kl. 18. Silvurbrúdleyp Mánadagin 2. nov. hava Óluva og Jónfríður Nielsen, Saltangará, verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd. Silvurbrúdleyp 30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í HB­Húsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov. Gullbrúdleyp Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jac­obsen (Stina og Dia av Syðradali), gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 ­ 737751 ella toraolavur@gmail.c­om áðrenn 20. nov. merkisdagar Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Peter Absalon Johannessen Klaksvík doyði og varð jarðaður. Takk til Hanus á Gørðum, prest, fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Takk fyri blómur, kransar og gávur. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervið og til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Annebeth Palle, Elsebeth og Jenny við familju