Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 205 - 27. oktober 2009 Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, amerikanska Chev­ ron, hevur gjørt av at rýma úr Føroyum. Hetta hendir stutt eftir, at ein annar olju risi, BP tók somu av gerð Oljuleiting/ tíðindaanalysa Jan Müller jan@sosialurin.fo Avgerðin hjá Chevron ikki at vera við í leitingini eftir kol vetnum í føroysku undir­ grundini varð tikin fyrr í ár, men ikki fyrr enn nú er tað so vorðið alment. Felagið, sum hevur verið fyri støðu­ felag í loyvi 008 saman við Statoil Hydro, DONG og OMV hevur gjørt avtalu við StatoilHydro, at tað á tek ur sær leiklutin sum fyri støðu felag. Eingin almenn útmelding er komin frá Chevron men Sosialurin hevur spurt felag ið, hví henda avgerð er tikin og svarið er so ljóð­ andi: ­Chevron hevur gjørt av at taka seg úr loyvi 008, og StatoilHydro hevur yvir tik­ ið leiklutin sum fyri støðu­ felag. Orsøkin til hetta er, at í einum umhvørvi, sum er merkt av stórari kapping, eru vit noydd at raðfesta so leiðis, at vit fokusera á øki, har vit meta, at teir størstu møguleikarnir finnast. Í hesum førinum halda vit, at júst hesin møgu leik in (Føroyaøkið, blaðm.) gevur øðrum størri virðis øking enn okkum sjálv um. Uppá fyrispurning um hetta merkir, at Chevron als ikki metir Føroyaøkið nóg áhuga vert at venda aftur til sig ur talsmaðurin fyri fe lag­ ið víðari: ­Vit fara tó at halda fram at meta um møguleikar á Atlants mótinum, og hetta úti lok ar ikki, at vit seinni verða virkin á Føroyaøkinum aft u r. Fleiri viðmerkingar ynsk­ ir Chevron ikki at gera í løtuni. Søkti í 2. útbjóðing Tað var í 2. útbjóðing nøkur ár herfyri, at Chevron gjørdi av at søkja um leitiloyvi í Før oyum saman við Statoil­ Hydro, DONG og OMV. Felag ið hevði eftir øllum at døma fingið blóð uppá tonn ina, eftir at tað saman við somu partnarum hevði gjørt eitt stórt oljufund beint hinumegin markið, kall að Rosebank. Umboð fyri Chevron, sum Sosialurin hevur tosað við seinastu árini hava sagt, at felagið umhugsaði at bora eina brunn í sínum loyvi føroysku megin mark­ ið í 2010 ella 2011. Tað var so Rosebankfundið hin u­ meg in, sum líkasum var drív meg in hjá Chevron at søkja um loyvi 008. Gitt hev ur síðani verið, at Chev­ r on hevði eina meting av, at olja var báðumegin markið, og tí kundi tað vera hent at sita á loyvunum á báðum síðum og í framtíðini møgu­ liga kunnað kobla saman møgu ligt fund føroysku meg in við Rosebankkelduna hinu megin. Síðani eru fleiri av mark­ ingar brunnar boraðir á Rosebankleiðini og millum oljufólk verður hildið, at hesar hava verið so mikið posi ti v ir, at Chevron og hini feløgini hava gjørt av ella eru um at taka avgerð at bygg ja út feltið. Ein spurningur vil so vera, um hesir seinastu brunn ar nir hava fingið Chev ron at broyta hugsan og lata sín loyvispart og leiklut sum fyristøðufelag til StatoilHydro og hini feløg ini í samtakinum. Kann tað hugsast, at Chev­ ron hevur mist trúnna uppá, at jarðfrøðiligu viðurskiftini á Rosebank halda fram í før oyskum øki ella kannn avgerðin hjá felagnum rætt og slætt tulkast sum ein nátúr ligur spurningur um rað festing av kjarnuøkjum í kjalar vørrinum av fíggjar­ kreppuni og lækkandi olju­ prísum. Júst sum úttalilsini frá felagnum í dag benda á! StatoilHydro tekur yvir Nú er so avtala gjørd í sam­ taki num um, at StatoilHydro tek ur yvir partin hjá Chev­ ron sum fyristøðufelag. Hetta merkir, at norska felag ið nú av álvara hevur átik ið sær leiklutin sum einasta veruliga loko motiv­ ið í oljuleitingini á land­ grunni num sjálvandi við undan taki av ENI, sum bor­ ar ein týðandi brunn um ikki so langa tíð. Men StatoilHydro er so fyri støðufelag í øllum teim­ um seks loyvunum tað er við í og hevur í hesum sam­ bandi bundið seg til at gera rættiliga víttfevnandi seis­ miskar kanningar av øllum øki num. Eisini hevur fe lag­ ið alment boðað frá, at tað fer at bora í minsta lagi ein brunn á landgrunninum, helst í 2011. Felagið hevur tískil nógv at velja í, og á ráð stevnu í Norður landa­ húsinum nú um dagarnar varð nevnt, at StatoilHydro fyribils arbeiðir við fýra til fimm plássum at seta borin í. Eitt av hesum er nettupp loyvi 008, har felagið júst nú hevur yvirtikið leiklutin hjá Chevron. (Sí eisini odda grein á síðu 12, blaðm.) Oljurisin Chevron rýmir úr Føroyum McDonalds niðurlagt í Íslandi Síðsta oktober verða allar McDonalds matstovur í Íslandi stongdar. Hetta er úrslit av fíggjarkreppuni, sum hevur gjørt tað torført at fáa endarnar at røkka saman. Jon Ogmundsson, ið eigur tær tríggjar matstovurnar sigur at tað er vorið alt ov dýrt at inflyta matin. ­ Tað er ófatuligt, fyri eitt kilo av leyki úr Týsklandi, gjaldi eg líka nógv sum fyri eina góða fløsku av whisky, sigur hann. Jon Odmundsson ætlar nú at nýta hølini har McDonalds hevur verið til nýggjar matstovur við mati úr Íslandi. ”Skakandi tilburðir” fyri fjórðu ferð Forlagið Føroya Met hevur givið út nýggja bók í røðini ”Skakandi tilburðir”. Hetta er fjórða bókin í røðini. Eins og í undanfarnu bókum, snúgva allir tilburðirnir seg um føroyingar. Í bókini hesaferð eru 14 frásagnir, sum spenna heilt úr luftini, til bjarga, við skipum, um álop og nógv annað. ­ Allar frásagnirnar hava littekningar frá løtuni, tá tilburðurin hendi, og harumframt eru nógvar myndir, so lesarin alla tíðina fær fylgt søgugondini og støðunum rundan um tilburðin, sigur forlagið. Bókin er 136 síður, hon er innbundin, er í litum og kostar 259 krónur. ”Skakandi tilburðir” fæst í bókabúðunum kring landið. 176 204 175 174 202 6105 6106 6107 6104 6 6204 6205 6206 6207 6007 6006 6005 6008 6108 6208 61 6004 6307 6306 6305 6304 63 6308 5908 Cambo Roseba Loya Foinaven Schieha S Alligin Strath Conival Suilven 4 5°W 6°W 7°W 8°W 63°N 62°N 61°N 60°N 0 50 25 Kilometers L017 L012 L002 L005 L009 L006 L008 L014 L010 October 2009 6005/13-1 6005/15-1 6004/16-1z 6004/17-1 6004/12-1z 6104/21-1 Fa r o e Is la n d s