Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 205 - 27. oktober 2009 Tað var tann tíð, tá Føroyar vóru partur av Noregi. Hyggja vit nærri at landgrunnskortinum kundi onkur fingið ta fatan, at norskt felag er við at yvirtaka allan landgrunnin. Soleiðis síggja tó hvørki stjórin á Jarðfeingi ella StatoilHydro uppá støðuna. Norska felagið verður mett sum eitt neyðugt lokomotiv til frama fyri oljuleitingina 207 206 208 214 213 216 217 218 209 203 6203 6202 103 303 6302 6301 6201 Tobermory ank/Lochnagar Clair al Victory allion Torridon Solan hmore Laxford Laggan 2°W 3°W 4°W 63°N 62°N 61°N 60°N L013 L015 L011 L016 Operator ENI Faroe Petroleum Sagex StatoilHydro 205 Dóttir Cher rakar sær Upprunaliga æt hon Chastity Bono, og hon var dóttir til poppsangparið Cher og Sonny Bono. Men í 2008 tók tann 40 ára gamla kvinnan eitt avgerandi stig og gjørdi av, at hon ikki longur vildi vera ein hon, men ein hann. Og nú er hon væl á veg at gerast sonur Cher og ikki dóttir. Chastity, ið nú kallar seg Chaz, er farin gjøgnum eina røð av hormonviðgerðum og eftir øllum at døma gongur rætta vegin. Røddin er djúpri og kroppurin er munandi broyttur. – Eg raki mær einaferð um vikuna nú, segði hon/hann við Entertainment Tonight. Hon hevur altíð kent seg sum mannfólk og kom úr »skápinum« sum homoseksuell í 1989, skrivar ekstrabladet.dk. Triði hvør veit einki Út við ein triðingur av europearum, ið eru smittaðir við HIV, vita ikki av tí. Tað sigur ES-kommissiónin. Heilsukommisserurin, Androulla Vassiliou, er skakað av stórari øking í talinum av europeiskum borgarum, sum eru smittaðir av deyðiliga virussinum, ið hevur AIDS við sær. – Vit verða noydd til at heita á fólk um at taka ábyrgd av sær sjálvum og teirra partnarum við at tosa um og útinna trygt sex, og við at lata seg testa, sigur hon. Tøl frá kommissiónini vísa, at 2,2 milliónir europearar í 2007 vóru smittaðir við antin HIV ella AIDS. Talið í 2001 var 1,5 milliónir. Av teimum smittaðu búgva umleið 730.000 í teimum 27 ES londunum, skrivar ekstrabladet.dk -og við hesum situr norska oljufelagið á tilsamans seks loyvum á landgrunninum. Stjórin Rúni Hansen sigur, at felagið sær stórar møguleikar í Føroyum og raðfestir til økið her høgt. Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo -Vit hava verið saman við OMV og DONG í hesum loyvinum eins og vit eru hinumerkin markið eisini, har vit funnu olju í 2004. Nú Chevron valdi at fara úr føroyska loyvinum fingu vit fyrispurning frá hinum feløgunum, um vit ikki vildu átaka okkum leiklutin sum fyristøðufelag. Tað søgdu vit ja til, tí vit hava drúgvar royndir sum fyristøðufelag á føroyska landgrunninum. Hetta sigur Rúni M. Joensen, stjóri í StatoilHydro. -Nú vit síggja eitt kort av føroyska langrunninum, so finna vit aftur og aftur StatoilHydro. Her er væl ikki talan um eina nýggja norska kolonisering av Føroyum spurdu vit eitt sindur speiskliga unga fuglafjarðarstjóran hjá norska felagnum! -Nei, tað haldi eg so avgjørt ikki. Hetta er meira ein handilslig avgerð. Orsøkin til at StatoilHydro er eitt so tungt felag á Føroyaøkinum við so nógvum loyvum er tann, at vit síggja møguleikar her og kanska eisini tí, at kappingin hevur kanska ikki verið so hørð um Føroyaøkið. Í fyrstu útbjóðingini vórðu mong feløg men seinni minkaði áhugin nakað, men áhugin hjá StatoilHydro hevur verið her alla tíðina, onkuntíð minni og onkuntíð meira. Nú verður økið so mett sera høgt í altjóða høpi hjá StatoilHydro, tá vit hyggja eftir oljuloyvum um alla verðina. Rúni Hansen ynskir ikki at gera viðmerkingar til, hvør orsøkin er til, at Chevron hevur valt at fara út nú. –Eg kann bara siga fyri okkum, at vit hava so valt tað øvugta, og tað er at økja um virksemi her. Hava bundið seg Uppá fyrispurning um tað kann gerast óheppið fyri eitt ávíst leitiøki, at eitt einstakt felag gerst so framstandandi sigur Rúni Hansen, at hetta er so nakað, sum føroyskir myndugleikar mugu meta um. Jarðfeingi má gera av, um tað er eitt ynski, at StatoilHydro í hesum førinum tekur yvir leiklutin hjá einum øðrum felag. Sum nú er hava vit bundið okkum til eitt arbeiðsprogramm, og vit gera sera stórar íløgur á Føroyaøkinum. Tað er ein støða, sum bæði Statoil og myndugleikar alla tíðina mugu gera sær greitt, og er tað so, at vit ikki vóru vælkomnir her, so høvdu vit funnið onnur øki. Men nú hava vit so valt at dúva uppá Føroyar, og tann dag vit merkja, at hetta ikki er heppið, so taka vit eina aðra avgerð. Satsa uppá Føroyaøkið Rúni Hansen, sum er eitt av oddafólkunum hjá StatoilHydro, tá talan er um leiting í Norðurafrika og í Europa, sigur, at Føroyar sum leitiøki telur nógv í raðfestingunum hjá felagnum. –Vit hava satsað nógv uppá Føroyaøkið og gera tað framvegis. Ein leitibrunnur her kostar meira enn eina hálva milliard og umframt tað so skal seismikkur skjótast og nógv annað fyrireikingararbeiði gerast. Í dag eru tað rættiliga nógv fólk hjá Statoil, sum bara arbeiða við Føroyaøkinum og økinum vestan fyri Hetland. Orsøkin til at vit fokusera so nógv uppá hetta øki er tann, at vit meta, at her liggja nógvir møguleikar. Vit eru so eisini í loyvinum hinumegin markið, Rosebank. Síðani tað fundið varð gjørt hava vit borað fimm brunnar aftrat. Samanbera vit við allan føroyska landgrunnin, eru bara boraðir seks brunnar tilsamans. Rúni Hansen vísir á, at tað er eisini út frá teirra kunnleika til økið hinumegin markið, at teir hava fingið nógva vitan um Føroyaøkið. -Tá fund verða gjørd so nær markinum, er tað tá ikki sannlíkt, at olja eisini er her? -Eg dugi ikki at siga tað, men vit kunnu siga, at olja er funnin heilt tætt upp at markinum og vit vita eisini, at olja er eisini funnin á Føroyaøkinum um enn ikki í rakstrarverdugum nøgdum. Rúni M. Hansen váttar, at ovasta leiðslan í SatoilHydro sær stórar møguleikar á føroyska landgrunninum og ætlar at satsa her StatoilHydro átekur sær leiklutin hjá Chevron Framhald á síðu 18