týsdagur 27. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 205 - 27. oktober 2009
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fol
-Tað er meira hugaligt at
síggja feløg koma inn á
landgrunnin, enn at tey
rýma. Men uppá stutt sikt
broytir hetta ikki nógv uppá
leitiviðurskiftini,
tí
tey
verða tey somu eftir at
Chevron er farið út. Loyvið
verður longt og bindingarnar
eru har, men psykologiskt
er tað spell.
Hetta sigur stjórin á
Jarðfeingi, Petur Joensen,
nú Chevron takkar fyri seg.
Petur Joensen sigur seg
hava skilt aktuellu støðuna
hjá Chevron soleiðis, at tað
í løtuni ikki hóskar inn í
arbeiði hjá felagnum at vera
her. Men afturfyri passar
hetta væl inn í strategiina
hjá eitt nú StatoilHydro.
-Hvørt oljufeløg velja at
arbeiða her, veldst í stóran
mun
um,
hvussu
prospektiviteturin hóskar til
aktuellu
strategiina
hjá
oljufeløgunum.
Og
viðurskiftini broytast bæði
viðvíkjandi prospektiviteti
og strategi, so tað er ilt at
spáa, hvat seinni kann
henda.
Eitt sterkt felag og hvat
so!
-Er tað gott ella ringt fyri
leitingina her, at so fá feløg
eru eftir og at eitt felag
tískil kemur at fevna um so
mong loyvi?
-At eitt felag blívur sterkt
kann ganga báðar vegir. Ein
kann siga, at samráðingarliga
stendur tað so sterkari
mótvegis myndugleikunum,
men tað kann eisini vera til
gagns, at eitt felag, sum
hevur nógva vitan uppá
tvørs yvir allan landgrunnin,
fær gagnnýtt ta vitanina.
-Sær tú ongar vandar í tí,
at so stórur partur av
leitingina liggur mest sum
bara á einum felag?
-Sjálvandi er tað óheppið,
um tað felagið so vendir
tummilin niðureftir. Og tað
setir tað í eina sterka støðu.
Hinvegin er tað ikki sterkari
enn
so,
tí
økini
eru
áhugaverd, og í so máta
standa vit sterk, tí vit hava
eina áhugaverda vøru at
selja. So javnvágin man
vera í lagi.
Uppá fyrispurning um
StatoilHydro hevur havt
ella fær fyrimunir av at
fylla so nógv sigur Petur
Joensen, at tað hevur tað
ikki.
-Av og á eru treytirnar vit
seta oljufeløgunum uppi at
venda, her ikki minst kravið
til keikantin. Kunnu slík
krøv gera sítt til, at eitt nú
feløg sum BP og nú eisini
Chevron rýma?
-Tað hava vit ikki havt
kenslu av. Man hoyrir
onkuntíð feløg nevna, at
keikantskravið
ger
tað
trupult at virka her. Kann
vera at fólkini, sum arbeiða
við hesum, kunnu kenna
tað sum eina forðing, men
avgerðin, um man er í
einum øki ella ikki, verður
tikin á hægri stað. Er
prospektiviteturin til staðar
og passar inn í strategiina,
so haldi eg ikki, at okkara
treytir eru so avskrekkjandi,
kanska tvørturímóti.
Petur
Joensen
heldur
avgjørt,
at
Føroyar
framvegis standa sterkar í
eini
samráðingarstøðu
í
sambandi við leiting á
landgrunninum, tí vit hava
nakað at selja. Men enn
fleiri feløg gevast her, so
verður tað sjálvandi ein
steðgur
í
men
neyvan
verður tað endin á leiting
við Føroyar
Stjórin
á
Jarðfeingi
heldur vit nú eiga at geva
komandi brunninum, sum
ENI fer at bora á Anne
Marie leiðini í apríl næsta
ár ans. –Vit eru sera spent
uppá henda brunnin.
Loyvini
Annars henda alla tíðina
broytinar ella ajourføringar
í einum leitiøki, eisini tí
føroyska.
Loyvi 007 er sum flestum
kunnugt latið innaftur. Tað
var
har
BP
boraði
Williambrunnin.
Loyvini 013 og 014, sum
Geysir
og
Atlantic
Petroleum standa fyri eru
júst longd. Feløgini hava
ynski at halda fram og hava
lagt arbeiðsprogram fram
fyri
eini
leinging
av
loyvunum.
Hesi loyvi eru í fyrsta
umfari longd fram til 2011
við møguleika at longja tey
tvey ár aftrat til 2013.
Treytin fyri at leingja er at
arbeiðsprogrammini
eru
nøktandi, og tað váttar
Petur Joensen, at hesi eru.
Feløgini hava tó ikki bundið
seg til nakra boring.
Eitt annað loyvi, sum er
longt, er loyvi 002 hjá
Føroya Kolvetni, sum liggur
tætt
upp
at
Tornadobrunninum, ið varð
boraður herfyri og vísti seg
at goyma kolvetni.
Cambo
Gitt
hevur
verið,
at
Cambofeltið,
sum
varð
funnið fyri fleiri árum
síðani, møguliga gongur
tvørtur um markið. Hetta er
sjálvandi eitt mál, sum
Jarðfeingi tekur í størsta
álvara. Sum skilst er hetta
eitt av málunum, sum
fólkini í Jarðfeingi tosa um
í løtuni.
Ein áseting er annars í
landgrunnssáttmálanum,
sum Føroyar og Bretland
hava gjørt, har tað stendur,
at tað er upp til føroyingar
eisini at taka mál upp, sum
m.a. kunnu snúgva seg um
fund, sum ganga tvørtur um
mark.
-Er hetta ikki nakað fyri
okkara myndugleikar at
kanna spurdu vit Petur
Joensen. Hann vil ikki gera
nakra viðmerking til tað
málið í løtuni.
Broytir ikki
støðuna at
Chevron gevst
Ær í Vági vág 95 pund
Ikki sørt fegnir gjørdust flettingarmenn í Vági í
síðstu viku, tá teir flettu eina 5 ára gamla ær.
Vektin var 95 pund, og hvørt hetta er met, siga
teir seg ikki vita, men teir siga seg ikki hava hoyrt
um nakað krov, ið vigar meira. Ærin hevur gingið
í Neslíð, ið er millum Vág og Nes. - Um nakar
veit um betri vekt, so hevði verið stuttligt at frætt,
siga flettingarmenninir í Vági. Johnny Laoretti í
Vági átti ærina.
Krevja millióna endurgjald
500 fyrrverandi starvsfólk í Danske Bank krevja millióna upphædd í
endurgjaldi í higartil størsta málinum, sum Finansforbundet hevur ført
um starvsfólkapartabrøv. Finansforbundet metir, at tey 500 starvsfólkini
skuldu fingið ókeypis partabrøv sum part av teirra starvi, men tað fingu
tey ikki, tí tey vóru farin frá ella vóru uppsøgd, tá partabrøvini vórðu
útlutað. Danske Bank útlutaði starvsfólka partabrøv fyrstu ferð í 2005, og
hetta varð aftur gjørt í 2006, báðu ferðirnar sum ókeypis partabrøv.
Finansforbundet metir, at útlutingin er umfatað av Funktionerlógini §17a
og málið hevur tí verið elt fakrættarliga vegin. Danske Bank heldur
hinvegin ikki, at partabrøvini eru at meta sum løn, og tí er málið lagt fyri
dómstólarnar, skrivar boersen.dk.
Avbjóðing
Føroyski landgrunnurin er
avbjóðandi.
Data
er
avmarkað og so er tað
basaltið. Men man fær
nýggja vitan, hvørjar ferð
seismikkur verður skotin
og borað verður báðumegin
markið.
-So út frá tí kunnu vit
siga, at vit halda fram. Vit
vóna sjálvandi, at íløgan
vit gera nú betalir seg, sjálvt
um tað skulu ganga nøkur
ár.
Satsa ymiskt
-Mong spyrja helst, hvussu
tað ber til, at eitt felag sum
Statoil verður verandi her,
tá onnur feløg sum BP og
Chevron rýma!
-Oljufeløg síggja og satsa
ymiskt. Vit hava satsað
nógv her, og Chevron
aðrastaðni. So fáa vit at
síggja, hvussu tað eydnast.
Vit
mugu
heldur
ikki
gloyma, at búskaparkreppan
spælir nógv inn. Tí øll
oljufeløg merkja, sjálvt um
tey hava nógvar pengar, at
gjaldførið verður skorið
niður.
Tað
hava
stóru
oljufeløgini eisini gjørt. Tí
er
tað
ein
beinhørð
raðfesting, sum fer fram hjá
oljufeløgunum eisini. Tann
raðfestingin ger, at man fer
út onkunstaðni og inn
aðrastaðni. Í flestu førum
skerja
oljufeløgini
budgettini í hvussu er,
meðan
kreppan
stendur
við.
Rúni Hansen sigur víðari,
at tað er ikki óvanligt, at
oljufeløg, sum hava tikið
seg úr einum øki, seinni
fara innaftur í sama øki.
Hetta hendi m.a. fyri Statoil
í Meksikanska flógvanum,
sum fór út fyri nøkrum
árum síðani, men seinni fór
innaftur og hevur havt stóra
succes. Tað er oftani at meta
sum ein svinghurð, har man
fer út og inn, men tá
samanumkemur veldst um,
hvar man sær møguleikar
og hvussu man raðfestir.
Dyrnar opnar
-Skuldu tit verið so hepnir
at funnið olju og gass,
standa so dyrnar opnar aftur
fyri
BP,
Chevron
og
øðrum?
-Er man so heppin, so
hava vit nógv øki, har
oljufeløg kunnu koma inn
og hjálpa okkum at bora
brunnar og harvið taka ein
part av váðanum á seg. So
tað
er
ein
partur
av
strategiini.
Vit
hjá
StatoilHydro
arbeiða saman við fleiri
øðrum feløgum á fleiri av
loyvinum á Føroyaøkinum,
men nøkur øki standa vit
einsamøll fyri. Har ætla vit
ikki at bora og taka allan
váðan á okkum. Tey fara vit
so at selja út av, men um tað
fer at eydnast vita vit ikki.
-At ein føroyingur situr
sum ein av teimum leiðandi
fyri leiting í Europa hjá
Statoil hevur tað nakað at
siga fyri, at felagið er meira
virkið her?
-Tað veit eg ikki. Tað
verður hugt professionelt at
øllum
økjum
og
møguleikum. Hetta verður
gjørt tí tað er ein handilsligur
møguleiki. Vit hava fastar
mannagongdir.
-At
tit
hava
bundið
tykkum til so mong loyvi
hevur tað gjørt, at tit hava
fingið
fyrimunir
og
framíhjárættindi her?
-Tað haldi eg avgjørt ikki.
Vit hava ikki bara fingið
loyvini. Vit skulu eisini
binda okkum til at lata
nógvar pengar, tá vit hava
fingið hesi loyvi. Vit hava
brúkt nógvar pengar uppá
loyvini, og tað kann vónandi
koma øllum her til góðar
eisini. So tann vitanin vit
hava fingið til vega verður
verandi ogn hjá føroyingum,
um vit gevast.
-So tann íløgan, sum
verður gjørd, fer ikki burtur
aftur. Onkur annar kann
brúka hana.
Rosebank og vit
-Verður
Rosebank
økið
útbygt hinumegin markið,
metir tú so at hetta fær
týdning fyri okkum?
-Nú er endalig avgerð
enn ikki tikin til útbygging.
Men løtan er komin til at
taka hesa avgerð og verður
útbygt, so koma vit at hava
eitt stórt framleiðandi felt
beint hinumegin markið, og
tað ger sjálvandi, at minni
felt,
sum
man
finnur
nærhendis, kunnu bindast
uppí hesa framleiðsluna og
her sipar Rúni Hansen til
møguligar
oljukeldur
á
føroyska landgrunninum.
Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi heldur tað er spell, at Chevron
gevst, men tað broytir ikki leitistøðuna á nakran hátt