týsdagur 27. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 27. oktober 2009
– Fleiri hava víst á,
at landskappingin
næst an er komin at
standa í skugganum av
steypakappingini, so
tí hava vit valt at broytt
landskappingina í ár, so
hon nú hevur FM- finalur
millum tvey tey best u liðini
í Eikliguni, sig ur for mað-
ur in í Flog bólts sam bandi-
num, Magnus Tausen
Tá landskappingarnar í Eikliguni í
flogbólti hjá kvinnum og monnum
eru av eina ferð til várs, er tó ikki alt
liðugt. Flogbóltssambandið hevur
broytt kappingarnar soleiðis, at
sjálvt
føroyameistaraheitið
skal
av gerast við FM-finalum, ið verða
spæld ar sum best av trimum.
Fyrst koyrir sjálv landskappingin,
sum hon hevur gjørt tað áðrenn,
men tá allir teir dystirnir eru spældir,
skulu tvey tey fremstu liðini á stiga-
talvu ni spæla FM-finalur. Spælast
kun nu tilsamans tríggir finaludystir,
men vinnur annað liðið teir báðar
fyrs tu, dettur triði dysturin burtur
og vinnarin er føroyameistari.
– Vit hava leingi tosað um eina
skipan sum hesa, men nú hava vit so
valt at tikið hetta stigið. Tað er bæði
við íblástri frá hondbóltinum, ið
end ar
sína
landskapping
við
FM-finalum, men harumframt hava
vit eisini hugt at, hvussu tey gera í
grannalondunum, har slíkar finalur
ikki eru ókendar, sigur Magnus
Tausen,
formaður
í
Flogbóltssambandinum.
– Finalurnar geva so flogbóltinum
eyka fokus, tí tá verður líkasum alt
sett upp á spæl. Fyri at gera hesar so
opn ar sum gjørligt, hava vit eisini
lagt fast, at tær báðar fyrru skulu
spælast á uttanveltaðum vølli. Verð-
ur neyðugt at spæla eina triðju,
verð ur hon spæld á heimavøllinum
hjá tí liðnum, sum var ovast á stiga-
talvu ni, tá sjálv landskappingin
endaði.
Ein
møguleiki,
Flogbólts sam-
band ið eisini hevur spælt sær við, er
at uttanveltaðu vallirnir kunnu vera
í økjum, har flogbólturin kanska ikki
stendur so sterkur frammanundan.
Á tann hátt er vónin, at tað kann
kveikja áhuga fyri flogbólti, at eitt
slíkt øki fær hesar altavgerandi
finalu dystirnar.
Fleiri mansdystir
Eisini í aðrar mátar er kappingin hjá
monnunum broytt nakað. Í Eikliguni
hjá monnum eru bara fýra lið, og tí
verður dystartalið ikki tað sama sum
í Eikliguni hjá kvinnum, har sjey lið
eru, uttan so at løgd verða fleiri
um før inn í kappingina. Tí er talið á
mans dystum økt í vetur, so menninir
spæla tríggjar heimadystir og trígg-
jar útidystir ímóti hvørjumøðrum.
– Hetta er eisini ein broyting, ið
skal gera tað heila meira spennandi
og áhugavert. Spælararnir hava
eisini ynskt, at dystirnir í bestu
mans deildini blivu fleiri í tali, og nú
fáa vit so at síggja, hvussu hetta fer
at roynast í vetur, sigur Magnus Tau-
sen.
– Allarbest hevði verið, um vit
fingu eitt fimta lið við í Eikliguna hjá
monnum, men í løtuni er líkasum
eing in, ið er førur fyri at bjóða teim-
um fýra verandi liðunum av. Men vit
hava vónir um, at okkurt manslið fer
at koma aftrat í bestu deildini – um
ikki komandi ár, so kanska um eini
tvey ár ella so. Tað hevði so aftur
givið eina betri og breiðari kapping.
Sum í fjør, eru lands- og steypa-
kapp ingini eisini knýttar saman, tí
tey liðini, ið standa seg best fyrsta
partin av landskappingini, fáa pláss í
steypafinaluni. Hjá kvinnunum fær
odda liðið eftir fyrsta triðingin finalu-
pláss, og oddaliðið hjá monnunum,
tá teirra kapping er komin í helvt,
fær somuleiðis finalupláss.
Eisini verða stigini býtt í helvt,
men tað hendir ikki samstundis í
Eik ligu num hjá kvinnum og monn-
um. Hjá monnunum verða stigini
býtt í helvt, tá samlaða kappingin er
hálv runnin, men hjá kvinnunum
verða stigini ikki býtt í helvt, fyrr enn
tveir triðingar eru farnir av lands-
kap p ingini.
Flogbólturin fær
eisini FM-finalur
At flogbólturin eisini fær sínar FM-finalur millum tey
bæði fremstu liðini hjá ávikavist kvinnum og monnum,
tá landskappingin annars er spæld liðug, skal seta
meira fokus á landskappingina, ið ofta hevur staðið í
skugganum av steypakappingini
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen