týsdagur 27. oktober 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. oktober 2009 – Nr. 205
RK-Prix byrjað
Fyrsta umfar av ársins RK-Prix, sum er innanhýsis kapping hjá
róðrarfelagnum Knørri, var á Saltsøluni sunnudagin, har
uppmøtingin var góð og allir bólkar umboðaðir. Vinnarar hjá
U15 vóru Anna Louisa Rubek Nielsen og Snorri S. Arge, hjá U18
Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard og Hallur Nattestad, og hjá
teimum vaksnu vunnu Kári Rubek Nielsen og Johanna
Petersen. Næsta umfar av kappingini verður 22. november,
somu tíð og sama stað.
Broytt kapping
Nakrar broytingar eru gjørdar í RK-Prix, ið skulu gera hvørt
umfar rættvísari og styttri. Millum annað er stytt munandi um
steðgin millum ymsu bólkarnar, so kappingin tekur bara ein
góðan tíma tilsamans. Onnur broyting er eisini hon, at í ár
verður bert róð eftir korrigeraðari tíð, sum merkir, at tíðin hjá
hvørjum rógvara verður mett í mun til vektina hjá honum. Á
henda hátt fáa vit eitt rættvísari úrslit, har tey lættaru hava
sama kjans sum tey tyngru.
Liverpool-leikarin, Fabio Aurelio,
beinir burtur ein av teimum mongu
baðibóltunum, ið Manchester United-
viðhaldsfólk tveittu inn á vøllin á Anfield
sunnudagin
Mynd: PA/Polfoto