týsdagur 27. oktober 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 27. oktober 2009 – Nr. 205 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Aftur út at døma
Enn eina ferð eru boð eftir føroyska dómaraparinum í
hondbólti, Andreas F. Hansen og Eyðuni Samuelsen, uttan fyri
landoddarnar. Teir báðir skulu til Hollands, har teir 7. november
døma dyst millum hollendska Kiddy World og grikska O.F.N.
Ionias í triðja umfari í Europa Cup-kappingini fyri
steypavinnarar hjá kvinnum. Hetta er seinni av tveimum
dystum millum liðini bæði.
Eingin vil í nevnd
Tá Tvøroyrar Bóltfelag sunnudagin hevði aðalfund, gjørdist
neyðugt at slíta aðalfundin, tí eingin av teimum uppmøttu vildi
upp í nevndina. Bæði Jóhan Petur Olgarsson og Mina Joensen
høvdu frammanundan boðað frá, at tey ikki tóku við afturvali,
men hóast uppmøtingin var góð, vildi eingin lata seg stilla upp,
skrivar Suðuroyarportalurin. Sostatt var aðalfundurin slitin og
ásettur at halda fram um eina viku, sunnudagin 1. november
klokkan 17.
Sosialurin var á staðnum,
tá Liverpool sunnudagin
vann á Manchester United.
Á skránni vóru baðibóltar,
mótmælisgonga, háðan
av hvørjum øðrum og ikki
minst ein spennandi og
hend ing a r íkur dystur
Hóast dysturin ikki byrjaði fyrr enn
klokkan tvey lokala tíð, so var fult av
fólki rundan um Anfield longu um
mið dagsleitið. Nøkur fingu sær
okkurt at eta og drekka. Onnur
keyptu sær ymiskar Liverpool lutir í
»The Kop Shop«, meðan fleiri royndu
at halda seg til har, sum leikarnir og
allir VIP gestirnir koma inn.
Tað var ein stjørnuparada av fyrr-
verandi leikarum, sum høvdu valt at
komið á Anfield til granna upp-
gerðina. Fyrstur var Sir Bobby
Charlton, sum fekk eina vinarliga
mót tøku
frá
Liverpool-við halds-
fólki num, ið vóru til staðar. Síðani
komu fyrrverandi Liverpool-leikar-
ar nir Kenny Dalglish, John Aldridge,
David Fairclough og Sami Hyypia.
Ser l iga Sami Hyypia fekk eina megn-
ar móttøku. Mitt í rokanum stóð
eisini kendi franski fyrrverandi
lands liðsleikarin Marcel Desailly.
Løtu seinni komu leikarabussarnir.
Fyrst kom bussurin við Liverpool-
leikar unum. Fyrstur úr bussinum var
til tíðir útskeldaði venjarin, Rafael
Beni tez, og honum á baki komu so
leikar ar nir, ein fyri og annar eftir.
Ser liga Fernando Torres fekk eina
heita móttøku.
Hinvegin fingu Manchester Uni-
ted-leikararnir av at vita, tá teir
komu úr bussinum stutt eftir, og
maður in, ið øll vóru eftir, var fyrr ver-
an di
Liverpool-leikarin,
Michael
Owen. Hóast nógv góð ár í Liverpool
fram til 2004, so er alt tað gloymt, nú
hann spælir við arvafíggindanum.
Mest umtalaðu gestirnir, um teir
kunnu kallast gestir, vóru eigararnir
av Liverpool, Tom Hicks og George
Gillett. Teir báðar hava verið í brenni-
deplinum leingi, og viðhaldsfólkini
hjá Liverpool halda lítið um teir.
Liver pool-viðhaldsfelagið Spirit of
Shankly(SOS) er so ónøgt, at tað
und an dystinum skipaði fyri eini
mót mælisgongu, fyri at fáa Tom og
George at selja felagið. Mót mælis-
gongan endaði uttan fyri »The Kop«,
og boðskapurin var greiður: »Yanks
out!« Ónøgdin stavar frá, at Tom og
George lovaðu, tá teir í 2007 keyptu
felagið, at byggja nýggjan leikvøll
og styrkja liðið. Enn eru ongar
æt lanir komnar á borðið um nýggjan
leik vøll, og fíggjarliga støðan hjá
teim um báðum sigst ikki vera góð
fyri tíðina.
Baðibóltar, háðan
og Gary Neville
Skemt er ein stórur partur av
spælinum, tá tað kemur til vi ð halds-
fólk, og soleiðis var eisini á Anfield
sunnudagin. Nógv umtalaði baði-
bólturin, sum kom í fokus, tá Sunder-
land skoraði ímóti Liverpool í síðstu
viku, var upplagda temaið. So skjótt
sum dysturin byrjaði, komu tíggju-
tals baðibóltar sendandi inn á vøllin
frá Manchester United-við halds-
fólki num. Tað tók eisini eina løtu at
fáa fyrsta hornasparkið í tí horninum
av greitt vegna baðibóltar.
Dysturin var ikki nógvar minuttir
gamal,
fyrrenn
viðhaldsfólkini
byrjaðu at syngja ymiskt minni pent
um hvønn annan. Men størsta brølið
kom, tá Sir Alex Ferguson sendi Gary
Neville til upphiting. Gary Neville er
illa dámdur av Liverpool-við halds-
fólkinum. Tað er bygt upp á hatur
ígjøgn um nógv ár og so eina »jubil
senu« í 2006, tá hann valdi at jubla
framm an fyri Liverpool-við halds-
fólki num, meðan allir hinir leikararnir
vóru í hinum endanum av vøllinum!
Tað slapp Gary so at hoyra fyri, tá
hann fór at hita upp!
Dramatikkur, Owen og Torres
Tað mesta av dystinum var stem n-
ing ur in á Anfield í topp, men dømdi
dómarin ikki til heimaliðið, reistist
hvørt mansbarn og fortaldi honum,
at hann hevði skeivt. Tá hann so
døm di til Liverpool, kom øði í
vitjandi viðhaldsfólkini. Jú, dómarin
hevði eina torføra uppgávu.
Hálvan veg gjøgnum seinna hálv-
leik kom hol á. Ein frálík avlevering
frá Yossi Benayoun sendi Frenando
Torres avstað, og sekundið eftir lá
bólt urin í málinum. Anfield kókaði
hesa løtuna, líka til Sir Alex valdi at
skifta Michael Owen inn. Sjáldan
hev ur ein fyrrverandi Liverpool-
leikari fingið eina so kalda móttøku
frá Liverpool-viðhaldsfólkinum –
»Judas«, »Where were you in Istan-
bul?« sungu tey. Hvørja ferð hann
var í nánd av bóltinum, rópti alt
An field eftir honum.
Tað komu tvey reyð kort í dysti-
num og tey kundu eins væl verið
fleiri. Fyrsti maður av vøllinum var
ser biski miðverjin hjá Manchester
Uni ted, Nemanja Vidic, og tað til
stóra frøi hjá Liverpool-við halds-
fólkinum. Hetta eru triðju ferð á rað,
at Vidic verður útvístur ímóti Liver-
pool. Stutt fyri dystarenda fekk
argentinski liðskiparin á verjukenda
mið vøllinum hjá Liverpool, Javier
Mascherano, eisini sítt seinna gula
kort, men hann bleiv klappaður av
vølli num fyri sín innsats. Hetta er
aðru ferð, at hann fær reytt kort
móti Manchester United.
Manchester United trýsti Liver-
pool fram ímóti dystarendanum, og
An field var á pínubonkinum leingi.
Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt
aftrat, avgjørdi David N’gog, til stóra
frøði fyri meginpartin av Anfield,
dystin við málinum til 2-0. Eyð-
kennis lagið
»You’ll
never
walk
alone« bleiv sungið av hjartanum,
krepp an í Liverpool er fyribils avlýst
og arvafíggindarnir sendir heim við
ong um.
Sir Alex var róligur eftir dystin,
men vildi vera við, at Jamie
Carragher skuldi verið útvístur, eftir
at hann hálaði Michael Owen niður
stutt uttan fyri brotssteigin. Eisini
helt hann, at Jamie Carragher gjørdi
brots spark í fyrra hálvleiki, tá hann
taklaði Michael Carrick. Hann vildi
somu leiðis vera við, at dómarin læt
seg ávirka av stemninginum á
An field. Sir Alex legði eisini aftrat, at
sigurin var uppiborin. Hann helt, at
hansara lið ikki reageraði nóg væl
upp á skeivu dømingarnar, men nú
var tað týdningarmiklasta at reisa
seg aftur.
Benitez var í góðum lag og helt, at
Liver pool hevði uppiborið sigurin.
Beni tez vildi vera við, at Liverpool-
leikar arnir eru betri, enn tey flestu
geva sær far um, og hann var glaður
fyri at teir vístu karakter á vøllinum.
Men hann var eisini skjótur at minna
teir á, at teir ikki kunnu fegnast um
sigurin ov leingi.
Gott vikuskifti fyri
Liverpool og Chelsea
Liverpool, sum hevði tapt síðstu fýra
dystirnar undan hesum, hevur altso
fyribils steðgað krepputosinum. Tað
gjørdi ikki vikuskifti minni gott, at
øll hini toppliðini settu stig til, burtur
sæð frá Chelsea. Manchester United,
Arsenal, Manchester City, Aston Villa
og Tottenham megnaðu ikki at vin-
na um vikuskiftið og tað merkir, at
tað er blivið trongt í toppinum í
Premi er League. Fyri Liverpool er
spurn ingurin, um hetta var vendi-
punktið fyri hetta kappingarárið, og
fyri Manchester United er spurn ing-
ur in, hvussu skjótt teir klára at koma
á kósina aftur.
Tróndur Arge
argetrondur@ofir.net
Baðibóltar,
ónøgd og Owen!