Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 205 - 27. oktober 2009 Føroysku línuskipini, sum í seinastuni hava verið undir Íslandi, hava yvirhøvur havt smáligan fiskiskap. I vikuni koma tvey ella trý línuskip aftrat, sum landa í Klaksvík, undan Íslandi Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í dag landa partrolararnir, Safir og Smaragd, í Klakvík. Teir hava roynt í eina góða viku, og veiðan liggur um 160.000 pund, meginpart­ urin er upsi. Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík vænta tey línuskip­ ið Kvik í morgin og Klakk hósdagin. Teir eru báðir undir Íslandi, men sum skilst, hevur fiskiskapurin verið smáligur har yviri. Línuskipið Helena er eisini undir Íslandi hendan túrin. Á seinasta túri undir Íslandi hevði línuskipið Jákup B eini 100.000 pund, meginparturin av veiðini var brosma og longa. Jákup B er nú undir Føroy­ um, og á Landingarmiðstøð­ ini í Klaksvík hava tey frætt um tvær setur hjá skipinum, sum góvu ávikavist 10.000 og 12.000 pund hvør. Meira toskur Úr Klaksvík verður annars sagt, at útróðrarbátarnir eru byrjaðir at fáa fisk aftur, og frægastu seturnar hava bát­ arnir ligið millum 5.000 og sløk 8.000 pund, meginpart­ urin er toskur. ­ Útróðurin hevur nýliga tikið seg uppaftur, og eg haldi, at bátarnir hava havt hampiligan fiskiskap í sein­ astuni. Teir hava ligið um eini 100 pund á línuna, og hjá onkrum hevur veiðan roynst enn betri, verður sagt á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík. Fleiri línuskip hava verið undir Íslandi í seinastuni, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. Á seinasta túri har yviri hevði Jákup B (mynd) umleið 100.000 pund, meginparturin av veiðini var brosma og longa Mynd: Vilmund Jacobsen Landa trol- og línufisk í Klaksvík Meðan prísirnir á toski í seinastuni hava verið hampiliga góðir, gongur verri at fáa góðan prís fyri eitt nú hýsu, brosmu og longu Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Besti toskaprísurin í gjár var stívliga 30 krónur fyri kilo. Hetta var fyri tosk 1. Miðalprísurin fyri bestu toskastøddina var annars góðar 27 krónur fyri kilo. Toskur 2 fór í gjár fyri 2 4,29 krónur í miðal fyri kilo og toskur 3 fyri slakar 17 krónur fyri kilo. Størstu nøgdirnar vóru av toski 4, sum fór fyri miðal­ prísin 13,24 krónur fyri kilo. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at nøgdirnar av toski eru øktar í seinastuni, og kortini hava prísirnir verið rættiliga støðugir. ­ Toskaprísurin er farin spakuliga uppeftir, men enn er fiskurin ikki vorðin so dýrur, sum hann var fyri einum ári síðan, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Fyri onnur fiskasløg er lítil øking at síggja í prísi, og tó at nøgdirnar av hýsu eru smáar, er ikki líkt til, at hýsuprísurin er batnandi. Prísirnir á longu og brosmu eru heldur einki ser­ ligir í løtuni, siga tey á Fisk­ amarknaði Føroya. Samlaða sølan í gjár var 245 tons, sum fóru fyri til­ samans 2,4 miljónir krónur. Besti toskaprísur var oman- fyri 30 krónur fyri kilo Besti prísurin á toski 1 fór í gjár upp um 30 krónur fyri kilo á Fiskamarknaði Føroya. Miðalprísurin fyri bestu toskastøddina var 27,21 fyri kilo Mynd: Vilmund Jacobsen Suðurkoreanar flýggja norðureftir Ein suðurkoreanskur arbeiðari flýggjaði til stalinistiska Norðurkorea í vikuni, eftir at hann hevði stríðst seg gjøgnum sterkt varda marknaðarøkið. Tað vilja statsligir miðlar í Pyongyang verða við. Sambært Koreansku Miðtíðindastovuna er 30 ára gamli Kang Dong­Rim komin til Norðurkorea frá lítlu bygdini Beolgyo. Ein frágreiðing um flýggjan frá Suðurkorea til Norðurkorea kemur vanliga ikki fyri, meðan umleið 17.000 norðurkoreanar eru flýddir frá svongd og kúgan í stalinistiska statinum síðani Koreakríggið frá 1950 til 1953. Flestu norðurkoreanar flýggja umvegis Kina, tí markarøkið millum koreansku londini er væl vart og lagt við minum, skrivar Politiken. DiBa Bank lænir 160 milliónir DiBa Bank hevur gjørt eina avtalu við statin um hybridan kjarnukapital á 160,685 milliónir krónur umvegis Bankapakka II. Tað boðar bankn frá í einum tíðindaskrivi. »Grundað á roknskapin fyri annan ársfjórðing 2009 hevur upptøkan av láninum ført við sær, at kjarnukapitalurin hjá DiBa Bank er hækkaður til 12,6%, og at solvensurin frameftir verður 18,1, sigur bankin í skrivi. Tað veit boersen.dk at siga.