Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindi Nr. 205 - 27. oktober 2009 POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kári P. Højgaard, løgtings­ maður, við hava lands­ stýrismannin í heilsumálum at greiða frá, hvussu nógv verður spart við at steingja laboratoriið í Runavík seinasta ársfjórðingin. Løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur sett Akseli Johannesen, landsstýrismanni ein grein 52 fyrispurning, har hann eisini vil hava at vita, um tað bert er í Runavík, at hurðin verður stongd. ­ Hvat er dagliga meðal­ talið av tiknum blóðroynd­ um 1. januar ­ 1. juni 2009 fyri Runavík, Norðagøtu og á teimum støðum, har tænastan verður veitt eina ferð um vikuna? Er hetta stigið framt í samráð við landstýrismannin? spyr Kári P. Højgaard Í viðmerkingum til spurn­ ingin sigur Kári P. Højgaard, at enn einaferð verða borg­ arar uttan fyri høvuðstaðar­ økið skelkaðir av óskiljandi sparitiltøkum. ­ Tann skipan hevur verið galdandi, at hvønn týsdag fyrrapart eru tveir bio­ analytikarar/laborantar av Landsjúkrahúsinum komnir til heilsumiðstøðina í Runa­ vík, at taka blóðroyndir. Tey, sum í hesum døgum leita til Runavíkar at taka blóðroynd, koma á stongdar dyr. Eitt skelti á hurðini hevur hesa áskrift. Vegna sparingar er Labo­ ratoriið í Runavík stongt frá 1. oktober. 2009 til 1. januar 2010. Nógv fólk býr í økinum kring Skálafjørðin. Tey hava verið glað fyri at sleppa frá at koyra óneyðuga langa leið at taka blóðroynd, tí tænastan hevur verið í nærumhvørvinum. ­ Nøkur eru illa sjúk og orka ikki at ferðast, fleiri av teimum eldru og veiku brúkarunum hava ongan bil ella eru ikki før fyri at koyra. Tey eru sostatt í størri mun bundin av, at onnur eitt nú familja og vinir rætta eina hjálpandi hond. Kári P. Højgaard heldur tí, at tað er eitt lemjandi og óskiljandi afturstig, sum í størstan mun enn einaferð rakar tey eldru og veiku í samfelagnum, tí hendan al­ neyðuga tænastan verður støðgað. ­ Blóðroyndirnar skulu takast undir øllum umstøð­ um, og bygningurin stendur har. Tí kann ikki geva tær heilt stóru sparingarnar, at tveir bioanalytikarar eina ferð um vikuna verða sendir úr Havn til Runavíkar. Hin­ vegin kostar tað uttan iva nógv meira í peningi, út­ látið og tíð, at allir brúkarar við Skálafjørðin skulu koyra til Havnar, Norðagøtu, ella Klaksvíkar, at taka blóðroynd, heldur Kári P. Højgaard. Kári fregnast um sparingarnar í Runavík Óstøðugir kursir Europeisku partabrøvini eru sera óstøðug í dag. Orsøkin er uttan iva ársfjórðings roknskapirnir, sum verða kunngjørdir í morgin. Dow Jones Euro Stoxx 50­indeksið fellir 0,2%, meðan bretska FTSE 100 hækkar 0,1%. Franska CAC 40­ og týska DAX­indeksið hækka bæði 0,2%. Bretski oljurisin BP fekk ein vinning áðrenn einaferð­postar á 4,67 milliardir dollarar triðja ársfjóðring, sum er munandi meiri enn tær 3,25 milliardirnar, sum greinarar sambært Bloomberg News roknaði við. Kursirnir hækka eisini 4,3% í London. Sama kann ikki sigast um týsku kemifyritøkuna Bayern, sum hevði eitt úrslit á 249 milliónir evrur, sum er ein lækking á 277 milliónir evrur í mun til saman tíðarskeið í fjør. Úrslitið er verri enn væntað. Greinarar høvdu roknað við einum avlopi á 428 milliónir evrur. Kursurin hækkaði kortini 1,1% í Frankfurt. Í Oslo er ikki nøgd við úrslitið hjá Norsk Hydro, sum higartil er lækkað 3,2%. Aluminiumsfyritøkan hevði eitt minus á 793 milliónir norskar krónur sammett við eitt avlop á 1490 milliónir norskar krónur sama tíðarskeið í fjør. Og tað var verri enn roknað var við, tí greinararnir høvdu, sambært SME Direkt spátt eitt minus á 375 milliónir norskar krónur, skrivar boersen.dk. Tíðindaskriv Jóannes Símunarson Hansen kemur fríggjadagin 30. oktober út á marknaðin við fløguútgávu, ið kallast »Við Løkin«. Talan er um eina fløguútgávu við nýggjari og eldri sálmum, sum Jóannes á sín serstaka hátt tulkar á flyglinum. Í samband við fløguútgávuna skipar Rock Pipit Records fyri eini útgávukonsert og sangkvøldi í Løkshøll klokkan 21.00 fríggjakvøldið. Jóannes hevur saman við vinum sínum skipað fyri sera væleydnaðum sangkvøld­ um kring landið ­ talan verður um eitt líknandi tiltak við felagssangi, ljóðføris­ framførslum og sangframførslu. Jóannes fer eisini at spæla løg frá útgávuni hjá sær. Ókeypis atgongd er til tiltakið. Tey luttakandi í Løkshøll hetta kvøldið vera: Spælarar: Jóannes S. Hansen, harmoniku og flygil Monika Stauss Joensen, violin Heine Lützen, trummur Páll á Lakjuni, guitar Andrias Hvannastein, guitar John Mortensen, flygil Flóvin Tyril, mandolin Leivur á Torkilsheyggi, bass Oddur Lamhauge, guitar Jón Svein Heinesen, steel Jákup Heinesen, tangentar Forsangarar til felagssangin: Elin Maria J. av Reyni Kristina Bærendsen Sæunn Ó. Hansen Olivia Tausen Jensina Hansen Erla á Torkilsheyggi Andrea Isaksen Nita Højgaard Jóannes S. Hansen Jóannes Símunarson Hansen er føddur á Toftum 24. apríl 1947. Sum heilt ungur drongur setti hann seg við tangentarnar og byrjaði at spæla á gamla harmonium (pumpuurgu) hjá ommuni og abbanum á Toftum. Nógv ár eru gingin, og í dag er Jóannes ein av mest originalu klaver­ spælarum í Føroyum. Á klaver, orgul ella harmoniku hevur hann spælt til óteljandi samkomur, jarðarferðir, brúdleyp og føðingardagar. Hansara klaverspæl er ljóst, mjúkt og flótt, samstundis sum tað spjaðir frið og hvíld. Ynski plátufelagsins hevur verið, at lurtarin skal hoyra Jóannes spæla bein­ leiðis, og uttan at nakað er lagt afturat upptøkunum. 20. apríl 2009 var tí farið í samkomuhúsið Ebenezer í Tórshavn. Jóannes setti seg við flyglið klokkan 10.00 og spældi út í eitt fram til klokkan 17.00 við tveimum steðgum. 35 løg komu í “kassan”, og av hesum løgum eru 21 útvald til útgávuna. Jákup Heinesen og Símun J. Hansen hava staðið fyri upptøkunum og Jákup Heinesen hevur ljóðblandað. Jóannes S. Hansen á fløgu Róðrarfelagið Knørrur havt prixkapping Fyrsta umfar av prixkappingini hjá Róðrarfelagnum Knørri var sunnudagin. Hjá U15 vunnu Anna Louisa Rubek Nielsen og Snorri S. Arge. Hjá U18 vunnu Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard og Hallur Nattestad. Hjá vaksnum vunnu Kári Rubek Nielsen og Johanna Petersen. Næsta umfar av kappingini verður 22 november. Les meira um kappingina á rk.fo.