týsdagur 27. oktober 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 205 - 27. oktober 2009
Myndir og lagt til rættis:
Dávur Winther
Leygarkvøldið 24. oktober
var føroyskt møti hildið í
missiónshúsinum Ebenezer
í Brammersgade 4 í Århus.
Umleið 30 føroyingar vóru
savnaðir hetta kvøldið, sum
so eisini var 10 ára hátíðar
haldan fyri hesum arbeiðið
millum føroyingar í Århus
og har um vegir.
Ikki er tað fyrstu ferð, at
føroyskt andaligt arbeiðið
hevur verið í Århus millum
útisetar har á leið – Men á
heysti 1999 bleiv aftur roynt
at fáa meira skipað andaligt
arbeiðið. Heri Elttør bleiv
settur av Indre Missión sum
trúboðari við serligum atliti
til føroyingar, ið búleikaðust
í Danmark, og hann var
fyrstur aftur til at royna at
samla føroyingar í Århus til
Guðs orð á móðurmálinum.
Okkurt møti var hildið í
Áarstovu, men skjótt varð
avgerð tikin um at royna í
Carmel missiónshúsinum,
og nøkur ungfólk fingu
áheitan um at hjálpa við í
arbeiðinum.
Fyrsta
»nevndin«
var
samansett av Jónhild Abra
hamsen, Elsu Lervik og
Símun Jacobsen.
Møtini komu skjótt í eina
fasta legu, soleiðis at eitt
møti varð hildið um mánað
in, og nøkur vóru trúføst til
at koma, til byrjan bert 510,
sum fingu ein serligan felags
skap við hvønn annan.
Síðan tá hava savnast
millum 1535 fólk, alt eftir
hvør flytur heim, og um
onnur eru komin til Århus.
Og nú hetta 10ára hátíðar
haldið var, savnaðust smá
30 fólk.
Altíð hevur verið roynt at
fáa føroyingar inn í danskt
meinigheitslív, og tí er tað
føroyska »bert supplement«
til andaliga lívið, sum trú
boðarin Heri Elttør málber
seg.
»Skiftandi tíðir og skift
andi fólk«, soleiðis er ar
beiðið enn. Í dag sita í
nevndini ella arbeiðsbólk
inum
Ragnar
Petersen,
formaður Janus Trúgvason
og Mariann Durhuus og
møtistaðið
er
flutt
til
Brammersgade 4, ið er
missiónshúsið
Ebenezer.
Vanliga er møti hvørt tryðja
leygarkvøld í mánaðinum.
Eisini eru hugnakvøld við
ymiskum innihaldið inn
ímillum, bæði í privatum
heimum, útferðir og tiltøk.
Eisini verður fyriskipað
annað í Ebenezer (sí www.
utisetin.dk – Århus).
Arbeiðið hevur sítt til
knýti til landsnevnd undir
Heimamissiónini, men sam
ansetningurin av fólkum til
møtini er tvørkirkjuligur
fólk úr ymiskum meini
heitum, og fólk, ið ikki hava
ávíst knýti til meinigheit.
Øll eru vælkomin at hoyra
Guðs orð, syngja saman og
at njóta góðan kristnan
felagsskap og altíð við kaffi
og
ein
góður
kakubiti
omaná.
Navnabroyting:
Arbeiðið hevur gingið undir
navninum KFÅ (kristnir
føroyingar í Århus)
Oftá hevur verið borið
uppá mál at fáa okkurt
meira hóskandi navn fyri
arbeiðið. Í seinastuni hevur
miðvíst verði gjørt nakað
við hetta og bleiv nýggja
navnið avdúkað á møtinum
síðsta leygarkvøldið.
Navnið verður framyvir
Áarløkurin – sum er tikið
útfrá Jóh 7,37 – 38 »Er
nakar tystur, tá komi hann
til mín og drekki! Tann,
sum trýr á meg, úr lívi hans
ara skulu, soleiðis sum
skriftin hevur sagt, renna
løkir við livandi vatni.«
”Ynski og bøn okkara er
at føroyingar kunnu koma
saman um Guðs orð og at
Áarløkurin má kennast sum
eitt stað har trúgvin kann
vekjast, mennast og vær
veitast.
Somuleiðis lyggur orðið
Àarløkurin væl í samljóð við
Àarstovu og átti tí at verið
lætt hjá útisetafólkið á
Århusleiðini at minst til at
ymisk tiltøk eru fyri føroy
ingar í Århus” sigur ar
beiðsbóklurin Ragnar Peter
sen, formaður Janus Trúgva
son og Mariann Durhuus.
Á
heimasíðuni
www.
utisetin.dk kann ein finna
upplýsningar um ymisk
tiltøk/møtir o.a. Har fært tú
eisini meira at vita um
kontaktir, møtiskrá o.a. hjá
Áarløkinum í Århus.
Føroysk møtir í Århus – 10 ára hátíðarhald