Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 217 - 12. november 2009 Semja um donsku fíggjarlógina Eftir óvanliga drúgvar og torførar samráðingar samdust danska stjórnin og Danski Fólkaflokkurin seint í gjárkvøldið um fíggjarlógina fyri 2010. Teir seinastu dagarnar hava partarnir stríðst um, hvar í Miðjyllandi eitt nýtt sjúkrahús skal byggjast. Tann spurningurin er ikki endaliga loystur, men semja er um, at teir lokalu myndugleikarnir skulu taka málið uppaftur. Í gjárkvøldið samdust stjórnin og DF um at játta fimm milliardir krónur til ein vakstrarpakka til at framskunda almennar íløgur í sjúkrahús, vegir og orkusparandi umbyggingar. Við pakkanum verður hallið á fíggjarlógini næsta ár 90 milliardir krónur. Er tað nøkur beinleiðis ætlan at byggja fleiri vøggustovur/barnagarðar í Havn? – Býráðið arbeiðir við eini verkætl an at byggja nýggj­ an dagstovn í Hoyvíkshag­ anum, hetta er í íløgu ætl­ anini hjá kommununi, men fíggjar ván irnar beint nú gera, at hendan verkætlan er útsett nakað. Er nøkur ætlan at økja um vøggustovuplássini? – Vit laga allatíðina dagstovna økið til broyttan tørv, tvs. har tað ber til, verður lutfallið millum barna garðspláss og vøggu­ stovu pláss broytt til tørvin. Tórshavnar komm una hevur eisini eina væl­ virkandi, fleksibla dag­ røktar skipan, sum eisini verður lagað til skiftandi tørv. 3 spurningar ... til kommunus Í mars í ár tóku Mari Hamrá Hammeken og maðurin Dánjal Jákup Holm av gerð­ ina at flyta heim aftur til Føroya eftir fimm ár í útlegd. Tey høvdu tá nomið sær útbúgving í Danmark og fingið dóttrina Ýr. Men flytingin gjørdist alt annað enn løtt fyri unga parið Útisetar Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo – Eg helt, at vit hoyrdu til bólkin sum Føroyar droyma um at fáa heimaftur. Barna­ familja við góðari útbúgv­ ing, sigur Mari Hamrá Hammeken. Hon hevur útbúgving sum sosialráðgevi, og mað­ urin Dánjal Jákup er byggi­ frøðingur. Tá so bingjan kom til Før oya, og gerandisdagurin skuldi byrja, kom stóri skelkurin. Tað var ógjørligt at fáa Ýr inn á dagstovn í Havn ini. – Eg gjørdist ræðuliga skuffað at tað ikki var nakað tilboð til okkum, og ongin visti nær vit kundu fáa nak­ að pláss, greiður Mari frá. Ýr hevði tá gingið hjá dag røktarmammu í eitt hálvt ár í Odense, og var von við at spæla við onnur børn. Á Snarskivuni góðu tey Mari ráð um at finna sær eina privata loysn ­ omman kundi kanska taka sær av Ýr. Men sum samfelagið sær út í dag, ber hetta ikki til. – Ommurnar og abbarnir hjá Ýr arbeiða øll úti. Eg vil eisini, at hon skal verða saman við øðrum børnum, sigur hon. Einasta loysnin var, at Mari varð heima við Ýr og bíðaði eftir samrøðuni frá Snarskivuni. – Eftirsum tað var upp á óbestemta tíð var tað sera frustrerandi at ganga heima og bíða og bíða. Tað kostar nógvan pening at flyta heim, og vit høvdu brúk fyri tveim­ um inntøkum, greið ir Mari frá. Fyri at fáa tað fíggjarliga at bera til at vera í Føroyum søkti Mari stuð ul frá Al manna stov­ uni, sum hevur eina veit ing fyri tey, sum mangla barna ans­ ing. Men hóast tann peningin, var trupult at fáa endarnar at røkka saman. – Vit eru von at liva av SU og klára okkum í Da ­ nmark. Men í Føroyum er alt dupult so dýrt, so her vóru vit í ringari støðu. sigur hon. Onki pláss Av berari frustratión ringdi og vitjaði Mari ofta Snar­ skivuna. Men fekk bara boðini um at dótturin stóð á tí og tí plássinum og at tær onki vistu. – Tað kennist sum Havnin er fyri tey, sum eru fødd og uppvaksin her og ikki fyri tey, sum flyta til Havnina, sigur Mari. Tá fýra mánaðir vóru gingnir í august vónaði Mari, at Ýr fór at vera mill­ um tey, sum sloppu inn eftir summarfrítíðina.Men nei, har var onki pláss. – Tað kostar somikið nógv at flyta av aftur land­ inum, so tað umhugsaðu vit ikki, men vit vóru sera nær við at flyta út á bygd. Í september komu so boðini frá Snarskivuni, ið Mari hevði bíðað eftir. Ýr fekk pláss í vøggustovuni á Velbastað og kundi byrja fyrsta oktober. Mari fekk arbeiði á sama stovni. – Tað kennist, sum vit vunnu gullmedaljuna til end ans, sigur Mari. Stovnurin á Velbastað hevur gott orð á sær, og Ýr trívist sera væl. Er tað nakað ráð tú vil geva útisetum, sum um ­ hugsa at flyta heimaftur? – At tey skulu planleggja sær lívið langt fram í tíðina. Vit høvdu kunna skrivað okkum upp á bíðilista, áðrenn vit komu til Føroya, men eftirsum okkara avgerð kom í so knappuliga gjørdu vit ikki tað. – Havnin er ikki fyri okkum Mari Hamrá Hammeken bíðaði eitt hálvt ár eftir at fáa dóttrina Ýr á stovn, tá tey fluttu heim úr Danmark