hósdagur 12. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 12. november 2009
13
tíðindi
Ísrael við samráðast
Ísraelska stjórnin er til reiðar at fara undir friðarsamáðingar við
grannalandið Sýrialand uttan at leggja nakrar treytir við
frammanundan. Tað sigur ein týðandi ísraelskur embætismaður
við fronsku tíðindastovuna AFP. Turkaland royndi leingi at fáa
semju millum Ísrael og Sýrialand, men semingsroyndin steðgaði,
tá Ísrael gjørdi innrás í Gaza. Ísraelski forsætisráðharrin,
Benjamin Netanyahu, hevur júst verið í París, og har skal hann
hava sagt Nicolas Sarkozy, forseta, at hann er sinnaður at hitta
sýriska forsetan beinanvegin og treytaleyst, skrivar AFP.
– Utisetarnir halda,
at tað stendur eitt
tómt pláss og bíðar
eftir teimum, tá tey
koma heim, men tað
ger tað ikki, sig ur
Katrin Holm á Snar
skivuni í Havn. Hon
er ein av teimum,
sum dagliga tekur
ímóti samrøðum frá
for eldrum, sum vilja
hava børnini inn í
ansingarskipanina
Útisetar
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Katrin Holm hevur starvast
í nógv ár á Snarskivuni og
er von við tað mesta. Hon
hevur bíðilistan fyri barna
ansingina um hendi.
Hon vísir mær stolt skip
anina, ið sær snøgg og væl
skipað út, men, sum hevur
orð á sær at verða alt ann að.
Fólk tosa so nógv. Eg
hoyri, tá summar koma inn,
at nú hava tær verið í
mammu bólki og snakkað
um, hvussu nógv óskil tað
er við vøggustovu pláss un
um, sigur Katrin Holm.
Tað tekur umleið eitt ár á
bíðilista fyri at fáa pláss í
vøggustovu. Til barnagarð,
sum eru børn frá trimum ár
og uppeftir, er ongin bíði
listi.
Samanlagt eru tað beint
nú 1.187 børn í ansingar
skipanini.
– Umleið eini 30 børn
um árið koma inn í skip an
ina uttanifrá. Tá hjálpir væl
hjá teimum at hava skrivað
seg upp á bíðilista, áðrenn
tey flyta til Havnina, sigur
Katrin Holm.
Betri skil nú
Skilið á barnaansingar øk in
um meinar hon er væl betri
nú enn tað var fyri nøkrum
árum síðani, tá bíðitíðin var
enn longri. Nakrir stovnar
eru bygdir aftrat sum hava
minkað trýstið.
– Summi foreldur hava so
serlig ynski, og tá verður
bíði tíðin longri, sigur Katrin.
Nøkur av børnunum, sum
ikki fáa pláss á vøggustovu,
fáa pláss í dagrøktini. Søkt
verður eftir fleiri dagrøktar
mammum, men tað gongur
striltið at fáa størvini sett.
Børnini sum eru í dagrøkt
eru lítil og fara oftast í
vøggu stovu aftan á eitt ár
ella so.
Listin til vøggustovupláss
er langur – eini 200 børn
standa á honum. Men nógv
tey flestu av teimum eru
ný føðingar og skulu ikki
hava pláss rættiliga enn.
Ætla at flyta heim
Katrin Holm tekur ímóti
nógvum samrøðum frá úti
setum, sum ætla at flyta til
Føroya og spyrja seg fyri,
hvussu tað stendur til á
barnaansingarøkinum.
– Eg ráði teimum til at
skriva seg upp á bíðilistan.
Eg haldi ikki, at tað er nakar
sum broytir ætlan vegna
mangl andi stovnspláss. Tey
flestu satsa uppá, at tað
nokk skal ordna seg, tá tey
koma heim, sigur hon.
Hvørji ráð gevur tú so teim
um, sum ikki fáa pláss á
stovni?
– At tey skulu finna sær
eina privata loysn. Og søkja
pening frá Almanna stov
uni.
Verður nakað barn nakran
tíð tikið framum á bíði list
anum?
– Nei, bíðilistin verður
fylgdur. Men um barna
verndin setur seg í samband
við okkum hendir tað, at vit
taka onkran framum.
Vaksa tit nakrantíð teir
vøggu stovubólkar sum eru,
fyri at fáa fleiri børn inn?
– Tað hendir, at vit gera
tað. Men sjáldsamt.
tjóran Ingibjørn Berg
Onki tómt pláss bíðar
eftir útisetunum
Eftirsum tað er so torført
hjá innflytarum at fáa
pláss, tá tey flyta til
Havnina ber tað ikki til at
broyta reglarnar, so at ein
kann stilla seg á bíðilistan
eitt ár áðrenn flutt verður
heim ella líknandi?
– Í dag ber til at skriva seg
upp á bíðilistan 1/2 ár
áðrenn barnið flytur til
landið, men barnið fær ikki
boðið pláss, fyrr enn
bústaðurin er í Tórshavnar
kommunu.
tilflytarar
Mynd: Jens Kristian Vang
Katrin Holm og Rókur Tummasarson í Snarskivuni taka ímóti samrøðum frá útisetum, sum vilja flyta aftur til Føroya
Mynd: Jens Kristian Vang