Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 220 - 17. november 2009 Hóast tíðindi um, at rækjuveiðan skal skerjast í Grønlandi, eru virki, sum ikki fáa arbeitt undan, tí tað er ov nógv at fáa. Okkara maður Kári við Stein greiðir frá 2. november Manu er inni í Nuuk við gott 300 tonsum av svartkalva. Teir skulu skifta fólk, og so hava teir nakað eftir av kvotu á tí norðara feltinum. Steffen C er inni í Manitsoq og landar í dag. Tað sama er Polar Amaroq inni í Nuuk. Teir hava um hálva last. Teir bróta túr av, tí har var okkurt, sum skuldi kannast umborð. Ocean Tiger kom inn í dag her til Sisimiut at landa gott 400 tons. 4. november Lómur kom inn til Aasiat við einum roktúri. Teir hava í 3½ samdøgur fingið 137 tons. 5. november Markus er í Nuuk og landar. 6. november Polar Nanoq kom til Nuuk í morgun at landa. 9. november Vit hava merkt lítið til kuldan, men hann sníkir seg inn á okkum. Vesturland kom í Prins Kristian­ sund í morgun á veg heim. Teir hava ligið sum hjálparskip hjá Atlantic Explorer, sum hevur sprongt á botni fyri at finna svartagullið. Krabbabáturin Natoralik liggur í Nuuk fyri veður. Har hevur viðrað illa í eina tíð. Tað hevur verið nógvur vindur, so ikki hevur verið møguleiki at draga teinarnar. 10. november Akamalik kom inn at landa í dag. Teir hava fulla last inni, ein óførur túrur hjá teimun. 12. november Í dag ­14 stig og stilli. Polar Amaroq kom inn til Nuuk at landa. Teir høvdu bert veri úti í eina góða viku og hava knapt 200 tons inni Qaqqatsiaq kom inn her til Sisimiut í morgun at skifta fólk og landa um 200 tons, sum teir hava fingið í eina góða viku. Teir loystu í kvøld nýggjan túr. 13. november Polar Nagtoralik kom inn til Nuuk í morgun at landa. 15. november Natarnaq kom inn i kvøld at landa. Teir vóru fullir upp undir lúkunar, ein óførur túrur hjá teimun. 16. november Polar Qrasiut kom inn til Nuuk í morgun at landa og skifta manning. Lómur kom í dag inn til Illulisat við 100 tonsum. Har er sett avmarking av avreiðing. Teir kunna bara koma við 100 tonsum ein túr um vikuna. Har eru so nógvar rækjur at teir ligga stillir av og á, tí teir kunna bert fiska 25 tons um dagin vegna nevndu avmarking. Allur smábátaflotin er har uppi fyri tíðina. Nakrir landa til Polar Seafood í Aasiat. Millum hesar er Polar Aassik, sum eg onki havi hoyrt frá í langa tíð. Virkið í Sisimiut er stongt til 24. november. Grønlandstíðindi: Ov nógvar rækjur Grønlandstíðindi Kári við Stein Stórt epli Á heysti er vanligt at taka upp eplir, og spennandi er altíð at vita, hvussu nógv er undir. Tað hendir meira enn so, at eplir gerast sera stór. Umframt gleðina er bilsni ofta stórt á heysti, tá epli verða tikin upp, og stór epli eru ímillum. Stóra eplið á myndini er tikið upp í eini eplaveltu í Vági. Tað er meira enn 22 sentimetrar langt og vigar 1025 gramm. Arbeiðið við nýggja klimaskerminum á Landssjúkrahúsinum – sum m.a. umfatar nýggjan klædning, vindeygu og bjálving – hjá íslendska TG Verk hevur gingið eftir ætlan higartil. Eitt nú er meginparturin av nýggju vindeygunum ísettur Bygging Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Landsverk skrivar í tíðindar­ skrivi, at fakeftirlitið hevur kannað arbeiðið, hevur tað tíverri víst seg, at nýggju vindeyguni bæði trekkja og leka illa. Tí gjørdi Landsverk beinanvegin av at halda aftur hjá arbeiðstakaranum eina peningaupphædd, ið svarar til gjaldið fyri vindeyguni, meðan tey vórðu kannaði. Hetta kom heldur illa við hjá TG Verk, sum tó bar skjótt at og sendi eitt av vindeygunum til nærri kann­ ingar hjá veitaranum, HS Hansen úr Lem í Danmark. HS Hansen hevur ein sokallaðan vindtunnil, har vindeyguni kunnu setast undir trýst, og royndirnar vístu, at tey eru sera ótøtt. Landsverk hevur havt tvey eftirlitsfólk á staðnum í samband við royndirnar hjá vindeygaframleiðaranum. Úrslitið av kanningunum hjá HS Hansen vísti, at vind­ eygarammurnar eru punkter­ aðar í samband við fyrireik­ ing til montering av motor­ um til sjálvvirkandi persi­ ennurnar, sum eru settar upp inni í vindeygarammuni millum innara og uttara rút­ in. Í samráð við fakeftirlitið varð síðani avrátt, hvussu brekið skuldi rættast. Tá hetta var gjørt, varð vindeyg­ að trýstroynt av nýggjum, og nú sýndi úrslitið, at vind­ eygað væl og virðiliga helt tey settu krøvini til tætt­ leika. ­ Størsti trupulleikin hjá bæði starvsfólkum og sjúk­ lingum á Landssjúkrahús­ inum áðrenn umvælingina, var júst, at vindeyguni trektu og lóku í eyri og seyri. Tí hevði tað verið sera óheppið, um nýggju vindeyguni eisini vóru ótøtt, sigur Kristian Ras­ mussen, deildarleiðari hjá Landsverk við heimasíðuna hjá stovninum. Landsverk hevur nú fingið vissu fyri, at brekini í vindeygunum verða rætt­ að, og afturhildna peninga­ upphæddin til TG Verk er tí leysgivin aftur. Samlaða kostnaðarætlan­ in fyri klimaskermin á Landssjúkrahúsinum er 42 mió krónur, har av vindeyg­ uni við íseting kosta umleið 4,5 milliónir krónur. Vindeyguni leka Eftir at vindeyguni á Landssjúkrahúsinum vórðu skift, komu menn eftir, at fleiri av hesum høvdu lekar