týsdagur 17. november 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. november 2009 – Nr. 220
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 17. november 2009
– Eftir hesar fantastisku
World Cup-dagarnar
síggja vit nú fram
til EM-kappingina í
Turkalandi, tí tá senda
vit aftur eitt sterkt lið av
svimjarum avstað, sigur
Jon Hestoy, formaður í
Svimjisambandinum
Nógv brosandi andlit vóru at síggja
á farstøðini í Havn í gjár, men tann,
ið mundi eiga eitt hitt breiðasta
brosið, var formaðurin í Svimjisam
bandinum, Jon Hestoy, ið fegnaðist
um at fáa svimjararnar heimaftur,
samstundis sum hann sá fram ímóti
næstu avbjóðingini.
– Vit sótu og tosaðu um tað á
veg suður av flogvøllinum, at tað er
ótrúligt, at Pál eftir níggju døgum
kann taka norðurlendska metið á
1.500 metra teininum í frísvimjing,
og síðani enntá betra tað tvær
ferðir, segði Jon, ið longu beinan
vegin hevði hug at skrúva tíðina ein
mánað fram.
– Nú síggja vit fram til
EMkappingina í Istanbul í Turka
landi um fýra vikur, har hesir fýra
svimjararnir verða við, umframt
Kára J. á Høvdanum. Við Páli á odda
stilla vit upp til EM við einum
sterkum liði, so hvør veit, um vit ikki
hittast aftur her um ein mánað ella
so.
Jon Hestoy helt, at tað júst nú var
ótrúliga stuttligt at vera formaður í
Svimjisambandinum, tí tað gongur
so væl og svimjingin er merkt av
stórari entusiasmu. Samstundis
legði hann dent á, at hetta ikki
hevði borið til, um ikki almennu
Føroyar hjálptu til við einari játtan
til úrvalsítrótt.
– Í fjør var Pál við til eina World
Cupstevnu, sum var tann í
Stockholm, men av tí at stuðulin nú
er har, hevur í ár borið til hjá okkum
at sent hann til tríggjar stevnur,
bæði í Moskva, Stockholm og
Berlin, umframt at hann hevur havt
fysioterapeut við, sigur Jon Hestoy,
ið vónar, at almennu Føroyar ikki
sleppa her.
– Tað hevði verið deiligt at vitað,
hvat vit kundu lagt til rættis eftir 1.
januar komandi, men tað skuldi
undra meg, um ikki nøkur oyru
komu aftur tá, tí er tað nakar, ið
hevur leverað fullan valuta fyri
pengarnar, so er tað Pál.
hil
Pauli, Sheila og Mona vóru
samd um, at tað hevði ver ið
ein stór uppliving at verið
við til World Cup-kapp-
ingina í Berlin, har tey øll
stóðu seg væl
At Suðuroyggin í nógvar máta
gongur undan, tá talan er um
svimjing, gekk sjón fyri søgn, nú
føroyskir svimjarar aftur hava gjørt
vart við seg uttanlands. Av teimum
fýra svimjarunum, ið vóru við til
World Cup í Berlin, vóru tríggir úr
Suðuroyar Svimjifelag. Einasti, ið
ikki var úr Suðuroynni, var Pauli
Øssursson Mohr, ið er úr Fugla
fjarðar Svimjifelag.
– Hetta var ein stór uppliving, og
eg haldi, at eg havi lært nógv. Tíð
irnar vóru eisini góðar, tí í 50 metra
frísvimjing var eg bara fimm
hundrað partar frá føroyska metin
um, Pál tók frá mær á Oyggja leik
unum, og í 100 metra frísvimjing
betraði eg mína tíð við einum
hundraðparti, segði Pauli um tey
bæði persónligu metini, hann setti í
Berlin.
– Eg eri ordiliga væl nøgdur, tí
hetta er størsta kapping, eg havi
verið við til. Allar heimsstjørnurnar
vóru har, so tað legði sjálvandi eitt
sindur av trýsti á. Men tá mótstøð
an er so góð, lyftir tú teg sjálvan
upp til at geva enn meira.
Gevur hug at dríva á
Sheila Millum Garðarnar hevur
onkuntíð umhugsað at givist við
svimjingini, og onkuntíð hevur hon
eisini hálvavegna lagt svimjibúnan
frá sær. Men hon er framvegis við
og hevði góðar tíðir í Berlin. Henn
ara trupulleiki hevur verið, at hon
hevur betrað seg alla tíðina, og tí
hevur verið ringt at slept svimj
ingini, hóast hon hevur fult arbeiði
við síðuna av.
– Nú havi eg upplivað so nógv,
og hvørja einastu ferð hevur talan
verið um góðar upplivingar. Eg
hevði ikki verið til World Cup fyrr, so
hetta var nakað serligt, og eg eri
sera væl nøgd. Nú skal eg so eisini
við til EM í Turkalandi, sum verður
mín triðja EMkapping, umframt at
eg tvær ferðir havi verið við til HM,
sigur Sheila, sum í Berlin var við í 50
og 100 metra frísvimjing.
Eisini Mona Simonsen læt væl at
ferðini, ið fyri hennara viðkomandi
gav góðar tíðir og eisini góðar
plaseringar á longru teinunum í
frísvimjing, sum hesa ferð vóru 400
og 800 metrar.
– Hetta var ein sera góð ferð, tí
alt var á nógv hægri stigi, enn vit
eru von við. Hetta var ordiliga stórt
og umstøðurnar vóru av teimum
allarbestu. Sjálvt vatnið var so gott,
at tað kendist framúr væl at svimja,
sigur Mona, ið viðgongur, at tað
kann vera upp og niður við svimj
ingini, men at slíkar upplivingar
sum henda gera, at hon tímir
ordiliga væl at dríva á við svimjing
ini.
Síggja fram til EM
Formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy, átti eitt tað
breiðasta brosið, tá móttøka var fyri føroysku World Cup-
svimjarunum í gjár
Mynd: Jens Kr. Vang
Ein stór uppliving
Eftir røður og handanir av blómutyssum stillaðu svimjararnir upp til eina felags mynd. Frá vinstru Mona Simonsen, Sheila Millum
Garðarnar, Pauli Øssursson Mohr og Pál Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen