týsdagur 17. november 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. november 2009 – Nr. 220 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
– Møguleikin at vinna
á europameistaranum
hevur ongantíð verið
størri, enn hann verður til
EM-kappingina í Turkalandi
um ein mánað, sigur Pál
Joensen
Pál Joensen var uttan síðustykki
høvuðspersónurin, tá móttøka var
fyri World Cup-svimjarunum í gjár,
og einki er at siga til tað. Serliga á
1.500 metra teininum í frísvimjing
hevur hann sligið navn sítt fast.
Fyrst við at vinna gull í Moskva og
síðani við at vinna silvur í bæði
Stockholm og Berlin, umframt at
hann allar tríggjar ferðirnar setti
norðurlendskt met.
– Nú er tað italska europameist-
aran, Federico Colbertaldo, eg
kappist beinleiðis við, og nú eri eg
ið hvussu er ikki líka bangin fyri
honum. Tað vísir seg eisini, at eg
havi ligið framman fyri hann 1.400
metrar, so nú mangli eg bara líka
teir síðstu 100 metrarnar, so er tað
komið upp á pláss, sigur Pál, sum í
desember mánaði skal til EM í
Istanbul í Turkalandi at vita, um tað
kann gerast enn betri.
– Colbertaldo er avgjørt tann
besti svimjarin, eg komi at svimja
ímóti, og tað er góður møguleiki
fyri, at eg kann taka hann í Turka-
landi. Í øllum førum hevur
møguleikin ongantíð verið størri, so
vit vóna, at tað fer at bera til, tí vit
seta okkum altíð høg mál.
Frammanundan hevur mesta
kappingin verið við danskaran,
Mads Glæsner, men eftir at hava
verið aftan fyri Pál tvær ferðir, gav
danskarin upp í Berlin, har hann
valdi at lata vera við at svimja
finaluna í 1.500 metra frísvimjing.
Almenna frágreiðingin var, at hann
var móður, men Pál heldur, at Mads
ikki tímir meira, nú tað tvær ferðir
er blivið til eitt triðja pláss – aftan
fyri Pál.
– Nú er 1.500 metra teinurin mín
teinur í Norðurlondum, staðfestir
Pál við stoltleika í eygunum.
Svimja skjótari
Sum sagt, er EM-kappingin í Turka-
landi tað næsta, sum er á skránni,
og tí skulu svimjararnir nú »trappa
niður«, sum tey rópa tað á svimji-
máli.
– Ja, tað verður ein vika aftrat við
harðari venjing, og so ræður um at
slappa av og svimja eitt sindur
nógv skjótari í Turkalandi enn nú.
Tá átti at givið úrslit, og eg haldi tað
vera gott tekn, at eg orki at svimja
1.500 metra teinin við mestsum
somu tíð innan fyri eina góða viku,
sigur Pál, ið var eitt sindur bilsin av,
at tað gekk so væl á teimum
trimum World Cup-stevnunum.
– Hetta var ikki ordiliga tað, vit
høvdu væntað, tí tað var ikki fyrr
enn síðst á árinum, at vit roknaðu
við teimum góðu úrslitunum. Men
hetta var ordiliga deiligt, og hetta
hevur verið ein ordiliga góður túrur
– bæði úrslitið og tað, sum eg
annars havi fingið burturúr sum
svimjari hesar dagarnar.
hil
Sigfríður skal venja B36
B36 hevur skrivað undir sáttmála við Sigfríð S. Clementsen, sum skal venja besta manslið
felagsins í 2010. Sigfríður hevur áður verið venjari hjá B36, tí í 2006 stóð hann á odda fyri
liðnum, sum vann meistaraheitið, og árið eftir vann liðið steypakappingina. Og bæði
árini megnaði B36 eisini at spæla seg víðari í ávikavist UEFA Cup- og Champions League
undankappingini. Við heimasíðuna hjá B36 sigur Sigfríður, at hann gleðir seg til
uppgávuna og ætlar at stíla eitt sindur hægri, enn gjørt varð í farna kappingarári. Arbeitt
verður við at styrkja liðið, og Sigfríður heldur, at hóast tað kanska er í so tíðliga at
droyma um meistaraheitið, so ætlar hann, at liðið skal vera við, har tað er stuttligast.
Seinnapartin í gjár skipaði
Svimjisambandið fyri
móttøku fyri svimjarunum,
ið komu aftur til Føroya av
World Cup-ferð
Onkrastaðni millum whálvthundrað
og hundrað fólk vóru komin á
farstøðina í Havn seinnapartin í gjár
at taka ímóti, tá svimjararnir komu
aftur frá væleydnaðari World Cup-
ferð. Svimjisambandið hevði lagt
móttøkuna á farstøðini, tí
meginparturin av ferðalagnum
skuldi náa Smyril suður aftaná.
Jon Hestoy, formaður í
Svimjisambandinum, bjóðaði
vælkomin og presenteraði síðani
errin svimjararnar, ein fyri og annan
eftir – Monu Simonsen, Sheilu
Millum Garðarnar, Paula Øssursson
Mohr og Pál Joensen, umframt
fysioterapeutin og mammu Pál,
Thurid Kjærbo. Jón Bjarnason,
venjari, var longu blivin barna-
bundin eftir heimkomuna og var
ikki við til móttøkuna.
– Vegna Svimjisambandið er tað
mær ein stór gleði at presentera
ítróttarfólk, sum klára seg so væl,
segði Jon Hestoy, áðrenn hann gav
orðið til landsstýriskvinnuna við
mentamálum, Helenu Dam á
Neystabø.
Hon vísti millum annað á, at
føroysk svimjing enn eina ferð
hevði sett Føroyar í fokus uttan-
lands við framúrskarandi úrslitum,
og hon segði úrslitini hjá Páli
Joensen vera eina sensatión, sum
fer um allan heim. Somuleiðis
ynskti hon bæði svimjarum,
venjarin, hjálparfólk og Svimji sam-
bandinum tillukku við avrikinum.
– Svimjing krevur viljastyrki og
støðufesti, og tit hava í ríkiligt mát
víst, at tit eiga allar hesar dygdir. Tit
røkja bæði skúla og arbeiði, og
kortini hava tit orku til at venja
bæði tíðliga og síðla. Vit onnur hava
nógv at læra av tykkum, at røkka
málum, sum vit seta okkum, segði
landsstýriskvinnan.
Eftir røðuna handaði hon blómur,
og tað sama gjørdi eitt umboð fyri
Norðoya Sparikassa, sum er ein av
høvuðsstuðlunum hjá Svimji-
sambandinum. Síðani takka Jon
Hestoy øllum, sum vóru møtt upp,
áðrenn hann rópti eitt leingi livi fyri
svimjarunum, føroyskari svimjing
og teimum fantastisku úrslitunum.
Síðani sluppu fjølmiðlar framat at
gera samrøður við fyrst og fremst
Pál, men eisini hini, umframt at
svimjararnir stillaðu upp til mynda-
tøku. At enda gjørdist klokkan so
nógv, at fleiri av teimum, ið skuldu
suður við Smyrli, mestsum máttu
leypa avstað, men øll náddu suður,
har eisini varð skipað fyri móttøk-
um. Fyrst, tá svimjararnir komu á
Krambartanga, og síðani, tá ferða-
lagið var komið suður til Vágs. Tá
var móttøka í Vilt-húsinum, har
stundir góvust til, at fólk kundu
heilsa upp á Pál og hinar svimj ar-
arnar.
hil
Okkum
dámar
høg mál
Pál Joensen kann við
stoltleika staðfesta,
at 1.500 metra
teinurin nú er hansara
í Norðurlondum, og
um eina mánað fáa vit
so at síggja, um hann
tekur eitt týðandi tak
aftrat á leiðini
Mynd: Jens Kr. Vang
Móttøka fyri svimjarunum
Mynd: Jens Kr. Vang