Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 234 - 4. desember 2001 Nr. 234 - 4. desember 2001 13 ÚTBÚGVING OG OLJA Jan Müller Í gjár komu 16 næmingar frá teknisku skúlunum í landinum heimaftur av eini væleydnaðari vitjan í Skotlandi. Teir hava síðani 26. november verið gestir hjá Aberdeen College og ASSET-útbúgvingarstovn- inum í býnum. Press and Journal skriva um vitjanini í leygardagsútgávuni. Blað- ið skrivar, at eingin av næmingunum hevur ser- ligar royndir í oljuvinnuni, og tí varð tað eitt kærkomið høvi hjá útbúgvingarstovn- um og vinnuni í Aberdeen at vísa teimum nakað av tí, sum 30 ára royndir innan olju- og gassvinnu hava lagt eftir seg í Skotlandi. Sam Zacha, stjóri í ASSET- stovninum og sum hevur verið við til at fyrireika ferðina, sigur við blaðið, at tað er at fegnast um, at føroyingar, sum eru við at fara inn í oljuvinnuni, síggja teir møguleikar, sum Aberdeen hevur at geva teimum í samband við útbúgving og upplæring. Vitjanin í Skotlandi kom í lag eftir at umboð fyri Aberdeen City Council vitjaði í Føroyum fyrr í ár. Tá varð avrátt, at 10 næmingar frá teknisku skúlunum skulu fara til Aberdeen, men tað vísti seg, at 16 vildu sleppa við, og endin varð, at allir sluppu við. Mentamála- stýrið hevur stuðlað tiltak- inum. Tað er Oljuútbúgvingar- samtakið, sum er við til at skipa fyri slíkum. Tað arbeiðir so eisini við eini ætlan um fyrst í komandi ári at senda nakrar FHS- /HH-næmingar eina viku til Aberdeen College. Næm- ingarnir skulu við at fara í skrivstovuvenjing á skúlan- um læra, hvussu arbeitt verður á einari skrivstovu í Skotlandi. Á henda hátt fáa teir kunnleika bæði til mannagongdir og til enskt skrivstovumál. Teknisku skúlarnir hava annars tosað um møgu- leikan at senda lærlingar eina viku til Aberdeen sigur Claus Reistrup, sum stend- ur á odda fyri Oljuútbúgv- ingarsamtakinum. Tá verð- ur hugsað um upplæring á verkstaði við atliti til amboð, sum verða nýtt í oljuvinnuni. Hugsast kann at fleiri fyritøkur, sum hava elø, maskin- ella smiðju- lærlingar, kundu hugsað sær henda møguleikan fyri at geva lærlingunum eins og fyritøkunum kunnleika um tøkni/amboð innan oljuvinnuna. Oljuútbúgvingarsamtak- ið hevur í sínum arbeiði lagt stóran dent á at samstarva við skúlar í øðrum londum. VIÐMERKINGAR Jónas Johnsson 80 børn, familjur og dagrøktarar eru gíslar Býráðslimir søgdu á borgarafundi 22.10.01, at teir vilja javnstillað øll í kommununi. Men tað er ein andsøgn, tí limir í Kolla- fjarðar Arabeiðarafelag verða ikki javnstillaðir. Teir fáa ikki síni ar- beiðsviðurskifti avtalað, sum natúrligt er, við teirra egna felag. Hetta hildu dagrøktararnir í Kollafirði av góðum grundum vera í ljósmála. Og hvat viðvíkir inni- haldinum í einum ynsktum sáttmála, er fordømið greitt góðtikið við virknu lut- tøkuni frá Tórshavnar kommunu til tann fyrsta sáttmálan, ið fór úr gildi á nýggjárinum. Teir luttóku aktivt undir tingingunum í Kollafirði seinasta heyst! Einki kemur óvart á teir. Stjórin á lønardeildini í Tórshavnar kommunu luttók, kravdi og góðtók. Einki annað er hvørki tá ella síðani ført fram, annað enn at roynast skuldi at fáa ein og sama sáttmálan fyri allar dagrøktararnar í kommununi aftaná nýggjár. Tað vil siga fyri 10 mán- aðum síðani! Hugskotið um tann eina og sama sáttmálan hava og høvdu kollfirðingarnir einki ímóti, bara hann verður góður og skikkaður fyri øll – herundir skilst sjálvandi, at økir við ser- ligum fyritreytum og rímiligum ynskjum eisini verða vird. Og sjálvandi eisini, at sáttmálin verður til á ein demokratiskan hátt. Tað vil siga at allir dagrøktararnir við feløgum sínum sum umboð, kunnu verða við til realitets- tingingar. Men í so máta er einki gjørt frá Tórshavnar Kommunu. Tvørturímóti tingast hon nú við eitt felag, sum bert umboðar ein part av dagrøktarunum í kommununi. OLJURÁÐSTEVNA Jan Müller 4.-5. december verður ein AFEN ráðstevna hildin í Edinburgh. AFEN er ein stytting av Atlantic Frontier En- viromental Network og sum er fíggjað og stuðl- að av teimum oljufeløg- um sum einahelst hava áhuga í oljuframleiðslu vestan fyri Hetland, umframt at kenda UKOOA, samtakið av bretskum oljufeløgum, eisini er sponsorur. Á hesari ráðstevnuni verða heitini "Managing the Resources of the Atlantic Margin" og "A Sustainable Future?" Hópur av fyrilestrum verða hildnir um oceanagrafi, plankton, fiskastovnar, sjófuglar, fiskivinnuna, OSPAR og so sjálvandi um olju og gas. Øll oljufeløgini, sum hava leitiloyvi á føroya- økinum, hava umboð í FOIB Umhvørvisbólk- inum og luttaka hesi. Luttakandi føroyingar- nir eru frá Heilsufrøði- ligu Starvsstovuni, Bio- far, øðrum almennum stovnum umframt ANADARKO. Mett verður at henda ráðstevna er sera rele- vant fyri Føroyur ikki minst eftir at olja er funnin og at vit nú stevna ímóti einari olju og gasframleiðslu á okk- ara øki. Ongar tekningar aftur í ár Vegna forfall verða ongar tekningar á baksíðuni tað, ið eftir er av árinum. Annars kemur 13. bókini við tekningum hjá Óla P í handlarnar fyrsta dagin. Blaðstjórin AFEN ráðstevna í Edinburgh Koyrilin yvir Kollafjørð Nakrir av teimum 16 næmingunum frá teknisku skúlunum, sum hava verið á kunningarferð í Skotlandi Føroyskir næmingar heimaftur úr Aberdeen STULDUR Stefan í Skorini Sunnudagin seinnapart- in hevur onkur, ið var staddur uppi Millum Gilja, havt tørv á flutn- ingi. Viðkomandi stjól ein skutara úr einum bil- húsi, ið stóð opið. Á veg omaneftir Flat- arvegnum fer skutarin útav vegnum, og hann ferí knús. Tjóvurin tekur tó til rýmingar beinan- vegin, og løgreglan hev- ur ikki fingið fatur í við- komandi. Løgreglan hevur tikið tríggjar bilførarar, ið koyrdu við kenning, um vikuskiftið. Ein varð tik- in fríggjanáttina, meðan hinir báðir komu í klørn- ar hjá løgregluni náttina eftir. Sunnukvøldið var eis- ini innbrot í næminga- heiminum við Markna- gilsvegin. Gernings- menninir hava brotið høvuðsdyrnar upp og hava tikið 500 krónur, ið lógu óvardar í einum pengakassa í bygningin- um. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygarkvøldið var veitsla í ungmannafel- agshúsinum á Sandi. Út ímóti morgni var neyð- ugt at boðsenda løgregl- uni, tí onkur varð blivin illur í brennivíni. Viðkomandi hevði knúst fleiri rútar í hús- inum, og løgreglan kom á staðið. Men tá var gerningsmaðurin slopp- in til rýmingar. Løgreglan veit tó, hvør hevur framt her- verkið, men enn er ikki vist, um viðkomandi verður tikin, ella um hann sleppur við at lata eigaranum endurgjald. INNBROT Stefan í Skorini Leygarnáttina varð brot- ið inn í ítróttarhøllina á Giljanesi í Vágunum. Gerningsmenninir hava brotið hurðina aftanfyri við einum stórum steini. Síðani eru teir farnir beinleiðis í kioskina í høllini. Har hava teir brotið ein rút og hava sloppið sær inn. Har var tó eingin peningur at taka, og tí fór tjóvurin tómhentur avstað aftur. Eingi tekin eru um, at nakað er tikið. Umframt hetta inn- brotið fekk løgreglan eisini fráboðan um stormskaðar sunnudag- in, tá nógvur vindurin var. Nakrar takplátur á bygninginum, har Mið- vágs skúli og bygdar- húsið eru, loysnaðu. Sløkkiliðið varð boðsent og festi pláturnar aftur. Aðrir smáskaðar stóðust eisini av vindinum. AÐALFUNDUR Stefan í Skorini Blaðmannafelagið hevði eykaaðalfund leygar- dagin. Á skránni var val av nýggjum nevndarlim- um. Dánjal Højgaard, ið starvast á Dimmalætt- ing, varð valdur í fakfel- agsdeildina í nevndini. Hann kemur fyri Eli Guttesen, sum ikki kann vera í nevndini longur. Leif Láadal av Dimma- lætting varð valdur til tiltakslim. Katrin Petersen úr Sjónvarpi Føroya heldur fram í áhugadeildini í nevndini og tiltakslimur gjørdist Bjørt Samu- elsen, ið starvast í Útvarpi Føroya. Jústinus Eidesgaard av Sosialin- um er framvegis for- maður í felagnum. Stolin skutari Herverk á Sandi Innbrot á Giljanesi Nýggjur nevndarlimur í Blaðmannafelagnum Verkfallið hjá pedag- ogunum fer í dag inn í sína triðju viku. Samráðingar hava verið um vikuskiftið, og tað gongur framá, skilst á formanninum í Føroya Pedagogfelag VERKFALL Stefan í Skorini – Tað tykist sum báðir partar nú tosa sama tungu- mál, og vit hóma ein glotta fyri framman, sigur Carita Bjørklund, formaður í Føroya Pedagogfelag, hvørs limir ikki hava verið til arbeiðis í tvær vikur. Hon vónar, at verkfallið fær sín enda í hesi vikuni, men hon torir tó ikki at vænta hetta. Tá Sosialurin hevði hana í telefonini mánamorgunin, var tað nakað tíðliga hjá henni at úttala seg um samráðing- arnar, ið høvdu verið mána- dagin, men nøkur úrslit vóru fingin í samráðingun- um, ið hava verið um viku- skiftið. Samdir um grundarlag Partarnir eru komnir ásamt um útrokningargrundalagið undir lønartalvuni, ið hig- artil hevur ligið í buktini. Carita metir ikki, at lønar- talvan er tann stóri knúturin longur. Lønartalvan við bæði tænastumonnum og pedagogum er at kalla lið- ug, men enn vantar nakað í. Eftir er so at samráðast um restina av sáttmálanum. Her eru eitt nú dagrøktar- leiðararnir ikki fingnir uppá pláss. Carita Bjørklund leggur tó dent á, at tað enn var nakað tíðliga at gera nakra niðurstøðu, tí partarnir vóru mitt í samráðingun- um. Carita Bjørklund gjørdist fimmti ára gomul sunnu- dagin, og hon kundi ikki ynskt sær eina betri føðing- ardagsgávu enn eina semju. Kanska fær hon eina seink- aða føðingardagsgávu í hesi vikuni. Leygarmorgunin fóru portørar í skundi norður til Hvalvíkar, tí ein maður hevði boðað frá, at hann var illa staddur. Hetta vísti seg tó at vera falskur alarmur FRÁBOÐAN Stefan í Skorini Leygardagin boðaði ein maður alarmsentralinum frá, at hann var illa fyri, lá á gólvinum og at honum tørvaði hjálp í stundini. Hann boðsendi tí sjúkrabil- inum at koma á staðið og hjálpa sær. Talan var um ein miðaldrandi mann um fjør- uti ára aldur, sum gev hesi boð. Portørarnir fóru beinan- vegin norður til Hvalvíkar at kanna málið. Tá teir komu til bygdina, varnað- ust teir, at einki var galið við manninum. Tí kom løgreglan eisini á staðið, og maðurin varð handtikin. Tá hann gjørdist edrúur aftur, varð hann av- hoyrdur. Hann hevur við- gingið seg sekan í at boð- senda sjúkrabili uttan or- søk. Hann er skuldsettur og kann vænta sær eina lut- falsliga stóra bót fyri gerð- ina. Maðurin var dýrandi fullur, tá hann ringdi eftir hjálp, og hann uppgav skeivt navn og telefon- nummar. Í kirkju á nátt Leygarnáttina fekk løgregl- an fráboðan um, at høvuðs- dyrnar í Vesturkirkjuni stóðu á víðan vegg, og at fólk var inni. Løgreglan fór á staðið og har vóru fleiri ungfólk inni í gongini. Dyrnar stóðu ólæstar, og tey vóru tí farin inn, og har høvdu tey tveitt sálmabøkur um alt gólvið. Tey sluppu við eini ávaring, og onkur kom at læsa dyrn- ar í kirkjuni. Somu nátt var innbrot í einum sethúsum í Hoyvík. Tveir ávirkaður menn høvdu brotið inn og lagt seg at sova í húsinum. Teir vórðu handtiknir og eru skuldsettir. Gongur framá við samráðingunum Carita Bjørklund sigur, at tað gongur framá við samráðingunum millum pedagogarnar øðrumegin og fíggjarmálastýrið og kommunurnar hinumegin Mynd: Jens Kr. Vang Boðsendi sjúkrabili uttan orsøk C M Y K 13 12