Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 235 - 5. desember 2001 Nr. 235 - 5. desember 2001 13 Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum hevur sent Sámal Petur í Grund, lands- stýrismanni í al- manna- og heilsu- málum skriv, har tey mótmæla, at psykiatr- iska deild letur aftur um jólini MÓTMÆLI Ingrid Bjarnastein Hvørt ár á jólum letur onk- ur deild á Landssjúkrahús- inum aftur. Hetta kemst av vantandi arbeiðsorku og er hetta eisini ein liður í starvsfólkapolitikkinum. – Vit halda ikki, at tað er rætt, at deildir lata aftur, sigur Doris Hansen, for- maður í MBF. – Myndugleikararnir vilja ikki játta meira pening til at seta fleiri fólk, men í síðsta enda kostar tað nógv meira at lata eina deild aftur enn at seta nýtt fólk í starv. Tá deildin letur aftur, verða sjúklingarnir, ið har liggja sendir út í eystur og vestur. Nakrir verða lagdir inn á eina aðra deild, og teimum sum ikki er pláss fyri, verða sendir heimaftur til familju og avvarðandi. Tað sigur seg næstan sjálvt, at sjúklingarnir, sum eru mitt í eini viðgerð fara aftur, tá viðgerðin verður avbrotin á henda hátt. – Tá teir verða sendir á eina aðra deild, so eru per- sónarnir, sum dagliga fáast við sjúklingarnar ikki long- ur rundan um teir, og hetta ger at fólkið, sum teir hava álit á er burtur, greiðir Dor- is Hansen frá. – Nógv av teimum, sum verða send heim, klára ikki at vera heima á jólum. Óteljandi dømi eru um, at tey fáa tað verri tá tey fara heim, og er hetta eitt stórt afturstig í viðgerðini. Um tey kenna seg einsamøll, so kenna tey so ofta uppaftur meira einsamøll tá tey verða send heim. Ella um tey eru deprimeraði, so verða tey ofta meira deprimeraði, tí tey sum familjulimir ikki rættiliga megna at liva upp til tær væntanir, ið verða settar teimum, sum til dømis at skapa hugna og annað. Ov nógv avspáking Alt ov fá fólk arbeiða á psykiatrisku deild, og hetta ger, at starvsfólkið, sum longu er har, arbeiðir nógva yvirtíð. Tískil verður teim- um nógv avspáking til góð- ar og skal hetta alt avgreið- ast innan árið er liðugt. Tí noyðist deildin at lata aftur. Um myndugleikarnir høvdu játtað meira pening til starvsfólkasetan, so høvdu fleiri pengar verið spardir í síðsta enda. Tá deildirnar verða stongdar, so veit man, at sjúklingarn- ir fáa tørv á fleiri tímum, og er tað ein líknandi trupul- leiki, sum hevur stungið seg upp á deild 6 í løtuni. Starvsfólkatalið verður minkað, og arbeiðið til tey, ið eru eftir veksur. Ov fá fólk og ov stór arbeiðs- byrða botnar í, at starvs- fólkini verða overvað. Teir hægru myndugleik- arnir, tað vil siga læknar og sjúkrasystrar á deildunum, taka undir við mótmæl- inum hjá MBF. Gera metingar Í skrivinum til Sámal Petur í Grund heitir MBF um at gera nakrar metingar av, hvussu nógv tað í veruleik- anum kostar at lata deild- irnar aftur. Eisini vilja tey vita, hvussu nógv tað kost- ar í afturstigum hjá sjúkl- ingum, sum eru innløgd fyri at fáa viðgerð. Tann peningur, ið verður spardur við at lata deildina aftur, verður nýttur fleiri ferðir umaftur við yvirtíðargjaldi árið eftir fyri at rætta »skaðan« uppaftur. MPF umboðar í hesum sambandi 22 av limafeløg- um sínum. Tey vilja als ikki góðtaka, at deildir lata aft- ur, og halda, at hetta er ógvuliga illa umhugsað av myndugleikunum. Skrivið varð sent lands- stýrismanninum í síðstu viku, men enn hevur MBF ikki fingið nakra svar uppá mótmælið. Avloysarin hjá Poul Nyrup Rasmussen fer at gera alt, hann er mentur at broyta spentu støðuna mill- um Føroyar og Dan- mark. Tað boðaði hann frá í setanarrøð- uni hjá sær í gjár. Báðir teir føroysku fólkatingslimirnir eru nøgdir við fyrstu útmeldingina frá Fogh SETANARRØÐA Magnus Dam Keypmannahavn Anders Fogh Rasmussen vil ikki síggja eina endurtøku av hørðu samanbrestunum, sum fleiri ferðir vóru millum stjórnina hjá Poul Nyrup Rasmussen og landsstýrið. – Eg fari at gera mítt ítarsta at royna at bloyta viðurskiftini og fáa í lag eitt gott og álitisfult samskifti um framtíð Føroya, segði Anders Fogh Rasmussen av fólkatingsins røðarapalli í sínari fyrstu setanarrøðu í gjár. Anders Fogh Rasmussen vil av øllum alvi vísa veljar- unum, at tað nú situr ein nýggjur maður í politiska oddasessinum í Danmark. Politikkurin hjá undanfarnu stjórnini varð vrakaður á valinum 20. november, og nýggja stjórnin fer at leggja eina nýggja kós í flestøllum viðurskiftum. Hesa endur- nýggjan vil stjórnin eisini vísa í verki, tá ið tað snýr seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og teir tríggjar partarnar í Ríkisfel- agsskapinum sum heild. Støðan, sum undanfarna stjórnin hevði um viður- skiftini millum Føroyar og Danmark, er tí ikki neyð- turviliga tann sama støðan, sum nýggja stjórnin hevur. Sinnað at gera broytingar Anders Fogh Rasmussen fór ikki í smálutir í setanar- røðuni hjá sær, og tí ber ikki til at siga enn, júst hvussu vit fara at síggja og merkja ein møguligan nýggjan Føroya-politikk. Nýggja stjórnin er eins og gamla stjórnin áhugað í at varð- veita Ríkisfelagsskapin, og sigur, at hann skal vera ein felagsskapur millum trý fólk á jøvnum føti, Føroyar Grønland og Danmark. – Og stjórnin er sinnað til at endurnýggja heimastýr- ini í einum uppbyggjandi og virðiligum samstarvi við Føroyar og Grønland, legði Anders Fogh Rasmussen afturat. Hann boðaði frá, at stjórnin hevur ta støðu, at føroyingar avgera sína egnu framtíð sjálvir. – Tað veri seg, um føroy- ingar vilja hava fullveldi, ella um teir vilja menna samstarvið innanfyri Ríkis- felagsskapin. Nøgd við røðuna Báðir teir nývaldu føroysku fólkatingslimirnir, Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoy- dal, vóru hjástaddir í fólka- tingssalinum, tá ið Anders Fogh Rasmussen helt setan- arrøðuna. Og tey siga seg bæði tvey vera nøgd við boðskapin hjá forsætisráð- harranum. – Hetta eru heilt greitt nýggir tónar, og tað er at fegnast um, sigur Høgni Hoydal, meðan Lisbeth Petersen vísir á, at Anders Fogh Rasmussen tosar um at broyta og menna sam- starvið innanfyri Ríkisfel- agsskapin, og tað samsvarar við ynskini hjá Sambands- flokkinum. Samráðingarnar halda fram Í fyrsta umfari er stjórnin sinnað at halda fram við samráðingunum við lands- stýrið um at yvirtaka máls- øki í heimastýrislógini og fíggjarligu ábyrgdina av teimum yvirtiknu málsøkj- unum. Einki varð sagt um eina møguliga skiftistíð, um føroyingar taka avgerð um at fara út úr Ríkisfel- agsskapinum og skipa Før- oyar sum fullveldi. Ein munur millum røð- una hjá Anders Fogh Rasm- ussen og fleiri av røðunum, sum Poul Nyrup Rasmuss- en helt, er, at nýggi forsæt- isráðharrin ikki nevndi nakað ítøkiligt alternativ til at Føroyar fara út úr Ríkisfelagsskapinum. Poul Nyrup Rasmussen vísti í sínum røðum á eina skipan við sjálvstýri innanfyri Rík- isfelagsskapin og hugsaði her helst um sjálvstýrislóg- ina hjá Javnaðarflokkinum. Anders Fogh Rasmussen valdi í staðin at lata allar dyr standa opnar og vísti bert á, at stjórnin er sinnað at samráðast um tað, sum føroyingar vilja samráðast um – í fyrsta umfari um yvirtøkur eftir heimastýr- islógini. Í morgin fáa føroysku fólkatingslimirnir høvi til at gera viðmerkingar til ætl- aða politikkin hjá stjórnini. Høgni Hoydal fer at nýta hetta høvi og vísa á sína støðu um viðurskiftini mill- um Føroyar og Danmark, men tað er ógreitt, um Lis- beth L. Petersen fer at taka orðið frá fólkatingsins røð- arapalli í hesum umfarin- um. MbF mótmælir Spentu viðurskiftini skulu broytast Tíðindaskriv Fyrst í september í ár bjóðaði Mentamálastý- rið til projektkapping um uppskot til nýggjan miðnámsskúla í Suður- oy. Innlatingarfreistin nærkast, og Arkitekta- felag Føroya upplýsir, at 25 teknistovur og ein- staklingar hava biðið um kappingartilfar. Dømingin fer fram í Vági og byrjar tann 7. desember. Dómsnevnd- in ætlar at hava døming- ina lidna mánadagin tann 10. desember og at kunngera úrslitið av kappingini sama dag. Uppskotini verða síð- ani sýnd fram í Stóra Pakkhúsi í Vági í døg- unum 11.–16. desemb- er, hvønn dag frá klokk- an 15 til 18. Kappingin um mið- námsskúla í Suðuroy Umboð frá Ítróttar- sambandi Føroya hava júst verið í Dan- mark, har teir hava fingið stuðul frá hinum ítróttarsam- bondunum í Norður- londum fyri før- oyskari viðurkenning í altjóða olympisku nevndini (IOC). Málið er at fáa viður- kenning í 2003, so at føroysk ítróttarfólk kunnu vera við í olympisku leikunum ÍTRÓTTUR Stefan í Skorini Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, Sverri Midjord, næst- formaður, og Petur Elias Petersen, skrivari hava júst verið í Danmark, og enda- málið við hesi ferðini hjá nevndini í ÍSF er at fáa stuðul frá hinum Norður- londunum fyri føroyskari IOC viðurkenning. – Málið hjá okkum er at fáa viðurkenning frá IOC í 2003. Um hetta málið skal náast er neyðugt, at vit gera eitt umfatandi lobby-virk- semi, so at vit fáa stuðul frá so nógvum londum sum gjørligt, sigur Heðin Mort- ensen úr Keypmannahavn. Nevndin hjá ÍSF hevði eisini onnur ørindi í Dan- mark, og tað var at fyrireika ein fund í norðurlendsku felagsnevndini, sum verður í Føroyum í september næsta ár. Fundarskráin er løgd til rættis, og eitt punkt á skránni er føroyskur lima- skapur í IOC, International Olympic Committee. Breiðan stuðul – Vit hava fingið stuðul frá øllum hinum ítróttarsam- bondunum í Norðurlond- um. Eisini eru lond sum Holland, Týskland og tey baltisku londini sinnað at stuðla okkara roynd at sleppa við, sigur Heðin Mortensen, sum tó leggur afturat, at londini í Suður- evropa ikki eru eins vinar- liga sinnað mótvegis Før- oyum sum okkara nærm- astu grannar. Tað er ein sannroynd, at tað er torførari hjá smátjóð- um at sleppa við í IOC enn hjá størri tjóðum. Tí má ítróttarsambandið gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa onn- ur lond at viðurkenna okk- ara rætt at luttaka í olymp- isku leikunum. Heðin Mortensen sigur, at í næstum fer ítróttarsam- bandið at seta seg í sam- band við øll limalondini í altjóða olympisku nevnd- ini. Hetta verður gjørt við at senda teimum ein fald- ara, har greitt verður frá Føroyum, og at vit lúka all- ar ítróttarligar treytir fyri at vera við. Ítóttarsambandið er so- statt farið undir eina her- ferð, sum hevur til enda- máls at geva føroyskum ítróttarfólki rættin at lut- taka í olympisku leikunum. Danska hjálp Danska ítróttarsambandið stuðlar Føroyum í royndini at sleppa inn í hitan hjá spaniólanum Juan Antonio Samaranch, ið er forseti í IOC. Ein konsulentur frá danska ítróttarsambandin- um er settur at hjálpa før- oyska ítróttarsambandin- um, og Kári á Rógvi skal veita løgfrøðiliga ráðgev- ing. – Tá okkara umsókn einaferð verður tikin til við- gerðar á hægsta stigi í nevndini, skal eingin ivi vera um, at vit lúka treyt- irnar og tí er neyðugt at vera væl fyrireikaður, sigur Heðin Mortensen. Um eitt ár fer IOC at hava aðalfund í Íslandi. Føroyar eru bodnar við sum eygleiðarar, og tá verður aftur eitt høvi at gera vart við seg. Tá er ætlanin, at tey norðurlendsku sam- bondini skulu innstilla Før- oyar til viðurkenning. Í upptøkunevndini sita 126 limir, og har krevst stuðul frá meira enn helvt- ini av limunum. Fíggjarligur stuðul Um Føroyar fáa viðurkenn- ing og soleiðis sleppa at vera við í leikunum fer hetta at hava við sær stórar fíggjarligar fyrimunir. – Yvirskotið frá olymp- isku leikunum verður býtt útaftur til limalondini, og har fáa vit okkara part av køkuni. Hesin peningur verður nýttur til at fremja ítróttarligt virksemi í Før- oyum, so viðurkenning frá IOC hevði gagnað føroysk- um ítróttarlívi, sigur Heðin Mortensen. Føroyar hava fyrr søkt um viðurkenning frá IOC, men henda umsókn er ikki gingin á møti enn. Tó hava Føroyar ikki fingið nokt- andi svar frá altjóða nevnd- ini. Hetta gevur Heðini góða vón um, at tað skal eydnast teimum at vinna Føroyum rætt til at luttaka í olymp- isku leikunum. Kanska síggja vit føroyska Merkið á leikunum í Athen í 2004, um alt gongur eftir ætlan hjá Heðini, Sverra og Petur Eliasi. HAGTØL Stefan í Skorini Bileftirlit Føroya hevur kunngjørt hagtølini fyri nýggj akfør fyri november. Tey vísa, at bileftirlitið hev- ur skrásett 124 nýggjar per- sónbilar í hesum tíðar- skeiðnum. Í november í fjør vórðu 112 bilar skrásettir. Higartil í ár eru skrásettir 1432 nýggir persónbilar. Sama tíðarskeið í fjør vórðu bara 1219 nýggir persónbilar skrásettir. Hesi tøl vísa, at framburðurin í samfelagnum enn merkist hjá bilasølum, ið selja meira enn nakrantíð. Nógv fleiri viðfestivognar og vøruvognar eru skrásettir í ár enn fjør. Higartil í ár eru skrásetti tilsamans 1882 nýggj akfør, tá alt slag verður talt við. Sama tíðarskeið í fjør vórðu 1619 nýggj akfør skrásett. Alt árið í fjør vórðu 1738 akfør skrásett hjá Bileftirliti Føroya. Arbeiða fyri IOC viðurkenning RÆTTING Stefan í Skorini Í blaðnum í gjár stóð skrivað, at herverk hevði verið í Ungmannafel- agshúsinum á Sandi. Lesarar hava gjørt vart við, at hetta ikki er rætt, men at herverkið varð framt í Ungmannafel- agshúsinum í Skopun. Bygdirnar eru komnar í bland hjá blaðmannin- um. Herverk í Skopun Heðin Mortensen sigur, at nevndin hevur sett sær sum mál, at í 2003 skal føroyska umsóknin til viðgerðar hægsta stigi. So er bara at vóna játtandi svar Ítróttarsamband Føroya hevur sett alt inn fyri at fáa Føroyum viðurkenning í IOC, so at føroysk ítróttarfólk fáa møguleikan at royna seg á teimum olympisku leikunum. Her eru tveir glímarar í hornatøkum á leikunum í Sydney á sumri í fjør 124 nýggir persónbilar í november C M Y K 13 12