Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 4. desember 2001 15 – Tað kann tykjast órímiligt, at foreldur mugu gjalda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa, og vit ætla at viðgera brúkaragjald- ið fyri barnaansing- ina, tá verkfallið er av, sigur borgarstjórin í Klaksvík BARNAANSING Eyðun Klakstein Klaksvík: Klaksvíkar kommuna fer at viðgera málið um brúkaragjaldið til dagstovnarnar í kommun- uni, tá verkfallið hjá peda- gogunum er av. Pedagogarnir hava verið í verkfalli í tvær vikur, og hesa tíðina hava tey foreld- ur, sum vanliga hava børn síni á dagstovnum, verið noydd at funnið aðrar mátar at fáa børnini ansað, meðan tey hava verið til arbeiðis. Hetta hevur fingið for- eldrini at spyrja, um tey skulu gjalda fyri dag- stovnaplássini, hóast tey ikki hava brúkt tey farnu tvær vikurnar. – Tað kann tykjast órímil- igt, at foreldur mugu gjalda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa, og vit ætla at við- gera brúkaragjaldið, tá verkfallið er av, sigur Stein- bjørn Jacobsen, borgar- stjóri í Klaksvík. Óheppið Hann vil ikki lova, at for- eldrini fáa avsláttur í gjald- inum, sum tey gjalda fyri at hava pláss á dagstovni, men málið skal viðgerast væl og virðiliga. Klaksvíkar kommuna sparir 50.000 krónur um dagin, nú verkfall er, og higartil hevur tað givið eina sparing upp á meira enn eina hálva millión krónur. – Tað er óheppið, at for- eldur gjalda fyri eina tæn- astu, sum tey ikki fáa, men áðrenn vit kunnu siga nak- að meira um hetta, mugu vit viðgera málið. Tað fara vit at gera, so skjótt sum verkfallið er av, sigur Stein- bjørn Jacobsen. Hækking Men hóast foreldur í Klaks- vík sleppa undan einum parti av gjaldinum, um kommunan ger av, at tey skulu hava avsláttur orsaka av verkfallinum, so kunnu tey vænta at koma at gjalda meira í framtíðini. Orsøkin er, at dagrøktar- ar eru farnir upp í løn, og tað sama verður við peda- gogunum. Foreldrini gjalda 30 prosent av tí, sum tað kostar at reka barnaansing- ina, og tað tykist púra greitt, at brúkaragjaldið fer upp í næstum. – Vit vita ikki enn, hvussu nógv hetta gjaldið fer upp fyri teir ymsu tæn- asturnar, men við vaksandi útreiðslunum á økinum, so slepst ikki undan, at brúk- aragjaldið má upp, sigur Steinbjørn Jacobsen. – Lønarhækkingin hjá dagrøktarunum kom í gildi frá 1. mars, og tað sama verður hjá pedagogunum, men hóast hetta er brúkara- gjaldið ikki farið upp hesa tíðina, so har hava foreldr- ini eisini spart pengar. Órímiligt gjald skal viðgerast Klaksvíkar kommuna mátti broyta upp- skotið til fíggjarætlan, tí útreiðslunar til barnaansingina økjast støðugt BARNAANSING Eyðun Klakstein Klaksvík: Klaksvíkar kommuna fyrireikar í løt- uni ein nýggjan útibarna- garð. Hesin skal halda til Úti í Grøv, har ein annar útibarnagarður eisini er. Nýggi útibarnagarðurin fer at hava pláss fyri 40 børnum, og tá kemur saml- aða talið á dagstovnapláss- um upp á 410 pláss. Klaksvíkar kommuna hevur seinnu árini gjørt alt meira við barnaansingar- økið, og tað merkir eisini, at ein trivaligur partur av útreiðslunum hjá kommun- uni eru til barnaansingina. Komandi ár eru útreiðsl- urnar til hetta økið 17 milli- ónir krónur. Meira enn ætla Neyðugt var at broyta fíggj- arætlanina, sum býráðið samtykti í september. Or- søkin var, at 1,2 milliónir krónur máttu setast av aft- urat til barnaansingina, nú lønarútreiðslurnar vaksa. Hetta gjørdi, at skava varð av ymiskum øðrum pørtum av fíggjarætlanini. – Tað er stórur tørvur á dagstovnaplássum, og kommunan hevur útvega nógv pláss afturat seinastu árini. Nýggjur útibarna- garður skal takast í brúk móti summri, og møguliga verður eisini okkurt annað gjørt fyri at fáa fleiri pláss, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Gera høli í stand Í ár er millum annað nýggj- ur frítíðarskúli tikin í brúk í KÍ-høllini, og tað vaks um talið av plássum. Í løtuni eru 370 ansingarpláss í kommununi, og tey vaksa upp í 410, tá nýggi úti- barnagarðurin verður tikin í brúk. Nýggi útbarnagarðurin skal halda til í hølum, sum Ferðavinnan í Norðoyggj- um eigur. Klaksvíkar kommuna leigar hesi hølini Úti í Grøv, og nú verða tey gjørd í stand, so tey kunnu hýsa børnunum. – Tá hesin útibarnagarð- urin er farin at virka er spurningurin, hvat annað vit skulu gera fyri at fáa fleiri pláss. Vit skulu eisini hugsa um pengar, og í løt- uni fer ein stór upphædd av fíggjarætlanin til barnaans- ingina, sigur borgarstjórin í Klaksvík. Gera nýggjan útibarnagarð – Tað er óheppið, at foreldur gjalda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa, men áðrenn vit kunnu siga nakað meira um hetta, mugu vit viðgera málið. Tað fara vit at gera, so skjótt sum verkfallið er av, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík Mynd: Jens Kristian Vang 40 ansingarpláss afturat verða tøk, tá nýggjur útibarnagarður fer at virka í Klaksvík móti summri Mikukvøldið verður filmur aftur sýndur í Atlantis í Klaksvík. Framyvir verða filmssýningar fastur partur av virkseminum í mentanarhúsinum FILMUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Mikukvøldið verður hvíta tjaldið í ment- anarhúsinum Altantis í Klaksvík aftur tikið í nýtslu. Á skránni er amerikanski filmurin Bandits, og hetta verður fyrstu ferð í eini tvey ár, at filmur av hesum slagnum verður sýndur í Altantis. Tá húsið lat upp eftir stóru umvælingina vóru filmssýningar í Atlantis, men hetta datt niður fyri, tá húsið sigldi seg fast í fíggj- arligum trupulleikum. Nú eru umstøðurnar hjá húsinum broyttar, og tað verður ein fegin leiðari fyri Atlantis, sum mikukvøldið kann bjóða norðoyingum aftur í biograf. Fimm kvøld um vikuna Jógvan Eliasen sigur, at teir hava gjørt avtalu um sam- starv við Havnar Bio, sum fær allar teir nýggjastu filmarnar. – Avtalan kemur í gildi frá nýggjárinum, men vit fara at sýna nakrar filmar í desember eisini, sigur hann. Biografvikan í Atlantis verður frá mikukvøldið til sunnukvøld, og sýningar verða hvørt kvøld. Ætlanin er at hava ein film um vik- una, men onkuntíð verða tað tveir í somu viku. Tað liggur fast, at filmarnir Bandits, The Score og teknifilmurin Atlantis verða sýnur í desember. Fyrst í komandi ári kemur Harry Potter til Klaksvíkar. Fyrsta sýningin verður nú mikukvøldið. Nógv virksemi er í Altantis, tí Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir jólasjónleik, og tí verða filmssýningarnar hesa vikuna aftaná klokkan 22.00. Biografur aftur í Klaksvík Jógvan Eliasen kann mikukvøldið bjóða norðoygingum aftur til filmssýningar í Atlantis. Mynd: Eyðun Klakstein 15 14 Nr. 234 - 4. desember 2001 – Tað ræður um at hava bæði bein á jørðini og ikki fara upp frá, nú tað frætt- ist, at olja er funnin, tí vit vita enn ikki, um hetta verður til nakað sigur Eyðun Elttør, lands- stýrismaður, eftir eina væleydnaða oljuráðstevnu EFTIRMETING Jan Müller Eyðun Elttør, landsstýris- maður er sera fegin um oljuráðstevnuna, sum var í Norðurlandahúsinum í farnu viku og heldur, at til- takið var sera væl fyriskip- að. – Nógv áhugavert kom fram á ráðstevnuni, og bara tað at fólk, sum hava til- knýti til eina komandi olju- vinnu, kunnu hittast at við- gera spurningar av ymsum slag, hevur so ómetaliga nógv at siga. – Eg ivist ikki í, at tann opinleiki, sum kom til sjóndar á ráðstevnuni, fer at gagna allari oljutilgondini í framtíðini. Vit hava brúk fyri einum framhaldandi dialogi, sohvørt sum menn- ingin tekur dyk á seg. Eyðun Elttør heldur tað vera gott at fáa nógvar ymsar áskoðanir fram. – At fólk, sum hava ymisk áhugamál, tora at stíga fram og siga sína hjartans meining er gott. So mugu vit so hvør sær og ikki minst bæði vinnan her, myndugleikarnir og útl- endsku feløgini meta um tann kritikk, sum kemur fram. Er hann rættur, so mugu vit øll royna at bøta um viðurskiftini, er hann misvísandi ella yvirmettur, so mugu vit eisini taka tað við í metingarnar. – Endamálið við slíkari ráðstevnu er fyrst og fremst at hava eina eftirmeting av tí, sum er farið fram, men tað hevur so ikki minni at siga at stinga út í kortið, hvat vit vilja og kunnu í framtíðini. Eins umráðandi tað er, at vit hava verið fyrivarin á umhvørvisøkinum og hava roynt at tikið øll fyrivarni og lagt útviklingin til rættis frá byrjan – er tað umráð- andi, at vit fáa gjørt tær neyðugu árinskanningarnar á tí sosiala og samfelags- liga økinum. Eyðun Elttør heldur tó ikki, at vit eru ov sein á sjóvarfallinum her. Bæði bein á jørðini Hann heldur annars, at tað ræður um at hava bæði bein á jørðini og ikki fara upp frá, nú tað frættist, at olja er funnin, tí vit vita enn ikki, um hetta verður til nakað. – Enn hava vit bert stigið nøkur fá fet inn í hesa ókendu oljuverðina. Vit vita ikki, hvat liggur fyri framman. Men finna vit so nógv av olju, at tað kann løna seg at framleiða hana, so vita vit eisini, at hetta kann verða ein so mikið stór avbjóðing, at vit mugu taka hana í størsta álvara. Og har koma árinskanning- ar so sanniliga eisini inn í myndina. Opinleiki altavgerandi fyri framtíðina Umboð fyri tey oljufeløgini í The Faroes Partnership samtakinum saman við tí nú søguligu borikrúnuni, sum kom fram á olju og gass í undirgrundini. Mynd Jan Müller Tá oljuráðstevnan varð liðug í Norðurlandahúsinum seinasta mikudag handaði Amerada Hess landsstýrismanninum í oljumálum, Eyðun Elttør borikrúnuna, sum Sovereign Explorer brúkti, tá teir raktu við gass og olju á landgrunninum Mynd Jan Müller Áhugavert kjak á Oljuráðstevnuni C M Y K 14