týsdagur 4. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 5. desember 2001
15
Ísraelskar stríðstyrlur
skutu í gjár rakettir
eftir høvuðsskriv-
stovuni hjá Yasser
Arafat í býnum
Ramallah
ÚTLAND
Fartekst
Sambært vesturlendskum
tíðindafólkum raktu tríggj-
ar av rakettunum mál, sum
vóru bara fáar metrar frá
skrivstovuni hjá Arafat.
Palestinskir tænastumenn
tóku alt fyri eitt til rým-
ingar, men Arafat sjálvur
var ikki at síggja. Talsmenn
hansara søgdu, at pale-
stinski leiðarin var til
arbeiðis á skrivstovuni.
Sambært einum tíðinda-
manni hjá bretska BBC
brast ein rakett so tætt
skrivstovubygninginum, at
stórt hol kom í veggin.
BBC vildi eisini vera við,
at tvey fólk fingu skaða av
brestinum.
Álopið á skrivstovuna hjá
Arafat í Ramallah var
fyribils tað seinasta í einari
røð av ísraelskum álopum,
sum byrjaðu mánadagin, og
sum vórðu ætlað sum
hevnd
fyri
palestinsku
bumbuatsóknirnar leygar-
dagin og sunnudagin, tá 26
ísraelsmenn
doyðu,
og
umleið 200 fingu skaða.
Ísraelski
forsætisráð-
harrin, Ariel Sharon, hevur
gjørt greitt, at Arafat má
átaka sær alla ábyrgdina av
teimum blóðugu bumbu-
atsóknunum seinasta viku-
skiftið.
Ísrael sigur, at pale-
stinsku sjálvsstýrismynd-
ugleikarnir við Arafat á
odda mugu roknast sum ein
felagsskapur, ið tekur undir
við yvirgangi. Samstundis
hevur ísraelska stjórnin lýst
lívverjuna hjá Arafat, Deild
17, sum yvirgangsbólk.
Sama
skoðsmál
hevur
vápnaði parturin av Fatah-
felagsskapinum hjá Arafat
fingið.
Avgerðin hjá ísraelsku
stjórnini bera í sær, at hesir
felagsskapirnir
nú
eru
lóglig álopsmál hjá ísra-
elska herinum.
Altjóða havrættar-
dómstólurin havn-
aði írska kravinum
um at steðga ætlan-
unum at byggja tað
umstrídda
Sellafield-verkið út
ÚTLAND
Fartekst
Tað var í síðsta mánað,
at írska stjórnin bað al-
tjóða havrættardómstól-
in steðga ætlanini hjá
bretsku
myndugleik-
unum at byggja kjarn-
orkuendurvinningarverk
ið Sellafield út Verkið er
á bretsku útnyrðings-
strondini og sostatt ikki
langt frá Írlandi.
Stjórnin í London
hevur góðkent ætlanina
hjá leiðsluni á verkinum,
sum hevur gjørt av at
lata upp nýggja verk-
smiðju, sum skal við-
gera eina samanrenning
av plutonium og utan-
oksid,
tað
sonevnda
MOX-brennievnið. Eftir
ætlanini hjá leiðsluni
skal hetta virksemið
byrja longu tann 20. de-
sember, men fleiri um-
hvørvisverndarfelagsska
pir hava biðið dóms-
valdið steðga ætlanini.
Írska stjórnin heldur
fast um, at tann nýggja
framleiðslan fer at økja
dálkingina í Írska Hav-
inum. Harafturat hevur
stjórnin í Dublin víst á
vandan
fyri
einari
møguligari yvirgangs-
atsókn ímóti Sellafield.
Bretska stjórnin sigur
hinvegin, at írar hava
ikki prógvað, at tann
nýggja framleiðslan fer
at elva til størri dálking.
Bretar siga eisini, at tað
fer at fáa stórar búskap-
arligar avleiðingar, verð-
ur raksturin av tí nýggja
verkinum útsettur.
Felagið, sum rekur
endurvinningarverkið
Sellafield, BNFL, sigur,
at tað nýggja virksemið
ber ikki størri vanda í
sær. Leiðslan vísir eisini
á, at MOX-brennievnið
verður longu nýtt í
Týsklandi,
Fraklandi,
Belgia og í Sveits.
Amerikansku
myndugleikarnir siga
seg hava fingið
hóttanir ímóti
landsins trygd
ÚTLAND
Fartekst
Sambært Tom Ridge, sum
hevur ábyrgdina av innan-
ríkistrygdini í USA, benda
hóttanirnar á, at onkur er í
ferð við at fyrireika eina
yvirgangsatsókn. Stjórnin
hevur tí givið løgregluni og
teimum ymsu trygdartæn-
astunum boð um at vera til
reiðar, og almenningurin
hevur fingið boð um at
hava eygu og oyru opin.
- Vit eru framvegis í
kríggi, og vit eru framvegis
í vanda, segði Tom Ridge,
trygdarovasti
á
einum
tíðindafundi í Hvítu Hús-
unum.
Hann legði tó afturat, at
myndugleikarnir hava ikki
fingið nakra beinleiðis
hóttan um ávíst slag av
yvirgangi, og at tað tí ikki
ber til at siga nakað neyvt
um, hvør ella hvat er í
vanda.
- Tær upplýsingar, sum
vit hava, geva ikki ábend-
ingar um nakað ávíst álops-
mál, og vit vita heldur ikki,
um ætlanin er at leypa á her
í sjálvum USA, ella talan er
um amerikanskt mál aðra-
staðni í heiminum, segði
Tom Ridge.
Hetta er aðru ferð síðani
tann 11. september, at
amerikansku myndugleik-
arnir ávara um, at vandi er
fyri fleiri yvirgangsatsókn-
um.
Ein 20 ára gamal
amerikanari situr
nú fangi hjá sínum
egnu. Hann bardist
saman við Taliban.
ÚTLAND
Fartekst
Tann 20 ára gamli John
Walker Lindh varð tikin
fangi eftir bardagarnar
millum Taliban og Norð-
ursamgonguna um býin
Mazar-i-Sharif.
Hann
greiddi fangavørðunum
frá, at hann æt Abdul
Hamid, men mamma
hansara kendi hann aftur
á einari mynd, sum stóð
á
internetsíðuni
hjá
amerikanska vikublað-
num Newsweek.
Hon
og
maðurin
høvdu ikki sæð sonin í
sjey
mánaðir.
Hann
hevði tá gingið á einum
andaligum skúla har
norðuri í Pakistan, men
valdi tá at fara til Kabul
í Afghanistan. Í samrøðu
við sjónvarpið CNN
hevur
John
Walker
Lindh sagt, at hann
kendi seg hugtiknan av
Taliban-rørsluni.
Tann 20 ára gamli
amerikanarin var illa á
holdum komin, tá hann
varð tikin fangi í Mazar-
i-Sharif. Sum Taliban-
hermaður hevði hann
eisini fingið sær stórt
skegg.
Ein
talsmaður
hjá
amerikanska verjumála-
ráðnum váttaði í gjár, at
amerikansku herdeild-
irnar í Afghanistan hava
ein fanga, sum sigur seg
vera
amerikanskan
ríkisborgara.
John Walker Lindh
vaks upp í Washington
og í Kalifornia, og í
Newsweek verður hann
umrøddur sum ein skila-
góður ungur maður, ið
tók við islamskari trúgv
sum 16 ára gamal.
Sellafield sleppur
at byggja út
Amerikanari bardist
saman við Taliban
Rakettir eftir Arafat
Álopið á skrivstovuna hjá Arafat í Ramallah var fyribils tað seinasta í einari røð av ísraelskum
álopum, sum byrjaðu mánadagin, og sum vórðu ætlað sum hevnd fyri palestinsku
bumbuatsóknirnar leygardagin og sunnudagin, tá 26 ísraelsmenn doyðu, og umleið 200 fingu
skaða
Mynd: Reuter
Vandi fyri nýggjum yvirgangi í USA
- Vit eru fram-
vegis í kríggi,
og vit eru
framvegis í
vanda, segði
Tom Ridge,
trygdarovasti á
einum tíð-
indafundi í
Hvítu Hús-
unum
Mynd: Reuter
15
14
Nr. 235 - 5. desember 2001
Mánakvøldið kom
eitt av heimsins
størstu frálandaskip-
um á Havnina at bíða
eftir betri veðri.
Skipið, sum saman
við trimum øðrum
skipum, tekur akker-
ini hjá Sovereign
Explorer uppaftur
eftir ta spennandi
boringina í vetur, er
mannað við føroy-
ingum bæði á brúnni
og í maskinuni.
FRÁLANDASKIP
KROKA
Jan Müller
Mong havnafólk mundu
stúrsa við, tá tey tíðliga
gjáramorgunin sóu ikki
færri enn fýra risastór
frálandaskip við bryggju í
Havn. Hetta er so bara enn
ein partur av tí oljutil-
gongd, sum er í Føroyum í
løtuni, har risastórir bori-
pallar leita eftir olju og
gassi á landgrunninum.
Hesaferð eru teir komnir til
Føroya at hjálpa til at rigga
av eftir fyrstu boringarnar
her. Boripallurin Sovereign
Explorer, sum hevur borað
tveir brunnar, tekur nú
akkerini upp og verður
sleipaður til Skotlands.
Sum ikki einaferð finna
vit føroyingar umborð á
flestu av teimum skipum,
sum arbeiða í útlendsku
frálandavinnuni. Við hesum
eina av flaggskipunum í tí
tyngra endanum á frálanda-
flotanum hjá Maersk eru
ikki færri enn tríggir føroy-
ingar. Johannus Magnussen
er yvirstýrimaður og er av
Nesi í Eysturoynni. Niclas
Kenneth Joensen er 1.
meistari og er úr Havn.
Sylvi Hansen er skipari.
Hann er úr Klaksvík. Sylvi
er ikki við henda túrin, men
kemur umborð aftur í
januar. 11 mans eru við
skipinum. Tað er meira
sjáldsamt, at tríggir av yvir-
monnunum eru føroyingar.
Vit
hittu
Johannus
Magnussen, yvirstýrmann,
tá vitjað varð umborð um
middagsleitið
týsdagin.
Johannus hevur verið við
skipinum frá byrjan ella
tilsamans 8 túrar og honum
dámar sera væl arbeiðið og
skipið.
Mærsk Attender er spild-
ur nýggjur í danska frá-
landaflotanum. Hann er
bygdur í Eysturtýskalandi í
fjør og kostaði nærum 400
mill. kr. Hann er ein tann
størsti av sínum slag í
heiminum.
Teir arbeiða fyri tað
mesta í Norðsjónum og
vestan fyri Hetland. Hetta
er so fyrsti túrurin í før-
oyskan sjógv.
Talan er um eitt sokallað
ankerhandlingsskip.
Tað
verður brúkt til at taka
akkerð upp og flyta bori-
pallar. Eisini virkar tað sum
vanligt útgerðarskip. Út-
gerðin umborð er eisini
hareftir. Skipið kann toga
290 tons. Bert eitt norskt
skip kann toga meira, íalt
306 tons. Men spæli- og
trumluorkan
á
Maersk
Attender er øgilig og nógv
tann størsta í heiminum,
umleið
625
tons.
Á
bremsuni kunnu teir hava
830 tons.
Skipið
hevur
fýra
maskinur uppá íalt 23.500
hestar. Haraftrat hevur tað
framman ein bowtrustara
uppá 1900 hestar og eina
skrúvu, sum kann skjótast
niður uppá 1700 hestar og
aftan hava teir tveir tunnil-
trustarar (skrúvur, sum
ganga gjøgnum alt skipið)
upp 1200 hestar hvør. Teir
teir koyra við øllum fýra
motorum er ferðin 17,5
míl.
Tá akkerini verða tikin
upp á boripallum verða fýra
skip av hesum slag brúkt,
meðan bert eitt skip verður
brúkt at toga boripallin. Ta
uppgávuna hevur norska
útgerðarskipið, ið eisini
hevur ligið á Havnina í
ringa veðrinum.
Spennandi gongd
Johannus Magnussen vónar
ikki, at hetta verður sein-
astu ferð teir arbeiða í
føroyskum sjógvi. Sjálvur
fylgir hann sera neyvt
gongdini í Føroyum, nú
leitað verður eftir olju.
–Hetta
er
ein
sera
spennandi tíð, og eg vóni,
at okkurt spyrst burtur úr.
Hetta er so bert byrjanini
og verða fleiri boringar á
djúpum vatni, eru tað m.a.
skip sum hetta, ið boð
verða eftir, so helst koma
vit aftur í føroyskan sjógv
um ikki so langa tíð.
Johannus Magnussen iv-
ast ikki í, at verður olju-
vinna veruleiki í Føroyum,
so verður hettta eitt sera
gott høvi hjá føroyingum,
ið manna útlendsku frá-
landaskipini at koma í før-
oyskan sjógv at arbeiða,
tvs. nærri familjuni og
heiminum. Hann heldur, at
tað í dag kanska eru einir
70 til 100 føroyingar í júst
frálandavinnuni, og flestu
av teimum eru á brúnni ella
í maskinuni. So verður
talan um munandi leiting
og framleiðslu eisini, eiga
vit longu fólkið til at manna
okkara egna frálandaflota.
–Hví kunnu vit føroyingar
ikki sjálvir klára hetta
heldur enn at skula sigla
fyri aðrar leggur Johannus
aftrat.
Johannus Magnussen sær
tí eisini møguleikan fyri, at
vit byggja okkara egnu skip
verður talan um eina stóra
oljuvinnu. Og vísir í hesum
sambandi til virksemið hjá
Thor í Hósvík, sum nettupp
hevur lagt seg eftir at
byggja
upp
føroyska
ekspertisu umborð á okkara
egnu skipum. Hann heldur
tó, at vit eiga ikki at leypa
framav men byggja hetta
upp sohvørt og ikki sum tað
oftani
hevur
verið
í
Føroyum, tá nakað nýtt
stingur seg upp, at tað bara
verður bygt og bygt.
-Hetta er ein góð bransja
men fortreytin er at hava
góð skip, tá hugsað verður
um hetta serliga farvatnið,
serstakliga á vetri sigur
Johannus Magnussen hesa
løtuni teir liggja inni á
Havnini og bíða eftir betri
veðri.
Nú gongur so leiðin út
aftur á landgrunnin. Áðr-
enn teir komu inn høvdu
teir tikið upp tvey av teim-
um 8 akkerunum. Umframt
Maersk Attender eru eisini
eitt bretskt ankerhandlings-
skip og tvey norsk við í
arbeiðinum. Á Havnini
fyrrapartin týsdagin lógu
ikki færri enn fýra frá-
landaskip og bíðaðu eftir
veðri at fara út aftur til
Sovereign Explorer, sum
nú skal togast til Skotlands.
Føroyska
manningin
á
boripallinum hevur longu
fingið arbeiði umborð á
øðrum pallum í Norðsjón-
um.
Risastóra frálandaskipið Maersk Attender á Havnini í gjár.
Mynd Jens K Vang
Maerskrisi á Havnini
Johannus Magnussen er av Nesi og er yvirstýrimaður á danska frálandaskipinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Ikki færri enn fýra frálandaskip vóru á Havnini í gjár.
Mynd Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
14