Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 234 - 4. desember 2001 Nr. 234 - 4. desember 2001 17 UTTAN ÚR HEIMI Ísraelska stjórnin hevur lovað at hevna ógvusligu bumbu- atsóknirnar um vikuskiftið, og stjórnin heldur kreppufund í dag ÚTLAND Fartekst Tær báðar ógvusligu bumbuatsóknirnar leygar- kvøldið og sunnumorgunin kostaðu 26 ísraelsmonnum lívið, samstundis sum fleiri hundrað vórðu særd. Ísra- elski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, var á vitjan í Washington, men skundaði sær heimaftur. Hann hevur boðað stjórn- ini til kreppufundar í dag at viðgera, hvat gerast skal. Talsmaður hansara segði sunnudagin, at stjórnin fer at hevna tær báðar at- sóknirnar. Ísraelska blaðið Haaretz skrivar í dag, at Sharon skal hava hótt við einum hern- aðarligum átaki, summ hevur til endamáls at fáa Yasser Arafat frá sum pale- stinskan leiðara. Sharon segði sunnudagin, at fleiri av teimum næstu med- arbeiðarunum hjá Arafat fara at krevja, at hann skal leggja frá sær. Sharon skal eisini hava sagt, at í veruleikanum hevur Arafat skipað fleiri drápsmannalið í teimum sjálvsstýrandi palestinsku økjunum. Palestinsku myndugleik- arnir hava víst ísraelsku skuldsetingunum aftur, og allan gjár royndu pale- stinskir talsmenn at sissa ísraelsmenn fyri at forða fyri einum ov ógvusligum ísraelskum hevndarálopi. Fyri fyrstu ferð eru tey palestinsku sjálvsstýris- økini sett í undantaksstøðu, og myndugleikarnir boðaðu í gjár frá, at teir hava handtikið umleið 75 fólk síðani bumbuatsóknirnar í vikuskiftinum. Amerikanski forsetin, George W. Bush, hevur hvassliga fordømt tey palestinsku álopini, og Colin Powell, uttanríkis- ráðharri sigur, at tær blóðigu atsóknirnar eiga at fáa báðar partar at sanna, at tað slepst ikki undan at finna eina friðarliga og varandi loysn á kreppuni. Sharon hóttir Arafat Útlitini fyri altjóða búskapinum næsta ár eru betri enn higartil hildið ÚTLAND Fartekst Tað er í hvussu er niður- støðan hjá týska búskapar- stovninum Ifo. Stovnuri hevur kannað útlitini og kunngjørdi úrslitið í gjár. Sambært Ifo vísir kann- ing teirra, at fallandi oljuprísur og framhaldandi lág renta verður medvirk- andi til vøkstur í búskap- inum næsta ár. Stovnurin væntar, at vøksturin fer fyrst at gera vart við seg í USA. Men lond sum Noreg, Týskland og Russland og flestu londini í Eystur- og Miðevropa fara eisini at fáa gagn av búskaparvøkstrin- um. Týski stovnurin ger vart við, at tann størsti bágin í altjóða búskapinum er tann altsamt minkandi eftir- spurningurin hjá tí vanliga brúkaranum. Betri búskaparútlit næsta ár Bumbuatsóknirnar í Ísrael kostaðu 26 ísraelsmonnum lívið Mynd: Reuter Eftir ein steðg í nakrar mánaðar eru trøllini aftur aftur á ferð TÍÐINDASKRIV Fyrst í hesu mánaðinum kemur nýggjur filmur út við Trølla Pætur og garrvillu ommuni. Hetta er ein rættur action-fimur, sum hevur alt tað, sum ger ein barnafilm stuttligan og spennandi. Søgugongdin er í stuttum, at meðan Kular Røtur og Trølla Ungin eru á konsertferð í Grønlandi, fara Trølla Pætur og Omman at vitja Nósa. Tey leita í fjørðuni, men finna hann ikki. Tey taka síðani ein speedbát, men verða meldað til løgregluna. Tey fáa at vita, at Nósi er farin til Grønlands aftaná Kulum Rótum. Nú hava trøllini einki at gera, enn at fara til Grøndlands eftir Nósa. Men tað er lættari sagt enn gjørt. Trøllaomman hevur brotið ímóti lógini og hevur allatíðina løgregluna eftir sær. Eftir eina spennandi jakt á Havnarvág, fær tann sera væl spælandi politisturin Erling Eysturoy handtikið trøllini. Trølla Pætur og omma hansara, verða sett í fongsul, men tey flýggja, lána tyrluna og mín sann eisini eitt flogfar. Í Grøn- landi verður leitað víðari eftir Nósa… Fimurin sum er 50 min til longdar, er upptikin í summar og í heyst og verður hann í handlinum sum sagt fyrst í desember. Høvuðsstuðlar eru MBM og Nósin hjá Føroya Banka. Nýggjur filmur við Trølla Pætur og Ommuni Arbeitt verður við at seta á stovn eitt kolvetnisráð, sum skal ráðgeva myndug- leikum o.ø. í sam- bandi við komandi oljutilgongdina í Føroyum OLJUVINNA OG FRAMTÍÐIN Jan Müller Nú olja er funnin, og vit eru komin nærri eini veruligari oljuvinnumenning í Før- oyum, taka alsamt fleiri spurningar seg upp. Fyri at kunna finna røttu svarini til tess at kunna taka tær røttu og skilabestu avgerðirnar er neyðugt við góðum ráðum og leiðbeiningum frá serkønum fólki á ymsum økjum. Hetta ásannar landsstýr- ismaðurin í oljumálum, sum á Oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í farnu viku upplýsti, at fyrireikingar nú verða gjørdar til at stovna eitt ráð, sum skal ráðgeva myndug- leikum oø. Ráðið fer helst at fáa heitið: “Kolvetnis- ráðið”. Tað er alneyðugt at fáa eitt slíkt kolvetnisráð stovn- að og til verka sigur lands- stýrismaðurin, sum í løtuni er við at leggja seinastu hondina á ætlanina at stovna eitt kolvetnisráð. Hetta fer so at taka upp nøkur av teimum málum, sum gamla Oljuráðlegg- ingarnevndin tók fram í frágreiðingum sínum. Í veruleikanum legði tá- verandi Oljuráðleggingar- nevndin fram eina rúgvu av spurningum, sum vit í dag og í næstu framtíð eiga at taka upp til viðgerðar, spurningar, sum nústaðni nú eru aktuellir at taka upp. Her m.a. spurningin um árinið á samfelagið, á mentanina osfr. Her er spurningurin um avleið- ingar av at taka um oljuna uppá land í Føroyum, soleiðis sum tað stendur í lógini. Og mangir aðrir. Ráðgeva myndugleikum Endamálið við Kolvetnis- ráðnum verður at vera eitt slag av “sparringspartnara” hjá myndugleikum og øðrum. Tvs at fylgja gongdini, gera kanningar og út frá tí koma við góðum ráðum til myndugleikar og vinnu. Ráðið skal ráðgeva myndugleikunum í sam- band við størri oljupolitisk- ar avgerðir. Møguliga skal tað eisini kunna seta í verk kanningar viðvíkjandi mentunarligum og sosial- um árinum av eini olju- vinnu. Hetta er tó ikki greitt enn. Kolvetnisráðið skal hava eina breiða saman- seting av persónum, ið umboða ymisk fakøki. Sosialurin skilur, at avgerð er ikki tikin til, nær ráðið verður sett. Ráðið skal ikki hava nakran myndugleika sum so men meira vera ráðgev- andi í øllum sínum virk- semi. Eyðun Elttør sigur, at nærri verður umrøtt um kolvetnisráðið í oljufrá- greiðingini, ið verður latin løgtinginum í januar/febru- ar. Hann heldur annars, at uppskotið, sum formaður Javnaðarfloksins herfyri tók fram í orðaskiftinum um at stovna eina nýggja løgtingsnevnd, ið skal arbeiða burturav við olju- málum við síðuna av Vinnunevndini, vera skila- gott, og hann vil fegin stuðla einum slíkum tanka. Eitt Kolvetnisráð vildi tá eisini verið ein góður stuðul hjá eini slíkari løg- tingsnevnd. Kolvetnisráð skal halda Føroyum á rættari kós Martin Heinesen, jarðfrøðiligi leiðarin av oljuleitingini og Herálvur Joensen, deildarstjóri við broikrúnini hjá Amerada Hess, ið varð brúkt, tá komið varð niður á gass í brunninum. Eitt kolvetnisráð kann koma væl við hjá teimum eisini Mynd Jan Müller Føroysku stjórarnir í teimum fýra fyristøðufeløgunum, ið hava leitiloyvi á landgrunninum, Rúni Hansen, Statoil, Ben Arabo, Amerada Hess, Hjarnar Djurhuus, BP og Ingi Højgaard, Agip, eftir væleydnaðu oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum Mynd Jan Müller C M Y K 17 16