týsdagur 4. desember 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 235 - 5. desember 2001
Nr. 235 - 5. desember 2001
17
Óli Poulsen hevur
framleitt tveir av
sangunum á nýggjari
jólafløgu hjá Johnny
Logan. Beiggi Óla,
Hans Poulsen, spælir
eisini gittar á fløguni
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Írin Johnny Logan, sum er
best kendur fyri luttøku
sína í Grand Prix kapping-
unum, hevur júst latið
nýggja jóla fløgu úr hond-
um.
Sangirnir á hesi fløgu eru
framleiddir í Danmark, og
ymiskir framleiðarar hava
verið uppi í. Ein teirra er
okkara egni Óli Poulsen,
sum fyrr í ár eisini sam-
starvaði við Logan í sam-
bandi við aðra útgávu. Óli
hevur framleitt tveir av
sangunum á fløguni, og
hann spælir eisini fleiri
ljóðføri á hesum sangum.
Hans eisini við
Harafturat hevur beiggi
Óla, ungi og evnaríki Hans
Poulsen, eisini havt ein
leiklut á hesi útgávu. Hann
spælir gittar á teimum
sangunum, sum Óli hevur
framleitt, og tað kemur
hann sum vanligt væl frá.
Hans Poulsen roynir síni
tónleikaligu evni í Dan-
mark í løtuni. Áður hevur
hann arbeitt við tónleiki í
Føroyum, og hann var til
dømis maðurin aftan fyri
tónleiki á útgávuni Vit eru
glað, sum kom út í august
mánaði.
Nýggja jólafløgan hjá
Logan kallast Save this
Christmas for Me, og hon
fæst sjálvsagt eisini til
keyps í Føroyum.
Chase fer at spæla á
nýggjárskonsertini
saman við All That
Rain og Eyðun og
Terja
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Nú er gjørt av, hvørjir bólk-
arnir verða á árligu nýggj-
árskonsertini í ítróttarhøll-
ini á Hálsi í Havn. Konsert-
in verður 29. desember.
Talan verður um tríggjar
væl kendar bólkar, sum
hava gjørt nógv um seg
gjøgnum árini.
Høvuðsnavn á konsertini
verður rockbólkurin Chase,
sum seinni í vikuni kemur
við næstu fløgu teirra. Tann
fyrra kom fyri 10 árum
síðani.
Chase hava verið nógv
frammi í ár, nú nógv tón-
leikaáhugað hava fylgt við í
arbeiðnum hjá teimum við
nýggjari útgávu. Nú er
hetta arbeiðið komið so
langt, at nýggja fløgan
verður løgd fyri almenning-
in fríggjadagin.
Aftur á pall
Tá arbeiðið við fløguni hjá
Chase fór í gongd, segði
sangarin í bólkinum, Edm-
und Jacobsen, at hann vildi
gjarna sleppa aftur á pallin
saman við Chase. Hetta
gerst nú veruleiki, tí fyri
fyrstu ferð í fleiri ár fer
Chase at spæla live.
Chase spældi nógv sein-
ast í 80’unum og fyrst í
90’unum, men síðani teir
góvust hava teir bert havt
onkra hendinga framførslu.
Nú fara teir at spæla
sangir av nýggju fløguni,
umframt at teir helst fara at
tríva í onkran gamlan slag-
ara, sum gjørdi teir so væl
dámdar fyri 10 árum síðani.
Hans á odda
All That Rain gav tíðliga í
summar út eina fløgu, og
síðani ymiskt hent við
bólkinum.
Jens
Marni
Hansen, sum var frontfig-
urur í bólkinum, segði upp,
tí hann hevði ikki hug at
gera so nógv við tónleikin.
Síðani er nýggjur maður
komin í hansara stað, og tað
er eisini ein maður, sum
bæði syngur og spælir
gittar. Hans Ravnsfjall hev-
ur longu roynt seg á onkr-
um smærri konsertum við
All That Rain, og næstu tíð-
ina verður onkur framførsla
afturat á skránni.
Higartil hevur tað gingið
væl hjá nýggja All That
Rain. Teir hava vant nógv,
og Hans Ravnsfjall hevur
víst dygir sum sangari og
gittarspælari.
Eisini poppur
Eyðun Nolsøe og Terji
Rasmussen verða triðji
bólkurin á konsertini. Her
er talan um tveir av fremstu
poppkomponistunum
í
landinum. Teir hava skrivað
eina øgrynnu av sangum,
hvør sær og eisini saman,
og slagararnir hjá teimum
teljast á meira enn bæði
einari og tveimum hondum.
Eyðun og Terji fara at
hava bólkin hjá sær afturat
sær, og teir fara at spæla
nakrar av teimum sangun-
um, sum fólk kenna frá
seinastu 20 árunum í før-
oyskum tónleiki.
Tað er Kyndil, sum skip-
ar fyri nýggjárskonsertini.
Beint fyri jól verður stórt
dansitiltak í ítróttarhøllini á
Hálsi. Tað verða teir báðir,
Eyðun Nolsøe og Terji
Rasmussen, sum fara at
spæla saman við bólki sín-
um.
Teir fara eisini at spæla á
nýggjárskonsertini, sum er
millum jóla og nýggjárs,
men fyrst framførslan verð-
ur á Kambsdali leygar-
kvøldið 22. desember.
Chase á nýggjárskonsert
Brøðurnir Poulsen spæla
hjá Logan
Eyðun og Terji
spæla til jóladans
Chase verður aftur á
føroyskum palli, tá
nýggjárskonsertin verður í
Havn síðst í desember
mánaði
Brøðurnir Óli og Hans Poulsen spæla á nýggju jólafløguni hjá íranum Johnny Logan. Óli hevur
framleitt tveir av sangunum á fløguni
C
M
Y
K
17
16