Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Spurningurin um, hvør skal venja kvinnulandsliðið í hondbólti, er nú avgreiddur. Jónleif Sólsker hevur játtað at tikið við starvinum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Nakað av skriving hevur seinastu tíðina verið um venjarasessin hjá kvinnu- landsliðnum. Upprunaliga var ætlanin, at Jónleif Sólsker skuldi taka sær av hesum, men hann helt seg hava nóg mikið at síggja til við mansliðnum hjá Kyndli, og segði tí í fyrsta umfari nei takk. Sleptu ikki Hondbóltssambandið slepti tó ikki hesi ætlanini uttan víðari, men valdi heldur at geva Jónleifi nakað av tíð at umhugsa støðu sína í, og heta sær nú út til at hava givið úrslit. - Eg havi umhugsa støð- una gjølla, og havi nú valt at taka av hesari avbjóð- ingini, sigur Jónleif Sólsker við Sosialin. - Enn er sjálvur sáttmálin ikki undirskrivaður, men vit eru samdir um tað mesta, so tað skuldi ikki verið nøkur forðing, leggur hann afturat. Fyrsta veruliga kapping- in hjá kvinnulandsliðnum er ikki fyrr enn á heysti 2003, men sambært kom- andi venjaranum, so er tó ikki ætlanin, at liðið skal bíða somikið leingi eftir at fáa nakran dyst. Arbeitt verður í løtuni við eini møguligari venjingar- legu í Íslandi, har Grønland møguliga eisini verður við, og harumframt fer HSF møguliga at tekna liðið til sonevndu Challenge-Cup kappingina, sum ein kapp- ing fyri veikaru hondbólts- tjóðirnar. Enn er ikki gjørt av, hvør fer at taka sær av lands- liðnum saman við Jónleifi, men Flemming Raben hev- ur verið nevndur í hesum sambandi. Jónleif skal venja kvinnurnar Jónleif Sólsker helt í fyrsta umfari undan venjarasessinum, men nú hevur hann broytt støðu í hesum spurningi Nr. 234 • týsdagur • 4. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo 19 18 Nr. 234 - 4. desember 2001 Jákup Egholm Hansen Nógv er skrivað og sagt seinastu tíðina um yvir- tøkuna av skipaeftirlitinum. Tað sum tó hevur upptikið fólk flest er avgerð lands- stýrismannsins um, at tengja henda nýggja stovn- in uppí útjaðarapolitikk landsstýrisins, og tí at leggja nýggja føroyska skipaeftirlitsstovnin í Vág- oynni. Umboð fyri skipa- smiðjur, fyri starvsfólk á skipaeftirlinum og bæði løgtings- og landsstýris- menn hava lýst síni sjónar- mið um hesa avgerð landsstýrismannsins. Men av tí at undirritaði ikki metir júst hetta hava størstan týdningin í hesum málið, farið eg at loyva mær at lýsa ein annan meira viðkomandi sjónar- vinkul. Yvirtøkan av skipaeftir- litinum hevur havt mín serliga áhuga av tveimum orsøkum. Tann fyrra er, at arbeiðspláss mítt er ein av mongum brúkarum av skipaeftirlitinum, og hin seinna er, at eg persón-liga sat sum umboð fyri Føroya Reiðarafelag í nevndini, ið skrivaði álitið “Trygd á sjónum” um yvirtøku av skipaeftirlitinum. Lat tað verða sagt bein- anvegin, at álitið um út- jaðarapolitik landsstýrisins var ikki almannakunngjørt tá arbeitt var við at skrivað álitið um yvirtøku av skipaeftirlitinum, og at spurningurin um hvar skipaeftirlitið skuldi halda til á ongan hátt var partur av arbeiðssetninginum hjá nevndini. Tann spurning- urin var tí heldur ongantíð tikin upp á tungu á nevnd- arfundunum. “Komfort”-viðurskifti ikki størstan týdning: Undirritaði dugir væl at skilja viðmerkingarnar hjá bæði Poul Mohr og hjá Tórleivi Hoydal um møgu- ligar avleiðingar av at leggja skipaeftirlitið í Vág- um. Men samstundis vil eg gera vart við, at fyri brúk- ararnar av skipaeftirlitin- um, er spurningurin um hvar skipaeftirlitið skal halda til á ongan hátt er tað týdningarmesta. Í síðsta enda verða tað hvørki skipasmiðjur ella starvs- fólkini á skipaeftirlitinum sum koma at rindað ein møguligan meirkostnað, men harafturímóti skipa- eigarar og/ella landskassin. Undirritaði harmast tí um, at tað skal verða ein “komfort”-spurningur hjá skipasmiðjum og starvs- fólkum á skipaeftirlitinum sum verður gjørt til tað mest týðandi í hesum málið. Eg vil geva Poul Mohr rætt í, at tað er óhóskandi at koma við ábendingum um, at ov tætt samband kann blíva millum eitt føroyskt skipaeftirlit og skipasmiðj- una, um skipaeftirlitið liggur í Havn. Ein og hvør ið kennir starvsfólkini á bæði skipasmiðjuni og á skipaeftirlitinum veit, at talan er um í allar mátar reiðilig og sera professio- nell starvsfólk, og tí er tað burturvið at blanda slík viðurskifti uppí orðaskifti um hvørt skipaeftirlitið liggur betur í Havn enn í Vágum. Politisk populisma ? Tað er eisini hugvekjandi, at teir landsstýris- og løg- tingslimir ið hava úttalað seg ímóti at leggja skipa- eftirlitið í Vágoynni, ikki á nakran annan hátt hava víst málinum ans. T.d. var ikki ein einasti politikkari til staðar tá Felagið Skipating skipaði fyri einum almenn- um fundi um yvirtøkuna av skipaeftirlitinum stutt eftir at álitið var handa lands- stýrismanninum. Tí kann ein spyrja seg sjálvan um viðmerkingarnar hjá Bjarna Djurholm og Finni Helmsdal skulu skiljast soleiðis, at teir ikki takað undir við útjaðarapolitikki samgongunnar, tí teir eru valdir í Suðurstreymoy. Er tað orsøkin, so er at siga tað opið og erligt, tí annars er trupult at síggja grundgev- ingarnar ímóti at leggja almennar uppgávur uttan fyri meginøkið, og serliga tá tað, sum her, er talan um ein nýggjan stovn – t.v.s. ein sum ikki framman und- an liggur í Tórshavn. Tann stovnur sum liggur í Tórs- havn er ein donsk deild- arskrivstova av Søfarts- styrelsen, centralstýrd úr Keypmannahavn, og ikki eitt føroyskt skipaeftirlit. Viðmerkingar til Torleiv Hoydal: Í grein síni herfyri tekur Tórleivur Hoydal fram nøkur hagtøl um hvar tey flestu sýnini verða gjørd, og somuleiðis nakrar metingar um ferðingartíð. Ivaleyst er onki galið við hesum tølum, men tey siga neyvan alt. Tey siga m.a. onki um hvussu nógvir sýnistímar hava beinleiðis við ser- donsk krøv at gera. Mær kemur til hugs orðini hjá Storm P. um, at hagtøl eru sum ein lyktapeli – tey lýsa sjálvdan nóg væl, men eru góð at lena seg uppat. For- kláringin uppá, hví flestu sýn verða gjørd í Havn, á Skála, í Klaksvík og í Vági er sjálvandi, at tað er tí at føroysku skipasmiðjurnar liggja har. Øll ið hava við slíkt arbeiði at gera vita, at nógv tey flestu skipaeftir- litssýn verða gjørd meðan skip kortini eru á beding og gera annað arbeiði. Skip úr Vágum og Sandoynni fáa tí í flestu førum tikið síni sýn á onkrari skipasmiðju. Eisini er vert at vísa á, at nú Føroyar hava fingið egið skipaeftirlit, er tað ikki bert tann parturin sum eitur sýn av skipum sum skal røkjast, men neyðugt verður eisini við luttøku í altjóða ar- beiðinum í IMO og aðra- staðni. So um plaseringin av skipaeftirlitinum er so umráðandi kann eitt sindur ironiskt sigast, at tá verður ikki langt frá skrivstovuni í Vágum til flogvøllin hjá teimum starvsfólkum sum skulu uttanlands í arbeiðs- ørindum. Ynskir brúkaranna: Men sum longu nevnt, so er spurningurin um hvar skipaeftirlitið skal halda til ikki tann mest avgerðandi fyri brúkararnar. Tað týdn- ingarmesta er hinvegin at fáa greiðu á, um tað í fram- tíðini verður eitt skipa- eftirlit ið hóskar betur til føroysk viðurskifti, og sum ikki er darvað av ser- donskum krøvum. Í samband við arbeiði at skrivað álitið um yvirtøk- una av skipaeftirlitinum legði undirritaði, vegna Reiðarafelagið, dent á serliga tvey mál. Tað fyrra var, at ynski um yvirtøku av skipaeftirlitinum var eitt politiskt ynski, sum skipa- eigarar ikki blandaðu seg uppí. Men hinvegin átti ein yvirtøka ikki at fremjast uppá “nakkan” á skipaeig- arum á tann hátt, at rokn- ingin skuldi sendast víðari til skipini. Skipaeigarar ynsktu tí at halda fast við galdandi skipan um, at sýn eru ókeypis, við teim undantøkum sum annars eru lýst í lógini. Tað var tí ikki rætt, tá tað á tíðinda- fundi í samband við hand- andina av álitinum var sagt, at reiðarar høvdu játtað at gjalda meira. Norðurlendsk harmonisering: Tað seinna málið, ið helst vigar uppaftur meira enn spurningurin um gjald var, at miðjast skal ímóti at fáa eina harmonisering millum skipaeftirlitskrøv í Norður- londum, tí tað er júst her at føroyskir skipaeigarar renna seg inn í teir størstu trupuleikarnar. Vanligt er at siga, at uml. 80% av øllum krøvum til skip eru altjóða krøv sum oftast verða røkt av klassafeløgum, meðan 20% eru national krøv. Innanfyri hesi nationalu krøv eru summi lond meira víðgongd enn onnur, og kann ikki sigast annað enn, at tað er júst galdandi fyri Danmark. Av somu orsøk standast oftani óneyðugir trupuleikar í samband við keyp av brúktum skipum úr hinum Norðanlondum til Føroya og enntá úr øðrum ES-londum har Danmark annars er limur, orsakað av ser-donskum reglum. Ong- in orsøk er at latað okkum villeiða til at trúgva, at t.d. norska og íslendska skipa- eftirlitið ikki lúkað øll altjóða krøv og at danska skipaeftirlitið er betur enn hjá hinum Norðanlondum. Eg eri sannførdur um, at føroysk skip og føroysku manningarnar vóru líka væl tryggjaðar um reglurnar vóru sum tær norsku ella íslendsku. Tað skerst held- ur ikki burtur, at við hvørt er trupult at meta um, hvørt serkrøv veruliga eru ætlaði at bøta um onkur viður- skifti, ella um tað liggur eitt ella annað slag av mark- naðar-protektionismu aftanfyri. Tað er t.d. mangur skipaeigari sum hevur sett spurningin um hví ein danskt framleiddur gummibjargingarbátur skal eitast at verða betur enn t.d. ein norskur, uttan tó at fáa svar. Eitt dømi um eitt ser- danskt krav, sum ikki er kravt av t.d. norskum og bretskum myndugleikum, og sum tykist fullkomiliga meiningsleyst, er kravið um talið á bjargingarbátum til “stand-by” skip í frálanda- vinnu. Eitt standby-skip hevur uppgávuna sum bjargingarskip hjá einum boripalli, og kann sammet- ast við gummibjargingar- bátin á einum fiski- ella ferðamannaskipið, har fólk kunnu koma at verða nakrar tímar, áðrenn tey verða flutt til lands. Sam- bært t.d. norskum, bretsk- um og donskum reglum er vanligt at eitt standby-skip verður góðkent til at hýsa t.d. 250 fólkum av einum palli í samband við eina neyðstøðu, og setir hetta krøv til plássviðurskifti v.m. umborð. Men umframt hetta er eitt ser-danskt krav, at slík bjargingarskip ikki bert skulu hava gummi- bjargingarbátar til vanligu manningina, men eisini til tey 250 fólkini sum verða bjarðaði av einum palli. Hetta er tað sama sum at siga, at í einum gummi- bjargingarbáti á einum fiskiskipið skal verða ein annar, og uppaftur størri gummibjargingarbátur. Trupult er at fáa eyga á rímiligheitina í slíkum kravið, og ein kann so eisini spyrja hví danir hava serreglur júst hesum við- víkjandi. Ein Norðurlendsk har- monisering av krøvum til trygd á sjóvinnuøkinum átti at verið eitt upplagt evni hjá okkara umboðum at reist í Norðurlandaráðnum. Avtakið national serkrøv. Uttan at kenna til inni- haldið í avtaluni millum landsstýrið og donsku stjórnina skal undirritaði tó ikki dylja fyri, at frá brúkarasíðuni er helst orsøk til at verða skeptiskur yvirfyri tí avtalu sum gjørd er millum landsstýrið og donsku stjórnina, ið sum skilst er um at keypa tænastur og ráðgeving frá Søfartsstyrelsen. Um hetta merkir, at serdonsk krøv eisini framyvir koma at gerast partur av einum føroyskum skipaeftirlitið, so er spurningurin um nakað sum helst framstig er rokkið við yvirtøkuni av skipaeftirlitinum. Tað sum tí er mest um- ráðandi fyri brúkararnar av skipaeftirlitinum nú er ikki, um skipaeftirlitið kemur at liggja í Vágum ella í miðstaðarøkinum, men at myndugleikarnir fara undir eitt miðvíst arbeiði at gera føroyskar reglur sum harmonerað við tey krøv ið grannalond okkara seta, og at vit hava so lítið av ser- ligum nationalum krøvum sum til ber. Tá verður okkara skipaeftirlit í tráð við altjóða reglur og altjóða rákið viðv. trygd á sjónum. Og tá kann verða, at talið á sýnistímum, ið beinleiðis hava við national serkrøv at gera, kann minkast mun- andi, soleiðis at skipini ikki nýtast at liggja longur enn neyðugt og bíðja eftir sýnismonnum. Og hvør veit – kanska kann samlaða tímatalið tá kortini haldast innanfyri teir 6000 tímar- nar sum mett er um í álitinum, uttan mun til um skipaeftirlitið kemur at liggja í Vágum. Teir einføldu loysninar eru ofta tær bestu. VIÐMERKINGAR SKIPAEFTIRLITIÐ plaseringin ikki mest týdningarmikil C M Y K 18 Lesið Sosialin -tað loysir seg!