Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 • mikudagur • 5. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Flogbóltssambandið hevur givið kvinnu- liðnum hjá Fleyr viðhald í kæruni viðvíkjandi dystinum móti ÍF FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Flogbóltssambandið sendi sunukvøldið skriv til Fleyr og ÍF, har greitt verður frá, at dysturin, sum varð leikur millum feløgini hin 18. november. ÍF vann dystin 3-1, men Fleyr gjørdi alt fyri eitt greitt, at tær ætlaðu sær at kæra dystin. Hetta tí fleiri feilir vórðu framdir í fjórða settinum. Kæran hjá Fleyr bygdi á trý høvuðspunkt. Tey søgdu ÍF hava framt rotatiónsfeil í fjórða settinum, uttan at dómarin hevði revsað fuglfirðingar eftir teimum ásetingum, sum lógar- teksturin fyriskrivar. Eisini kærdi Fleyr um, at ÍF í sama setti hevði tikið sítt triðja time-out, og at enda varð kært um, at ÍF í sama time-out’i framdi eina útskifting, uttan at henda varð skrásett. Viðhald í einum petti Í skrivinum til Fleyr og ÍF sigur flogbóltssambandið, at Fleyr hevur fingið við- hald í fyrsta pettinum í kæruni. Tá Fleyr gjørdi vart við, at ÍF hevði framt rota- tiónsfeil, var støðan 22-22. Dómarin tók tá eitt stig frá ÍF og gav Fleyr eitt, so støðan gjørdist 23-21. Tað kundi tó staðfestast, at skeivi leikari tá longu hevði servað tríggjar bóltar, og áttu dómararnir tí at broytt støðuna til 23-19 til Fleyr. Viðvíkjandi hinum báð- um pettunum í kæruni, so hevur Flogbóltssambandið víst á, at tey ikki meta hesi vera orsøk til at áseta nýggjan dyst. Sagt verður, at í báðum førum er talan um metingar frá dóm- aranum, og at grundalag ikki er fyri at broyta hesa. Viðhald í einum av ákærupunktunum var tó nóg mikið fyri Fleyr, og tískil verður nýggjur ætl- andi ásettur. Í hevur tó møguleika kæra avgerðina, og skal hetta tá verða gjørt innan tvey samdøgur eftir, at felagið er kunnað um avgerðina. Komið er fram til átta teir seinastu luttak- ararnar í Coca-Cola kappingini, og nú fara fyrstudeildar- liðini eisini at dystast móti hvørjum øðrum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Vanliga verður steypa- kappingin í hondbólti ikki veruliga spennandi, fyrr enn komið er til fjórðingsfinalurnar, og soleiðis er eisini hesaferð. Tað er nevnliga ikki fyrr enn nú, at fyrstudeildar liðini hjá ymsu feløgunum koma at hittast, men hetta merkir tó ikki, at eingin av undanfarnu dystunum hevur verið spennandi. Eitt nú mundi tað eydnast triðju deildarliðnum hjá kyndils- monnum at basa besta liðnum hjá H71. Fleiri lokaluppgerðir Tá alt kom til alt, so kom tann stóra sensatiónin tó ikki hesa ferð, og hetta merkir, at øll sjey fyrstu deildarliðini eru komin í fjórðingsfinalurnar hjá bæði monnum og kvinnum. Einastu liðini, sum ikki eru úr bestu deildini eru næst besta mansliðið hjá Neist- anum og so kvinnurnar hjá Tjaldrinum, sum helst eru nógv sterkasta liðið í aðru deild. Sum lutakastið vísir, so verður tað hjá monnunum at kalla bert lokaluppgerðir, sum eru á skránni. Ein í Eysturoynni, ein í Norð- streymi og so tvær í Havn, har H71 tykist hav fingið lættasta dystin. Viðmerkjast skal eisini, at HSF eisini í fjórð- ingsfinalunum tilskilar sær rætt at styrkismeta liðini, og er hetta orsøkin til, at eingi av teimum fýra ovastu liðunum í fyrstu deild skulu spæla ímóti hvørjum øðrum. Hjá kvinnunum verður hinvegin ikki talan um nakra lokaluppgerð. Her eru liðini somuleiðis styrk- ismett, og skal útgangsstøði takast í landskappingini, so er væntandi, at liðini í hálvfinaluni verða Neistin, Stjørnan, VÍF og VB. Tað er upp til feløgini at gera av, nær dystirnir í Coca-Cola kappingini verða leiktir, men HSF hevur tó ásett, at hesir skulu vera avgreiddir í seinasta lagi 22. desember. Dystirnir í steypa- kappingini eru hesir: Menn: H71-Neistin II Neistin I – Kyndil I KÍF I –VÍF I Tjaldur I -StÍF I Kvinnur: Neistin I – Sóljan I VÍF I – Tjaldur II StÍF I – Stjørnan I Kyndil I – VB I Nú verður spennandi Ein av teimum fýra lokal- uppgerðunum hjá monnum verður ímillum Tjaldur og StÍF Fleyr fær nýggjan dyst Flogbóltssambandið skuldi týsdagin áseta, nær dysturin millum kvinnuliðini hjá Fleyr og ÍF skal spælast umaftur 19 Nú jólini eru í nánd, frøast vit um hugna- ligu løturnar í glæm- uni frá kertuljósin- um. Men eins vøkur livandi ljósini eru, eins vandamikil kunnu tey gerast, um rætt ikki verður atborið TRYGD Rigmor Dam Sølan av livandi ljósum er økt nógv seinastu árini. Eini fýra-fimm prosent ár- liga, sambært vinnuni. Og tey eru at fáa í alskyns litum og støddum - við anga, í ymsum skapi, fýr- fatsljós og vanlig stearin- ljós. Samstundis vísa kann- ingar at ljós kunnu vera vandamikil, um rætt ikki verður borið at. Serstakliga kann vandi standast av figurljósum, ið kunnu flóta yvir, geléljósum, gull- og silvurljósum og fýrfatsljós- um. Ljós krevur varsemi - Kanningar vísa, at fýrfats- ljós kunnu loga hálvan metur upp í loft, sigur Ole Falkengaard, sum er leiðari fyri kanningareindina á Dansk Brandteknisk Insti- tut (DBI). - Og tíverri hava fólk tað fyri, at seta fýrfatsljós hvar sum helst, eisini á eldfimt tilfar, so sum plast. Tað kemur meira enn so fyri, at tað, sum í fyrstani tóktist vera ein vanligur sjónvarps- eldur, í veruleikanum komst av, at fólk hava verið óansin og hava sett fýr- fatsljós beinleiðis á sjón- varpskassan. Ein annar trupulleiki eru ljósastakar sum als ikki eru egnaðir til livandi ljós. Til dømis stakar sum eru innilokaðir og sum eru av eldfimum tilfari, ella burturúr tilfari sum kann verða ovurhita. Eisini ljóskransar eru at- voldin til nógvar eldsbrun- ar. Vanlukkur við livandi ljósi koma ofta fyri í de- sember. Grann, pynt og bond eru sera eldfim, og tá ið óhapp henda, eru fólk oftast kvik og sløkkja áðrenn ov seint er. Men tað kemur meir enn so fyri, at fólk ikki eru nóg skjót, til dømis tá talan er um eldri fólk, ið eru illa gongd, ella tá fólk eru sovnaði, kanska í fyllskapi. Kelda: DBI og Danska Brúkarastýrið Nr. 235 • mikudagur • 5. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Um dún - kostnaðurin á einari dúndýnu liggur úr 500 krónum upp í nakrar túsund - dún isolerar sera væl - dún hitar betur enn fjaðrar av tí at dún inniheldur meira luft. Tað er luftin í fylluni, sum heldur kuldanum úti - grátt og hvítt dún isolerar líka væl - dunnudún og gásadún isolera líka væl - viðhvørt er fyllan í dýnum end- urnýtsla. Um dýnan hevur Dansk Varefakta merkið, skal standa um talan er um endur- nýtta fyllu - dýnan má einans seljast undir heitinum dúndýna, um 51% av vektini á fylluni er dún ella 85- 90% av rúmmálinum er dún - tað er týdingarmikið at lufta dýnuna um morgunin. Vit sveitta millum 2 og 5 dl hvørja nátt. Um fjaðrar - dýnur, har fyllan er blandað dún og fjaðrar, eru nógv bíligari enn dúndýnur - 1 kg av høsnafjaðrum kosta einar 7 krónur, meðan 1 kg av dúni liggur millum 400 og 1000 krónur - høsnafjaðrar kunnu verða knústir sundir, hakkaðir og rukkarðir, men teir smokka saman tá teir verða nýttir - dýnur sum innihalda eina blanding av dúni og fjaðrum isolera ikki eins væl og dúndýnur Um syntetiska fyllu - dýnur við syntetiskari fyllu eru nógv bíligari enn dúndýnur - ein syntetisk dýna isolerar líka væl sum ein dúndýna - fyllan er av polyesterfibrum. Tey kunnu vera rullaði til smáar kúlur, sum kennast eins og dún. Fibrini kunnu eisini vera langir trevsar - fólk við ovurviðkvæmi móti dusti kunnu nýta dýnur við syn- tetiskari fyllu, av tí at tær kunnu vaskast á 60 stigum. Hitin drepur dustmotturnar (støvmid- urnar) - dýnur við kunstigari fyllu upp- taka langt ífrá so nógva vætu sum dúndýnur. Tí er heldur ikki neyðugt at lufta tær eins væl og dýnur við náttúrligari fyllu. Um at vaska dýnur - Tá dýnan skal vaskast, skalt tú fyrst viga hana. Hon skal viga eins nógv aftaná sum áðrenn - Vaska hana í einari stórari maskinu, t.d. á vaskaríi - Dýnur við dúni verða vaskaðar á 40 stigum - Dýnur við syntetiskari fyllu verða vaskaðar á 60 stigum - Turka dýnuna í turkitrumluni við miðal hita. Tað tekur okkurt um 1 1/2 tíma at turka eina dúndýnu og 1/2 tíma fyri eina syntetiska - Tak dýnuna út av og á og brest fylluna sundur, so hon ikki vevjist saman - At enda, viga dýnuna. Hon er turr, tá hon vigar tað sama sum áðrenn vask Kelda: Forbrugerinformation Lufta dýn- urnar úti? Spurningur Er tað soleiðis, at vit ikki skulu lufta dýnur- nar úti? Svar Húsmottur trívast best í fukti. Tí er tað ikki gott at heingja dýnurnar út tá luftin er slavin. Bíða til kuldin kemur - tá trýsið er høgt og himm- alin høgur. Um tú vilt koma hús- mottunum til lívs, skalt tú lufta út í kamarinum oftani, stutt hvørja ferð. Til dømis 5-10 min. 2-3 ferðir hvørt samdøgur. Um tú eigur ein vætumátara (hygro- metur) eigur luftvætan at vera hægst 45% á veturi og 60-65% á sumri. Um tú hevur ovurvið- kvæmi, kanst tú vaska dýnuna og koddan av og á. Vaska á 60 stig- um, soleiðis at allar húsmotturnar doyggja og syrg fyri at dýnan er heilt turr áðrenn hon verður tikin í nýtslu aftur. Kelda: Forbrugerinformationen At minnast til í sam- bandi við livandi ljós: • Fýrfatsljós kunnu spreingjast - serstakliga um fleiri ljós standa saman ella um ljósið er í lokaðum staka. • Fýrfatsljós skulu standa á undirlagi, sum ikki kann brenna. • Geléljós kunnu spreingjast, um væta er í gelénum. • Um fyllan ella pyntið, sum er í gelénum, er eldfimt, kan tað flótna upp og tendrast. • Geléljós við pynti í eiga at goymast burtur frá smábørnum. Børnini hava hug at taka lutirnir upp úr brennandi heita løginum. • Sjálvsløkkjandi ljós eru ikki altíð sjálv- sløkkjandi - somu fyrivarni eigur at takast, sum til øll ljós. • Kúlu- og figurljós renna illa og veikurin kann renna við. Skulu tí altíð standa á undirlagi, sum ikki kann brenna. • Tað er betur at køva logan, enn at blása ljósið. • Sløkk ongantíð við vatni. Stearinløgurin kann spreingjast. Jól og livandi ljós Nýggja dýnu - dún, fjaðrar ella fibur? Hvørja dýnu skulu vit velja? Skal hon vera bílig ella dýr? Blandað dún og fjaðrar? Ella kanska við syntetiskari fyllu? Ein góð dýna liggur tætt at holdinum alla náttina. Tí skalt tú velja eina dýnu, sum hóskar júst til tín. Hygg eftir merkinum frá Dansk Varefakta, tá tú velur, tí har fært tú greið boð um dýnuna. C M Y K 18