týsdagur 4. desember 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 4. desember 2001
21
Nú eru avrikini hjá
Mjølni farin at líkjast
teimum, sum vit hava
kent tær fyri tey
síðstu mongu árini.
Triði sigurin á rað
kom í hús leygar-
dagin, men dysturin
vísti eisini, at Fleyr
ikki skal undirmetast
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Byrjanin uppá kappingina
var vánaligari, enn hon
nakrantíð hevur verið. Men
eftir tríggjar ósigrar á rað
er tað nú blivið til tríggjar
sigrar á rað til kvinnuliðið
hjá Mjølni, sum nú aftur er
millum
bestu
liðini
í
landinum.
Onkur vil kanska halda,
at tað hava tær verið alla
tíðina, men tað kann ikki
dyljast, at liðið hevði stórar
trupulleikar
at
byrja
við.Leygardagin var Fleyr
á vitjan í Klaksvík, og tær
vórðu sendar heim aftur
við einum 3-0 tapi. Ikki tí,
úrslitið 3-0 sigur kanska
ikki alt um dystin, tí tvey
av settunum vóru ógvuliga
tøtt.
Tað fyrsta endaði 25-23.
Í tí næsta var munurin
størri, 25-14, men eisini
triðja sett bleiv ómetaliga
spennandi.
Tað
vann
Mjølnir eisini, men bara
26-24, so hóast Mjølnir
sum væntað vann og fram-
vegis nærkast toppinum, so
vísti dysturin eisini, at
Fleyr ikki skal undirmetast,
sjálvt um tær eru aftast í
deildini.
Síðsti dysturin í
grundspælinum
verður í kvøld, og so
gongur leiðin til
Europa Cup-
kappingina í Sarajevo
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Sum vit nevndu í síðstu
viku, kann føroyski lands-
liðsleikarin Bárður Bendix
Mikkelsen ikki spæla við
felagnum hjá sær, Holte IF,
í Europa Cup kappingini,
sum verður í næstum.
Men tað merkir sjálvandi
ikki, at hann ikki kann hava
ein leiklut í fyrireiking-
unum til Europa Cup.
Sunnudagin spældi hann
triðja sett, tá Holte vann 3-
0 (25-22, 25-17, 25-23)
móti
DHG
Odense
á
heimavølli.
Dysturin var javnur, men
Holte hevði yvirvág alla
tíðina og hevði eisini ráð til
at royna ymiskt taktiskt
sum fyrireiking til Europa
Cup.
Næsti dystur hjá Holte
verður longu í kvøld í
Århus móti Skovbakken.
Dysturin er framskundaður
orsakað av Europa Cup-
luttøkuni hjá Holte kom-
andi vikuskifti. Dysturin
móti Skovbakken verður
tann seinasti hjá Holte í
grundspælinum. Teir hava
longu tryggjað sær pláss í
endaspælinum.
Støðan áðrenn seinasta
umfar í grundspælinum,
har seks tey bestu fara
víðari í endaspælið, er
annars
tann,
at
HIK
Aalborg er fremst við 16
stigum, og síðani koma
Holte við tólv stigum,
Gentofte Volley eisini við
tólv stigum, Skovbakken
við tíggju, DHG Odense og
Marienlyst Volley við átta,
Middelfart VK við seks,
Lyngby Volley við fýra, og
niðast eru Bedsted KFUM
og
BVC
Esbjerg
við
tveimum stigum í part.
Bárður og teir
fyrireika seg til
Europa Cup
Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-23, 25-14, 26-24):
Nú kenna vit
tær aftur
21
20
Nr. 234 - 4. desember 2001
Fremsta lið í
meistaradeildini hjá
monnum er aftur
Fram. Tryggi sigurin
móti ÍF leygardagin
ger, at teir aftur eru
tvey stig frammanfyri
SÍ, sum ikki spældi
hetta vikuskiftið
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Við tí væntaða sigrinum
móti ÍF endurvann Fram
oddasessin, sum teir í eina
viku máttu lata SÍ eiga.
Áðrenn dystin leygardagin
vóru Fram og SÍ jøvn í
stigum og dystum, men
sørvingar
høvdu
betri
settmun og vóru tí fremst.
Tí vistu teir í Fram, at
einki annað enn ein sigur
kundi brúkast leygardagin -
ikki minst tí at mót-
støðuliðið var ÍF, sum einki
av hinum liðunum enn hev-
ur mist stig til.
Og tað skuldi eisini vísa
seg, at Fram ikki hevði alt
ov nógv stríð av at vinna
sín “pliktsigur” móti unga
og óroynda ÍF-liðnum. Við
settúrslitunum 25-14, 25-
19 og 25-18 fekk Fram tey
bæð neyðugu stigini, og teir
kunnu eisini vera nøgdir
við, at teir fyri fyrstu ferð í
kappingini vunnu ein dyst
uttan at missa nakað sett á
vegnum.
Næsta vikuskifti hava teir
frí, og so er lokaluppgerðin
móti Fleyr á skránni.
ÍF er enn uttan stig, men
teir fáa ein nýggjan møgu-
leika á heimavølli móti
Mjølni komandi leygardag.
Tað var stórur munur
á tveimum teimum
fyrstu settunum og so
tveimum teimum
næstu, tá TB vann 3-1
móti ÍF á Kambsdali
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Fýra sett skuldu til fyri at
finna vinnaran av dystinum
millum ÍF og TB leygar-
dagin. Og hetta bleiv ein
rættiliga løgin dystur, tí
tvey tey fyrstu settini vóru
púra øðrvísi enn tvey tey
síðstu.
Fyri at siga tað stutt, so
vann ÍF fyrsta sett og kundi
tað sama eisini vunnið tað
næsta, meðan TB átti tvey
tey síðstu settini við húð og
hár.
Í fyrsta setti spældu bæði
liðini sera væl, og hetta
bleiv eisini tað javnasta
settið í dystinum. Heili 29-
27 endaði hetta settið, sum
ÍF vann.
Í næsta setti høvdu vert-
irnir úr Fuglafirði odda-
liðið TB á knøunum. Støð-
an var 19-15 til ÍF, og tað
var góður møguleiki fyri, at
tær fóru at vinna hetta
settið eisini. Men so tók TB
time-out, og tað kom eisini
væl við hjá teimum, tí
aftaná tað vendi dysturin.
Frá at vera aftanfyri 15-
19 stríddu TB-kvinnurnar
seg upp á javnt aftur, fóru
síðani framum og vunnu
settið 25-21.
Avsmurningur
Og nú fóru liðini hvør sín
veg. Serliga hjá ÍF fór tað at
ganga heilt av skriðuni, og
restina av dystinum vórðu
tær snøgt sagt hølvaðar av.
TB-kvinnurnar
dugdu
sera væl at leggja servurnar
har, sum ÍF helst ikki vildi
hava tær, og suðuroyarliðið
vann tvey tey næstu settini
so trygt sum 25-10 og 25-9,
og so bleiv tað í síðsta enda
ein rættiliga tryggur sigur
hóast alt.
Við hesum vann TB móti
liðnum, sum var nummar
tvey, og sigurin tryggjaði
eisini, at tær eru fremst, tá
fyrra helvt av kappingini er
liðug.
ÍF-kvinnurnar noyddust
at ásanna, at tá tað liggur
væl fyri, kunnu tær gott
kunnu spæla upp móti TB.
Men tað lá ikki nóg væl fyri
allan dystin, og tað bleiv
avgerandi.
Við sigrinum á ÍF hevur TB
longu tryggjað sær fremsta
sessin í fyrru kappingarhálvu
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyrr í ár vann Mjølnir
í Havn móti Fleyr,
men leygardagin var
tað Fleyr, sum vann
tvey týdningarmikil
stig í Klaksvík
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Eftir at Mjølnir fyrr í ár
vann móti Fleyr í Havn,
eydnaðist tað leygardagin
Fleyr at siga takk fyri
seinast við at vinna 3-2
móti Mjølni í Klaksvík.
Um dystin er annars at
siga, at hann var meira
spennandi enn hann var væl
leiktur. Mjølnir byrjaði væl
og vann fyrsta sett 25-15,
áðrenn Fleyr kom afturí-
aftur og vann tvey tey
næstu 25-22 og 25-15. Nú
var tað síðsta útkall hjá
Mjølni, og tað eydnaðist
teimum eisini at vinna
fjórða sett 25-18 og soleiðis
fáa eitt fimta sett.
Hetta síðsta settið bleiv
rættiliga spennandi. Mjøln-
ir byrjaði best, men Fleyr
menti seg, og tá liðini skiftu
síðu, var støðan 8-7 til
havnarliðið.
Teir megnaðu eisini at
halda hesa leiðsluna. Teir
komu á odda 14-10 og
fingu sostatt fýra dystar-
bóltar. Mjølnir kláraði at
bjarga trimum av hesum,
men fjórðu ferð bar ikki til,
og so hevði Fleyr vunnið
15-13. Bæði liðini hava í ár
havt tað til felags, at spælið
ikki er nóg støðugt gjøg-
num ein heilan dyst, og tað
sást eisini aftur á vøllinum
leygardagin.
Báðir
partar
høvdu
trupulleikar við móttøkun-
um, og av tí sama endaði
nógv av spælinum úti á
kantunum.
Tey bæði stigini komu
væl við hjá Fleyr í roynd-
unum at varðveita sam-
bandið við oddaliðini Fram
og SÍ. Nógvir dystir eru
eftir enn, og bæði Fleyr og
Mjølnir kunnu enn gera seg
galdandi í oddinum, men til
tað krevst, at avrikini verða
meira støðug í endaspæl-
inum, tá øll stigini telja. Og
oddaliðini Fram og SÍ
munnu heldur ikki hava
nakað ímóti, at Fleyr og
Mjølnir ikki tikið tvey stig
frá hvørjum øðrum.
Fram-ÍF 3-0 (25-14, 25-19, 25-18):
Fram aftur fremst
ÍF-TB 1-3 (29-27, 21-25, 10-25, 9-25):
Sum dagur og nátt
Mjølnir-Fleyr 2-3 (25-15, 22-25, 15-25, 25-18, 13-15):
Fleyr segði takk fyri síðst
Heldur ikki hesa ferð
eydnaðist fuglfirðingum at
fáa stig
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20