týsdagur 4. desember 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 235 - 5. desember 2001
Eftir drúgt samstarv
kring føroysku
ungdómslandsliðini
, fer Bill Jacobsen
saman við Jógvan
Martin Olsen at
venja NSÍ
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er nú nakað síðani, at
tað var greitt, at Jógvan
Martin
Olsen
skuldi
verða venjari hjá NSÍ
komandi kappingarár.
Nú er so eisini greitt,
hvør skal verða hjálpar-
maður hansara. Talan er
um 26 ára gamla Bill
Jacobsen. Hóast unga
aldurin so hevur Bill
longu drúgvar royndir
innan venjing. Millum
annað hevur hann í nógv
ár verið venjari í ung-
dómsrøðini hjá KÍ, og
eisini hevur hann arbeitt
við
yngru
føroysku
landsliðunum, har Jógv-
an Martin Olsen jú hevur
veirð høvuðsvenjari.
Sostatt er talan ikki á
nakran hátt um nakran
óroyndan mann, sum
kemur til Runavíkar, og
ivalest telir tað eisini
rætta vegin, at talan her
er um ein mann, sum
áður hevur arbeitt tætt
saman við nýggja NSÍ-
venjaranum.
Fríggjakvøldið varð skip-
að fyri árligu lærara-
kappingini í flogbólti í
Havn. Kappingin fór
fram á Eysturskúlanum.
Hetta er kapping, sum
hevur verið á hvørjum
árið síðani 1992, og sum
hevur verið millum allar
fólkaskúlarnar í Havn,
Læraraskúlan og Stu-
dentaskúlan.
Undanfarnu árini hev-
ur tað altíð verið Lærara-
skúlin saman við Venj-
ingarskúlanum, sum hev-
ur vunnið kappingina.
Aftur í ár kom Lærara-
skúlin/Venjingarskúlin í
finaluna, men hesuferð
eydnaðist ikki at vinna
steypið, sum í ár fór til
Hoyvíkar skúla, sum
vann dystin 2-1.
Um kvøldið skipaðu
lærararnir á Studenta-
skúlanum fyri borðhaldið
fyri øllum luttakarunum.
- fbf.fo
Eftir eina katastrofala
byrjan er Silkeborg
nú um at koma fyri
seg í donsku super-
liguni
SUPERLIGA
Jákup Mørk
Seinasti dysturin undan
vetrarsteðginum í donsku
superliguni varð leiktur
mánakvøldið, tá Silkeborg
tók ímóti AGF.
Silkeborg hevur verið
avgjørt størsta vónbrotið í
superliguni hetta árið, og
eitt skifti var eisini líkt til,
at teir skuldu fara so
syngjandi niður í næstbestu
deildina.
Mánakvøldið vunnu teir
tó 1-0 á AGF, og hetta var
triði sigur teirra innan heilt
stutta tíð, og hóast teir
framvegis eru niðastir í
deildini, so er tað nú bert
eitt stig upp til Lyngby, sum
er beint oman fyri niður-
flytingarstrikuna, men sum
tó eftir øllum at døma
noyðist heilt niður í dan-
marksseriuna
at
spæla
komandi ár.
Støðan í superliguni, nú
farið verður í vetrarfrí,
framgongur aðra staðni í
síðuni.
Fyrrverandi lands-
liðsleikarin og fót-
bóltsútisetin fer
komandi árið verða
hjálparvenjari hjá
Albert Ellefsen
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tá FS Vágar í heyst mátti
leiðina niður í aðru deild,
vóru boðini úr Vágaoynni
púrasta greið. Hetta fór á
ongan at merkja, at felagið
nú fór at repa seglini, men
skuldu allar kreftir heldur
nýtast til at vinna sær plássi
í bestu deildini aftur.
Jens Erik fer at hjálpa
Hóast felagið síðani tá
hevur mist kanska mest
týðani leikaran í Tór-Ingar
Akselsen, so tykjast vága-
menn framvegis at hava
gott mót, og nú hava teir so
fingið
sær
ein
trumf
afturat.
Jens Erik Rasmussen,
sum tey bæði seinastu árini
hevur leikt við Leiftri í
Íslandi, verður komandi
árið
hjálparvenjari
hjá
Albert Ellefsen, og um-
framt hetta fer fyrrverandi
landsliðsleikarin eisini at
spæla við á vøllinum.
Í fjør vóru Albert Ell-
efsen og Jonhard Joensen
venjarar hjá FSV, eftir at
Kestutis Latosa varð sendir
til hús tíðliga á árinum.
Sum skilst, so hevur Jon-
hard tó ikki havt hug at
halda fram í hesum starv-
inum, og tí hevur verið
tørvur á nýggjum hjálpar-
venjara. At hesin so eisini
er av tí slagnum, sum uttan
iva er ein stórur styrkur á
sjálvum vøllinum, hava
vágamenn so neyvan nakað
ímóti.
Tað hevur ikki eydnast
okkum at fingið orðioð á
Jens Erik sjálvan, men lítið
er at ivast í, at talan verður
um ein veldugan styrk fyri
uppflytingarvónina
hjá
vágamonnum. Hóast tað er
nakað síðani, at hann
taldust millum teir útvaldu
á landsliðnum, so hevur
Jens Erik alla tíðna lagt
nógva orku í fótbóltin.
Hann er nú vorðin 33 ára
gamal, men lættur sum
hann er, er lítið at ivast í, at
enn eru fleiri góð fótbóltsár
í beinum hansara.
Støðan, danska superligan
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1
Brøndby 18
12 - 4 - 2
44
11
33
40
2
FCK
18
9 - 6 - 3
29
16
13
33
3
AB
18
8 - 8 - 2
30
18
12
32
4
AaB
18
9 - 3 - 6
28
27
1
30
5
Esbjerg
18
9 - 2 - 7
28
26
2
29
6
FCM
18
6 - 7 - 5
25
17
8
25
7
OB
18
6 - 7 - 5
27
27
0
25
8
Viborg
18
4 - 8 - 6
21
23
-2
20
9
Vejle
18
4 - 4 - 10
22
45
-23
16
10 Lyngby
18
2 - 8 - 8
18
32
-14
14
11 AGF
18
3 - 5 - 10
18
33
-15
14
12 Silkeborg 18
3 - 4 - 11
14
29
-15
13
Føroyskir leikarar: Johan Byrial Hansen (OB), Christian
Høgni Jacobsen (OB), Todi Jónsson (FCK)
Bill fylgir við
Jógvan Martini
Hoyvík vann
Jens Erik fer at hjálpa FSV
Komandi árið fer Jens Erik Rasmussen at hjálpa vágamonnum í royndunum at vinna plássið í fyrstu deild aftur
Silkeborg er vaknað
C
M
Y
K
20
Nr. 235 - 5. desember 2001
21
21