Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 4. desember 2001 23 Tjaldur tekur áhald- andi stig frá ovaru støddu liðunum, men hesa ferð kundi javnleikurin tó ikki nýtast til nakað HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Javnleikur gjørdist úrslitið, tá hoyvíkingar sunnudagin tóku ímóti Tjaldri í bestu mansdeildini. H71 var annars at meta sum favorittur undan dyst- inum, men tá alt kom til alt, so skulu teir kortini vera fegnir um, at tað hóast alt eydnaðist teimum at bjarga øðrum stiginum. Seinstu løtuna av dyst- inum vóru tað nevnliga gestirnir, sum stóðu sterk- ari í myndini, men við góðum málverjaspæli frá Levi Nybo eydnaðist kort- ini heimaliðnum at halda fast um stigini. Misjøvn úrtøka Talan var annars um ein rættiliga javnan dyst, har liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Tá munurin var størstur, var hann tvey mál, og tó at báðir partar royndu snildir av ymsum slag, so eydnaðist ongan tíð at slíta seg leysan. Soleiðis helt spenning- urin sær heilt til endan av dystinum, og tó at eingin vinnari kundi finnast, so var tað ymiskt, hvat liðini fingu burturúr. Fyri runavíkingar kann einsamalla stigið nevnliga ikki nýtast til nakað, sum støðan er í løtuni. Teir høvdu nevnliga ein javnleik á kontini frammanundan, og sum skipanin er upp- bygd við grund- og enda- spælið, so kostar tað altso aðru hvjørja ferð at spæla javnt. Hjá hoyvíkingum er støð- an hin øvugta. So leingi teir ikki spæla aðrar javnleikir, so merkir javnleikurin tað sama á stigatalvuni, sum ein sigur vildi gjørt, men hóast hetta so munnu teir neyvan vera heilt nøgdur um javnleikin. Munin niður til fjórða fingu teir tó økt um, og soleiðis sum úrslit- ini tykjast laga seg, stevna teir framhaldandi móti bronsumerkjunum. Dysturin í tølum H71-Tjaldur 29-29 (14-14): Málskjúttar: H71: Bjarni Wardum 6, Halgir Dahl Olesen 6(1), Kristjan Petursson 5, Finn- ur Hansson 4(2), Olaf Vestergaard 2, Hallur Danielsen 2, Peter Rosbach 2, Janus M. Joensen 2 Tjaldur: Dragisa Stojovic 7, Hartvig Joensen 6(4), Zoran Zarcevic 5(2), Sverri Justinussen 5, Ken Bærent- sen 5, Mortan Hansen 1 Brotskøst: H71 4, Tjaldur 7 Útvísingar: H71 2, Tjaldur 1 Diskvalifikatiónir: H71 1 (Beinleiðis reytt til beink- in), Tjaldur 1 (Beinleiðis reytt) Hóast styrkismun- urin millum VÍF og Kyndil er sjónligur, so leggja leikararnir á báðum liðum fram- vegis meira í hendan dystin enn flestar aðrar HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Klassikarin í føroyskum manshondbólti er ikki longur tann dysturin fram um aðrar, sum avgerð, hvar meistaraheitið skal enda. Til tess er styrkismunurin millum VÍF og Kyndil ov stórur í løtuni. Tað hevur tó áður víst seg, at í slíkum uppgerðum hevurt støðan á stigatalvuni ikki so øgiliga nógv at siga. Stríðsviljin hjá leikarunum ger ofta, at tað ikki endiliga verður tað fínpussaða spælið, sum er avgerandi, og í ein ávísan mun var hetta eisini galdandi sunnu- dagin. Gaman í vann VÍF ein tryggan sigur, men orsøkirnar til hetta vóru fleiri. Hørð útvísing Sum sagt, so hevur Kyndil ikki havt tað so lætt í ár, og áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin, gjørdist møtu- mikla uppgávan móti vest- menningum enn torførari. Bárður Johannesen, sum nú aftur er farin at gera um seg á hondbóltsvøllinum, fekk reyða kortið frá dómaraparinum, tá hesir mettu, at hann hevði skrætt Harald Bjørgvin í armin. At síggja til var talan her um eitt dómaramistak, og í øllum førum fekk hetta øði í kyndilsmenninar, sum longu tá vóru aftan fyri við fimm málum. Eina løtu tóktist hetta tó at hjálpa grøna liðnum. Johan Danielsen stóð sum ein brandur í málinum, og spakuliga tóku teir seg alsamt nærri vestmenning- unum, sum ikki fingu nakað glið á spælið. Var tað ikki fyri skotstyrkina hjá Sámali Joensen, kundu kyndilsmenn væl órógvað vestmenningar heilt nógv, men nærri enn tveimum málum komu teir so ikki, fyrr enn VÍF fekk hálv- leikssteðgin at tosa saman í. Kundi verið vandamikið Hesin tóktist eisini at hava hjálpt, tí beinan vegin í seinna hálvleiki fór heima- liðið at draga frá. Ein steðgur kom tó í hetta, tá teir eina løtu noyddust at spæla tríggir móti seks úti á vøllinum, men tá teir so aftur vóru fullmannaðir, gjørdu teir mest sum av við Kyndil. Johan kundi ikki áhald- andi toga stórbjargingarnar fram, og sum dysturin leið kom var tað ikki longur útfallið av dystinum, sum var hitt mest áhugaverda. Heldur tóktist mongu og harðu nærdystirnir millum leikararnar at fáa lív í áskoðarafjøldina, og her skal sigast, at dómararnir væl kundu lagt eina nógv harðari linju. Í øllum førum tóktist tað løgið, at málverjin hjá VÍF slapp við tveimum minuttum, tá hann eftir eitt fullkomuliga kiksað bólttap feldi Josef Abrahamsen, sum hevði opið mál, og enn meira merkisvert var, at Hanus Kúrberg ikki fekk reyða kortið seinni, tá hann jarð- legði ein mótstøðumann úti við áskoðaraplássini. Ávirkan á úrslitið fekk hetta sum sagt ikki. Til tess var styrkismunurin ov stórur, men tað var spell, at dysturin slapp at gerast ein bardagi millum leikararnar, har skaði væl kundi staðist av í sumum førum. Týðandi missur Hvussu var og ikki, so eydnaðist tað vestmenning- um við sigrinum at sleppa sær upp á fremsta sessin í landskappingin, har teir nú hava eitt stig meira enn Neisitn, ið sær út til at vera einasti kappingarneytin í so máta. Hjá Kyndli er støðan ein onnur, og minni hugalig. Eftir sigurin hjá KÍF um vikuskioftið eru teir í sigursvanda havnarfelag- num aftur í niðasta sess- inum, so nógv er at spæla um, tá teir í komandi dystinum fáa vitjan av júst KÍF. Til tann dystin mugu teir tó vera Bárð Johanne- sen fyri uttan, og hetta iðrar teir ivaleyst væl meira enn sjálvt tapið ímóti odda- liðnum. Dysturin í tølum VÍF-Kyndil 29-20 (13-9) Málskjúttar: VÍF: Sámal Jeosnen 9(2), Áki Olsen 4(1), Ingi Olsen 4(1), Petur Fr. Joensen 4, Johnny Joensen 3, Agnar Joensen 2, Rógvi Nielsen 1, Harald Bjørgvin 1, Ragnar Zachariasen 1 Kyndil: Høgni Klein 5(1), Allan Mørkøre 4(1), Leif Mikkelsen 3, Josef Abra- hamsen 2, Niels V. Niclasen 2, Regin Johannesen 2, Bárður Johannesen 1, Janus Einar Sørensen 1 Brotskøst: VÍF 6, Kyndil 3 Útvísingar: VÍF 6, Kyndil 2 Diskvalifikatión: Kyndil 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Morten- sen. Høvdu so avgjørt ikki sín besta dag. H71-Tjaldur 29-29 (14-14): Javnleikur á Hálsi Meðan hoyvíkingar fáa fulla nyttu burtur úr javnleikinum, merkti hetta í løtuni ein stigamiss fyri runavíkingar VÍF-Kyndil 29-20 (13-9): Viljin er enn hin sami Einastu ferðina at Kyndil veruliga hótti VÍF, syrgdi Sámal Joensen mest sum einsamallur fyri, meistararnir kortini hildu seg nøkur mál frammanfyri Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 234 - 4. desember 2001 Tað eydnaðist KÍF at vinna seg úr botnin- um, tá teir rættiliga óvæntað vunnu heimadystin móti strandingum HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Tað var við eini vón um at nærkast triðja plássinum á stigatalvuni, at strandingar leygardagin fóru til Vest- manna, har útidystur móti KÍF stóð á skránni. Sum so vóru útlitini fyri hesum eisini góð. Koll- firðingar lógu niðastir á stigatalvuni, og strandingar høvdu eisini víst sera góðar taktir seinastu vikurnar, tó at hin tiltikni stabiliteturin enn ikki var vorðin partur av liðnum. Mansvardu Hjá KÍF hevur stabilitetur heldur ikki verið tað, sum hevur eyðkent liðið. Fleiri ferðir hava teir havt gott tak á mótstøðuliðunum, fyri síðani at tveita alt burtur í seinastu og avgerandi mi- nuttunum. Sum tølini siga, so eydn- aðist tað tó kollfirðingun- um at vinna dystin leygar- dagin, og samanumtikið, so mundi tað eisini vera uppiborið, at so varð. Í fyrra hálvleiki vóru tað annars gestirnir, sum sýndu tað betra spælið. Eina løtu hóttu teir eisini við full- komuliga at renna frá vertunum, men eftir at KÍF so fór undir at mansverja leikandi venjaran hjá strandingum, Costin Dumi- trescu, fór at gangast teim- um betri. Við rumenanum uttan fyri tað mesta av spælinum, gekst eisini betri at skipa verjuspælið, og tá so strandingar fyri tað mesta vórðu noyddir at skjóta útifrá, kundi Óla Christian Djurhuus veruliga sýna, hví hann verður mettur millum fremstu málverjarnar í landinum. Mundu mist alt Í seinna hálvleiki tóktist alt fyri eitt greitt, at hesa ferð høvdu kollfirðingar veru- liga tikið seg saman. Uttan stórvegis himpr varð ferð eftir ferð spælt inn um mótstøðuverjuna, og ru- menski strandamálverjin var at kalla uttan møgu- leika, tá mótspælarar ferð eftir ferð sluppu einsamallir móti honum. Strandingar royndu at bøta um støðuna við at taka eitt time-out, men sam- stundis nýttu kollfirðingar hendan steðgin til at broyta sítt spæl nakað. Nú teir førdu við fýra málum, høvdu teir ikki longur fyri neyðini at satsa so nógv í álopsspælinum, og hóast strandingar royndu at trýsta, so tóktist hetta ikki á nakran hátt at hepnast hjá teimum. Alt sá út til at vera av- gjørt, tá KÍF ein góðan minutt fyri leiklok skoraði til 31-27, men hóast lítið av tíð var eftir, so megnaðu kollfirðingarnir kortini at skapa spenning í. Allar helst er tað ein avleiðing av, at liðið hevur tapt so nógvar av teimum tøttu dystunum, men vóru strandingar eitt sindur hepnir, so megnaðu teir at vinna leiðsluna hjá heima- liðnum innan seinastu 90 sekundini. Við hálvum øðrum mi- nutti kundi KÍF bara nøla sigurin heim, men tað var júst tað, sum teir ikki gjørdu. Tríggjar ferðir á rað skundaðu teir sær í álop við tí úrsliti, at strandingar kundu kontra, men tá teir í triðju royndini raktu tvør- træið, sissaðust kollfirð- ingar, soleiðis at seinastu sekundini kundu ganga í frið og náðum. Týdningurin Sigurin prógvaði fyri koll- firðingum, at teir enn eru førir fyri at geva flestu liðunum í deilidni ein skarpan gang, men einki er at ivast í, at leikararnir skulu venja seg við at vera á odda, um talan skal gerast um nógvar sigrar afturat. Hjá strandingum var hetta enn ein staðfesting av tí, sum er skrivað so ofta seinastu tíðina. Liðið er alt ov óstøðugt. At fáa stig móti Neistanum og spæla upp ímóti VÍF hjálpir altso einki, tá stig verða tveitt burtur alla aðra staðni, og líkt er tí til, at um strand- ingar skulu gera sær vónir um at vinna nakað, so skal tað eins og í fjør verða í steypafinaluni. Dysturin í tølum: KÍF-StÍF 31-29 (16-17) Málskjúttar: KÍF: Petur Martin Poulsen 9, Duraica Tomic 8(5), Jákup Dam 4(2), Regin Petersen 4, Iljhan Topic 4, Kristian Madsen 1, Finn Heri Johannesen 1 StÍF: Costin Dumitrescu 10(5), Artur Johansen 6, Bent Djurhuus 4, Jón Ras- mussen 4, Sveinur Just- inussen 3, Marius Joensen 1, Alexandur Johansen 1 Brotskøst: KÍF 7, StÍF 5 Útvísingar: KÍF 3, StÍF 2 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Stýrdu dystinum eins væl og vanligt. Við sigrinum á Sólj- uni syrgdi Stjørnan fyri, at tær framvegis hava møguleika at røkka upp til VÍF sum kemur á vitjan komandi vikuskiftið HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Einki var at ivast í, at Stjørnan var favorittur í dystinum móti Sóljuni. Liðini hava hvør sítt endamál í kappingini, og tað var eisini skjótt greitt, at ein ávísur styrkismunur er á. Áðrenn Sóljan veruliga hevði hugsað seg um, høvdu klaksvíkskvinnurnar togað seg nøkur mál frá, og hóast Sóljan seinastu løtuna undan steðginum var væl við, so skapti hetta ongan tíð nakran spenning av nøkrum slag. Í seinna hálvleiki hevði Stjørnan somuleiðis gott tak á alla tíðina. Tó at heimaliðið eisini slapp upp í part, so kom sigurin ongan tíð í vanda, og seinastu tíggju minuttirnar settu gestirnir veruliga ferð á, soleiðis at sigurin eisini gjørdist trivaligur í tølum. At Sóljan so eisini fekk Herthu Simonsen rikna av vøllinum, mundi ikki gera støðu teirra betri, og ikki minst man tað vera tungt, at tær nú mugu vera hana fyri uttan til komandi uppgáv- una. Hjá Stjørnuni var hetta annars seinasta upphitingin til brakið, sum verður í Klaksvík komandi viku- skiftið. Tá kemur VÍF á vitjan, og skal Stjørnan veruliga gera seg galdandi í ár, er helst neyðugt at vinna hendan dystin. Tað verður tó tungt, tí fyri bæði oddaliðini er galdandi, at langt er ímill- um teir dystir, har tær veruliga verða settar undir trýst, og hetta ger, at ilt er at meta um veruligu styrkina hjá liðunum. Mett eftir dystinum, sum bæði liðini spældu í Vest- manna fyrr í heyst, so kann talan tó gerast um ein veruliga spennandi dyst, og hóast hann ikki fer at avgera FM-heitið, so fer hetta helst at verða ein ábending um, hvar gullið skal handast. Dysturin í tølum Sóljan-Stjørnan 15-28 (8-14) Málskjúttar: Sóljan: Asta Petrauskiene 8, Sólja Jóanisdóttir 2, Jóhanna í Horni 2, Hertha Simonsen 1, Heidi Harald- sen 1, Heidi Maria Aksel- sen 1 Stjørnan: Simona Dziugyte 7(2), Andrijana Milodano- vic 6, Joan M. Joensen 5, Anna Krisian Samson 5(1), Bára Skaale 2, Davina Sundskarð 1(1), Ragna Andreasen 1(1), Jastrid Gullaksen 1 Brotskøst: Sóljan 2, Stjørn- an 7 Útvísingar: Sóljan 3 Diskvalifikatión: Sóljan 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar úr VÍF: Áki Olsen & Ingi Olsen KÍF-StÍF 31-29 (16-17): Strandingar tiknir á bóli Tað eydnaðist endiliga Durica Tomic og leikarum hansara at vinna móti einum av ovaru liðunum, men í seinasta minuttinum mundu kollfirðingar tó tveitt alt burtur Mynd: Álvur Haraldsen Sóljan-Stjørnan 15-28 (8-14): Klárt til toppdyst Stjørnan hevði ongan tíð stórvegis trupulleikar av at halda vertunum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 22