hósdagur 6. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hóast Kia er eitt lut-
falsliga nýtt bilmerki
her hjá okkum, eru
teir væl móttiknir og
nógv seldir. Eitt nú
koyra fleiri Kia
Carneval sum hýru-
vognar. Tað nýggjasta
frá Kia er Rio, sum
fæst bæði sum sedan
og Combi Coupé
BILAR
Magnus Gunnarsson
Kia Rio Combi Coupé er
ein praktiskur og rúmligur
bilur. Hóast hann sær út
sum ein stationvognur, má
bilurin metast sum ein
hatcback ella combicoupé,
við stórum viðførisrúmi
uppá 449 litrar. Útsýnið frá
føraraplássinum er gott,
eisini aftureftir. Alt virkar
væl, og koyrieginleikarnir
eru góðir.
Sedan og Combi
Coupé
Rio verða gjørdir í tveim-
um útgávum, sum sedan
við 4 hurðum og Combi
Coupé við 5 hurðum. Í
sedan útgávuni fæst bilurin
við 1.3 litur motori við 75
hk, og 1.5 litur við 98 hk.
Hatchback
útgávan,
ið
hevur sera smart design,
fæst einans við tí størra
motorinum við 98 hk.
Hesin motorurin er passa-
liga stórur til bilin, hóast
hann er lessaður við fólki
og viðføri.
Trygg konstruktión
Karrossaríið er gjørt sum
eitt trygdarbúr og 45 pro-
sent av konstruktiónini er
gjørd úr hátrýststáli. ABS
bremsurnar eru av nýggj-
asta slag, har skipanin sjálv
stýrir
bremsutrýstinum
elektroniskt, treytað av
vektini og hvussu nógv
bilurin er lastaður. Hann
hevur fýra airbag, og
nakkapútur við øll setrini.
Rio hevur fingið góðan
karakter í evropeiskum og
amerikanskum crachtestum
Útgerð og garanti
Av útgerð kunnu vit nevna
el-rútar
framman,
el-
síðuspegl við hita, koyri-
ljós, fløguspælara, sentral-
lás, 12V stikkara í við-
førisrúminum. Annars hev-
ur hann alla vanliga útgerð
og trygdarskipanir sum eru
at finna í nútímans bilum,
og 3 ára / 100.000 km
garanti.
Nr. 236 • hósdagur • 6. desember 2001 • 75. árg.
Kia Rio 1.5 16V Combi
Coupé
Motorurin
4 syl. 1.5 ltr. 16V 98 hk
0-100 km/t
11.6 sek.
Bensinnýtsla
13,7 km/l
Dekkstødd
175/65-14
Stødd og vekt:
Longd
421,5 cm
Breidd
167,5 cm
Hædd
144,0 cm
Eginvekt
950 kg
Viðførisrúm
449 ltr.
Prísur
kr. 156.800,-
Søluumboð
P/F D.B.Bilar
J.Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tlf.310600
Kia Rio 1.5 Combi Coupé
– kappingarførur koreanari
Kia Rio Combi Coupé fæst einans við 1.5 litur motori og 98 hk.
Kia Rio innan. Útsýnið frá føraraplassinum er gott, og alt er
lætt at handfara
Hóast bilurin sær út sum ein stationvognur, er hann ein Combi Coupé
Baklúkan er stór, og lessihæddin lág
15
14
Nr. 236 - 6. desember 2001
Havnalagið á Toftum
er ikki at kenna aftur,
nú so nógv virkir eru
bygd á økinum sein-
astu árini. – Vit hava
fýra stór »bein« at
standa á; Fiskavirk-
ing, Uppboðssøluna,
fiskimenninar og tey
fastløntu, sigur Súni í
Hjøllum, bygdarráðs-
limur og formaður í
teknisku nevnd.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tá ið samfelagskreppan
rakti alt okkara samfelag í
fyrru helvt av nítiárunum,
slapp heldur ikki Nes
kommuna snikkaleys. Ser-
liga dapur mundi dagurin
kennast, tá ið hurðarnar á
flakavirkinum Nyki, sum
læt upp longu í 1969,
vórðu lætnar aftur undan
ólavsøkuni í 1993. Eingin
visti, nær ella um virkið
nakrantíð
fór
at
lata
uppaftur. Virkið endaði í tí
tá nógv umrødda »mølpos-
anum« hjá Føroya Fiska-
virking, og ta fyrstu tíðina
vóru eingi serlig útlit til, at
virkið fór at lata uppaftur í
bræði. Tá ið so Fiska-
virking byrjaði at taka
maskinurnar út av virkin-
um, gjørdust vónirnar upp-
aftur daprari.
Men eftirtíðin hevur víst,
at onkur onnur loysn kundi
havt
verið
verri
enn
hendan fyri kommununa og
fólkið, her býr.
Tíðliga í 1995 upprann
so tann dagur, har gamli
Nykur læt uppaftur, nú sum
saltfiskavirki burtur av og
undir »hattinum« hjá Før-
oya Fiskavirking.
Uppboðssølan var nú
eisini
komin
í
gongd
sunnanfyri Toftagjógv, so
ikki var neyðugt at fara
langa leið eftir ráfiskinum.
Gongur sera væl hjá
Fiskavirking
Í byrjanini gramdu fólk seg
um, at Nykur sum flaka-
virki ikki var til longur og
harvið var brúk fyri minni
fólki enn frammanundan.
Men í dag munnu tey
flestu vera fegin um ta
loysn, sum spurdist burtur
úr.
– Vit eru sera fegin um
virkið, sum hevur ógvuliga
stóran týdning fyri trivn-
aðin í kommununi. Eg havi
eisini skilt, at Fiskavirking
á Toftum, sum er eitt
rættiliga framkomið salt-
fiskavirki, klárar seg sera
væl, sigur Súni í Hjøllum,
bygdarráðslimur og for-
maður í teknisku nevnd.
Sosialurin hevur fingið
upplýst, at Fiskavirking á
Toftum hevði 180 milj.
krónur í umsetningi í fjør,
og málið í ár var 200 milj.
krónur. Hóast vit høvdu
verkfall í 3 vikur í vár, og
útbyggingar eru framdar í
summar, var umsetningur-
in herfyri fyri árið 2001 far-
in um tær 185 milj. krónur-
nar. - Hetta er eitt fan-
tastiskt úrslit, heldur bygd-
arráðslimurin.
Nógv virksemi á
havnalagnum
Tann, sum hevur verið á
Toftum, hevur eisini lagt til
merkis, hvussu nógv virk-
semi er á havnalagnum.
– Vit fingu Fiskamarknað
Føroya í 1993, sum byrjaði
í nótavirkinum, ið
Eyðun
Lauritsen
læt
byggja. Sum tíðin leið, og
fiskiskapurin hjá skipunum
øktist, fór eisini meira
fiskur um uppboðssøluna.
Kommunan hevði bygt ein
bygning á hesum sama øki.
Hendan leigaði Strand-
ferðslan. Men tá ið Dúgvan
gavst at sigla millum
Skálafjørðin og Havnina í
januar 1994, hevði SL ikki
brúk fyri bygninginum
longur. Uppboðssølan leig-
aði so hølini hjá kommun-
uni, sum standa beint norð-
anfyri bygningin hjá Fiska-
marknaðinum.
Seinni
bygdi uppboðssølan ein
millumbygning, so hølini
gjørdust áføst, sigur Súni í
Hjøllum.
Hann vísir á, at tann
næsti bygningurin, sum
kom á havnalagnum, var
Valhalla, sum P/F Regn
eigur í dag. Konstruktiónin
kom upp longu í 1994, men
húsið var ikki gjørt liðugt
fyrr enn í 1998. Tað er ein
dani, sum leigar seg inn
her, og virkið tekst við at
keypa og selja feskan fisk
og fløk. Her arbeiða nøkur
fólk.
Snodd byggir eisini
- Í 1996 ella har um leið
byrjaði P/F Snodd at keypa
og útflyta feskan fisk.
Hetta virksemi fór fram í
gamla
Turkihúsinum
í
Oyrunum, men helt uppat
har fyri góðum ári síðan, tí
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an vildi ikki geva teimum
loyvi at halda fram. Sum
skilst, fer virksemið hjá P/F
Snodd nú partvís fram í
bygninginum hjá P/F Beta í
Saltangará.
Súni sigur, at P/F Snodd
nú letur byggja nýggjan
bygning til sítt virksemi á
havnalagnum, og ætlandi
stendur bygningurin liðug-
ur um stutta tíð. Væntandi
fara
teir,
sum
standa
aftanfyri felagið, at halda
fram við tí feska, men
hugsað verður eisini um
meirvirking. P/F Snodd
eigur línubátin, Eysturoy-
ing.
– Á havnalagnum sunn-
anfyri Toftagjógv er eisini
bygdur ein stórur byg-
ningur, sum nú er kassa-
virki. Og at enda er ein
smiðja, Sp/f Krossbakki,
bygd
á
havnalagnum,.
Hendan er serliga ætlað til
umvælingar av skipum og
bátum, sigur bygdarráðs-
limurin.
Hann vísir á, at Nes
kommuna hevur fýra stór
»bein« at standa á; Fiska-
virking, uppboðssølan, sjó-
menninar og tey fastløntu,
sum arbeiða í Havn og í
Eysturoynni.
Fleiri skip heima-
hoyrandi í bygdini
Fýra línubátar eru heima-
hoyrandi á Toftum. Hesir
eru Stapin, Mascot, Jógvan
Norði og Eysturoyingur.
Ein nótabátur, Havørnin,
hoyrir eisini til bygdina.
Aftrat hesum eru tríggir
trolbátar, Randi, Hansa
Maria og Búgvin, umframt
fleiri smærri útróðrarbátar,
sum serliga royna við línu
og egna uppi á landi í
skúrum, sum kommunan
eigur og leigar til útróðrar-
menninar.
– Alt hetta virksemi sæst
aftur í kommunukassanum
og er við til at skapa tann
trivna, sum vit við takksemi
uppliva í kommununi í dag,
sigur Súni í Hjøllum.
Nes kommuna hevur ment seg ómetaligt seinastu árini:
Í 1993 var øskukalt – nú er ein heilur
»býur« av virkjum á kaiøkinum
Í 1993 var at kalla øskukalt í Nes kommunu. Síðan
uppboðssølan kom, og fiskiskapurin tók seg uppaftur, er nógv
virksemið skapt á havnalagnum
C
M
Y
K
14