mánadagur 11. januar 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 11. januar 2010
27
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
11. januar. Hyginus, deyður umleið ár 142. Valdur pávi
í 138, men varð fyribeindur, tá ið keisarin Antonius
Pius forfylgdi teimum kristnu.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
80 ára føðingardagur
Mikudagin 13. januar fyllir Andreas Debess (DIABA) 80 ár.
Dagurin verður hildin á Tjarnargarði saman við familjuni.
70 ára føðingardagur
Hósdagin 14. januar verður Jafet Rasmussen í Søldarfirði 70 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Gullbrúdleyp
12. januar hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í
Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í
Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 16. jan kl. 13 giftast í Christianskirkjuni í
Klaksvík Jóhanna Dahl Sørensen Norðdepil og Rasmus
Magnusson Innan Glyvur. Eftir vígsluna verður receptión á
Klaksvíkar Sjómansskúla frá kl 14-17, har øll eru hjartaliga
vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum í
Árnafirði kl. 19.
Merkisdagar
Í januar 1975 tóku 18 maskinmeistarar prógv á Maskinskúlanum í Havn.
Aftara rað, f.v.: Jóhan P. Abrahamsen, Strendur, Súni Abrahamsen, Oyndarfjørður, Pætur Debes, Tórshavn, Regin
Djurhuus, Hvítanes, Óli E. Erlingsson, Fámjin, Jóannes Eyðun Hansen, Funningur, Almfinn J. Jacobsen, Skálafjørður,
Djon Djurhuus Jacobsen, Tórshavn, Jógvan H. Joensen, Miðvágur, og Karl Joensen, Syðrugøta.
Fremra rað, f.v.: Petur O. Larsen, Oyrarbakki, Jens O. Mikkelsen, Tórshavn, Mortan Mortensen, Tórshavn, Niels
Jacob Olsen, Argir, Hjalmar N. Poulsen, Tórshavn, Ólavur Rubeksen, Tórshavn, Mannbjørn Vang, Miðvágur, og Hans
G. Winthereig, Tórshavn.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1975
Fyri 35 árum síðan:
Maskinmeistaraprógv í 1975
Hjartans tøkk
Ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum við
gávum og vitjanum gleddu meg
á 90 ára degnum 30. sept. 2009
Gott nýggjár.
Heilsan
Hannemia Petersen
Týsdagin 5. januar andaðist Georg
Otthamar løgreglumaður í Havn á
Landssjúkrahúsinum, 54 ára gamal.
Georg var havnarmaður, sonur
Judith og Arthur Otthamar. Hann var
elstur av fimm systkjum.
Liðugur við skúlan var hann
arbeiðsmaður í nøkur ár, til hann
tann 1. mai 1978 gjørdist politist-
næmingur. Eftir lokna útbúgving
varð hann settur sum politistur í
Havn í 1980.
Frá 1998 til 2000 var hann í starvi
hjá danska ferðaliðinum. Hann
arbeiddi annars tey flestu árini á
kriminaldeildini hjá politinum.
Georg giftist Christu, dóttir Ann-
britt og Gunnar Hansen í Havn. Tey
hava bæði verið virkin í samkomuni
Ebenezer
í
m.a.
sangkórinum.
Christa og Georg fingu trý børn:
Gunnbjørn, Anna Helena og Bogi.
-red
Georg Otthamar
★ 7. juli 1955 – ✞ 5. januar 2010
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri bróðir okkara
Óli Debess
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin 8. jan., 82 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum
hósdagin kl.14.00.
Familjunnar vegna
Systkini
Lesið
-so eru tit við!