Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 6 - 11. januar 2010 Bæði nólsoyingar, svín oy i ngar og fugl­ oy ingar hava tørv á betri farleiðum sjó­ vegis og betri kom­ forti umborð. Ein gomul ætlan at loysa bæði málini í einum, verð ur nú veruleiki SamferðSla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Nólsoy/Norðoyggjar: Í longri tíð hevur verið ar beitt við eini loysn á báð um málunum, sum á mang ar mátar eru tvinnað saman. Leingi hevur ligið á ljóði, at ein nýggj ferja skul di byggj ast til Nóloy­ ar leið ina, sam stundis sum ein frætti um ætlanin at key pa eitt ann að skip til Fug l oyar leið ina. Bakgrundin fyri báðum æt lanum er, at skipini ið røkja siglingina eru bæði gom ul, ótíðarhóskandi og ha va lítlan komfort at bjóða teim um ferðandi. Bæði politikkarar, nóls oy­ ing ar og umboð fyri Strand f­ erðsluna hava verið fram mi við sínum hugsa num um, hvussu ein kundi loysa hetta málið á besta hátt. Fólk hjá Landsverki hava somuleiðis gjørt sína hugs an galdandi í eini heildar æt lan fyri árini 2008 til 2020 um umstøður og fram tíð hjá nólsoyar­ leiðini. Í hesum parti taka vit eitt sindur aftur í tey bæði til mæl ini frá Landsverki og frá Strand ferðslu­ stjóranum. Øktur tørvur Sambært hesi heildar æt­ lan ini er ætlanin at byggj­ ast skal ein nýggj ferja skjótast gjørligt. Sagt verður í grund gev­ ing unum, at Ritan riggar væl til farleiðina, tí talan er um eitt sjógott skip, eins og skiparin Mortan Mortensen vísti á í Sosialinum í gjár. Hinvegin er aldurin rætti­ liga høgur og komforturin um borð avmarkaður. Ferjan er heldur ikki eg n að til rørslutarnað fólk, og siglingarferðin átti at verið mun andi hægri enn 10,5 sjó míl. Víst verður somu leið is á, at ein nýggj og skjótt­ gangandi ferja eigur at kunna taka eitt stórt akfar ella 4­5 vanlig akfør. Tað hevur av hesi orsøk eisini verið neyðugt at gera eyka túrar við Sam, tá ið størri akfør ella tungur farm ur skuldi flytast um Nól s oy arfjørð. Í samferðsluætlanini varð víst á, at Ritan um hetta mund ið flutti eini 60.000 ferða fólk um árið. Roknast kundi tá kortini við, at út stykk ingar og bygging av nýggj um húsum í Nólsoy fór at hava øktan flutn ings­ tørv á leiðini. Átrokandi loysn Stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mortensen hevur í ein um skrivi frá apríl mánaði í fjør – og sum varð um røtt á Vágaportalinum stutt eftir – sagt sína hugsan um ætlanirnar við Rituni. Her vísir hann á, at ar beitt hevur í longri tíð ver ið við at finna eitt hós k an di ella nýtt skip fyri Má san, ið røkir sig­ lingina til Svínoyar og Fugl­ oyar, sam stundis sum arbeitt var við at finna eina bil ferju til Nólsoyar sigling ina. Víst varð á, at løgujáttan var ikki til at byggja nýggj skip. Skipið til Nólsoy a r­ leiðina fór at kosta einar 50 mió krónur og til Fugl oyar­ leiðina einar 20 mió krónur. Hetta var eisini ov lítil upp hædd til at keypa og seta í stand eitt brúkt skip. Tí vórðu kanningar gjørdar um verandi skipaflotin hjá Strandferðsluni kundi nøk ta tørvin við at seta Ternu na, sum í dag liggur á Tvør oyri, í fasta sigling aftur. Fyri Boga Mortensen var átrokandi neyðugt at finna eina loysn fyri Másan, og í frágreiðing síni kundi hann stað festa og mæla til, at Ritan fór at røkja Svín oyar­ leiðina fyri Másan, og at bil­ ferjan Ternan verður sett inn í siglingina fyri Rituna. Áðrenn ætlanin kundi setast í verk var neyðug at Ternan fekk umfatandi ábøt­ ur. Hon hevur ikki ver ið í fastari rutusigling og bert brúkt sum eykaskip seinastu árini. Neyðugt er at skipið verður sandblást, metal li ser­ að og málað, um tað fram­ haldandi skal verða í flota­ num. Krøv eru eisini um eina lyftu til ferðafólkini og sanitet umborð, eins og neyðugt er við rullutangum og slengrikjøli til tess at Tern an skal kunna hóska til Nóls oyarleiðina. Í sigling Ritan hevur roynst væl bæði í siglingini til Fugloy og Svínoy í royndunum sum vórðu gjørdar á vári í fjør, og afturmeldingar frá skipa ra og ferðafólki hava eisini verið jaligar. Neyðugt verður tó við eini síðuskrúvu, eins og broyt ingar mugu gerast á lúnn ing og síðu, so at komu viður skiftini um ­ borð hóska til atløgu plássini í Svínoy og Fugloy. Hækkingin í árliga raks tr ar ­ kostnaðinum, við at seta Ternuna í fasta rutu sigl ing og taka Másan úr sigl ing, varð tá mettur um leið 5 mió krónur. Í Nólsoy er ynski um at gera eina ferjulegu inni á havna­ lagnum við eini rampu, so bilar kunna koyra í land í øllum líkindum. Stig verða tikin til at fáa hetta í lag við myndug leik ar nar sum varða av Nóls oyar Havn. ­ Um neyðuga upphæddin verð ur játtað innan sum­mar­ frítíðina 2009 kunnu ábøt­ urnar gerast á Ternuna og Rituna. So kunnu skipini setast í fasta sigling í seinas ta lagi til vetrar sig l ing ina, skriv­ aði altso Bogi Mort en sen í frágreiðing síni á vári í fjør. Fáa tvey fyri eitt NÓLSOYARLEIÐIN Nólsoyarleiðin framyvir Í fleiri bløðum hava vit við gjørt umstøðurnar hjá nólsoyingum at ferð­ ast fram og aftur til megin økið. Vit hava havt samrøðu við ferðafólk umborð, skipar an og nú taka vit saman um og lýsa málið við tí, sum Strand ferðsl­ an hevur at siga og eitt forkunnugt uppskot sum tingmað urin og fyrr ver­ andi landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm legði fram á sinni. Ein ar beiðs bólkur í Nólsoy situr eisini og viðger hetta málið. Við verandi játtan á fíggjar lógini kemur einki nýtt Nólsoyarskip á hesum sinni, men tey fáa eina aðra loysn bjóðaða. So kunnu vit venda aftur til málið, tá Ternan fer í rutu á Nólsoyar­ leiðini, og Ritan byrjar at sigla um Svínoyar­ fjørð. Neyvan man nakar vera í iva um, at best hevði verið við tveimum heilt nýggj um skipum til báð ar farleiðirnar. Ternan hevur áður roynt at leggja at í Nólsoy, m.a. í samband við árligu Ovastevnuna. Áðrenn hon nú verður sett í regluliga sigling er neyðugt at gera ávísar ábøtur á havnalagið í Nólsoy Mynd: Jens Kristian Vang ” Víst varð á, at løgujáttan var ikki til at byggja nýggj skip. Skipið til Nólsoyar­ leiðina fór at kosta einar 50 mió krónur og til Fugloyarleiðina einar 20 mió krónur