Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 6 - 11. januar 2010 - Nýggja Nólsoyar- ferjan skuldi kunna leggja um frá diesel til vetni, var eitt av upp skotunum hjá Bjarna Djurholm, sum bæði hevur verið lands stýrismaður og løg tings maður. Eitt av hansara áhugamálum er orka, umhvørvi og sam ferðsla Ferðasamband Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Nólsoyarleiðin: - Henda ætlan i n hevði avgjørt verið í tráð við orkupolitikk okkara, sigur løg tings mað- urin. – Og hon hevði eisini kunnað sett Føroyar og Nóls oynna á heimskortið! Hetta var júst eitt av mál- unum, sum Bjarni Djur- holm fyri nøkrum áðrum síðani arbeiddi við sum lands stýris maður, - at gera Nóls oynna til eina grøna orku oyggj, eins og hann ynskti at finna eina loysn á spurn inginum um sigling- ina millum høvuðsstaðin og Nólsoy. Í hesum sambandi ar beid di Jarðfeingi, saman við StatoilHydro, Enercon, SEV og Tórshavnar Komm- unu um at kanna teknisku og fíggjarligu møgu leik ar- n ar at nýta vind sum orkukeldu til bæði el, hita og vetni (les: hydrogen) í Nólsoy. Ætlanin var at byggja eina skipan, har vindorkan varð javnað við vetnistøkni, so brúkarin fekk støðuga orku veiting, eisini tá vind- stilli var, vísti Bjarni Djur- holm á, tá málið var frammi fyri nøkrum árum síðani. Vetnistøknin er enn ikki handilsliga burðardygg, og kundi Nólsoyarætlanin tí ikki bert fíggjast við inn- tøkunum frá orkusøluni. Fyri at fáa verkætlanina gjøgn um førda var tí neyðugt, at Samtakið stuðl- aði fíggjarliga. Um verkætlanin eydn að- ist, kundi sama skipan nýt- ast í størri mátistokki, bæði í Føroyum og uttanlands, tí elnetið verður ikki órógvað av óstøðugu vindorkuni. Nóls oy arverkætlanin kundi tí koma at standa sum ein fyri mynd í sambandi við burðar dygga orkufram- leiðs lu. Ætlanin var at seta vind myllur við tilsamans 1,8 MW mátti upp á Stong- ini og framleiða el bein lei ð- is til brúkaran, til vetnis- fram leiðslu og til eina hita- goymslu. Orkan, ið skuldi goymast sum vetni skuldi nýtast, tá ov lítið var til av vindorku til at nøkta orkutørvin. Vet- ni kann, um ynskiligt, eisini nýtast sum brennievni til flutn ingsfør og arbeiðstól. Í tí sambandi varð avrátt, at nýggja Nólsoyarferjan skuldi kunna leggja um frá diesel til vetni, tá vetnis- skipanin var burðardygg. Á heimskortið Íløgan til samlaðu skipan- ina í Nólsoy var mett til uml. 60 mió kr. Inntøkan frá orkusøluni var roknað við útgangsstøði í táverandi prísi á el og olju og var mett til 2,2 mió kr um árið, tá ið sæð verður burtur frá olju- avgjaldi og MVG. Hendan inntøkan einsa- møll kundi bert bera eina íløgu, ið var 25 til 30 mió kr. Um landið gav mvg-frí- tøku, hækkaði inntøkan frá orkusøluni úr 2,2 til 3,1 mio kr, og harvið hækkaði møgu liga íløgan úr 30 til 40 mio kr. Sostatt restaði nakað í, men um hinir partarnir í verk ætlanini gjørdu sítt til at minka um kostnaðin varð vænt að, at javnvág kundi fáast millum neyðugu íløgu na og inntøkuna. - Nólsoyarætlanin er í sam svar við orkupolitikk land sins, har miðað verður móti at minka um olju- nýtslu na og økja um orku- fram leiðsluna frá varandi orku keldum, vísti ting- maðurin á. Sum dømi kann nevnast, at skipanin við vetnis- og hitagoymslu í Nólsoy hevði mink að um innflutningin av olju við 300.000 litrum árliga og harvið minkað um CO2 dálkingina við 800 tons um um árið. Tá Bjarni Djurholm reisti hetta málið sum munnligan fyrispurning á tingi, fekk hann greitt at vita, at lands- stýrismaðurin í vinnu mál- um, Jóhan Dahl tók ikki und ir við tí. Tí er enn einki avgjørt í hesum áhugaverda máli. Nýggj ferja til ta grønu oynna Uppskot: Sigla í sein asta lagi í summar Á Strandferðsluni arbeiða tey í hesum døg um av øllum alvi við at tryggja nóls oy- ingum, svín oy ing um og fugloyingum betri skip til summar sigl- ing ina samFerðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Nólsoy/Fugloy: Gongst sum ætlað fáa nóls oy ing ar eitt annað og betri skip til siglingina í summ ar. Og tað sama kann fólkið í Svínoy og Fugl oy gleða seg til. Hetta er partur av ætlan- ini at dagføra sigl ing ina á hesum báðum leið unum. Og hetta er sam stundis í tráð við játtan ina til Strand ferðslu na. Neyvan man nakar vera í iva um, at best hevði verið við tveimum heilt nýggjum skipum til báð ar farleiðirnar. Men játtan er altso ikki til hetta í hesum umfari. Játtan varð einans til at bøta um verandi flota hjá Strandferðsluni, og tí verður tað so, at Tern an fer at sigla til Nóls oy ar, meðan Ritan fer at sigla úr Hvannasundi til Fugl oyar og Svínoyar (sí annars aðra grein her á síðuni). Ternan fyrst Í hesum døgum eru menn í ferð við at rokna upp á tilboð uppá ar beið ið, at seta Ternuna í stand aftur til at røkja Nóls oy ar leiðina. Skipið hevur ligið við brygg ju á Tvøroyri, og hev- ur verið nýtt sum eyka skip hjá Strand ferðslu ni. Men nú skulu rætti liga stórar um væl in g ar, dagføringar og eisi ni betringar gerast um borð. Í farnu viku vóru menn umborð á Ternuni fyri at hyggja eftir um støðunum, og sum skilst á strand- ferðslu stjóra num, Boga Mort en sen skulu hesi til- boð ini vera inni seinni í hesi viku ni. - Vit gera fyrst ar beiðið umborð á Tern uni, tí tað er nakað væl størri enn tað, sum ger ast skal umborð á Ritu ni, sigur Bogi Mortensen við Sosialin. Ætlanin hjá strandferðsluni er, at bæði skipini skulu verða klár til siglingina seinni í vár – í øllum førum, tá summar- ferðslan av álvara byrjar. ” Neyvan man nakar vera í iva um, at best hevði verið við tveimum heilt nýggjum skipum til báðar farleiðirnar - Skal Nólsoyggin mennast og bygdafólkið annars støðast, so er fyrsta fortreytin at nólsoyingar fáa nýggja ferju til flutning um fjørðin, sigur Bjarni Djurholm, tingmaður - Vit hava í hesum umfarinum valt at troyta tey skipini sum eru í okkara flota í løtuni. Men tað kostar eisini pening at dagføra Rituna og Ternuna, sigur strandferðslustjórin, Bogi Mortensen Soleiðis kundi nýggja ferjan til Nólsoyar sæð út. Men hon kostar einar 50 mió krónur, og til hetta er ikki peningur í løtuni