Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 241 - 13. desember 2001 Nr. 241 - 13. desember 2001 25 Starvsfólk til Ferðaráð Føroya Ferðaráð Føroya sóknast eftir einum starvsfólki til innlendisdeildina. Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður at seta sum skjótast. Arbeiðið fevnir um samskifti og samstarv við økis- ferðavinnufeløg, kommunur, aðrar myndugleikar og vinnuna um verkætlanir av ymsum slag. Arbeiðið verður lagt til rættis í samstarvi við leiðsl- una. Vit vænta, at umsøkjarin hevur hesar førleikar: • Útbúgving og royndir innan ferðavinnu og møguliga innan verkætlanarleiðslu • Holla vitan um Føroyar sum ferðamannaland og føroysk viðurskifti sum heild, herundir vitan um flutnings-, gistingar- og útferðarmøguleikar • Kunnleika til og um aktørar í ferðavinnuni • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum og hevur góðan telduførleika. • Hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Før- oya Landsstýri og Starvsmannafelagið/viðkomandi yrkisfelag. Skrivlig umsókn skal vera Ferðaráðnum í hendi, í seinasta lagi 28. desember 2001. Ferðaráð Føroya Postsmoga 118 110 Tórshavn Ynskjast fleiri upplýsingar um starvið, kunnu áhug- aði venda sær til leiðaran á Innlendisdeild Ferða- ráðsins, Per Hansen, á telefon: 31 60 55 ella teldu- post: per@tourist.fo Bilur við skaða til sølu Merki: Toyota Avensis 2.0 Diesel - 4 hurðar Árg.: 2001 KM.: 13.100 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Bjartur Brekkustein, sýnsmaður tlf. 345771 fartlf. 215771 fax nr. 345607 e.mail: bjb@trygging.fo At hitta mánadag - hósdag millum kl. 8.30 - 10.00 fríggjadag milum kl. 8.30 - 16.00 Uppstilling til formansval í Starvsmannafelagnum Sambært § 12, stk. 3 í lóg felagsins verður boðað til uppstilling til formansval í Starvsmannafelagnum. Fastur formaður skal veljast á aðalfundi felagsins í mars 2002. Uppstillingin skal verða liðug innan 15. januar 2002. Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki valevnisins fylgja við uppstillingar fráboðanini. Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal vera skrivstovu felagsini í hendi ikki seinni enn 15.januar 2002. Í frásøgnini skal vera tilskilað navn og bústaður hjá valevninum og hvar valsevnið arbeiðir. Formansstarvið er lønt, og bert tann, sum tekur starvið upp sum fulltíðarstarv burturav, kann verða valdur. Sambært sáttmálan hevur tann, sum verður vald/ur til formann í felagnum,rætt til at fáa farloyvi frá arbeiðsplássinum alla formanstíðina, soleiðis at stovnurin hevur skildu til at hava starv til hana- /hansara, tá formanstíðin er úti. Aðalfundurin velur formannin beinleiðis við van- ligum meiriluta. Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður lýstur, kunnaðir um, hvørji formansvalevni verða at velja ímillum á aðalfundinum. Víst verður annars sum heild til § 12 í felagslógini. Fráboðanir um uppstilling verða at senda til Starvsmannafelagið J.H. Schørtersgøta 9 Postboks 165 110 Tórshavn Bilur við frontskaða til sølu Merki: Citroen, ZX, Diesel Árg.: 1992 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú og kann síggjast hjá tryggingini á Smyrilisvegi í Tórshavn. Fróði Müller Tlf. 345600 - lokal 727 fax nr. 345607 At hitta mánadag - hósdag millum kl. 8.30 - 10.00 fríggjadag milum kl. 8.30 - 16.00 8-mannafar v/ 22 HK Sabb, spæl, 4 hálvautomatiskar snellur, ekkolodd,VHF, gummibát og fiskireiðsskapur. Tlf. 452092 Lærari søkist Vegna farloyvi, verður søkt eftir lærara til Kvívíkar skúla at byrja 1. januar 2002. Lærarin, ið settur verður, kemur at undirvísa í før- oyskum, rokning og tónleiki, íalt 15 tímar um vik- una. Starvið er tíðaravmarkað til hálvt ár. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýr- ið og Lærarafelagið. Umsóknir skulu verða Skúlastýrinum í hendi innan 18. des. 2001. Skúlastýrið fyri Kvívíkar skúla Jan Andreasen 340 Kvívík Nýggj fløga og nýggj bók Í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði verður framsýning av nýggju fløguni hjá Jógvani Zachariassen fríggjadagin 14. desember frá kl. 14.00 til kl. 17.30. Jógvan verður sjálvur hjástaddur við fagottini og framførir saman við øðrum tónleik. Leygardagin 15. desember frá kl. 11.00 til kl. 14.00 verður nýggja bókin »Víst megnar tú tað« eftir Claudiu Muhlan, sum Monika Staus Joensen hevur týtt til føroyskt, presenterað. Monika signerar bókina og førir fram tónleik saman við vinfólkum. Annars verður hópin av kristiligum bókum á før- oyskum, eins og bæði nýggja og gamla fløgan hjá Jógvani, at fáa. Forlagið Leirkerið og J. Z. Music Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3279 Navn: Sp/f Stakkur Adressa: 460 Norðskála Kommuna: Sunda Kommuna Stovningardato: 05.12.2001 Viðtøkudato: 05.12.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Hjørleif Dahl, 460 Norðskáli. Stjórn: Hjørleif Dahl, 460 Norðskáli. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: : P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 05.12.2001 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er at reka holdingvirksemi, harundir umsiting av ognum og virðisbrøvum og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 7. desember 2001 Kristin Balle _____________________ Kvinna søkist til handil Vit sóknast eftir tilkomnari kvinnu til handilin at byrja 2. januar 2002. Arbeiðtíðirnar eru hesar: kl. 05.30 - 13.15 kl. 13.00 - 19.00 allar dagar í vikuni Frants Restorff Tórsgøta 13 Tlf. 311060 Postmoga 41 110 Tórshavn Frá Klaksvíkar Sjómansskúla Í januar 2002 byrja hesi skeið: Sjóvinnuflokkur: Við hesum skeiði fæst atgongd til framhaldandi lestur til heimaskipara,um tygum eisini hava ta neyðugu siglingartíðina.Nærri upplýsingar hesum viðvíkjandi fáast við at venda sær til skúlan. Møguleiki verður eisini at taka dugnaskaparskeið í sigling,ið gevur rætt til at føra skip upp til 100 tons út á 30 fjórðingar úr landi. Í lærutíðini verða skeið tikin innan trygd og fyrstuhjálp. Skeiðið varðar 20 vikur. Tað eru ongar upptøkutreytir til at sleppa í sjóvinnu- flokkin. Fyri teir, sum seinni ætla sær til heimaskipara og víðari, er tað ein stórur fyrimunur at hava gingið í sjóvinnuflokkinum áðrenn, tí her verður grundarlagið til fleiri tíðandi lærugreinar lagt. Enn eru pláss eftir. Skipskokkaskeið: Útbúgvingin gevur øktan førleika at virka sum skipskokkur á føroyskum fiski- skipum. Kokkaútbúgvingin leggur m.a.dent á,at næmingar læra føðslulæru og reinføri,at proviantera, matgerða, baka og borðreiða. Í lærutíðini verða skeið tikin innan trygd og fyrstuhjálp. Klaksvíkar Sjómansskúli Pedagogar søkjast til Dagstovnin í Gøtu 1 pedagogur søkist til arb. 30 tímar um vikuna, í vøggustovu við 14 plássum 0–2 ár. Frá 1. januar 2002. 1 pedagogur søkist til arb. 30 tímar um vikuna, í barnagarðsstovu 21 pláss 4–6 ár. Frá 1. februar 2002. 1 pedagogur søkist til arb. 30 tímar um vikuna í frítíðarskúlanum, fyri ped. í farloyvi, frá 15. jan. 02 til 15. juli 2002. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Pedagog- felag. Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett. Sjúkraavloysari søkist fyri dagrøktarmammurnar í Gøtu At byrja skjótast til ber. Dagrøktarheimið skal vera innrættað barnavinar- liga, har rúm er til børnini at spæla í og hóskandi trygt spæliøki uttanfyri. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Kommu- nala Arbeiðsgevarafelag. Nærri upplýsing um størvini fæst við at venda sær til Torgerð Hansen, tlf. 442012 lok. 10. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, við- mælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.12.01 og sendast til: Dagstovnin í Gøtu Boks 32 511 Gøtugjógv Hølir til leigu Ovasta- og miðhæddin í J. C. Svabosgøtu 4 (Mál- ingahandilin) eru til leigu. Hvør hæddin er uml.185 m2 og kann nýtast til skriv- stovu o.l. Nærri upplýsingar á tlf. 342500, Jóannes. Postboks 1019 100 Tórshavn E-mail: litaval@litaval.fo Lærari til Nólsoyar skúla Søkt verður eftir lærara til Nólsoyar skúla. Lærugreinir: Samskipað undirvísing 0.-3. flokk, enskt í mið- og framhaldsdeild og handaverk/list. Starvið er sáttmálasett og tíðaravmarkað frá 1. januar og allarhelst til 1. juli. Umsókn við møguligum prógvum skal verða skúla- stýrinum í hendi í seinasta lagi 20. desember. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan tlf. 327033. Skúlastýrið fyri Nólsoyar skúla v/ Annu Marnu Hansen 270 Nólsoy C M Y K 25 24