Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 20. januar 2010 21 tíðindi komið fyri, at bilar eru farn ir útav vegnum, kortini uttan at stórvegis skaði er hend ur. Men tað er kanska meiri “lukkan enn for stand­ urin” sum er orsøkin til tað. Vegurin verður sjálvandi rudd aður av Landsverki á vetri, men sum skilst á fólki á Selatrað er henda rudd­ ingin ikki nóg góð. Á øðr­ um fólkum skilst, at orsøkin til hetta er hin einfalda, at menn fáa snøgt sagt ikki rudd að vegin, tí at hann er so vánaligur. Oljubilurin skal eisini av og á til bygdina at fylla í tangar nar hjá fólki. Men her er “skipanin” hon, at boða veðurmenninir frá høg ætt og kava, ja, so kem­ ur oljubilurin áðrenn fyrsta følvið legst. Í hesum seinasta kava­ num merktu tey enn eina­ ferð fylgjurnar av tí, at kavi og ísur lá framvegis á veg­ num. Ein fylgja av hesum var, at tað var ikki koyrandi hjá ruskbilinum, og tí varð einki rusk heintað í bygdini í fleiri vikur eftir jól. ­ Teir vóru her í farnu viku, og var tað fyrstu ferð síðani á jólum at vit sluppu av við ruskið. Bara tað, at teir ikki tora at koma norður til okkum, sigur nóg mikið um hetta vegastrekkið, slær Sanna Andreasen fast. Á sumri er Selatrað eitt nógv vitjað stað hjá før­ oyskum og fremmandum ferða fólkum. Her koma mang an stórir bussar við ferða fólkum, eins og fólk við jøvnum millumbilum vitja skótadepilin í bygdini. Nú ætlanin er at víðka um virksemið her, er eingin ivi um at ferðslan bara fer at økjast enn meiri í fram­ tíðini. Long tíð – einki svar Tað kom nakað óvart á Sannu at hon varð vald inn í bygdaráðið á seinasta vali. Hon er á mangar mátar at meta sum ein talsmaður fyri fólkið á vestaru síðu í Sjóvar kommunu. Spurningurin er, hvat hon sjálv hevur gjørt fyri at bøta um umstøðurnar við ferða sam bandinum hjá fólki num í bygdini, har hon býr. Hon hevur tosað við borgar stjóran, Artur Johan­ sen um málið, og hann skul di síðani taka tað upp við tey hjá Landsverki. Trupulleikin er bert hann, at viðgerðin gongur so seint og tað er so leingi at fáa eitt enda ligt svar. Sanna undrast á, hví tað skal ganga so seint fyri seg. ­ Eg vóni sjálvandi ikki, at nakað álvarsamt fer at henda í ferðsluni, tí – eg meini so við – skúlabørnini á Selatrað fara hvønn dag við bussi út á Strendur. Men her er kortini tað góða, at um líkindini ikki eru til vild ar, ­ ja, so kemur buss­ ur in ikki. ­ Eg havi eisini sjálv onku tíð ringt til teir, tá eg eri farin til arbeiðis og havi rátt teimum frá at koma hig ar, tí tað er púra ørt at koyra, sigur Sanna Andrea­ sen. motorveg At vegastrekkið hevur ligið soleiðis, er ikki farið aftur við borðinum á bygdar­ fólki num ella teimum sum brúka vegin nógv. Ein teirra sum íðin hevur tosað fyri at gera nakað við hetta, er busseigarin Henry Jarnskor av Strondum. Hann hev­ ur mangan sagt frá síni hugsan um hetta vega strekkið. Og her í blaðnum hava m.a. ein nú ver andi og ein fyrrverandi bygd a ráðs­ l im u r á Strondum – Sonni Johansen og Mein hard Jacobsen – samsinstir sagt frá, hvussu neyðugt tað er at okkurt verð ur gjørt við henda vegin. Okkurt er kortini gjørt á leiðini. Í fleiri støðum er vegurin breiðkaður til hósk andi breidd. Men ikki fyrrenn hetta er gjøgnumført á øllum teim níggju kilo m etrunum er talan um ein góðan og tryggan veg. Sambært fólki á Selatrað vísir tað seg, at tey fáa tær seinastu krónurnar sum Lands verk eigur til vegagerð á hvørjum ári: Tá tað fer at nærkast ársenda, verður tøk ur peningur so at siga bert tveittur í Sela traðarvegin. Tey eftirlýsa tí eina ætlan fyri hetta vega strekkið, eins og Heildarætlanin 2008­2020 hjá Landsverki hevur víst á. Her varð eitt av uppskotunum at um væla og breiðka vegin fyri millum 2 og 4 mió krónur, soleiðis at farleiðin varð hóskandi til ferðsluna í dag. Dentur varð lagdur á, at hetta var ein umráðandi verk ætlan. Í hesi ætlanini er eisini ein ætlan gjørd um tað samlaða vegastrekkið. Sam bært hesum skal arbeiðið gerast í áru num 2016 til 2019 og skal tað kostar 15 mió krónur. Tann stóri spurningurin er kortini, nær hvør av hesum ætlanum verður sett í verk. Breiðka í smáum Við ávísum millumbilum – serliga við ársenda – verða onkur hissini arbeiðir gjørd fyri at breiðka vegin til Selatraðar. Hetta bøtir sjálvandi um farleiðina, men er ikki nóg mikið hjá fólki. – Vit ynskja ein breiðan og góðan veg, sigur Sanna Andreasen av Selatrað Fólkatalið á Selatrað er nógv minkað tey seinastu árini. Verður vegasambandi dagført vóna fólk í bygdini at fólkatalið fer at vaksa aftur – og ikki minka, soleiðis sum fólk kanska kunnu illgita. – Tað harmar meg at fólkatalið minkar, sigur Sanna Andreasen ” Eg havi eisini sjálv onkutíð ringt til teir, tá eg eri farin til arbeiðis og havi rátt teimum frá at koma higar, tí tað er púra ørt at koyra (Sanna Andreasen)