fríggjadagur 22. januar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
18
VIKUSKIFTI
Góða Rigmor
Eg skrivi til tín, tí eg eri i dýrastu neyð.
Ein gomul skyldkona hjá mær er ógvuliga óhjálpin
heima, og ongin varandi loysn er í eygsjón. Hon fær
bara heimahjálp nakrar tímar um vikuna, men tað er
ikki nóg mikið, tí hon er so lamin, og vit hava varhugan
av, at hon er við at blíva dement. Haraftrat er hon
einkja, og børn hennara búgva øll uttanlands.
Hvat skulu vit gera? Skyldkonan stendur á bíðilista,
men vit fáa bara at vita, at onnur eru nógv verri fyri enn
hon.
Onkur hevur sagt mær, at tað einasta, sum hjálpir, er
at kenna røttu fólkini, og harvið hava røttu knapparnar
at trýsta á. Vónandi passar tað ikki.
Hevur tú nøkur ráð?
Eitt frustrerað skyldfólk
Góða frustreraða skyldfólk
Tað er ein vanlukkulig støða, sum tit og skyldkonan
eru komin í. Eg havi ongi góð ráð til tykkara sum so, tí
støðan á eldraøkinum í mongum førum er so vónleys, at
har hómast fáir batar - tíverri.
Eg vildi ynskt, at eg kundi beint tykkum til avvarð-
andi myndugleikar, ið sum kunnugt bjóða summum
borgarum góðar sømdir, meðan aðrir enda aftast á
bíði listanum. Havi ongantíð skilt, at plássgaranti
ikki er lógarfest í sambandi við vælferðartænastur.
Tí hví skulu summir borgarar hava kreditt fyri skatta-
krón urnar, meðan aðrir mugu lúta? Skal rættvísi verða,
mugu antin øll ella ongin hava tilboð.
Kanska hevði tað verið eitt hugskot at sett á stovn
eina »eldravernd«, eins og barnavernd, sum kundi
tryggjað, at eldri borgarar ikki líða vanrøkt. Hesin
stovnur kundi so havt heimild at farið inn í heimini, og
at álagt myndugleikunum at seta stuðlar í heimið, líka
til tann eldri og óhjálpni fekk pláss á einum heimi. Tað
gera vit eisini við onnur óhjálpin, til dømis tey, sum eru
fjølbrekað.
Eg vil ikki trúgva, at tað hjálpir at kenna tey røttu
fólkini, sum tú sigur. Vil heldur ikki trúgva søgunum
um, at umsøkjarar verða sendir aftast á bíðilistan, um
teir eiga vaksnar døtur. Men man hoyrir so nógv.
Sum støðan er nú, noyðist tú helst at senda boð eftir
vaksnu børnunum, hóast tey búgva uttanlands. So mugu
tey skiftast um at koma heim at vera um mammuna
nakrar vikur í senn. Tey eru tey nærmastu at átaka sær
upp gávuna.
Við vón um eina skjóta og góða loysn til tykkara.
v. rigmor
______________________________________________
Góða Rigmor
Vit eiga 2 børn undir skúlaaldur, so tað kunnu vera
nógvir strævnir dagar, tá øll skulu avstað til arbeiðis
og á stovn um morgunin. Eg royni tó at vera positiv og
glað, men eftir mínum tykki er maðurin rættiliga ofta
súrur og í ringum lag um morgunin. Eg orki ikki fyri tí,
tí eg haldi tað er týdningarmikið hjá børnunum at byrja
dagin gott og positivt.
Eg havi sagt tað 1000 ferðir við hann, men hann
heldur ikki at tað er so galið. So eg eri bangin fyri, at
tað er hansara persónligheit.
Hvat heldur tú, at eg skal gera?
Heilsan morgunmamman
Góða morgunmamma
Ein persónur við morgungron fyllir so nógv, at tað er
lættari at vera hann fyriuttan. Morgungron er negativ
energi, og maður tín hevur ikki rætt til at oyðileggja
morgunin og dagin hjá tær og børnunum.
Eg haldi, at tú skalt krevja av honum, at hann velur:
1. At flyta út. 2. At taka seg saman. 3. At halda seg
burtur frá tykkum um morgunin.
Helst velur hann tað síðsta, tí so sleppur hann at
verða liggjandi í songini og jolla sær og eta jogurt
og vakna spakuliga, sum helst hóskar ordiliga væl til
hansara lyndi.
Tit kunnu so avtala, at hann tekur eina eyka hond
við kvøldið fyri, so tað lættir um hjá tær, tá tú skalt
avstað við riðilinum um morgunin. Til dømis kann
hann smyrja matpakkar, rudda gongina, leggja klæðir
saman og upp á pláss, gera útiklæðini klár til børnini,
pakka skiftiklæðir í taskurnar og alt hitt, sum ger
morgunin til ein hurlivasa. Hann kann enntá smyrja
morgunmatpakkar til tykkara, so tú bara skalt lata
tykkum í og so avstað um morgunin. Tú kanst so gera
skilnaðarløtuna til eina hugnaløtu í stovninum, har tú
etur saman við børnunum, áðrenn tú fert til arbeiðis.
Á hendan hátt møtast tit á miðjuni: Tú
góðtekur hansara serheitir, og hann sleppur undan
morgunrokinum.
Tí lívið er simpulthen ov stutt til morgungron.
v. rigmor
______________________________________________
Hey Rigmor
Eg eri ein 14 ára gomul genta. Fyri nøkrum vikum síðani
sá eg ein eingil úti í garðinum hjá okkum. Hann var
hvítur og stórur og hevði langt hár. Eg bleiv so glað, tí
hann sá so góður út og nú trúgvi eg upp á einglar.
Men mamma trýr mær ikki. Hon heldur, at eg lúgvi,
og so blívi eg kedd, tí tað passar.
Tað er so irriterandi, tí nú tori eg næstan ikki at siga
tað við vinkonurnar. Hvat heldur tú um hetta?
Heilsan AJ
Góða AJ
Tú hevur sæð ein eingil og soleiðis er tað. Tú veitst at
tað passar, og tí passar tað fyri teg. Tú skalt slett ikki
ganga so høgt uppí um onnur trúgva tær ella ikki. At
síggja ein eingil er ein positiv og persónlig uppliving,
sum ongin kann ella skal taka frá tær. Goym eingilin
inni í hjartanum sum ein góðan dýrgrip, sum tú kanst
hava við á lívsleiðini. Kanska var tað ein meining við, at
júst tú skuldi síggja hann? Sum tú sjálv sigur, so bleivst
tú so glað og tað er gott.
Alt tað besta.
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði,
so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo
RigmoR Dam
Útvarpið visti at siga, at onkur úlendingur kanska fór at
blíva sendur av landinum »við megi«.
Hvat er hetta? Føroyingar hava altíð sagt »við makt«. – Vil
onkur ófriðargestur ikki fara við góðum, so skal hann fara
við illum, kann ein rísin húsbóndi siga, og tá meinar hann,
at hann ætlar at brúka makt.
Makt er eitt felagsgermanskt orð, sum er at finna í ymsum
formum í øllum germanskum málum. Vit hava tað í formum
sum ‘maktarloysi’, ‘maktast’, maktboð og onnur. Vit hava
tað í gerandismáli (av allari makt) og í skaldskapi: Tú tekur
ikki Ormin langa við danskari makt aleina.
(MT)
Málsligt máttloysi
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð