Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FEBRUAR 2010 • LESTRARBLAÐIÐ 29 num lesnaðin At sleppa undan STRONGD Tað er skjótt at merkja strongdina, tá tú kennir, at tíðin ella pengarnir ikki røkka til. Tí er tað týdningarmikið at leggja bæði lestur og fíggarlig viðurskifti væl til rættis. Felagið fyri føroyskar studentar, MFS, hevur fleiri góð ráð á heimasíðuni, og eisini hevur danska Studenterrådgivningen, fleiri góð ráð á heimasíðuni. Til ber eisini at seta seg í samband við tey og fáa fleiri góð ráð, sum hóska júst til tína støðu. Lestraregleiðarar og damurnar á Ráðgevingini í Keyp­ mannahavn, hava eisini hollar royndir í at ráðgeva, og tey hava tagnarskyldu, so tað kundi altíð verið eina roynd vert at tosa við tín lestrarvegleiðara ella Ráðgevingina, um tú merkir strongdina treingja seg á. Tað er prógvað, at rørsla hjálpir væl ímóti strongd, so tað lat bøkurnar liggja eina løtu hvønn dag, og far út og rør teg! www.srg.dk (studenterrådgivningen) www.radgevingin.dk (føroyska ráðgevingin í Keypmannahavn) www.mfs.fo (felagið fyri føroyskar studentar) At sleppa undan EINSEMI Tá tú lesur, kanst tú skilja ímillum fakligt einsemi og sosialt einsemi. Fakliga einsemið kann loysast við at finna ein lesibólk, ella bara at avtala at lesa saman við vinfólki ­tað ger einki, um tit ikki lesa sama fak. Tað er sum við venjing, tað er ofta lættari, um man hevur fastar avtalur um at fylgjast inn á bókasavnið ella aðrastaðni at lesa. Tað kann vera torført at byrja í einum nýggjum skúla, og serliga um tú eisini júst ert fluttur til eitt nýtt land og ongan kennir. Í Danmark er skjótt at finna saman við øðrum føroyingum, um tú ynskir tað, men fert tú longri burtur er kanska verri at finna vinir. Tað kann tí viðmælast at fara til tey tiltøk og veitslur, sum skipað verður fyri. Býrt tú á kollegium ella í studentaríbúðum, er eisini størri møguleiki fyri at koma í samband við onnur lesandi. www.radgevingin.dk www.mfs.fo Lagt til rættis: Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com